fríggjadagur 9. desember 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ti
blaðið |
Norðmenn
enn einaferð
Oddagrein
Í oddagrein herfyri vidgjørdu vit såttmålan
millum Føroyar og Noreg og vidurskiftini mill-
um londini sum heild. Sidani er tad hent, at
samrådingarnar um sinåmillum fiskiveidiav-
talu fyri 1995 eru slitnadar. Tad er komid
fram, at norðmenn ikki vilja gera eina avtalu
uttan so, at føroyingar geva norðmonnum tað
lyftið, at fiskurin úr Loynikrókinum ikki verður
landaðuí her. Hetta kravlíknandi norska út-
spælið hevur gjørt, at samráðingarnar nú
skulu upp á politiskt plan.
HETTA hendir um sama mundið sum tingið er
farið at viðgera eitt annað álvarsmál, fíggjar-
lógina. Her brýtur í bæði borð má sigast. Men
nú tíðirnar hava verið so mikið turbulentar
leingi, kemur hetta helst ikki óvart á nakran.
Og hvat viðvíkur sáttmálanum við norðmenn
so kemur hetta í hvussu er ikki óvart á fyrr-
verandi fiskimålarådharran, Tummas Arabo.
Tað var hann, sum bar føroyingum boðini frá
bæði russum og norðmonnum um, at tað
kundi fáa avleiðingar fyri komandi avtalur, um
føroyingar lótu Loynikróksskip landa í Føroy-
um. Sami maður fór eisini í tingið og bað tað
geva landsstýrinum heimild at steðga hesum,
um tað fór at verða neyðugt. Ein meiriluti í
tinginum umboðandi allar flokkar vrakaði
hesa umbøn fiskimålarådharrans, og nú fáa
vit so rokningina.
TAÐ eru tey, sum halda, at vit skulu leggja
sektina á, hvat norðmenn siga. Og hetta hevur
so eisini verið politikkuri síðani i heyst. Hvorki
løgmadur ella fiskimålarådharin, sum báðir
eru sambandsmenn og sum m.a. fóru til val
upp á ikki at geva norsku ávaringunum stór-
vegis gætur, hava lyft hond frá síðu til at loysa
upp fyri málinum. Fiskimálaráðharrin hevur
bara ypt gksl og feiðað trupulleikarnar undir
teppið. Tá hann varð spurdur, hví hann ikki
gjørdi nakað fyri at forða hesum landingum,
svaraði hann, at eingin lóg heimiðlaði hesum.
Tað hevði hann rætt í, men hann kundi so
roynt einaferð aftrat í tinginum. Til hansara
verju skal sigast, at hetta møguliga hevði
einki nyttað, tí tingið longu hevur víst hesum
aftur. Munurin er so tann, at samansetingin í
tinginum er ødmvisi og at tað nærkaðist
samráðingunum. Eisini er komið fram, at
norskir myndugleikar í heyst signaleraðu til
landsstýrið, at tað fór at fáa avleiðingar, um
Skipini sluppu at landa.
VIT halda ikki, at føroyingar skulu víkja fyri
øllum, men í hesum máli, har vit hava eina
avtalu og har vit eru ávaraðir, kunnu vit so lítið
gera annað enn at royna at fáa sum frægast
burtur úr. Tá mugu vit rætt og slætt til at viga
upp ímóti hverjum ødrum tað vit vinna við at
loyva umrøddu landingum í Føroyuum við tað
vit missa við ongan sáttmála at fáa.
Sasíalunin
. I
Ól da FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Blaðfóik- Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tårfinn Smith -
Kilmar Jan Hansen -
Jústinus Eidesgaard
rgdarblaðstjóri: Jan Múller
fo Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov
Útgevari: P/1 Soslalurin
Uppseting. PÆ Sosialurin
Prent: P/T Pressan 1981
Argjum
Telefon: 11820
Bústaður. Argjavegi 26 | Postadr.: Postsmoga 76
67. ÅRGANGUR
110Térshavn
Teletax: 14720
Czeseraprøæ 2
Er
Åheitan á okkara håttvirdu løgtingsfålk
Sambært fíggjarlógaruppskoti
landsstýrisins fyri 1995, sum
nú er komið á løgtingsbord,
skal Fróðskaparsetur Føroya
aftur spara, hesaferð 1,2 mió.
kr. Seinastu árini er so líðandi
skarvað burtur av fænum, og
nú er so lítið eftir, at verða 1,2
mió. kr. spardar afturat, so fer
stórur partur av Fróðskapar-
setrinum í grøvina.
Sambært legtingslóg um
Fróðskaparsetur Føroya er
Setrið, sum onnur slík, ein
granskingarstovnur og og
læristovnur. Við tí fæi, sum
eftir verður, er eingin møgu-
leiki at halda fast um bæði, og tí
verður frálæran steðgað. Próv-
førslan fyri sparingini hevur
verið, at næmingar kunnu fáa
somu frálæru uttanoyggja, og
tí er óneyðugt at hava hana
heima.
Grundgevingin, at ikki er
neyðugt at lesa í Føroyum, tá
útbúgvingin kann verða tikin
aðrastaðni, er løgin, fyri ikki at
siga óhugnalig, tí vit kunnu
seta hana fram um mestu und-
irvísing í oyggjunum. Fyri
hvgnn stovn verða, umframt
pening, eisini lærarar, vitan,
ungdómur og framtíð spard
burtur.
Hóast hugsanin er ræðandi,
so ætlar okkara háttvirda
landsstýri í ramasta álvara at
beina næmingamar á Fróð-
skaparsetrinum av landinum —
sum teir fyrstu.
Hverjir verða
teir næstu?
Vit vilja minna á, at í løtuni eru
hundrað lesandi á Setrinum.
Hesi lesa í tí trúgv, at tey kunnu
fullføra lesturin, men verður
sparingin samtykt, verða tey
slept upp á fjall. At lamskjóta
tey lesandi á henda hátt, er ein
ábyrgdarleys politisk gerð.
mun til aðrar útbúgvingar
er upptøka til lestur á Setrinum
fyri hvønn einstakan lesandi
formliga ein avtala við lands-
stýrið. At fremja sparingarnar
er brot á avtalur og trúvirði
landsstýrisins kemur í váða.
Føroya fólkavaldu, steðgið
ørvitisleikinum, tí nú er ov-
mikið!
Vi heita á tykkum um at við-
gera vandamiklu sparingina á
Fróðskaparsetri Føroya av
nýggjum, og somuleiðis nið-
urskurð á gðrum stovnum, um
úrslitið verður, at næmingar
fara úr Føroyum.
Tórshavn, 7. des. 1994
Næmingafelagið Getubrá
Aftur stríð um HF-skeiðið í Klaksvík
Núeru vit her norðuri aftur off-
ur fyri miðsavningarætlanum
hjá landsstýrinum. Eftir at
uppskotið um fíggjarætlan fyri
1995 kom í ljósmála hava vit
fingið at vitað, at HF-skeiðið í
Klaksvík skal niðurleggjast.
Undirritaði hevur havt møgu-
leika at sæð fíggjarætlanina,
og har sást týðuliga, at eingi
prógv vóru fyri, at hetta er ein
sparing fyri samfelagið. Tað
einasta, ið nevnt var, var at
skúlin skuldi nidurleggjast,
uttan at koma við nøkrum kon-
kretum tólum.
Um HF-skeiðið í Klaksvík
verður niðurlagt, er vandi fyri
at stórur partur av næmingun-
um møguliga fer av landinum.
Tað líkist ongum, at Klaksvík -
in sum næststersti býur í land-
inum ikki kann bjóða eina
miðnámsútbúgving sum HF
ella student.
Størsti parturin av næming-
unum á Klaksvíkar HF-skeiði
valdu útbúgvingina, tí hon
liggur í Klaksvík, og tí at teir
ikki havanakrar konkretar ætl-
anir um víðari útbúgving. So
kann ein spyrja, hví teir ikki
taka útbúgvingina á Kambs-
dali? Til tað kann ein vísa á, at
størsti parturin av næmingun-
um eru frá 20 ár og upp eftir og
at hesi ikki hava sama hugburð
sum tey yngru lesandi, ógvu-
liga sannlíkt er, at hesi høvdu
valt at tiki3 HF i Danmark
heldur enn å Kambsdali orsak-
ad av figgjarligum fyrimunum.
Nakað annað er so tað, at um
HF ikki lá í Klaksvík, so hevði
bert ein lítil partur av næming-
unum her sekt inn á HF i
Kambsdali.
Á Klaksvíkar HF-skeiði
ganga umleið 50 næmingar,
umframt teir stakgreinales-
andi, so tað er eingin loyna, at
HF-skúlin er við til at halda
uppá ungdómin í Klaksvík, so
hann ikki flytur úr býnum ella
tað ið verri er, av landinum.
At landsstýrið heldur seg
síggja nakra sparing við at
flyta HF-skúlan til Kambsdals,
er okkum óskiljandi. Tað ein-
asta, ið vil henda hesum við-
víkjandi er, at útreiðslurnar
verða fluttar frá einum staði til
eitt annað. At føra fram, at HF-
skeiðið í Klaksvík er ov dýrt at
reka, er ei heldur haldgóð or-
søk. Um ein tekur árið 1993 til
eftirtektar, so vísir játtanin á
fíggjarlógini til føroysku mið-
námsútbúgvingarnar (HF- og
student), at hon stóð á
38.000.000 kr., — av hesari
upphædd stóð Klaksvíkar HF-
skeid til at fåa 2.000.000 kr.
Um ein roknar eitt sindur upp å
hesi tøl og tekur til eftirtektar,
at talið á lesandi í Føroyum
hetta tíðarskeiðið var 1200
næmingar, so kemur rokniúr-
slitið at vísa, at 6% av teimum
lesandi í Føroyum gingu á
Klaksvíkar HF-skeiði, meðan
tey fingu 5.26% av samlaðu
játtanini. Hetta vísir, at HF-
skúlin í Klaksvík í mun til
næmingatalið er bíligari at reka
enn skúlarnir í Tórshavn og á
Kambsdali.
fhesumroknistykki er vert at
nevna, at øll tey stakgreinales-
andi ikki eru tikin við.
Tað kann tykjast eitt sindur
legið, at landsstýrið vil niður-
leggja eina vælvirkandi og bí-
liga miðnámsútbúgving, sum
gevur ungdóminum eina
breiða útbúgving, ið kann nýt-
ast til víðari útbúgving innan
næstan gll ski. Alt ímeðan stór-
ar játtanir verða veittar til út-
búgvingar innan handverkara-
vinnuna, herundir SIT og HT.
Alt ímeðan vit stríðast fyri at
bjarga okkara skúla, er tað spell
at síggja okkara landspolitik-
arar sita hendur í favn og ikki
rætta hond frá síðu hesum máli
viðvíkjandi.
At enda vil eg heita á allar
norðoyingar um at standa sam-
an um okkara vælvirkandi HF-
skúla, so vit ikki missa hann, tí
tá ið hann er farin, so er bert ein
spurningur um tíð hvat tað
næsta verður.
Eisini ein innilig áheitan á
okkara lokalu samgongumenn
um at taka stóðu til um teir sita í
tinginum fyri lønina, ella fyri
Norðoyggjar.
Magni Husgaard
næmingur á Kl. HF-skeiði
Viðv. viðurskiftum Foroya við ES
Longu frammanundan verandi
handilsavtala við ES varð
gjørd — og eisin: aftaná — hevur
vinnan gjørt vart við, at okkara
viðurskifti við ES ikki eru
nøktandi.
Nøkurlunda somu niður-
stóðu eru Finland og Svøriki
komin til, nevniliga at EBS-
avtalan ikki var nøktandi við-
víkjandi teirra viðurskiftum
við ES, sjálvt um teirra avtala
var munandi meira víttfevn-
andi enn okkara.
Í samgonguskjalinum hjá
verandi landsstýrissamgongu
verður sagt, at møguleikar fyri
gagnligastu marknaðarat-
gongd við ES verða kannaðir.
Nevndin hevur tí hildið tað
vera rætt og umráðandi at við-
gera hetta fyri okkum so týð-
andi mál á limafundi.
Vísandi til allar tær ymisku
avtalurnar, sum smátjóðir hava
fingið við ES, ið nøkta teirra
serliga tørv, frá tollunión,
assosieringsskipan og til lima-
skap vid åvisum undantøkum,
mælti fundurin til at tiknar
verða upp samráðingar við ES.
Vit høvdu eina lagaliga løtu
at samrådast vid ES i 1990/91,
tí tá ynskti EF samråding við
okkum. Vitlótu tá stórt sæð alt,
sum vit høvdu at lata. Tí verður
tað møguliga ikki lætt at koma
aftur um aftur í eini samráðing
við ES.
Vit hava tó ein møguleika
afturat, at tað er nú Finland og
Sveríki gerast limir í ES, tí tá
verður neyðugt hjá ES at taka
samráðingar upp við Feroyar
so viðurskiftini millum Føroy-
ar og Finland/Sveríki verða tey
somu sum fyri restina av ES.
Føroya Landsstýri eigur tí at
nýta henda møguleikan at taka
samráðingar upp við ES um
eina avtalu, sum
+ gevur øllum føroyskum vør-
um fria marknadaratgongd til
ES
* tryggjar økta virkisøking og
kappingarføri innan føroyskt
vinnuliv
* tryggjar vinnulivinum at
gagnnýta náttúrutilfeingið
+ tryggjar serlig føroysk á-
hugamål.
Virdingarmest
Føroya Arbeiðsgevarafelag