Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjori: Krisjan Dahl > Kann fíggjarlóg elva til sam- gonguslit? Oddagrein FÍGGJARMÁLARÁÐHARRIN Jóannes Eides- gaard legði herfyri fíggarlógaruppskotið fyri 1995 fyri tingið. Hetta er fyrsta fíggjarlógar- uppskotið hann leggur fram. NÓGV hevur verið tosað um, hvussu stórt undirskot vit kunnu hava á komandi fíggjarlóg og hevur hetta mál verið beinleiðis partur av samráðingunum við danir. | avtaluni við danir varð avgjørt, at undirskotið á fíggjarlógini skal ikki vera meira enn 220 mill. kr. Landsstýrið hevur so gjørt eitt uppskot, har undirskorið er 215 mill. kr. Í dag fer tingið so at viðgera uppskot lands- stýrisins. Tað er greitt, at tingmenn ikki uttan víðari fara at góðtaka øll uppskotini úr Tinga- nesi. Rumbul hevur longu verið um fleiri teirra. Eitt nú hava samgongutingmenn bart út sagt, at teir fara ikki at góðtaka skerjingar á eitt nú sjúkrahúsgkinum og flytingar av skúlum. NÚ uppskotið frá landsstýrinum er fimm milliónir minni enn tað, sum er avtalað við danir, kundi ein hugsað sær, at hetta varð gjørt vid vilja, soleiðis at tær fimm milliónirnar millum 215 og 220 mill., skulu vera til at taka hjá nettup ónggdum samgongumonnum. Men hesum vísir figgjarnevndarformadurin aftur í samreðu við Sosialin í dag. Undirskotid verður ikki hægri enn 215 mill. Tvs. at skulu broyt- ingar gerast, so mugu tær vera innan fyri henda karmin, og tað merkir aftur, at tað kann blíva talan um veruligt "kriggj" um teir ymsu postarnar. SPENNANDI verður at síggja, hvussu leikur fer fram á tingi í dag. At síggja- ella rættari - hoyra, um tingmenn og hvussu nógvir teirra fara at seta samgonguna upp á spæl fyri at kunna hava sítt bakland í ordan. Sjálvandi er talan um eitt uppskot úr Tinganesi, og tí kunnu broytingar og justeringar gerast. Men stødan í samfelagnum er alt ov álvarslig til, at vit fáa eina parlamentariska kreppu nú. Hvørki tíð og ráð eru til eitt nýval nú, hóast tað er júst hetta sum størsti andstøduflokkurin, fólkaflokkurin dyrgir eftir. So åbyrgdarleysur er hann. Sam- gongutingmenn hava åtikid sær åbyrgdina at styra landinum. Vid hesi åbyrgd hvilir so sanni- liga eisini ein skylda. Henda skylda er at siggja fíggjarlógina sum eina heild, sum karmurin um tann komandi landspolitikkin. Lokalpoli- tikkurin má víkja so ella so til fyrimunar fyri landspolitikkinum. LANDSSTÝRIÐ hevur roynt at leggja upp fyri at fáa í gongd virksemi. Hetta er so ein leið. Hvussu tað fer at ganga má tíðin so vísa. Vit vóna, at tað fer at eydnastat fáa fleiri inntøkur til samfelagið, og her mugu tingmenn gjarna brúka sítt hugflog í fíggjarlógarviðgerðini. Svsialunin FRÆLSI— JAVNAÐUR — BRØDRALAG Blaðfólk- Randi Jacobsen - Dagny Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Útgevari: P/1 Saslalurin Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng. P/t Sosialurin Argjum Kilmar Jan Hansen - Prent: P/E Pressan 1981 | Telefon: 11820 Jústinus Eidesgaard Bústaður: Argjavegi 26 67. ÁRGANGUR Postadr.: Postsmoga 76 110 Tórshavn Tøletax: 14720 á Myndin er tikin úr rúmdini klokkan 12:30 í gjár. Vit síggja nú, at miðdepulin í lågtystinum er yvir Íslandi. Kuldalagið sum lågtrystid dróg við sær myndaði vindin í Føroyum í gjár. Ættin var útsynningur sunnan Ódnin royndist betri ev. væntað: Ikki skaðaveður mikunáttina — Í stóðum var meðalvindmegin máld upp til 32 metur um sekundið og tá er ódn, sigur Petur Skeel Jacobsen, av fóroysku veðurstovuni Í gjár vóru tað mong, sum høvdu hug at ilskast á veð- urmannin å føroysku vedur- stovuni og føroysku fjøl- miðlarnar, tí hesir høvdu loypt hvøkk á lesarar, lurtarar og síggjarar. Odnin tysnåttina, sum var i brúgvalagnum, ið fór yvir Føroyum royndist betri enn væntað. Fólk høvdu rættu- liga brynjað seg út til ódnina. Summi høvdu slig- ið fyri vindeyguni og øll høvdu syrgt fyri, at onki leyst lå og sløddist uttan- fyri. Men ódnaðarveðrið kom ongantíð rættuliga. Nakað av vindi var tyskvøldid og stjórnuklárt. Um midnátt- ina hoyrdist taka í húsa- tekjurnar í høvudsstadnum, men so stillti hann nærmast av, eila langt var millum vindbløkini. Ut á náttina var fløtum stormur, men alt í alt kom ikki tað veðrið roknað varð við. — Eg spåddi meðal vind- megi millum 25-25 metur um sekundid. Mest målda medalvindmegin i gjår var 32 metur um sekundið, i hvirlum uppí 39 metur um sekundið. Lægdin er farin fram við okkum nú, men enn kunnu vit rokna við vindi upp í skrið, segði Pet- ur Skeel Jacobsen á mid- degi í gjár. Fráboðaða ódnin roynd- ist vælhjå Brunatryggingini í allar mátar. Ongin skaði er fráboðaður, men ikki færri enn 23 fólk teknaðu nýggja brunatrygging, orsakað av ódnarávaringini. Sjey fólk hækkaðu tryggingina und- an veðrinum. Vakthavandi á politistød- ini í Havn sigur, at fólk hava lært av ódnunum sum hava herjað undanfarin ár. - Tú sært næstan ikki longur leyst órudd liggja slødandi og als ikki, tá veð- urútlitini eru vánalig. Tá vit hugsað um stóru skaðaód- nirnar herfyri, so var tá ofta leysir smálutir, sum elvdu størsta skaðan, tá teir raktu hús og annað, sigur vakt- havandi. — Tað er ikki altíð so spennandi hjá teimum, sum skulu boða frá ódnarveðri, hvat nú um hetta verður av ongum? Men fráboðaninar hava við sær at fólk ansa eftir. Hóast nógvur vindur týsnáttina, so hevur hetta als ikki ávirkað arbeiðið hjá politinum. Vit hava onga fráboðan fingi vegna veður, sigur vakthavandi. Skipini hjá Strandferð- sluni vóru nógv órógvaði av veðri. Hvorki Teistin, Tróndur, Ternan ella Tern- an 1. sigldu mikumorgunin. Siglingin kom í rættlag aftur út á seinnapartin. Bussarnir hjá bygdaleiðum í Suðuroy ksyrdu heldur ikki miku- morgunin. jústinus