Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 235 — 8. DESEMBER 1994 Sida 13 FISKIVINNUSKUH 1 I. 1 — Latið okkum fáa frið at vera í Vestmanna Ikki átti at verið neyðugt hjá í politikarunum at fórt sítt egna klandur og stríð inn um skúlans gátt. Hetta tykist vera tað einasta, teir uppnáa, um teir skulu leggja Fiskivinnuskúlan í Vestmanna niður og flyta hann til Klaksvíkar, skriva næmingar, lærarar og onnur starvsfólk á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna Hesar síðstu dagarnar hevur mikil røringur staðist av, at landsstýrið hevur lagt upp til, at Fiskivinnuskúlin í Vest- manna skal niðurleggjast og flytast til Klaksvíkar. Sama skilið var eisini í farna landsstýrinum, tá ein av landsstýrismonn- unum enntá ætlaði at leggja neytini og fiskin undir liðini á hverjum ødrum í Kollafirði. Ta ferðina vistu vit ikki, um vit skuldu flenna ella gráta. Tað kunnu bert vera politikar- ar, sum í fullum álvara koma alment fram við sovorðnum slagi av »Svørtum humori«! Ni verdur so enn ein roynd gjørd at nidur- leggja skúlan, og enn einaferð skal grundgev- ingin eitast at vera Ófrið- ur í sambandi við, hvar skúlin skal vera. Kenna einki til nakran ófrið Hendan ófrið kenna vit, næmingar og øll onnur á Fiskivinnuskúlanum, einki til. Tey, ið hava lagt lunnar undir nakran sum helst ófrið ella nakra sum helst óvissu viðvíkj- andi skúlanum, eru politikararnir — og eingin annar! Vit hava tað gott og fridarligt á skúlanum, og hesi seks árini, skúlin hevur verið til, hevur tað eydnast honum at røkka høgt sett mál. Ofridurin, politikararnir tosa um, er skaptur av politikarunum sjálvum — vit kenna í hvussu er einki til hann. Eitt dómi av mongum er, at næmingar higani sleppa inn á allar hægri skúlar, bert við at vísa fram tað prógv, teir fáa frá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Men at nevna hetta tyk- ist vera sum at tosa fyri deyvum oyrum, tí tå po- litikararnir hava sett sær okkurt býtt fyri, kann tað sum oftast gera tað sama, hvat mað kostar — bæði í menniskjum, krónum og oyrum. Enn ein burtur- tveitt iløga? Og tá vit tosa um krónur og oyru, so er halda vit avgjørt, at talan hevur verið um eina skilagóða fløgu, ið gjørd er her í Vestmanna — higartil ikki meira enn 2,5 milliónir krónur. Fyri at fáa skúlan at kalla fullfíggjaðan til 60-70 næmingar, kann hetta gerast fyri 1,2 milli- ónir krónur. Og fyri bert helvtina av hesum kunnu vit fáa eina skúla, ið er fullvirkandi í mong ár framyvir. Hetta er ikki bert tos, tí her er talan um verulig tøl. Verður skúlin nå lagd- ur niður her í Vestmanna og tíkin uppaftur á øðrum stað, er talan um mistar pengar — heilt någreini- liga 2,5 milliónir krónur. Hvussu nógvar mistar milliónir kunnu føroying- ar blíva við at standa mo- dell til? Hví vit skulu ofrast í einum ævigum stríði millum Havnina og Klaksvík, stendur fyri okkum ógreitt. Her í Vestmanna hevur skúlin tað gott, og vit trívast væl her. Tað sama hava næm- ingarnir undan okkum gjørt í seks ár. Alt midøkid er okkara umhvørvi Politikaramir tosadu einaferð um bygdamenn- ing, og tá teir vórðu troyttir av tí, fóru teir at tosa um sentralisering. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er eitt av teimum fáu tingunum her á landi, ið mettar báðar hesar girndir hjá polit- ikarunum. At skúlin liggur í Vest- manna er mennandi fyri bygdina, samstundis sum skúlin liggur sentral fyri í allar mátar. Ur Vestmanna er skjótt hjá okkum at koma víða um í midøkinum — tað veri seg í Streymoy, Vág- um ella Eysturoy. Tveir dagar um vikuna hava vit praktikk, og tå er lagamanni at ferdast runt í midøkinum, tí skúlin liggur sentralt, og tað ber til at koma runt allastaðni fyri ein stak bíligan penga. Hetta mátti verið á- hugavert at havt í huga hjá politikarunum, ið elska at sveiggja spari- knívinum í tíð og ótíð — kanska oftast í ótíð, sum seinasta gongdin í hesum máli hevur víst. Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur nú sum sín seinasta trumf ført fram, at einki veru- ligt skúlaumhvervi er her í Vestmanna. Veit hann ikki av, at tå skúlin liggur í Vestmanna, er alt mið- ekið okkara umhvørvi? Loysið trupulleikar - skapið teir ikki Kann vera, at hann finnur okkurt stað í Klaksvík við hundrað skúlastov- um, men betri umhvørvi enn her í Vestmanna finnur hann ikki. Og man hann fara at finna serliga nógvar næmingar, um hann nú partú skal flyta skúlan? Men tað hevur kanska minni týdning. Nú mátti tíðin verið komin, at politikararnir lærdu tað sama, sum vit læra her á skúlanum, nevniliga at brúka høvd- ið. Gjørdu teir tað, fóru teir í holt við at loysa trupulleikar, heldur enn at skapa teir. Við at nidurleggja Fiskivinnuskúlan i Vest- manna og flyta hann til Klaksvíkar, hava politik- ararnir skapt enn ein trupulleika, ið ikki verður loystur eftir einum degi. Men tað er kanska tað, politikaramir liva av... Vit vilja tí inniliga heita å landsstyrismannin um ikki at tveita eisini hesa útbúgvingina burtur, bert fyri at halda lív í tí æviga stríðnum um pla- seringar av hesum og hasum. Fiskivinnuskúlin virkar í Vestmanna — og hann virkar væl. Latið hann fáa frið at virka fram- vegis: Stuðlið heldur enn bert at bróta niður! Næmingar, lærarar og onnur starvsfólk á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna