týsdagur 6. desember 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Foreldur í biograf
saman við børnum
Nr. 233 — 6. DESEMBER 1994
Filmseftirlitið umhugsar eina skipan, har tað verður loyvt foreldrum ella óðrum
avvarðandi vaksnum at hava børn vid sær i biograf til film, har aldursmarkið er
nøkur få år hægri, enn barnid hevur aldur til. Henda skipan er galdandi i okkara
grannalondum. Hon er iskoyti til vanliga filmsensurin og er gjørd út frå ti áskoðan,
at tað ikki bilar um børn eru i tryggum hondum og kunnu fáa mynduga frágreiðing
um filmsinnihald, sum tey annaðhvort ikki skilja heilt ella ógvast eitt sindur av.
Hetta og mangt annað verður umrótt í kunningarskrivi frá F ilmseftirlitinum.
Hóast føroyska Filmseftir-
litið áður við millumbilum
hevur kunnað almenningin
um virkisøki stovnsins, t.d.
hvat Filmseftirlitið hevur
lógarheimild til at leggja
seg út í og ikki, so bendir
blaðskriving seinastu tíðina
á, at vitanin enn er ógreið og
tørvar at verða friskad upp
við m.a. hesum kunningar-
skrivi.
Virkisøki almenna films-
eftirlitsins fevnir um filmar,
sum félk kunnu keypa sær
ella leiga umframt at fara i
biografin at hyggja eftir her
å landi.
Sama skipan er galdandi
fyri flest øll filmseftirlit i
ødrum londum, og hava
statsligu filmseftirlitini so-
statt ikki beinleiðis lógar-
heimild til at leggja seg út í
tað, sum verður borðreitt
við í almennum sjónvarpum
og teimum handilsliga
riknu fylgisveinasjónvarp-
unum tvartur um landa-
merk.
Filmseftirlitið og SVF
Viðv. almennum sjónvarp-
um er eftirlitsreglan vanliga
tann, at sjónvarpsleiðslan
og í ytsta enda tann statsligt
valda nevndin hevur
åbyrgdina, men samstundis
er vanliga siðvenjan tann, at
almenn sjónverp viðv. film-
um laga seg eftir almenna
filmseftirlitinum, eitt nú
ikki sýna bannaðar filmar
og akta aldursmerk films-
eftirlitsins við m.a. at sýna
vágiligar, men annars
ar vaksnamannafilm-
á kveldi, aftaná at
oli eru løgst, og
eiga sjónverp í skrá
at boða skilliga
r ikki er skikk-
yngri ella børn
Í hesum spurningi hevur
føroyska filmseftirlitið hig-
artil mett, at okkara SvF í
summum forum kundi sýnt
skynsamari atburð og eitt
nú í ivamålum ómakað sær
at spurt Filmseftirlitið um
tess sensuravgerð og møgu-
liga aldursmark og síðani
kunngjørt hetta undan
filmsyningum sum einskins
brúxaravegleiðing, síðani
tað í roynd og veru er ein og
sam: almenningur sum
aimdar fyri báðar stovnar
Annars tykist SvF at vera
rættiliga skynsamt, tá talan
er um skelkandi myndir og
frásagnir úr gerandislív-
inum. sum tá tað t.d. undan
ending frá borgarakrign-
im i Rwanda ávaraði um. á
komandi
ótespiligar.
myndirnar vóru
Filmseftirlitið og
fylgisveinasjonvørp
Fylgisveinasjónvarpini,
sum eitt nå Tórshavnar By-
ráð sendir frá, gerst vituliga
einki við hjá okkum á lokal-
um og nationalum plani enn
meguliga at slokkja, um ov-
mikið býður ov mongum
ímóti. Slíkar sjonvarpsstød-
ir verða riknar út frá reint
handilsligum sjónarmiðum
við at lýsa fyri fyritøkur, og
eg ivist í, um filmseftirlit í
sjålvt stórum londum kunnu
leggja seg út í nakað har.
Spurningurin var nógv
frammi á alheims filmseft-
irlitsrådstevnuni í London í
1992, har foroyska Films-
eftirlitið eisini var umboð-
að, men har tóktist lítið
annað at gera enn gjøgnum
serfrødingafrågreidingar at
formana handilssjónvarps-
fólk til at sýna hógv í sínum
programmurvali og films-
framleiðsu, partvis tí at
hildið var, at sumt filmstil-
far kundi verða fólki og her
serliga børnum og ungdóm-
um til ógagns, umframt at
fylgisveinasendistødir í ein-
um landi samstundis lata
sina filmsóhumsku »regna«
nidur yvir lond og samfeløg,
sum møguliga ikki hava
ynskt hetta
Og her eru vit í útnorði i
einari serliga truplari støðu,
av tí at tað, sum á euro
iska meginlandinum ver
sent seint á kvoldi, ve;
tíðarmunin sæst fyrr á
kveldi her hjá okkum og
sjálvsagt = uppaftur fyrr
longri vestri í útnorði.
Hetta kann volda trupul-
leikar, tá vágiligir filmar,
sendir seint á kveldi í Euro-
pa síggjast her um okkara
leiðir áðrenn niðurfaringa-
tíð barna.
Eitt itøkiligt dømi um
hetta fyribrigdið var, tá for-
oyska Filmseftirlitið kravdi
víðagitna erotiska filmin
>9'/ uge« sýndan heilt seint
á kveldi og hartil við
strongum 18 ára aldurs-
marki í biohellum, meðan
TV3 gjøgnum býráðssend-
aran stutt eftir kundi senda
sama film tíðliga á kveldi
(her hjá okkum vegna
nevnda tidarmun).
Filmseftirlitid vidv.
biograffilmum
I heyst hevur verid nakad av
kjaki um, og atfinningum
ímóti Filmseftirlitinum fyri
at hava totalbannað tann
nógv umredda filmin hjá
víðagitna leikstjóranum
Oliver Stone »Natural born
killers, "sum annars var
komin á skránna hjá Havn-
ar Bio.
Sagt skal verða frá, at
biografurin, sum altíð, bein-
anvegin aktaði einmæltu
avgerð filmseftirlitsins, og
hevur samstarvið við bio-
grafar og videogramhand-
lar altíð verið gott.
Við tað at talan var um
eina frumframførslu vida
um í heininum, var avgerð
filmseftirlitsins vágilig og
djørv, men hevur síðani vist
seg at vera púra rgtt.
Nevnast kann í hesum
sambandi, - at upprunaút-
gávan av filminum mátti
fimm ferðir gjøgnum sen-
Surin í USA. Tað tók 2 mán-
aðir, og filmurin var kliptur
heilar 150 ferðir, so tað er ilt,
at vita, hvussu uppruna út-
gávan hevur sæð út, síðani
foroyska filmseftirlitið
ætlaði sær at kuta megin-
partin burtur í endaligu
loyvdu útgávuni í Amerika.
Í Onglandi er filmurin
total bannaður, og aðra
staðir er talan yvirhøvur um
hogt aldursmark.
Annars er foroyska films-
eftirlitið ikki erkvisið og
»skjytur ikki spurvar við
kanónum<, og dømi er um,
at Filmseftirlitið hevur ver-
ið linari í síni døming enn
onnur filmseftirlit, tá tað
hevur verið hildið at vera
skilagott, t.v.s. í samsvari
við mettan miðalhugburð
hjá føroyska almenningin-
um, og soleiðis eiga films-
eftirlit yvirhøvur at virka
við at meta eftir, hvat kann
góðtakast av fjøldini um-
framt sjálvsagt fyrst og
fremst at sálda tað niður-
brótandi og beinleiðis
skaðiliga frá.
Filmur er sum eldur og
krút: frálíkt og hent í skila
hondum og brúkt á rættan
hátt, men vandamikið í
skeivum hondum og nýtt
uttan fyrilit.
Og seinru árini eru mang-
ir heilt góðir filmar, sonn
listarverk, komnir fram, og
verri verður tað ikki av, at
fólk hava fingið hevi til at
síggja teir heilt feskar í góð-
um biografi, har estetiska
njótingin kann gerast nakað
heilt serligt í mun tl í
heimabiografinum inni í
stovuni, eitt nú á video.
Fólk vera altíð ójevn á
máli, um tað yvirhevur er
beint at hava eftirlit við tal-
aða og skrivaða orðinum og
í filmshepi myndum vid,
men sum gongdin hevur
verið hesi seinru árini. eru
3
Eyðun Joensen er formaður í F ilmseftirlitinum.
almennu filmseftirlitini
nógvar staðir herd mun-
andi. Orsekirnar kunnu
vera, at summir partar av
filmídnaðinum eru farnir út
um alt rímiligt mark viðv. tí
sidiliga og møguliga skaði-
liga, serstakliga tá talan er
um harðskapsfilmar, sam-
stundis sum vísindin er
vorðin meira bangin um
skaðiliga árinið av summ-
um filmum.
Nevnast kann í hesum
sambandi, at meðan før-
oyska Filmseftirlitið í m.a.
norðurlendskum høpi hig-
artil hevur verið greitt tað
harðasta, so hava tey lin-
astu, eitt nú í Íslandi og
Danmark, nú ætlanir um at
herða eftirlitið munandi við
serstakliga harðskapsfilm-
um og smábarnapornografi.
Aðra staðir hava teir
seinru árini skoytt eina eyka
skipan upp í filmsensurin,
PG-skipanina (foreldra-
fylgi), t.v.s. at loyvt verður
foreldrum ella ødrum av-
varðandi vaksnum at hava
børn við sær í biograf til
film, har aldursmarkið er
nøkur få ár hægri enn barn-
ið hevur aldur til, og er hetta
út frá tí áskoðan, at tað ikki
Tidindabladid CL
Á
bilar um bern eru í tryggum
hondum og kunnu fáa
mynduga frágreiðing um
filmsinnjhald, sum tey
annadhvørt ikki skilja heilt
ella ógvast eitt sindur av.
Filmseftirlitið kundi
hugsað sær eina slíka skip-
an eisini at galda í Føroyum,
eisini tí at harvið høvdu
nøkur foreldur og onnur av-
varðandi fingið — størri
ábyrgd fyri, hverjar filmar
børn og ung sleppa at
síggja, umframt at tað heyði
lætt munandi um eina
stirvna atgonguskipan hjá
biografum, har sum nú
mangan er neyðugt at skilja
familjur sundur í atkomuh-
øllini, skal verandi lóg og
kunngerð um filmseftirlit
haldast til fulnar.
Føroyska Filmseftirlitið
er ein lítil og sera bíliga rik-
in stovnur, men hóskandi til
landsins avmarkaðu fíggj-
arorku. Filmseftirlitið er
kanska ikki so effektivt,
sum tað kundi verið, men
frægari man vera, at hurðin
er ring heldur enn eingin
Tórshavn tann 01.12.1994
FILMSEFTIRLITIÐ
Eyðun Joensen, form
Á
SO