Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CS Nr. 234 — 7. DESEMBER 1994 Síða 17 Tvær årbøkur um ítrótt koma ” i hesi vikuni Fótbóltsbókin er komin og ítróttarbókin kemur í morgin ltróttarhugað fáa lesitilfar hesa vikuna. I fyrrakvøldid kom ein fótbóltsárbók í bókabúðirnar, og í morgin kemur ein ítróttarárbók út. Tað er Forlagið Itrottarbøk- ur, sum stendur fyri útgáv- uni. Aftan fyri forlagið standa Jón Hestoy, Jóannes Hansen og Finnur Helms- dal. Teir báðir seinnu hava skrivað bøkurnar, og mynd- imar eru fyrst og fremst fingnar til vega frá Tíðinda- blaðnum Sosialinum og Dimmalætting. = Prenttil- gerðini hevur Hestprent staðið fyri, og Estra hevur prentað. Fótbóltsárbókin er 128 síður og kostar 118 krónur, og Ítróttarárbókin er 92 síður og kostar 108 krónur. Hetta er triðja árið, at for- lagið gevur fótbótsárbók- ina út. Í formælinum verð- ur sagt, at í mun til undan- farin ár er hesa ferð roynt at fáa meiri javnvág millum tekst og myndir. Í fótbóltsbókini verða tey 18 umførini í landskapping- ini hjá teimum vaksnu við- gjørd. Dystirnir verða um- røddir, og harafturat verður skrivað um viðurskifti, sum eru tengd at fótbóltinum. T.d. snýr ein grein seg um pólverjarnar í Sandoynni, onkrar snúgva seg um ein- stakar leikarar, og roynt verður at meta um framtíð- armøgulcikamar hjá feløg- unum í Havnini. Landskappingarnar í yngru deildunum verða eis- ni umrøddar, og steypa- kappingarnar verða meira umrøddar, enn tær hava verið undanfarin ár — bæði steypakappingamar hjá teimum vaksnu og í yngru deildunum. Altjóða fótbólturin verð- ur umrøddur. Landsliðið verður umrøtt frå tí at luta- kastið til EM undan kapp- ingina var í januar og tl síðsti dysturin varð leiktur í Finnlandi mitt í november. Eisini verður gjørt burtur úr Europa Cup luttøkuni. Í bókini er ein rúgva av hagtølum. Har eru eisini túsund nøvn, m.a. allir mål- skjúttarnir í 1. deild hjá kvinnum, 1., 2. og 3. deild hjá monnum, unglingun- um, dreingjunum og tey, sum hava skotið mál í enda- dystunum í gentur 14—17 år, smådreingjadeildini og piltadeildini. Ítróttarárbókin Soat siga allar ítróttargrein- ar, sum verða íðkaðar. í landinum, fáa umrødu í hesi bókini. Tað verður meira gjørt burtur úr summum, enn tað verður gjørt burtur úr øðrum. Sagt verður, at ætlanin er, at:tað skal skifta eitt sindur, soleiðis at onkur ítróttargrein, sum fær meiri rúmd í ár, fer at fylla minni eitt annað ár, tá meira verð- ur gjørt burtur úr onkrum ðrum. Stóru vetrarítróttargrein- arnar — hondbóltur og flog- bóltur — fáa góða rúmd, og tað verður fitt gjørt burtur úr kappróðrinum. Hagtøl eru yvir FM vinnarar í róðri síð- ani fyrsta FM róðurin í 1964, og yvirlit er, sum vís- ir úrsliuð av øllum róðrun- um í summar. Har er eisini ein samanteljing av stigum, og sagt verður frá, hvaðani allir — kappróðrarbátarnir koma. Hagtølini í báðum bókun- um gera, at bøkurnar eru å- hugaverdar hjá ítróttarhug- aðum, og tær verða gagnlig- ar í framtíðini, tá okkurt trætumálið skal uppklárast. Áheitan frá Tórshavnar Rotary Klubba: Latið brillurnar til Thailands Á altjóða guverngrskúlan- um í Los Angeles, USA, í mars 1994 kom fram, at tað vóru stórir samfelagstrup- ulleikar millum fólk í Norð- urthailandi. Guverngrarnir frá hesum øki greiddu frá at tað vóru mong fólk, bæði børn og vaksin, sum ongar møguleikar høvdu fyri at læra at lesa og skriva, tí sjónin var so vánalig og tey høvdu als ikki ráð ul at keypa sær brillur. Donsku guverngrarnir fyri Rotaryárið 1994/95 hava tí avgjørt, at allir Rotaryklubbar í danska rík- inum, íroknað Føroyum, skulu skipað fyri eini inn- savning av brúktum brillum (gjarna nýggjum), fáa tær styrkimátaðar hjá einum optikara, pakka tær og senda tær til Thailands. Eisini Tórshavnar Rotary Klubbi er farin til verka í hesum tiltaki, sigur forsetin fyri klubban, Eli Davidsen. Ivaleyst er tað so, at tað liggja fleiri brillur í skuffum og skápum hjá nógvum fólkum kring landið, sum tey ikki hava brúk fyri meira, tí sjónin er broytt við aldrinum. Latum okkum taka saman hendur um eina góða sak og savna hesar brillur saman og geva okkara medmenn- iskjum í triðja heiminum tær, sum ikki sjálvi hava ráð at keypa sær brillur. Í Tórshavn er tað formað- urin fyri samfelagstænast- uni í klubba okkara, Leon Heinesen, Fútalág 4, 100 Tórshavn, sum fegin tekur ímóti brillunum. Eisini kunnu brillurnar latast inn á Hotel Hafnia til reseptións- fólkini, sum hava ein kassa standandi til hetta endamál. Brillurnar verða mátaðar og merktar hjá: Servágs Ursmiðju v/ optikara Jógv- an Jákup Lauritsen, 380 Sørvågur, sum ger hetta ar- beiði fyri okkum ókeypis. Brillurnar verða síðan savnaðar saman bæði í Før- oyum og Danmark og send- ar til Thailands við Swiss- air, sum hásinnað hevur tryggjað Rotary ókeypis flutning av brillunum. Málið er, at vit, saman við Danmark, savna íalt 50.000 brillur saman fram til mai næsta ár, men tá vit vita, at skjót hjálp er dupult hjálp, er ætlanin at senda í minsta lagi 10.000 brillur avstað til Thailands síðst i desember í år, har vit hava samband við eitt sjúkrahús í Chang Mai í Norðurthailandi. Brillurnar verða her latnar teimum nýggju brúkarunum í sam- starvi við tann lokala Ro- tary Klubban, tann lokala eygnalæknan og ein optik- ara, sum verður sendur út frá Rotary Danmark. Vitvónaatnógv fólk vilja stuðla okkum í hesum góða tiltaki, soleiðis at vit av rgtt- um kunnu siga, sum so ofta fyrr, tá tað snýr seg um at hjálpa: partur føroyinga lá ikki eftir! SILD - SILD KLAKSVIK Vit koyra nu aftur sildina ÓKEYPIS til dyrn- nar hvenn FRÍGGJADAG | SILDAGOYMSLAN Stoffalág 17 Ti. 12355 (kl. 9-1 4 ) Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til: Eli Davidsen, í Svanga 21, FR-100 Tórshavn, Uf. 14402. SILD - SILD VAGAR Vit koyra tykkum JÓLASILDINA ÓKEYPIS til dyrnar inæstu viku | SILDAGOYMSLAN Stoffalåg 17 Ti. 12355 (kl. 9-14)