mikudagur 7. desember 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 234 — 7. DESEMBER 1994
Skiparin i fartelefonini, beint áðrenn »Stathav« fór runt:
„Ring eftir hjálp,
vit eru við at koppa!<
Júst tå vanlukkan hendi og »Stathav« fór runt millum Byrgistanga og flesina uttan fyri
Hoyvíkshólm, tosaði ein maður hjá Statoil við skiparan í fartelefonini. Men brádliga,
meðan teir tosaðu, bað skiparin um hjálp, tí »Stathav« var við at fara runt
Tað var ikki tað stóra skot-
bráið, teir báðir menninir
umborð á »Stathav« fingu,
tá tann syrgiliga vanlukkan
hendi seinnapartin mána-
dagin, umleið kl. 16.30.
Ein maður hjá Statoil í
Havn tosaði við skiparan
umborð, Otto Petersen úr
Saltnesi, í fartelefonini, tá
skiparin brádliga bað um
hjálp:
— Ring eftir hjálp, vit eru
viðatkoppa, vóru boðini, ið
hann fekk givið frá sær, og
segði hann, at >Stathav< tá
var í Hólmasundi.
Alt hendi so brádliga, at
ikki bar til at fáa meira at
vita. Heldur ikki, um Otto
var einsamallur á brúnni,
ella um Henry Frederiks-
berg var staddur á brúnni
saman við honum, tá van-
lukkan hendi.
000 svaraði ikki
Statoil-maðurin = royndi
síðani at ringja á neyðtele-
fonina 000, men har svaraði
ikki, so samstundis ringdi
ein annar maður á Statoil-
Av allarbestu
Manningin å »Stathav«:
STATHAV
sjomonnum
Manningin á »Stathav« bar orð fyri at vera av allarbestu sjó-
monnum, og gjøgnum árini hava teir siglt allastaðni í Føroyum
Vanlukkan, tá »Stathav«
førrunt millum Byrgistanga
og flesina uttan fyri Hoy-
víkshólm umleið kl. 16.30
månadagin, kostadi bådum
monnunum lívið, ið vóru
við.
Ferðin av Havnini og inn
á Skålafjørdin var kend fyri
teimum, tí teir høvdu so
mangan áður siglt hesa far-
leið — eisini millum hólmin
og flesina.
Og kortini skuldi hetta
gerast teirra seinasta ferð.
Skiparin var 59 ára gamli
Otto Petersen úr Saltnesi,
og maskinmaðurin var 53
ára gamli Henry Frederiks-
berg av Strondum.
Otto sigldi í mong år við
bátunum hjá fyrst Esso og
síðani Statoil — byrjaði har
longu fyrst í 60-árunum.
Hann var skipari við >Esso
Søldarfjørd«, og tá nýggi
»Esso Føroyar« kom, helt
hann náttúrliga fram sum
skipari har — eisini eftir at
Esso í Føroyum gjørdist
Statoil og »Esso Føroyar«
skifti navn til »Stathav«.
Fyri nøkrum årum sidani
gjørdist Otto einkjumadur,
og triggjar døtur og tveir
synir mistu mammu sina.
Men fyri hålvumødrum åri
síðani giftist hann við Her-
dis Thomsen, id eisini hevði
sitið einkja síðani tíðliga í
70-årunum. Hon átti fýra
døtrar og ein son saman við
fyrra manni sínum.
Henry Frederiksberg av
Strondum, ið var maskin-
maður við >Stathav< hesa
seinastu ferðina, hevði í
seks ár verið fast við >Stat-
hav«, eftir at hann í eini 15
ár frammanundan hevði
verið fastur avloysari við
skipunum hjá åvikavist
Esso og Statoil.
Henry var giftur við Si-
monu, og áttu tey fýra børn
— tvær døtur og tveir synir.
Eftir Otto Petersen og
Henry Frederiksberg sita nú
einkjur og fjúrtan børn.
g
4
Otto Petersen var skipari
á »Stathav« mánadagin.
Maskinmaður var Henry
Frederiksberg
Av bestu sjómonnum
Teir menn, ið hava verið
við »Stathav« og eisini fyrr
»Esso Sgldarfjørð<, hava
altíð borið orð fyri at verið
av allarbestu sjómonnum.
Hesi skip hava siglt í øllum
farvatni i Føroyum, so hesir
menn kendu føroyskan
sjógv út og inn — kanska
betur enn nakar annar.
Ikki minst munnu teir
vera kendir úti á fleiri av
smáplássunum og oyggjun-
um, ið javnan fingu olju frá
>Stathav<.
Mangan vóru eisini boð
eftir teimum alt samdøgrid,
og altíð vóru teir klárir, tá so
var.
hj.
skrivstovuni beinleiðis á
politistóðina á telefon-
nummarinum 11448, og har
svaraði skjótt. Hann gav
hinum telefonhornið, og
hann fekk so sagt frá, at
»Stathav« var í neyð, og at
neyðugt var við hjálp bein-
anvegin.
Tá politiið fekk boðini,
var klokkan 16.40, og bein-
anvegin løgdu vaktar- og
bjargingarskipini >Tjaldr-
ið< og >Ólavur Halgi« frá
bryggju við kós móti staðn-
um, har vanlukkan skuldi
vera hend.
Samstundis fóru patrúljur
frá politinum at leita á landi,
og bæði brandliðið í Havn
og sjúkrabiltænastan fingu
boð.
Skipið lá við
kjølinum uppeftir
Fólk frá politinum, ið leit-
aðu í fjøruni, sóu kl. 16.58
skipið liggja við kjølinum
uppeftir stutt frá landi, beint
út úr Byrgistanga, ið er eyst-
ari armurin av Hoyvík.
Politiið, brandliðið, menn
frá Havnar Bjargingarfel-
ag, sjálvboðin og onnur leit-
aðu á landi til seint mána-
kvgldið, meðan vaktar- og
bjargingarskipini >Tjaldr-
ið< og >Ólavur Halgi< leit-
aði til nakað eftir midnátt.
Leitingin varð nógv tarn-
að av tí ringa veðrinum, og
hóast menn royndu at lýsa
út á sjógv við sterkum lykt-
um, bar illa til at síggja nak-
að. Nógv brim var, og eisini
køvdi hann fleiri ferðir av
við ælavedri, ið ikki gjørdi
tað lættari.
Annar bjargingarbáturin
varð funnin månakvøldid,
og endi varð settur á hann.
Ikki bar til at fáa hann upp
tá, tí líkindini vóru vánalig
og báturin var fullur av
sjógvi. Kortini bar til hjá
monnunum at hyggja í bát-
in, og teir kundu bert stað-
festa, at eingin var í honum.
Nógvir vraklutir vóru at
síggja á sjónum, og nokk so
leingi varð fylgt við einum
blinkandi ljósi á sjónum, ið
tó vísti seg ikki at vera hin
bjargingarbáturin.
Ymsastadni róru vraklut-
ir upp á land, og i stødni á
Hvítanesi funnu menn eitt
— Tíðindablaðið CSE
nú aðra stýrhúshurðina, ið
var illa brotin, og eisini var
ymist út bjargingarbátinum
funnið, eitt nú tvær neyð-
rakettir og medisinpakkin.
Eisini varð funnið eitt lítið
petti av róðrinum á »Stat-
hav<.
Byrjaði aftur
at leita í lýsingini
Í lýsingini í gjåramorgun-
in, umleið kl. 8.30, byrjaðu
skipini aftur at leita, og eis-
ini vóru onnur skip úti í
fjørdinum og leitaðu. Leit-
að varð eisini millum Stong
og Eystnes.
Avlandsvindur var um
náttina, vestan, og tí var
nógv av tí, ið hevði ligið í
fjørdinum og verið inn móti
landi, farið longur út á
fjørdin.
I ódnarveðrinum, ið var
um náttina, sakk »Stathav«.
Hetta var umleið kl. 1.30,
og tí varð frá morgunstund-
ini farið at leita eftir vrak-
inum við froskmonnum, ið
vóru í gummibåti av ørðum
at vaktar- og bjargingar-
skipunum.
Fyrrapartin hildu teir seg
hava funnið vrakið, og fóru
froskmenninir niður. Ein
oljublettur var sjónum uppi-
yvir, men tað vísti seg, at
talan var um eina trumlu við
einum trossa, sum teir so
tóku upp.
Ikki var lætt at leita har á
staðnum, tí tað dýpir rætti-
liga skjótt, og eisini er nógv
stórt grót á botninum. Hetta
gjørdi arbeiðið sera torført
hjá froskmonnunum.
Men tíðliga seinnapartin í
gjár varð so vrakið funnið á
leiðini, har tað var sokkið,
og menn eisini høvdu sæð
tað månakvøldid.
Funnið líkið av
ødrum manninum
Vrakið er illa brotið í ódn-
arveðrinum, og eisini livdi
tað rættiliga nógv, tá menn
sóu tað månakvøldid.
Ikki so langt frá vrakinum
varð líkið av øðrum mann-
inum funnið tíðliga seinna-
partin í gjár, meðan líkið av
hinum ikki var funnið, sein-
ast Sosialurin frætti.
Tá Sosialurin var í sam-
bandi við pclitiid í Havn
Bodanesgjøgv
Nólsoyar-
fjórður
Pílurin á myndini vísir, hvar vrakið av >$tat
funnið seinnapartin mikudagin — tætt vid Byrgistanga, ið
er nesið á eystara armi av Hoyvík. Vrakið sakk týsnáttina
kl. 1.30, men varð funnið aftur seinnapartin í gjár. Tað er
illa brotið av ódnarveðrinum, ið var alla týsnáttina