Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. desember 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 233 — 6. DESEMBER 1994 Tíðindablaðið [ søsiahwrin | ALS — frå tryggingarskipan til trygdarskipan Tryggingarprinsippið hevur mangan verið havt á lofti í sambandi við orðaskiftið um Arbeiðs- loysisskipanina. Kortini er tað so, at alt meira talar fyri at staðfesta, at ALS er vorðin ein trygd- arskipan og ikki longur ein tryggingarskipan. Uppruna ætlanin Meginreglan var frá byrj- an, at talan skuldi vera um trygging. Tað lá sum grundarlag undir øllum tí, sum ALS skipanin upprunaliga varð bygd á. Nevndin', ið á sinni skrivaði Álit um arbeiðs- loysistrygging fór so langt sum at mæla til ein- staklinga valfrælsi, so eingin ivi kundi vera um, at talan var um trygging: Skotið verður upp, at tað verður upp til tann einstaka bor garan at avgera, um hann letur seg tryggja ella ikki (s. 4). Tað kom so eisini at merkja lógina og skipan- ina ta fyrstu tíðina, at miðað varð eftir, at tryggingartakarar tryggja seg í móti mistari inn- tøku orsakað av arbeiðs- loysi. Men við tí avger- andi muni, at umframt arbeiðsgevarar vórðu allir løntakarar noyddir inn í skipanina við lóg. Skipanin gjørdist bundin. Kortini varð hildið fast um tryggingarprinsippið, við tað at ávísur lýkil var í millum inngjald og møguligt útgjald, sum innibar, at hóast ikki øll fingu høvi at tryggja sina vanligu inntøku — t.d. kundu medal- og håinn- tøkur bert tryggja av- markadan part av inntøk- uni — so sást henda meg- inregla aftur i prisinum fyri tryggingina, í inn- gjaldinum. Í tølum merkti tað, at við tað at ikki fekst meir útgoldið enn í mesta lagi 70% av arbeidaraløn, so var eisini eitt loft í inngjaldinum upp á 3.700 kr. um árið. Eitt grundleggjandi und- antak var kortini serliga fiskavirkisskipanin, har trygging varð útgoldin serligum bólki, hóast tey ikki vórðu vorðin ar- beiðsleys, sum annars var krav fyri at fáa útgjald. Steðan í dag Sitandi samgonga tóktist at halda fast um hesa meginregluna um trygg- ing. Ið hvussu er eftir samgonguskjalinum at dóma, ti í brotinum, sum hevur við ALS at gera, eitur tað: Asannandi, at arbeiðs- loysið er ein samfe- lagstrupulleiki, hevur samgongan sett sær fyri beinanvegin at styrkja arbeiðsloysis- tryggingina. Neyðugt verður eisini saman við pørtunum á ar- beiðsmarknaðinum at endurskoða alla ar- beiðsloysisskipanina, sum tó framvegis verð- ur ein tryggingarskip- an. Verður arbeiðs- loysið stórri enn tað, sum partarnir á ar- beiðsmarknaðinum eru mentir at fíggja, átekur tað almenna sær at rinda neyðugu eyka- útreiðslurnar av skip- anini. (Herðingin mín, JM). Herdu orðini — >tó framvegis ein trygging- arskipan< — geva ta fatan, at landsstýrið heldur fast um meginregluna, at skipanin skal vera ein trygging. Og sitatið í síni heild gevur ta fatan, at skipanin skal vera ein skipan hjá pørtunum á ar- beiðsmarknaðinum, sum tað so mangan hevur verið ført fram frá øllum sm innan politiska lív- Trupulleikin er bert tann, at hvørki tað fyrra ella tað seinna hava nakað við veruleikan at gera: ALS-skipanin er eingin trygging longur, og tað ber heldur ikki til longur at siga, at hon er ein skipan hjá arbeiðs- marknadarpørtunum. Frå trygging til trygdarskipan Skipanin hevur einki petti havt við trygging at skaffa, síðani lógin varð broytt í apríl 1993. Tað eiti av trygging, ið var, lá í sambandinum í millum inngjald og útgjald. Stød- ið lá upprunaliga í sátt- málanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya per em + Inn- gjaldid vard sett ul i mesta lagi 2% av årsinn- tóku fyri 40 tíma arbeiðs- viku hækkað við 15%.. Útgjaldið til 70% av somu inntøku. Tað tryggingarelement, ið eftir var, varð tikið burtur við lógarbroyting- ini í apríl 1993. Tá há- markið fyri inngjaldi varð strikad, og útgjaldið kundi regulerast niður- eftir — kvartalsliga varð lagt upp til í lógarvið- merkingunum — tá varð sambandið millum inn- gjald og útgjald hjá ein- staka tryggingartakaran- um fjónað. Í staðin kom nn og útgjald hjá skipanini sum heild fyri árið at vera tað, sum alt snúði seg um. Hetta verður gjórt fyri at tryggja, at javnvág til eina og hverja tíð er millum inntøkur og út- reiðslur. Mett verður, at Í næstu framtíð verður neyðugt at á- seta útgjalds-prosentið hvert fjórðingsár. Soleiðis af, grundgiv- ið í viðmerkingunum til lógarbroytingina, sum innibar, at 70% ikki stadin. Henda broyting gjørdi tað møguligt at lækka útgjaldið niður i 67%. Við hesi broyting kann skipanin undir ongum umstødum koma undir heitið trygging. Trygd- arskipan er rættara orðið. Tryggingartakarin tryggjar seg ikki longur móti eini hending í fram- tíðini við sínum inn- gjaldi. Heldur er hann skattgjaldari í hesum føri enn tryggingartakari. Tey 2,75%'ini mugu heldur fatast sum ein víðkað skattskylda åløgd teimum við inntøku at lata teim- um við skerdari inntøku ella mistari inntøku. Í so máta ein sosial skipan, politiskt lógarfest, sum flytur inntøku frå summ- um samfelagsbólkum til aðrar. Lutvíst var hon tað longu frá byrjan, tí stórur partur av tryggingartakar- unum, ið skuldu tryggja sær inntøku við arbeiðs- loysi, longu var endaður í arbeiðsloysi, tá fyrstu inngjøldini fullu. Undir tílíkum umstødum var talan um sosialar yvir- føringar um ALS longu frå fyrsta degi. Serliga skipanin vid- vikjandi fiskavirkjunum ber á sama borðið: Veitt verður serligum bólki eina inntøkutrygd um skipanina. Trygging hev- ur tad einki vid at skaffa. Og tær låntøkur, ið eru framdar, bréta somuleidis vid yggingarprinsippid. Við lånunum frå Sam- haldsfasta Efurlgnar- grunninum er stødan tann, at figging er fingin til vega til aktuellar yvir- føringar, sum løntakarar og arbeidsgevarar skulu gjalda árini, ið koma. Við tað at pensionistar tískil fáa minni pening og fáa hann seinni úr hesum grunni, er samstundis tal- an um inntøkuflyting frå hesum bólki til teirra, ið fáa styrkt sína inntøku um ALS. Hetta er trygging koppað á høvdid. Vanligt er, at peningur verður spardur saman til møgu- lig útgjøld í framtíðini. ALS yvirtikin av politikarum? Uppruna ætlanin var, at skipanin skuldi vera ein trygging, ið feløgini á ar- beiðsmarknaðinum vardu av, men við lógini varð staðfest, at landsstýrið lóggevur og setur stýris- limirnar — tó eftir inn- stilling frá feløgunum. Tað hevur kortini ligið hjá stýrinum at koma við uppskotum til lógarbroyt- ingar, m.a. viðvíkjandi út- gjaldingarprosenti og -tíðarskeið Hetta tykist broytt. Fyrstu teknini sóu vit tíðliga í ár, tá samgongan, ið sat, kom í kreppu or- sakað av spurninginum, hvussu stórt útgjald kundi góðtakast Politisk. Upp- skot kom tå fram um at hækka inngjaldið hjá teimum frægast løntu fyri at fáa Olitdkn kabalum at ganga upp. Tilmælun- um frá stýrinum varð ikki lurtad eftir og upp aftur minni eftir féløgunum á arbeiðsmarknaðinum. Síðani høvdu vit orrust- una millum stýrið og landsstýrið um låntøkuna, ið roynt varð at noyða igjøgnum vid politiskari megi. Hóast lógin greitt tilskilaði, at stýrið skuldi geva tilmæli til lógar- broytingar, legði lands- stýrið uppskot — fleiri uppskot — fyri tingið uttan so frægt sum at kunna stýrið um hetta. Hesum mótmælti stýrið í skrivi'dagfest 2. mars: ... Sambært $ 15 í lóg- ini um arbeiðsloysis- trygging er tað stýrið, sum hevur ábyrgd av skipanini. Stýrið fer ti at heita á landsstýrið um at virða tær av- gerðir, sum eru tiknar í styrinum… At lands- stýrið ger uppskot til broytingar í lógini uttan so mikið, sum at kunna stýrið framman- undan verður harðliga átalað, tí hetta tekur grundarlagið undan meginregluni um, at tað eru partarnir á ar- beiðsmarknaðinum, sum hava ábyrgd av skipanini. Nú situr so annað landsstýri, sum nýliga hevur fingið framt grund- leggjandi broytingar í skipanini. Summar, t.d. at taka av rullandi grundar- lagið, eru eftir tilmæli frá stýrinum; aðrar, sum Ld. at lata skipanini 50 mió. kr. í 1995, eru úrslit av einum politiskum talvi uttan fyri stýrið. Stýrið kann ikki leggja sitandi samgongu undir ikki at kunna stýrið eins og undanfarna, tí bæði landsstýrismaðurin og arbeidaramålanevndin hava havt fundir vid styrid fyri at hoyra sjónarmið tess. Spurningurin er bert, um tað í grundini hevur gjørt so stóran mun. Stýrið var farið undir at endurskoða skipanina, nú ringasti sjógvurin hevði lagt seg, og figgjarstødan var batnað munandi. Stýrið hevur í hesum við- fangi ásannað, at neyðugt er at rógva afturáaftur fyri at fáa eitt eiti av trygging inn aftur. Henda samtykt varð tí gjørd á styrisfundi hin 19. oktob- er. Meting verður gjørd beinanvegin, nær ið inngjøld og útgjøld og inngjaldingarloft kunnu leggjast á sama stóði, sum var áðrenn 2. apríl 1993. T.e. inn- gjaldingarprosentið úr 67% upp í 70% og inngjaldingarloftið inn aftur við 3700 krónum. — Henda meting verð- ur gjørd óheft av øll- um politiskum ætlan- um um at hækka út- gjald og leingja út- gjaldstid. Viðmerkingin til upp- skotið, ið varð samtykt, ljóðaði: Tann tvungna trygg- ingarskipan, sum varð -5