týsdagur 6. desember 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 233 — 6. DESEMBER 1994
Fíggjarlógin næsta ár:
Skal tryggja |
vinnuliga
menning
Landsstýrið ætlar við ymsum tiltókum á vinnulivsøkinum at
stuðla eini skilagóðari og rímiliga skjótari menning av fóroyska
vinnulívinum og búskapinum..
Ein
onnur ætlan hjá
landsstýrinum er at broyta almennu umsitingina
Eitt av høvudsendamålun-
um hjá landsstýrinum er at
tryggja vinnuliga menning,
so komast kann burtur úr
búskaparliga aldudalinum,
vit nú eru í. Hetta gjørdi
Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
greitt, tá hann fríggjadagin
seinrapartin legði fíggjar-
lógaruppskotið fyri tingid.
Og um hvussu hetta skuldi
gerast segði landsstýris-
maðurin, at tað verður við
ymiskum tiltøkum so sum
framtaksgrunni, ábyrgdar-
grunni, stuðli av ymiskum
slag, serliga til nýggj vinnu-
tiltøk og lækking av kost-
nadarstødinum,- millum
annað við lægri streymprísi.
Millum annað á hendan hátt
ber til at stuðla eini skila-
góðari og rímiliga skjótari
menning av — føroyska
vinnulívinum og búskapin-
um, segði landsstýrismað-
urin.
Menna
fiskastovnarnar
Jóannes Eidesgaard segði,
at landsstýrið undirstrikar
týdningin av, at okkara
egnu fiskastovnar fáa
møguleika at menna seg
aftur so teir, um ikki ov
langa tíð, kunnu gerast
grundarlag fyri øktari fiski-
veiðu og gktari fiskafram-
leiðslu á høgum stigi. Men
so leingi vit ikki eru komin
har til, er neyðug at møgu-
leikarnir í altjóða sjógvi
verða munandi meira troytt-
ir.
Almenna fyrisitingin
skal broytast
Á nøkrum økjum er fíggj-
arlógin fyri næsta ár lítið
ødrvisi enn tær undanfarnu,
sum hava verið merktar av
stórum sparingum, men
landsstýrið heldur ikki, at
tað fer at bera til í stóran
mun framhaldandi at fremja
sparingar við prosentvísum
skerjingum. Tí fyrireikar
landsstýrið nú eina neyva
kanning av øllum almenn-
um rakstri. Jóannes Eides-
gaard sigur, at fyrsta upp-
gávan við hesum, er at finna
ein bygnað fyri ta almennu
umsitingina, sum ger hana
føra fyri at veita okkum tær
tænastur vit ynskja fyri ein
kostnað, sum vit eru ment
og sinnaði at bera. Fíggj-
armálaráðharrin leggur aft-
rat, at síðani verður farið
undir at gera neyvar kann-
ingar av ymsum útreiðslu-
økjum á fíggjarlógini, so-
leiðis at meira langsiktadar
og bygnaðarligar broyting-
ar kunnu gerast í almennu
umsitingini.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum sigur, at eitt
hóvuðsendamál við
politikki landsstýrisins er
at tryggja vinnuliga
menning.
Mynd: Kalmar
Betri fíggjarstýring
Landstsýrið heldur eisini, at
einneyvari fíggjarstýring er
ynskilig, og tað verður nú
eisini arbeitt fram í móti.
Hetta fyri at fáa eitt neyvari
innlit í, hvat almenni
peningurin verður brúktur
til. Í hesum samband er
ætlanin at fremja munandi
tiltøk fyri at fáa eina
virknari innkrevjing av
eftirstødum.
Við ætlada politikkinum
hevur landsstyrid sett sær
sum mål at bøta um ringastu
fylgjurnar av kreppuni, men
Tíðindablaðið (5),
ikki torir fíggjarmálaráð-
harrin at gita hvussu skjótt
vit koma rættiliga fyri
okkum aftur búskaparliga.
Men glottar eru at hóma.
Jóannes Eidesgaard vísir á,
at samlaðu lgnarútgjald-
ingarnar minkaðu frá 1992
til -93 við 16 prosentum,
meðan hesar lækkingar í
fjør bert vóru fýra prosent.
Lønimar í privatu vinnuni
eru í vøkstri.
tór.-
Lægri skattur skal …«
tålma fráflytingini
Betri arbeiðsloysisskipan og lægri skattur skulu gera sítt til, at færri flyta, sigur
landsstýrið
Tað eydnaðist landsstýrin-
um at koma einar fimm
milliónir niður um tað
hallið á fíggjarlógini, sum
danska ríkisstjórnin og
landsstýrið samdust um var
tað mesta, í talan kundi vera
um hesaferð. Men lands-
stýrið undirstrikar í sam-
band við fíggjarlógina, at
hetta er fyrst og fremst eitt
krav, landsstýrið sjálvt hev-
ur sett sær, tí ikki ber til við
framhaldandi halli á fíggj-
arlógini. Tað skal helst vera
burtur í 1998.
Landsstýrið roknar við, at
samlaðu minntøkurnar á
fíggjarlógini verða 2,552
milliardir. Inntøkuskattir
eru mettir til 789 milliónir,
og toll-, nýtslu- og fram-
leidslugjøld eru mett til 827
milliónir. Gjøld frå ríkis-
kassanum verða næsta ár
843 milliónir. Landsstýrið
sigur seg hava mett inntøk-
urnar av skatti sera varis-
liga.
Rakstrarútreiðslurnar eru
mettar til 2,684 milliardir.
Uppi í her eru 70 milliónir í
viðlíkahaldi. Haraftrat eru
játtaðar 82,4 milliónir til
iløgur.
Urslitid av hesum verdur,
um landsstýrið hevur mett
rætt, eitt hall upp á 133
milliónir í sjálvum rakstri-
num, og 215 milliónir, tá
viðlíkahaldið og iløgur eru
tiknar við.
Enn í aldudalinum
Landsstýrið sigur, at tað,
sum hevur gjørt arbeiði við
hesi fíggjarlógini sera
trupult er, at vit eru fram-
vegis í búskaparliga aldu-
dalinum. Fylgjurnar eru at
síggja í stóra arbeiðsloys-
inum og stóru fráflytingini,
men landsstýrið sigur seg
vóna, at politikkurin fer at
virka fyri, at vit skjótt fara at
taka okkum upp úr hesum
aldudali.
Í viðmerkingum sínum til
fíggjarlógaruppskotið sigur
Jóannes Eidesgaard, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
millum annað, at ein sanr.
roynder tað, at samfelagið í
løtuni ikki kann útvega
øllum landsins borgarum
vinnumgguleikar, men
landsstýrið bæði týr og
vónar, at brúk verður fyri
øllum áðrenn langt um líður.
Landsstýrið hevur tí valt at
bóta um arbeiðsloysisskip-
anina so tey, sum eru
arbeidsleys, fáa eitt tryggari
inntøkustødi og eitt longr
skábrá.
Somuleiðis ætlar lands-
stýrið at lætta um trýstið á
inntøkuskattin til tess at
minka um áhugan hjá fólki
at flyta av landinum.
tór.-
$
i Ba
GB st
+