Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 234 — 7. DESEMBER 1994 Sida 3 Tå Poula Sørensen * fylti 100 ár mánadagin Edmund Joensen, lógmaður, Andrias Petersen, landsstýrissmaður og Bent Klinte, ríkisumboðsmaður vóru millum gestirnar á Láargarði, tá Poula Sørensen fylti hundrað ár. Hon var byrg hendan dagin Tað eigur at vera eitt gott skoðsmál fyri Lágargarð í Havn, attvær kvinnur innan eitt ár rundað tey hundrað árini. Ella hava livað í eina heila og halduga øld. Tann fyrsta var Maria Eide og nú mánadagin fylt Poula Sørensen hundrað. Dagurin var sum vera man hátíðarhildin við lit. Me Nógvir gestir vitjaðu á Lágargarði og okkara ovasta politiska leiðsla saman við donsku røddini í Føroyum var eisini og heil- saði fødingardagsbarnin- um. Edmund Joensen, løg- maður tók í hondina á Poulu, eisini Andrias Peter- sen, landsstýrismaður í Andrias Petersen, landsstýrismaður ynskir Poulu tillukku heilsu og almannamálum. Ríkisumboðsmaðurin Bent Klinte var eisini hjástaddur. Hann vísir altíð virðing fyri eldri fólki. Poula er ættað út Vági, dóttir táverandi einalæraran í Vági Poul Næs og Else- beth, dóttir Petur við Kross- líð. Elsti sonur Poulu, Poul Sørensen greiðir soleiðis frá: — Påpi, Zacharias Søren- sen kom sum ungur lærari til Vágs. Har hitti hann mammu. Tey giftust í 1922 og fluttu til Havnar í 1924. Tá hevði hann fingið starv viðrealskúlan í Havn, sigur hann. — Mamma hevði verið á háskúla í Havn sum ung. Hetta var í 1911. Saman við henni gekk eisini Maria Eide, sum fylti 100 år her- fyri. Tað gerast gomul i móðurætt hjá mær. Herfyri fylti Poul Næs í Nesi í Vági 100 ár, sigur Poul Sørensen. — Mamma fór á Láargarð í 1988 og hon hevur havt fult skil til fyri kortum. Nú eru einstakir óklárir dagar, sig- Poula saman við ti yngsta ættarliðnum. Níti ár eru ímillum Myndir: Kalmar ur Poul Sørensen. — Mamma hevur altid gingid hcima. Hon hevdi stórt hús. Vit eru átta systkin og øll eru á lívi. Sjálvur eru eg 71 ár sigur hann. Børnini hjá Poulu eru Poul Sørensen, Tórbjórn Sørensen, Eyðun Sørensen, Sunneva Kallsberg, Torkil Sørensen, Søren Sørensen, Elsebeth Sore og Gudrid Hansen. Tær bådar seinast nevndu búgva í Danmark. Brynhild og Johs. And- rias Næs skrivar í Leygar- dagsdimmuni um Poulu Sørensen: Hann sigur m.a. »Røsk og arbeiðssom hevur Poula altíð verið. Sum kona og húsmóðir fekk hon stórt hús, har hon rættu- liga slapp at royna seg og har royndist hon eisini sum kempa.< »Roysni hennar hevur verið stillfør og uttan håva at ansa eftir húsi og heimi, so har skuldi vera gott at vera hjá teimum, henni var litið til at hava umsorgan fyri..< jústinus