mikudagur 7. desember 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
>
Vælkomnir
norðmenn
- men
Oddagrein
Í GJÁR byrjaðu fiskiveiðisamráðingar millum
Føroyar og Noreg. Talan er um at gera eina
nýggja avtalu fyri 1995. Føroyingar hava longu
gjørt avtalu við russar. Í hesi avtalu vórðu vit
skerdar munandi. Vit fingu umleið 2000 tons
minni av toski. Ein av orsøkunum til hetta var
tann, at russar eru ónggdir vid, at vit hava loyvt
Loynikróksskipunum at landa fisk í Føroyum.
Hetta meta russar brot á andan í verandi av-
talu.
SPURNINGURIN er nú, hvat norðmenn fara at
gera. Fara eisini teir at brúka somu argument
sum russar fyri a skerja okkara veiðu í Ba-
rentshavinum? Hví skulu teir - munnu fleiri
helst spyrja! Hava teir nakran rætt til tað!
NORÐMENN eiga at vita og eiga íkki at
gloyma, at tað hevur verið politikkurin hjá
landsstýrinum meginpartin av sáttmálaárin-
um at lurta bæði eftir teimum og russum. Tað
eru so teir, sum siga, at vit als ikki eiga at
slaka fyri norðmonnum og so avgjørt ikki loyva
teimum at gera av, hvat vit kunnu og ikki í al-
tjóða sjógvi í Barentshavinum.
LAT okkum fyrst bjóða norðmonnum vælkom-
num, hóast mong her heima ynskja teir, har
piparið grør. Nú Noreg gjørdi av at standa
uttan fyri ES átti tað at verið ein nátúrlig sek,
at Noreg, Føroyar, Ísland og Grønland útbyggja
samstarvið. Væl vitandi, at Noreg í dag er risin
í hesum gkinum er væl ikki ov nógv kravt av
teimum, at teir vísa ødrvisi og nýggjar tónar
mótivegis smátjóðunum í Norðuratlantshavi.
Tað er tíanverri ein sannroynd, at Noreg hevur
ikki víst hesum smátjóðum tann neyðuga ans
men hevur í mest sum øllum latið krónurnar
avgera samstarvið. Hetta má kunna broytast.
Norðmenn mugu kunna vísa smátjóðunum
ans, uttan at alt skal snúgva seg um sjålvir at
tjena pengar. Ísland hevur sum sonn brødra-
tjóð ár eftir ár latið føroyingum ókeypis fiski-
kvotur. Hví skuldu norðmenn ikki eisini havt
gjørt tað sama? Hví skulu norðmenn hava
valuta, tvs. fisk aftur fyri hvønn stert teir lata
eitt nú føroyingum?
FØROYINGAR hava onga orsøk til at vera und-
irbrotligir mótvegis norðmonnum ella kenna
seg sum biddarar. Men hví hava norðmenn,
forfedrar okkara, ikki lyft hond frá síðu at
hjálpa Føroyum úr tí ringastu kreppu landið
hevur verið í? Nú taka teir ístaðin okkara skip
og geva teimum harðastu revsing, um somu
tíð sum teir siga, at ES-skip eru tey ringastu.
Hví taka teir tá ikki tey fyrst? Eru teir veruliga
so kalt og kyniskt beroknandi, at teir - av ótta
fyri at tað kann fáa avleiðingar fyri komandi
EØS-avtalu við ES - ikki nerta ES-skip, men
taka føroysk skip og við ti signalera til ES um
at ikki at fiska ólógliga í norskum sjógvi?
Soatalunin
BRØDRALAG
Blabtolk: Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Kilmar Jan Hansen -
Justinus Eidesgaard
Hummarakvotan uppfiskað
Útgevari- P/1 Saslalurin
Uppseting. PT Søslalurin
Prent: P/ Pressan 1981
Argjum
Teielon: 11820
Fleiri ynskja kvotu
til hvønn bátin
57. ÁRGANGUR
Bústaður: Arglavegi 26 | Postad“.. Postsmoga 76
110 Tórshavn
Teielax: 14720
— Tað er órættvíst. at menn við stórum bátum, sum kunnu royna nær um hvønn dag
fiska kvotuna frá minnu bátunum, heldur ein hummaramaður
Næstan tveir mánaðir áð-
renn tíðin var úti, var hum-
marakvotan uppfiskað í ár.
Hummaratíðin er frá sep-
tember og út í hálvan feb-
ruar.
Av Vaktar og Bjargingar-
tænastuni verður sagt, at
enn hava ikki allir bátarnir
tikið rúsurnar upp. Tað
hevur viðrað so illa seinastu
dagarnar.
Fleiri hummarafiski-
menn eru sera ónggdir við
verandi kvotuskipan. Í dag
er tað soleiðis, at bátarnir
fiska av eini felagskvotu.
Tá kvotan er uppi verður
fiskiskapurin steðgaður.
Hendan skipan førir við
sær, at teir sum hava størstu
bátarnar og eru best førir
fyri at fara út, fara avstað
við bróðurpartinum av
kvotuni.
Vaktar og Bjargingar-
tænastan hevur ikki upp-
gjørt tølini fyri í ár, men í
fjør fekk besti båturin yvir
trý tors, meðan aðrir ikki
komu uppum tonsið.
Kvotan hjá hummara-
bátunum á megingkinum í
ár var 47 tons, ella 1400kilo
til hvønn av teimum 34 bát-
unum sum eiga loyvi.
Var kvotan býtt uppá
båtin, so átti hvør bátur
1400 kilo og tað hevði
neyvan verið nakar, sum
ikki hevði klárað at fiska
hana upp.
(0 I TI EN
SILD
TIL JÓLA
Saltsildafløk — 200,- |
Kryddsildafløk 220,- |
Saltsild / står 150,-
Krydd / stér 150,-
Verdur koyrd til hus
| í Havn og send við
| Strandferðsluni
| SILDAGOYMSLAN
| Stoffalág 17
| Tlf. 12355 (kl.9-14) |
UK DU)
-
Ein hummaramaður,
Sosialurin hevur tosað við,
sigur at var kvotan býtt
uppá bátin, so var eisini ein
møguleiki at royna umseti-
ligheitina í kvotaskipanini.
Kláraði ein bátur ikki at
fiska kvotuna upp, so kundi
hann selt tað hann hevði
eftir at fiska. Hetta gav
eisini møguleika hjá bátum
sum høvdu fiskað kvotuna
at keypt størri kvotu.
Sosialurin skilir, at lands-
styrid arbeidir vid eini ætlan
at byta hummarakvotuna
millum båtarnar. Té eydn-
aðist okkum ikki at frætta
nærri um hetta í gjár. Á
fiskivinnustovuni fyrireik-
aðu tey seg til samráðing-
arnar við norðmenn. Tær
skuldu byrja klokkan 14:00.
jústinus
Eilif Samuelsen
Vestmenningar tykjast
ikki serliga fegnir um, at
landsstýrið hevur gjørt
av, at Fiskivinnuskúlin í
Vestmanna skal flytast
til Klaksvíkar.
Hetta fer óivað eisini
at koma til sjøndar á ein-
um fundi i auluni i Vest-
manna Skúla í kveld kl.
20, ið Norðstreymoyar
Javnaðarfelag skipar
fyri.
Jákup Andreasen
Holmgonga um
Fiskivinnuskúlan
Hesin fundur verður
ein hólmgonga í orðum
millum Eilif Samuelsen,
landsstýrismann í skúla-
málum og Jákup
Andreasen, skúlastjóra
á Fiskivinnuskúlanum.
-- Vit hava fingið fleiri
áheitanir frá fólki um at
skipa fyri einum fundi,
so tí rokni eg eisini við, at
undirtøkan verður góð,
sigur Birgir W. Høg-
nesen, formaður í
Norðstreymoyar Javn-
aðarfelag.
- Fólk vilja hava, at
okkurt verður gjørt, og
tí hildu vit tað vera rætt
at skipa fyri fundinum
við teimum báðum, har
teir báðir sleppa fram
við sínum sjónarmiðum
og grundgevingum.
hj.