fríggjadagur 9. desember 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD Nr. 236 — 9. DESEMBER 1994 Síða 17
Havnar Fimletkafelag 85 ár Á
f
]
og allarhelst ber til at geva
broyttu umstøduna ein part
av æruni fyri tad.
I dag eru fleiri ítróttarhall-
ir, har fimleikafeløgini —
um ikki annað — kunnu hava
sínar stóru framsýningar, ið
enn tann dag í dag eru væl
umtóktar millum manna og
savna nógv fólk.
Umstødurnar eru eisini
betri at fara uttanlands at
læra seg meira hjá teimum,
ið hava hug til tess. Og fleiri
hava eisini gjørt brúk av
hesum møguleika, fimleik-
inum til gagns her á landi.
Havnar Fimleikafelag
á uttanlandsferðum
Millum ár og dag hevur
Havnar Fimleikafelag ver-
ið fleiri ferðir uttanlands, og
onkrar av hesum ferðum eru
eisini nevndar í minnisrit-
inum, ið Martin Holm
gjørði, tá felagið fylti 60 ár.
Serliga nógv varð ferðast
til Noregs, og altíð vóru
fimleikaramir frá Havnar
Fimleikafelag væl fagnað-
ir, har teir komu.
Taeinu ferðina, tá Havnar
Fimleikafelag var í Svøriki
á sokalladu Lingiaduni til
minnis um fimleikapeda-
gogin Per Henrik Ling, varð
imleikurin hjå felagnum
Oført róstur. Hetta var í
1949.
Stockholms Tidningen
skrivaði: »Vålbygda flock-
or från Fárðarna briljerade
med repet infør en begeist-
rad konserthuspublik<.
Og Svenska Dagbladet
skrivaði soleiðis: »I den till
bristningsgrånsen fullsatte
Kungliga Tennishallen fick
man bevitna en fenomenalt
skicklig uppvisning av
Føroya — Itréttasambands
manliga trupp. De gjorde
fjådrande látta plinthopp
ovh tycktes mestadels
svåva i luften. En del styva
rørelser på sadel fullstån-
digade det goda inntryc-
ket.«
So gott var ummælið, ið
fimleikaramir, id Kirstin og
Martin Holm savnadu ul
hesa ferdina.
Vónandi fer tíðin at laga
seg eins væl framyvir hjá
Havnar Fimleikafelag -
bædi burturi og heima — og
Sosialurin vil ynskja hjarta-
liga tillukku við 85 ára fød-
ingardegnum.
F imleikararnir í Havnar Fimleikafelag eru bæði ung og
gomul — kvinnur og menn. Tey yngstu eru seks til sjey ára
gomul og tey elstu yvir 70 ára gomul
Se
Havnar Fimleikafelag
Anni Kyster, fremst å myndini „er formaður í Havnar F imleikafelag. Hini í nevndini eruKarina Nattestad, næstformaður,
Hans Jacob Poulsen, kassameistari, Rúna Mortensen og Hanna Joensen
(Savnsmynd)
um 600 virknar limir
Tilsamans hevur Havnar Fimleikafelag í dag 24 lið — harav fimm úrvalslið. Stórsta
fimleikafelag í landinum hevur tilsamans umleið 600 virknar limir, og eisini er nú kom-
ið eitt virkið áhugafelag, har fyrrverandi íðkandi kunnu gera ein innsats fyri felagið
Tað verður ikki við nakrari
stórari fødingardagsveitslu,
at Havnar Fimleikafelag fer
at halda sín 85 ára fødingar-
dag sum fjórðelsta ítróttar-
felag í landinum — bert fót-
båltsfeløgini TB, KI og HB
eru eldri.
Men samstundis er Havn-
ar Fimleikafelag nógv tað
elsta fimleikafelagið í land-
inum.
Hinvegin fer felagið at
hava eina stóra fimleika-
framsýning í Íróttarhellini
á Hálsi, har tey tilsamans 24
liðini hjá felagnum fara at
sýna fram síni kynstur inn-
an fimleik.
Av hesum 24 liðunum eru
19 vanlig fimleikalið og so
fimm úrvalslið, ið umframt
vanliga fimleikin royna at
gera seg dugnaligari innan
Grand Prix fimleik og am-
bodsfimleik.
Havnar Fimleikafelag er
ikki bert eitt gamalt felag, tí
stórt er tað eisini. Talan er
um størsta fimleikafelag í
landinum við sínum umleið
600 virknu limum.
Og fimleikararnir, ið dag-
liga hava sína gongd í fel-
agnum, eru í øllum aldri —
heilt frá seks til sjey árum
og upp um tey sjeyti. Verða
so eisini móðir og barn tíkin
við, kann sigast, at tey allar-
yngstu í felagnum eru so
ung sum bert eini tvey ár og
har um leið. So at siga, at
fimleikur ikki kann vera
fyri øll, kunnu hesi fáu hag-
tól hjartaliga mótprógvað.
Felagið er heppið at hava
góðar venjingarumstødur í
stóru fimleikahøllini á Stór-
heyggi, ið varð tíkin í nýtslu
veturin 1973-74.
Hendan holl er tvær ferðir
so stór sum vanligu fim-
leikahallimar, vit kenna frå
skúlunum kring landið.
Frá morgninum og nakað
út á seinnapartin fáa skúl-
arnir í grannalagnum hjá
høllini á Stórheyggi gleði
av henni, men aftan á skúla-
tíð — frå kl. 16 og úteftir og
um vikuskiftini er skipaði
fimleikurin í Havnini í høll-
mi.
Umframt, at Havnar Fim-
leikafelag sjålvt dúgliga
brúkar høllina, leigar eitt nú
Fimleikafelagið Ljósið seg
inn í høllina, og eisini onnur
fáa gleði av henni.
Fimleikurin byrjar van-
liga í september mánaði, og
so verður hildið fram til
páskar. Ein barna- og ein
vaksnamannaframsýning er
um árið, men annars halda
fimleikararnir seg við lika
við at íðka fimleik saman
ein tíma um vikuna í summ-
artíðini.
hj.