hósdagur 8. desember 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 235 — 8. DESEMBER 1994 Sida 3
(4
6.3
Veðrið loyvdi ikki nakrari serligari leiting á sjónum í gjár, og als ikki var hugsingur um hjá froskmonnunum at taka sítt
leitingararbeiði uppaftur, tí uppgangurin var nógvur. Leitað varð kortini á landi fram við fjøruni
Vánalig líkindi at halda
á á
Mynd: Kalmar
fram við leitingini í gjar
Froskmenninir fingu einki gjørt í gjár, og møguleikarnir at leita á sjónum vóru yvir-
hóvur smáir í tí stóra uppganginum. Men leitað varð tó á landi fram við fjóruni, í vón
um at finna tann 53 ára gamla maskinmannin á >Stathav<, Henry Frederiksberg
Vaktar- og Bjargingartæn-
astan ávarar nú skip og bát-
ar um at halda seg burturi
frá Hólmasundi og leiðini
rundanum, har »Stathav«
av higartil ókendum orsøk-
um brådliga fórst seinna-
partin månadagin.
— Umframt at vraklutir
alla tíðina eru har á leiðini,
eru eisini trossar komnir
fastir í botnin, so teir kunnu
vera til vanda fyri skip og
bátar, varð fyrrapartin í gjár
sagt av skrivstovuni hjá
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni í Havn.
Lágtrýstið, ið førdi við
sær ódnarveður mikunátt-
ina, gjørdi eisini í gjár sítt
til, at torført var at halda
fram vid leitingararbeidin-
um, ið nú fyrst og fremst
hevur til endamáls at finna
hin 53 ára gamla maskin-
mannin á >Stathav<, Henry
Frederiksberg av Strond-
um, aftur.
Skiparin á »Stathav«, hin
59 ára er Otto Petersen
úr Saltnesi, varð funnin
nærhendis vanlukkustaðn-
um um miðdagsleitið týs-
dagin.
Aftur í gjár leitað á landi
fram við fjøruni, tí tað var
einasti møguleikin at leita
nakað í gjár.
Hvorki >Tjaldrið< ella
»Olavur Halgi« fingu gjørt
stórvegis í gjár, og als ikki
var hugsingur um at lata
froskmenninar halda fram
við sínum leitingararbeiði
nærhendis, har vrakið av
»Stathav« sakk týsnáttina
kl. 1.30.
Tað dýpist skjótt har á
leiðini, og eisini er nógv og
stórt grót á botninum, so
vrakið er illa brotið. Sam-
bært Vaktar- og Bjargingar-
tænastuni er tað farið í fleiri
petti og hetta hevði so held-
ur ikki gjørt leitingina lætt-
ari, um veðrið var til tað.
Vrakið í fleiri pettum
At vrakið er so illa brotið,
kemur eisini at gera tað sera
torført at finna fram til, hví
»Stathav« so brådliga sakk
seinnapartin mánadagin, at
skiparin bert fekk givið eitt
neyðarkall frá sær, tí hann
av tilvild hevði telefonsam-
band vid skrivstovuna hjå
Statoil, tå vanlukkan hendi.
Einasti sjónarvátturin, ið
var til hendingina, var An-
finnur Jacobsen. leiðari á
Vedurstødini í Havn. Hann
sá »Stathav« brádliga fara
runt, hóast skipið var rími-
liga mitt útiá millum Byrg-
istanga og flesina uttan fyri
Hoyvíkshólm.
Tí er valla hugsandi, at
skipið á nakran hátt hevur
borið við land, men at talan
heldur má vera um, at eitt-
hvort er hent umborð, ið
hevur verið orsøk til hesa
syrgiligu vanlukku.
Men júst tað, at vrakið av
»Stathav« er so illa farið, at
tað er í fleiri smáum pettum,
ið fáa stórri og stórri skaða
fyri hvønn tíma, tey liggja á
havsins botni, ger vónirnar
alsamt smærri fyri at finna
fram til orsøkina til van-
lukkuna við at kanna vrak-
ið.
Månakvøldid var illveð-
ur, og hetta tarnadi leiting-
ini tå. Tysdagin var heldur
betri vedur, og tå fingu eis-
ini froskmennin av »Tjaldr-
inum« og »Olavi Halga«
farið niður at leita. Men so
aftur í gjár var veðrið aftur
so mikið vánaligt á sjónum,
at lítið og einki gjørdist við
at halda fram við leitingini á
sjónum.
»Stathav« var á veg av
Havnini inn á Skålafjørdin,
tá hann brádliga fór runt. Tá
hetta hendi, hevði hann bert
eini 6.000 litrar av olju um-
borð, tí hann hevði verið í
Havn og givið nøkrum trol-
arum olju fyrr um dagin.
Tá allir tangarnir vóru
fullir, tók »Stathav« einar
125.000 litrar av olju
Við umborð, tá vanlukkan
hendi, vóru skiparin og
maskinmaðurin og hundur-
in hjá skiparanum.
Vaktar- og bjar gingarskipini »Tjaldrid« og sÓlavur Halgie fingu ikki gjør: nógv við leit-
ingina í gjár fyri veðri
(Savnsmynd)
Máttu fáa
franskan
tulk til
sjóforhoyr
Tá franski trolarin »Cap Nord« herfyri
av >Tjaldrinum< varð sleipaður inn á
Runavík, tí hann hevði fingið trolið um
skrúvuna, fekk ein av kistunum undir
keiini skaða, so sjóforhoyr mátti til. Tá
varð neyðugt at fáa franskan tulk við
Hóast Ermarsund millum
Frankaríki og Ongland nú
ikki er breiðari enn so, at
mong millum ár og dag
hava roynt at svomið um
tað, liggur ikki altíð so
væl fyri hjá fransmonnum
at tosa enskt — og ong-
lendingum at tosa franskt.
Hetta kundi eisini verða
staðfest, tá ein franskur
trolaraskipari var í sjófor-
hoyri á sýsluskrivstovuni
í Runavík fyri góðari viku
síðani.
Fyri at franski skiparin
skuldi kunna fáa alt við,
ið sagt varð í hesum góða
sjóforhoyri, gjørdist tað
neyðugt at fáa fatur á ein-
um tulki, ið kundi umseta
fyri skiparanum.
Ætlanin var fyrst at
hava sjóforhoyrið seinna-
part fríggjadag, men tá
bar ikki ul at fáa fatur á
tulkið, so tí mátti bíðast til
leygardag við tí.
Fekk um skrúvuna
Forsøgan til hetta sjó-
forhoyrið er annars hend-
an:
Franski trolarin »Cap
Nord« var staddur beint
sunnan fyri føroyska sjó-
markið, tá hann bað Vakt-
ar- og Bjargingartænast-
una um hjálp, tí teir høvdu
fingið trolið um skrúv-
una.
>Tjaldrið< varð sent av-
stað at hjálpa trolaranum.
Neyðugt varð at seta enda
á trolaran og toga hann til
lands. Gjørt varð av at
fara á Runavík við hon-
um.
Ein stórur partur av
trolinum var farin um
Ein av kistunum her á keiini flutti seg sjey sentimetrar,
skrúvuna, og eisini hevði
eitt lás í trolinum skorað
seg fast illum eitt blað á
skrúvuni og dysuna, so
ikki bar til at gera nakað
við skaðan á opnum havi.
Nógvur vindur var, tá
>Tjaldrið< kom á Runa-
vík við trolaranum hetta
friggjakvøldid, og meðan
teir stríddust við at fáa
»Cap Nord« til kei, kom
hann at liggja tvørur, og tå
hendi so tad, at bulpurin
nart vid eina av kistunum
undir keiini.
Hóast púrt einki sást á
franska trolaranum, vísti
tað seg, at kistan varð trýst
einar sjey sentimetrar inn,
og at skaði kom á eitt oki,
ið var 30 ferðir 70 senti-
metrar. Hvørki umborð á
>Cap Nord< ella >Tjaldr-
inum< merktist nakað ser-
ligt til stoytin, men havn-
arfútin, ið stóð á keiini,
segði seg merkja stoytin,
tá bulpurin kom í keiina.
Hetta gjørdist so orsøk-
in til sjóforhoyrið. Skipar-
in á >Cap Nord<, skipari
og stýrimaður á >Tjaldr-
inum« og havnarfutin í
Runavík skuldu so av-
hoyrast, og har gjørdist
altso neyðugt vid franska
tulkinum, tí franski skip-
arin ikki var so stinnur í
enskum.
Tað tók annars frosk-
monnunum hjá »Tjaldrin-
um« meira enn sjey tímar
at umvæla skadan, ti so
nógv av trolinum var farið
um skrúvuna og trollásið
var blivið so fast, at neyð-
ugt gjørdist at slípa lásið
burtur.
táfranski trolarin »Cap Nord« bar við keiina vid bulp-
inum, tå »Tjaldrid« royndi at hjálpa honum at leggja at