mikudagur 7. desember 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið €7D Nr. 234 — 7. DESEMBER 1994 Sida 7
Anfinnur Jacobsen á Vedurstødini sá »Stathav« fara runt:
= = sé æ
Toppljosid for bråd-
= = = =
liga beint niðureftir
Sambært Anfinni Jacobsen, ið så tilburðin, tá »Stathav« fór runt í millum Byrgistanga
og flesina mánadagin, gekk alt øgiliga skjótt fyri seg: — Eg veit ikki, hvat er hent, men
»Stathav« var so mikið mitt útiá, at skipið neyvan hevur borið við land, tá vanlukkan
hendi, sigur hann. — Toppljósið fór beint niðureftir og so sá eg bara tað reyða ljósið
Aftur í gjár vórðu fleiri vraklutir bjargaðir. Her ein rist av
dekkinum á »Stathav«. Vrakið varð funnið aftur seinna-
partin í gjár, og tað var illa brotið
seinnapartin í gjár, varð
upplýst, at ætlanin var at
leita víðari við froskmonn-
um, so leingi sum tað var
ljóstog veðrið annars loyvdi
ti.
Veðurvánirnar vóru ikki
tær bestu fyri í gjárkveldið,
men teir vónaðu at fáa leitað
so leingi sum gjørligt. Um-
framt at leita við frosk-
monnum, hevur eisini verið
Froskmenn funnu í gjár annan mannin, ið var við
seinnapartin í gjár, var hin maðurin enn ikki funnin
Mynd: Kalmar
brúkt sonarútgerð og annars
øll tann útgerð, ið er at finna
til hetta leitingararbeiði.
Allan vegin framvið uppi
á landi hava menn eisini
verið niðri í fjøruni — annað-
hvort hava teir gingið niður,
ella hava teir havt enda á
sær, har sum tað er illa at-
komandi.
»Stathav«. Seinast Sosialurin frætti
Anfinnur Jacobsen, leiðari
á Vedurstødini í Havn, var
einsamallur á vakt seinna-
partin mánadagin, tá hann
gjørdist vitni til syrgiligu
vanlukkuna, tá »Stathav«
fórst á veg úr Havnini og
inn á Skålafjørdin.
— Tað var nakað skymligt,
og eg hevði ikki tendrað
ljósið í tí stóra rúminum, tá
eg stóð í vindeyganum og
hugdi út á fjørdin. Soleiðis
stóð eg eisini og hugdi at
»Stathav«, tá skipið sum so
mangan fór siglandi gjøgn-
um Hólmasund, greiðir An-
finnur Jacobsen frá.
— »Stathav« kom siglandi
millum flesina og Byrgis-
tanga, tá alt gjørdist so und-
arligt. Eg fór so eftir kikar-
anum fyri at síggja betur,
hvat tað var, sum hendi.
Tá Anfinnur hevði fingið
sær fatur á kikaranum, tók
hann og hugdi aftur oman
móti »Stathav«, og tå sá
hann tað hvíta toppljósið
fara beint niðureftir, meðan
Mynd: Kalmar
Mynd: Hilmar Jan
reyða bakborðsljósið bleiv
Ovast.
— Hetta hendi, tá hann var
komin tvørsav flesini. Fyrst
rak hann nakað á bakborð,
men fór so niður á stýri-
borðssíðu, sigur Anfinnur
Jacobsen.
— Hann legði seg skjótt.
Lá eina løtu á liðini, men so
sá eg botnin á honum.
Sá legið út
Hetta så so mikið legið út,
at Anfinnur beinanvegin
tók og setti seg í samband
við Tórshavnar Radio, fyri
at fáa at vita, um teir høvdu
hoyrt nakað neyðarkall ella
okkurt sovorðið.
— Men teir høvdu einki
hoyrt til nakað sum helst,
sigur Anfinnur Jacobsen.
— Tá eg so hugdi aftur,
hevði skipið snarað sær inn-
eftir og lá púra stilt mitt í
sundinum. Sera skýmligt
var, men eg sá hampuliga
væl kortini. Tað heila gekk
sera skjótt fyri seg. >Stat-
hav« lá beinanvegin sker-
flatur á einum 80 ella 90
sugum, og eg tori ikki at
siga, hvussu langa tid alt
tók, men helst hevur tað ikki
verið meira enn einir fýra
ella fimm minuttir.
Manningin á »Stathav«
hevur altíð borið orð á sær
at sett trygdina í hásæti, og
teir hava eitt nú altíð havt
tveir bjargingarbátar um-
borð — eisini, tá lógarkravið
til í ár segði, at har skuldi
vera tann eini. Eisini vóru
altíð tveir bjargingarvestar
á brúnni, umframt at øll
onnur trygdarútgerð var í
Månakvøldid funnust fleiri vraklutir. Her medis
lagi — og gjarna gott og væl
tað.
Neyvan borið við land
— Eg veit ikki, hvat er
hent, men »Stathav« var so
mikið mitt útíá, at skipið
neyvan hevur borið við land
á nakran hátt, tá vanlukkan
hendi, heldur Anfinnur Jac-
obsen.
Hann hugsar, at heldur
hevur okkurt verið åfatt um-
i 3 027)
Onnur stýrhúshurðin og annað frå »S' tathav« varð funnið í
stóðni á Hvítanesi seint månakvøldid
tvær neyðrakettir og eitt petti av róðrinum á »Stathav«
borð, ið hevur ført við sær,
at skipið er farið rung, men
tað sigur hann seg annars
ikki duga at meta um.
— Tá vanlukkan hendi, var
keðiligt í sjónum. Tað rak
beint uppí, og har var ggi-
liga drabbut, sigur hann.
— Vestfallid rak sum harð-
ast um hetta mundið, og
nógvur vindur var eisini.
hj.
Mynd: Hilmar Jan
SSR; % ar Ht
inpakkin úr øðrum bjargingarbåtinum,
Mynd: Hilmar Jan