hósdagur 8. desember 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nú er aftur vón hjá
hjartasjúklingum. Ein
nýggj norðurlendsk
kanning, sum er prentað
í læknablaðnum >The
Lancet< 19. november í
ár hevur vakt ans um
allan heim.
Í kanningini luttéku
4444 hjartasjúklingar úr
Sveríki, Finlandi, Nor-
egi, Íslandi, Danmark og
Føroyum. Føroyingarnir
vóru 27 í tali.
Helvtin av sjúkling-
unum fingu sterkan kol-
estorollækkandi heili-
vág. Ein heilivágur
kallaður Simvastatin.
Hin helvtin fekk óvirkn-
ar tablettir, sokallad
placebo, verður sagt í
einum tíðindaskrivi frá
Landssjúkrahúsinum.
Kanningin var blind,
soleiðis at hvørki sjúk-
lingur ella lækni visti um
tann einstaki sjúkling-
urin fekk virknan ella
óvirknan heilivág.
Sjúklingarnir eru allir
gjølla fylgdir við blóð-
royndum og gørum
kanningum síðan 1989.
Nýggj vøn
hjá hjarta-
sjúklingum
Kanning, sum fóroyingar luttaka í
sýnir, at kolestorollækkandi heili-
vágur leingir lív hjá hjartasjúkum
Nr. 235 — 8. DESEMBER 1994
Fyrsta august í ár varð
kanningin steðgað og tá
varð gjørt upp.
Úrslitið vísir, at efur
gott fimm árum, sum
kanningin vardi, var
vandin fyri deyða av
einhvgrjari orsøk mink-
aður við 30 prosentum
hjáteimum, sum fingu
Simvastatin. vandin fyri
deyða av hjartatilbirdi
minkaði við 42 pro-
sentum. Vandin fyri
hjartatilburð, deyðiligan
og ikki deyðiligan sam-
anlagt, minkaði við 44
prosentum. Tørvurin á
hjartaskurðviðgerð
minkaði við 37 prosent-
um.
Eisini bendir kann-
ingin á, at vandin fyri
slagtilburði, t.v.s. blóð-
teppi í heilanum minkadi
við 30 prosentum.
Kanningin vísir íkki um
føroyingar á nakran hátt
víkja frá hinum norð-
rlendsku sjúklingunum.
Men hetta verður kannað
nærri seinni.
jústinus
LUTAKAST - JÓLAKALENDARIN
06.12.1994 — 1. dráttur
1.0014
2. 3235
3. 0054
4. 3826
5. 2339
6. 2772
7. 2340
8. 0699
Vinningar: Gávukort á kr. 400,-.
Vinnarar biðjast vinarliga um at senda
vinnaraseðilin við navni og bústaði til
niðanfyri standandi adressu:
Deyvafelag Foroya
Postboks 2001
165 Argir
So senda vit vinnarunum eitt gávukort.
Sigast má frá, um ein hevur vunnið áðr-
enn 6. januar 1995. Eftir hesa dagfest-
ing fella vinningarnir aftur til Deyvafe-
lagið.
Vit takka hjartaliga fyri góða luttoku í
jólakalendaradráttinum til frama fyri
felagið. Tøkk fyri stuðulin!
Deyvafelag Foroya
Norsku línubátarnir vóru 17 dagar í fóroyskum sjógvi í november. Mynd: Kalmar
Tíðindablaðið CDE
Útlendski fiskiskapurin undir Fóroyum í november:
Hava næstan einki fingið
Tann einasti sum kann reypa av fiskiskapi er ein danskur nótabátur
Buldruta veðurlagið í no-
vember hevur eisini gingið
útyvir fiskiskapin hjá út-
lendskum skipum í føroy-
skum sjógvi. November
hevur roynst ógvuliga slak-
ur.
Bara ein bátur kann reypa
av góðum fiskiskapi. Tað er
ein danskur nótabátur, sum
hugdi inní føroyskan sjógv í
tveir dagar og fór avstað
aftur við knappliga 500
tonsum av makreli, ella
rættari 473 tons av makreli.
ES-fiskiskapin eftir botn-
fiski hevur Bretland staðið
fyri í november. Eitt til trý
skip havaroynt í føroyskum
sjógvi í november og tey
hava fingið tilsamans 68,2
tons. Størsti parturin av
teirra veiðu er upsi, 27,1
tons, 12,1 tons av toski,
10,7 tons av hysu, 10,3 tons
av kongafiski, 4,7 tons av
kalva, 2,1 tons av longu og
200 pund av havtasku.
Ein franskur djúpvatns-
trolari var tveir dagar í no-
vember í føroyskum sjógvi.
hann fekk trý tons, harav
2,1 tons av blálongu.
Norsku línubátarnir hava
verið lítið í føroyskum
sjógvi í november, bert 17
dagar. Teir hava fiskað 55,2
tons og av hesum er
meginparturin longa, 44,7
tons. Longan fer uttan iva til
norska jóladógurðan, lut-
fisk.
Russisku trolararnir hava
veitt 1381 tons av svart-
kjafti í november. Fyrra
partin av mánaðinum var
ongin russiskur trolari í
fóroyskum sjógvi. Seinna
partin lá talið millum 1-8
torlarar um dagin. Russisku
trolararnir hava higartil í ár
veitt 92.215 tons av svart-
kjafti. Teir hava veitt
22.015 tons av makreli og
saman við aðrari hjáveiðu
er russiski fiskiskapurin í
føroyskum sjógvi í ár
komin uppá 116.264,5 tons.
Hetta var 30. november.
Av fiskidøgum í føroysk-
um sjógvi liggja russar klárt
á odda. 30. november hevði
russiski flotin roynt 2965 av
teimum 4243 fiskidøgun-
um, sum útlendsk skip hava
verið í føroyskum sjógvi í
ár. Noreg kemur sum
nummar tvey við 1144
fiskidøgum og ES-skipini
hava verið 335 fiskidagar í
føroyskum sjógvi. Restina
av fiskidøgunum eiga tey
baltisku londini.
jústinus
Tá bátar og skip á ein ella
annan hátt fáa fatur á ein-
ari minu ella onkrum, ið
hoyrir til einaminu, er ikki
loyvt at taka hetta við sær
til lands.
Hettaer mannagongdin,
og hana kenna manning-
amar umborð á teimum
bátum og skipum, ið eitt
nú eru í fiskiskapi undir
Føroyum, har tað av og á
kemur fyri, at tey fáa okk-
urt í troli.
Tí skulu slíkir lutir set-
ast út á 10-20 metra dýpi,
og síðani tekur Marinu-
stødin sær av at fáa beint
fyri teimum. Hetta verður
vanliga gjørt við spreing-
ing, so vissa fæst fyri, at
luturin ikki longur kann
gera skaða á nakran hátt.
Herfyri fekk trolarin
>Smaragd< eina sokall-
aða minulgðing í trolið, og
varð gjørt av at fara inn á
Viðvík, eystan fyri Viðar-
eiði, við henni.
Har varð minulgðingin
so sett út og avmerkt við
einari boyu. Eisini syrgdi
>Smaragd< fyri at upp-
geva positiónina, so lætt-
ari skuldi verða hjá monn-
unum frá Marinustødini at
Kavarar leita eftir
minuløding á Viðvík
Minukavarar eru komnir úr Danmark at leita eftir einari horvnari minuløding á
Viðvík, ið trolarin »Smaragd« avmerkti og setti út har herfyri. Síðani er minulød-
ingin horvin, men roknað verður við, at hon hevur grivið seg niður í sandbotnin
finna minulødingina aft-
ur.
Men so lætt gjørdist tað
ikki, tí boyan sást ikki, tá
menninir frá Marinustød-
ini komu á staðið, og enn
hevur ikki eydnast at finna
minulødingina aftur.
I løtuni arbeiða minu-
kavarar, ið eru komnir úr
Danmark til tað sama, við
at finna hesa góðu minu-
løding aftur, men higartil
hevur arbeiðið verið til fá-
nýtis.
Á staðnum, har hon skal
vera, er sandbotnur, so tí
rokna teir vid, at hon hev-
ur grivið seg niður í sandin
og tí er so ring at finna aft-
ur. Arbeiðið hjá minukav-
arunum gongur tí í løtuni
út uppá at leita væl og
virðiliga eftir botninum,
fyri at vita um nakað kann
síggjast eftir hana.
Minulødingin er í sær
sjálvari ikki vandamikil,
og hon fer ikki í luftina av
sær sjálvari, men kortini
hevur Marinustødin sent
út navigatiónsávaring um
hana, so vissa kann vera
fyri, at eingin vandi kann
standast av henni.
hj.