Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Føroya Rættur: Nr. 236 — 9. DESEMBER 1994 Politiið breyt ikki logina Vegna advokatarnar Magnus Petersen og Halgir Winther Poulsen hevur Thomas Rørdam kært avgerðina hjá Føroya Rætti um, at politiið hevði rætt til eisini at taka skjól viðvíkjandi Skálafjalsmálinum Fyri at kunna vita, um eitt skjal er viðkomandi ella ikki, er neyðugt at síggja tað. Tað sama við teldum. Fyri at kunna leita á eini teldu eftir skjólum, sum kunnu hava týdning, er neyðugt at hyggja, hvat er inni á telduni. Hetta var táðurin í úr- skurðinum, sum Svend Erik Hansen, dómari, gjørdi í Føroya Rætti í gjár. Við hesum vísti hann kæruni frá Magnusi Ptersen og Halgir Winther Poulsen frá sær. Teir kærdu til lands- rættin, tí teir hildu politiid vera farið langt út um sínar heimildir, tá tað undir húsa- rannsóknini eisini legði hald á skjól viðvíkjandi Skálafjalsmálinum, m.a. brævaskiftið millum Magnus Petersen og verja hansara, Thomas Rørdam. Eisini i lagi Rætturin visti eisini frå sær kæruna um, at Thorvald Hesselholt, varakrinal- kommiserur framdi lógar- brot, tá hann skrivliga gav politistunum, sum gjørdu húsarannsóknirnar, bod um eisini at tryggja tey skjøl, sum viðvíktu Skålafjals- målinum, sjålvt um hesi ikki vórðu nevnd í teimum húsarannsóknarloyvum, rætturin gav politinum. Eisini var tað í lagi, at politiið var og leitaði í húsunum, sum Halgir Winther Poulsen eigur, og sum Thomas rørdam og Mannfred petersen búgva í, tá teir eru í Føroyum. Í rættinum í gjár mølti Christian Andreassen sum advokatur fyri Thomas Rørdam. Tá dómarin hevði kunngjørt sín úrskurð, briktihann bara eina løtu til at rådføra seg við teir báðar Magnus Petersen og Halgir Winther Poulsen. So kom hann inn aftur og boðaði frå, at teir kærdu avgerdina hjå Føroya Rætti ul landsrætt- in, og hann kravdi, at poli- tiið ikki sleppur at síggja skjølini, fyrr enn landsrætt- urin hevur talað. Tað gekk dómarin við til. Og til landsrætturin hevur vidgjørt kæruna, verða allir plastposarnir goymdir fyri- bundnir á politistødini i Jónas Broncksgølu. Ikki blíðir Stødan var annars meira enn spent mikudagin seinnapartin á Parnass- inum, tá Føroya Rættur fór undir at viðgera kærurnar, sum Føroya rættur also avgreiddi í gjár. Henda seinnapartin skuldi rætturin fyrst og fremst viðgera kæruna frá Magnusi og Halgir Winther Poulsen. Teir hildu, at poli- tiið fór langt út um sínar heimildir, tá tað umframt øll onnur skjól eisini legði hald á skjól viðvíkjandi Skálafjalli, tí skjól viðvíkj- andi Skálafjalli vórðu ikki nevnt í úrskurðinum, sum dómarin gjørdi, tá hann gav loyvi til at gera húsarann- sókn á Advokatskrivstov- uni og hjá Magnusi Peter- sen. 11 posar Rættarfundurin byrjaði klokkan 14 seinnapartin. Varakriminalkommiser- urin Thorvald Hesselholt kom sjålvur tridi i fylgi vid åkæranum Magnusi Møller dragsandi vid 10 svørtum ruskposum og einum grå- um, allir væl surradir til vid spjaldri å. Posarnir vórðu allir settir mitt á gólvið í rættinum. Í posunum vóru skjól, sum politiið hevur tikið á Advokatskrivstovuni = og heima hjá Magnusi Peter- sen, og posarnir komu við á rættarfundin, tí rætturin skuldi taka avgerð um, hvat av hesum politiið kundi varðveita til at kanna, og hvat Advokatskrivstovan skuldi hava aftur. Skildu skjølini So skjótt sum fundurin varð settur, vórðu nakrir posar tiknir fram og latnir upp fyri at skiljatey skjølini frå, sum beinleidis høvdu vid Skåla- fjalsmålid at gera. Hesselsholt, Magnus Møller og Magnus Petersen skildu i felag skjølini sund- ur, men tað var ikki júst nakað vinarligt samstarv. Fleiri ferðir noyddist dómarin eisini at tala at, tí hann helt ikki partarnar vera nóg høviskar, og einaferð segði hann við ákæran, at honum nýttist ikki vera illur við seg. Eisini í gjár átalaði hann mátan, partarnir tos- aðu saman uppá. Eisini teldan tikin Magnus Petersen vildi vita, hvat var blivið av hansara heimateldu, sum politiið eisini hevði tíkið. Tað sama við disklum og bondum. Hetta hevði alt beinleiðis samband við Skålafjals- málið, tí á telduni var mill- um annað brævasambandið millum seg og verjan, segði Magnus Petersen. Magnus og teir hava kravt, at poliuid útflýggjar alt vidvikjandi Skålafjalli uttan so mikid sum at skeita í tað, tí hetta tilfar kemur ikki politinum við, siga teir. Akærin Magnus Møller vildi ikki soleidis av vid teldu og disklar. - Vit noydast at fara inn f telduna fyri at vita, um nak- að er av áhuga, segði hann. Hesi orð høvdu við sær eitt langt orðaskifti. Magnus Møller helt fast við, at politiið ikki kundi vita, um teir nú ikki høvdu heimild til at kanna, hvat var í telduni, tí har kundi vera okkurt, sum viðvíkti gðrum skipum enn Skálafjalli og Heyga- drangi. Hin parturin segði, at tað var heilt burturvið, tí fer politiið inn í telduna hava teir jú sæð skjølini, sum teir ikki skulu síggja. Útskrivingin byrjað Magnus Møller kom tå at nevna, at arbeidid vid at skriva út tað, sum var í telduni var byrjað, og hetta hevði við sær eitt hart mót- mæli frá hinum. - Hatta er eitt nýtt lógar- Tilsamans 11 plastposar vórðu dragsaðir upp á Parnassið á Hafnia mikudagin. Í gjár vóru somu posar aftur á rættarfundi Tidindabladid Gt } Varakriminalkommser- urin Thorvald Hesselholt hevur nú í fleiri ár verið í Føroyum og granskað skipafígging í 80- árunum. Ákærin Magnus Møller búði í áravís í Føroyum, nú er hann fluttur aftur til Danmarkar, men vitjanir hansara í Føroyum eru týttar, ti hann hevur verið ákæri í báðum skinamálunum, sum hava verið, og hann stendur fyri granskingini av øllum hinum skipamálunum Myndir: Kalmar brot, sum vit eisini kæra, var Thomas Rørdam kvikur at viðmerkja. Hann helt, at skuldi nakað útskrivast, skuldi tað gerast í rættinum. Magnus Møller helt fast vid, at politiið einki ólógligt hevði gjørt, og tað hevði verið neyðugt at tikið alt Teir vóru eisini longu komnir eftir, at teir hjá Magnusi Petersen høvdu funnid skjøl, sum hesin i rættinum hevði noktað, at hann hevði. Teir umrøddu eisini tað, sum teir hava kært til ríkisadvokatin, at Hessel- holt gav politistunum boð um eisini at tryggja skjól, sum høvdu við Skálafjall og Heygadrang og feløgini knýtt at teimum skipum at gera. Hetta varð gjørt, júst tí skipini ikki vóru nevnd í rannsóknarleyvinum, og ti tað vóru fleiri ung og óroynd fólk millum teirra, sum gjørdu húsarannsókn-