Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin ) Nr. 233 —- 6. DESEMBER 1994 Síða 11 Rikið, sum er i strid vid seg sjálvt, verður ikki standandi Býráðsformaðurin í Klaksvík vónar at teir, sum varða av sjúkra- húsinum, syrgja fyri at sparingarnar verða tiknar burtur Jógvan við Keldu, býráðs- formaður í Klaksvík, er alt annað enn fegin um tær skerjingar á sjúkrahúsinum har norduri, sum fíggjarlóg- aruppskotið leggur upp til. — Eg væntaði hatta altíð, og eg vóni inniliga, at teir, sum manna sjúkrahússtýrið og løgtingsmenninir, sum eru valdir fyri Norðoyggjar, gera sína ávirkan galdandi og fáa sparingina burtur. Men eg skal ikki dylja yv- ir, at eg haldi orsøkina til, at teir i spariuppskotinum leggja so nógv eftir okkara sjúkrahúsið, hava sín upp- runa í kleyvarskapi her norðuri. Stýrið og sjúkra- húsleiðslan megnaðu ikki at loysa innanhýsis ósemjuna, sum tók seg upp. Tað hevur annars verið eitt av sereyð- kennunum Í staðin fóru teir til Havnar eftir sjúkrahús- stjóranum og læknastjóran- um. Teir hava við jøvnum millumbili verið her norð- uri. Tað hevur verið sagt, at endamálið við teirra vitjan- um hevur verið at fáa skipað viðurskifti, men í mínum hugaheimi er tað sjálvmorð at loyva so miðsavnandi kreftum inn á sjúkrahúsið í Klaksvík. Passar væl í myndina at eingir læknar søkja Men landsstýrismaðurin Ein eygnalækni setast aftrat Tað verður torført at manna læknastørvini komandi árini Landsstýrið fer nú at lýsa eftir einum eygnalækna afturat. Á fíggjarlógar- uppskotinum er játtanin til Landssjúkrarhúsið økt við 0,5 milliónum, og An- dreas Petersen, landsstýr- ismaður í almenna- og heilsumálum sigur, at peningurin er oyramerkt- ur til nýggjan eygna- lækna. Samtykkir løg- tingið uppskotið frá landsstýrinum verður lýst eftir eygnalækna beinan- vegin. — Vit hava bara ein eygnalækna, og hann arb- eiðir undir einum øgilig- um trýsti. Bíðitíðin at sleppa framat er níggju mánaðir, og tað halda vit vera alt ov leingi. Tí hava vit játtað eina hálva milli- ón, soleiðis at orkan verð- ur tvífaldað, sigur Andre- as Petersen. Hann heldur tað vera vert at gleða seg yvir, at talan ikki er um nevniverda bíðitíð á ødr- um gkjum innan sjúkra- húsverkið. Verður alt torferari Landsstýrismaðurin roknar annars við, at tað fer at veratorført at manna læknastørvini, sum eru normerað, men sum ikki eru sett: — Í Klaksvík eru tvey yvirlæknastørv ósett, og tað eru fleiri kommunu- læknastørv ósett kring landið. Komandi árini verða fleiri onnur yvir- læknastørv leys av nátúr- ligum orsøkum, men eg kvígi fyri, at tað fer at ganga illa at fáa fólk í tey aftur. Hví heldur tú tað? — Vit mugu síggja veru- leikan í eyguni. Tað er læknatrot rundan um okk- um. Í Svøriki hava teir nóg mikið av læknum, men bæði í Danmark og í Noreg er trot á læknum. Tá læknar skulu søkja starv, so verða fleiri viður- skifti tíkin við í metingini um hvat er mest lokkandi, og har eru vit illa fyri í kappingini. Skattatrýstið í Føroyum er hægri, enn tað er aðrastaðni, arbeiðsum- støðurnar eru verri her, enn tær eru í Danmark og Noreg, og um tú ætlar tær longri fram, so telur tað meiri, tá tú søkir enda- starv, at tú hevur arbeitt fimm ár á t.d. ríkissjúkra- húsinum, enn at tú hevur arbeitt á einum sjúkrahúsi í Føroyum. Men roknar tú við at nakar fer at sókja nýggja eygnalæknastarvið? — Tað vóna vit. Tað eru føroyingar, sum eru eygnalæknar uttanlanda, og tíbetur er tað framvegis soleiðis, at tað eru føroy- ingar, sum ynskja at sleppa aftur til Føroya at búgva og arbeiða. Men vit hava onga trygd fyri, at Hugsa nýtt Andreas Petersen vil ikki koma við nøkrum føkiligum útspæli um, hvussu = trupulleikarnir skulu loysast. Fyrst er neyðugt at fáa fíggjarlóg- ina fyri komandi ár upp á pláss, men so er neyðugt at arbeiða fram mót loysn- um, soleiðis at tað ber til at manna størvini: — Vit hava lyndi til at hugsa út frå verandi skip- anini, og vit hava so tor- ført vid at hugsa nýggjar leiðir. Men í mínari verð er tað eingin ivi um, at tað er neyðugt at fremja broytingar. Vit noyðast at síggja í eyguni, at játtanin til heilsugkið verður ikki økt komandi árini, og ti er neyðugt at fáa meiri burtur úr játtanini, sum er gald- andi. Tað vil við ødrum orð- um siga, at vit mugu broyta arbeiðsgongdina og vaktarskipanina, bæði hjá læknunum og hjá røkt- arstarvsfólkinum. Men hvussu tað skal gerast havi eg ikki nakra loysn upp á enn. -nes sigur, at tað eru eingir um- søkjarar til yvirlækna- størvini i Klaksvik? — Tað hongur saman vid, hvussu åhugaverd størvini eru. Um tað verður skrúvað fyri alla staðni, og fyritøkan bara hóðrar víðari, so sigur tað seg sjálvt, at eingin søk- ir, og so er lag á manni at nýta tað sum grundgeving fyri at spara og niðurleggja. Tað hevur áður borið til at fáa góða arbeiðskraft henda vegin, og um tað verður gjørt nakað við tað, so ber tað til eina ferð afturat. Framvegis læknastríð Jógvan við Keldu heldur, at sparingarnar eru liður í tí støduga læknastríðnum, sum hann sigur hevur verið millum miðsavnandi kreft- irnar og Klaksvíkina síðani fyrst í fimti árunum: -1 1951 varð amtslækna- starvið í Norðoyggjum nið- urlagt, og vit fingu lands- lækna. Landslæknin, ríkis- umboðsmenninir, sum eg kendi í sjeytiárunum og åttatiårunum, og skiftandi sjúkrahússtjórar hava altíð havt sum mål at minka n6gv um og í síðsta enda nidur- leggja sjúkrahúsið i Klaks- vík. Læknastríðið í fimtiår- unum var ein avleiðing av tí stríðnum, og um ikki á sama hátt, so hevur alt síðani tá verið eitt støðugt stríð um sjúkrahúsið. Vit vilja fegin hava eitt væl virkandi sjúkrahús, og tað hava vit. Tað er nógv fyri, at ein hin best virkandi almenni stovnurin, sum er undangongustaður í tæn- astu og útinning av viðgerð, skal oyðileggjast. Sjúkra- húsið verður oyðilagt, um yvirlæknarnir verða tiknir burtur. Vit fáa ongar góðar lækn- ar henda vegin, um vit ikki hava góð størv ul teirra. Og tey góðu størvini eru tengd at, um vit hava sergreinar. Trygdin og dygdin sterstan týdning Telja arbeiðsplássini og skattakrónurnar ikki nógv hjá einum býráðsfor- manni? — Sjálvsagt hevur tað tydning, men ikki størsta týdningin. Tað týdningar- mesta er trygdin og dygdin. Trygdina fáa vit gjøgnum læknarnar, = rgktarstarvs- fólkið, ljósmeðurnar, labo- rantarnar, starvsfólkini í røntgeni og á skurðdeildini. Dygdin hongur saman við sergreinunum. Og skulu vit varðveita og betra hana, so er alneyðugt, at tað hongur saman alla tíðina. Tað tekur langa tíð at arbeiða upp, men tað tekur onga tíð at bróta niður, heldur ein av- gjørdur byrådsformadur, sum sigur seg vóna, at klaksvíkingar fara at standa saman, sum teir áður hava gjørt, tá tað ræður um at halda tørn á sjúkrahúsinum. -nes Hús ella stór íbúð á Argjum sila i Havn ynskist til leigu frá 1. februar 1995. -Prísuppskot: kr. 3.000,- við hita og Tlf. 19194