Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. desember 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reidarafelag: Nr. 236 — 9. DESEMBER 1994 0 sod | Teir stóru trolararnir klára seg uttan norska kvotu — Verður russiska kvotan óbroytt og vit fáa tað við eiga við Svalbard, so klára teir stóru trolararnir seg. Verri er hjá ídnaðar og nótabátunum, sigur hann Teir stóru føroysku trolarar- nir í Barentshavinum, Skál- aberg, Sundaberg, Enni- berg og Vesturvón kunnu klára seg uttan at fáa kvotu í norskum sjógvi. — Við russisku kvotuni og vid tí kvotu sum vit søgu- liga eiga við Svalbard verða teir stóru trolararnir ikki ringast fyri, um tað skuldi hent, at vit ongan sáttmála fáa við norðmenn, sigur Jákup Sólstein, for- maður i Føroya Reiðara- felag. — Føroyingar fáa í løtuni alt ov litla kvotu vid Sval- bard. Reiðarafelagið og fiskirannsóknarstovan hava savnað saman tilfar um søguliga fiskiskapin hjá føroyingum við Svalbard. Eitt felag sum eitur Faroe Fish consult, hevur gjørt kanningina. Talan er um dokumentatión, sum er gjørd útfrá føroyska fiski- skapinum við Svalbard í årunum 1989, 1969 og 1970. Hendan dokumenta- tién sýnir at okkara prosent- partur av TAC num, heild- arkvøtuni, vid Svalbard er alt ov litil i dag, sigur Jåkup Sólstein. — Vit ávísa, at okkara partur við Svalbard, sum ikki er nakar býtispartur, men ein søguligur partur, eigur at vera 3200 tons av toski í mun til 910 tons, ið vit eiga í dag. Vit vísa á tey søguligu tølini. Stríð hevur verið um hetta síðan 1975, tå kvotur vóru ásettar og ein lykil var fastsettur, sigur Jákup Sólstein. Ynskið um stórri kvotu við Svalbard varð lagt fram av føroysku samráðingar- nevndini á fundi vid norð- menn týsdagin og mikudag- m. Sum formadur fyri Før- oya Reiðarafelag, er tað ein vanlukka fyri føroyska flotan, um vit ongan sátt- mála fáa við norðmenn? — Ja, tað haldi eg vit kunnu siga. Yvirliva fóroyingar tað? — Hugsa vit um ídnaðar- skipini, so kunnu tey ikki fiska undir Føroyum long- ur. Tey eiga bert norskt øki at dúva uppá, har eiga vit 20.000 tons av ídnaðarfiski og 2000 tons av upsa. Kraft- blokkabátarnir vera eisini illa fyri, við ongum sått- mála kunnu teir ikki fiska makrel í norskum sjógvi, sigur Jákup Sólstein. Kunnu trolararnir í Barentshavinum verða norsku kvotuna fyri uttan? — Klára teir at fiska alla ta russisku kvotuna, so klára teir seg. Serliga um vit høvdu fingið hesi 2200 tonsini meira við Svalbard, sum vit eiga, sigur Jákup Sólstein. — Um landsstýrið hevur ætlað, at línubátarnir skulu fiska ein stórri part av kvotuni í norska partinum av Barentshavinum, so verður ongin sáttmáli ein smeitur fyri teir, sigur Jákup Sólstein. — Skrivliga bodini frå norska fiskimálaráðharran- um Jan Henry T. Olsen vóru greið. Vilja føroyingar ikki nokta skipum ír Loynikrók- inum at landa í Føroyum, so varð ongin sáttmáli undir- skrivaður, sigur Jákup Sól- stein. jústinus Tíðindablaðið (7, Norðmenn smáligir: Fingu ikki kroyst ES nú leggja teir eftir okkum — Tað eydnaðist ikki norðmonum at fáa ES at steðga landingum úr Loynikrókin- um., sigur Jákup Sólstein Formaðurin i Føroya Reið- arafelag heldur lítið um norsku kravbodini, at før- oyingar skulu banna allari landing av veiðu sum er fiskað av skipum undir hentleikaflaggi úr Loyni- krókinum. — Hetta er smáligt. Teir fáa ikki eitt so stórt land sum ES at góðtaka teirra ynskir, samstundis royna teir nú at kroysta okkum at góðtaka bann av landing úr Loynikrókinum. Norðmenn hava fram- vegis ein fiskiveiðusátt- mála við ES uttan hasi krøv- ini, sigur Jákup Sólstein. Tá norðmenn kunnu ganga við ul ein fiski- vinnusáttmála við ES uttan at hesi krøv eru við, so mugu teir eisini kunna ganga við til ein sáttmála við føroyingar á sama hátt, sigur Jákup Sólstein. — Sjålvur trúgvi eg at vit fáa ein sáttmál við norð- menn. politiski myndug- leikin í Føroyum må nú gera sær greitt, hvat hann vil- við fiskiskapinum i Loynikrékinum. Vit hava onki hoyrt um hetta frå politiskari síðum síðan Arabo fór úr Tinganesi, sig- ur Jákup Sólstein. Tá tað ikki eydnaðist norðmonnum at fáa ES at banna landing av veiðu úr Loynikrókinum, so sigla Í Vit gera gamla „ gólvið sum nýtt | Gólvtænastan Skemmingsgeta 19 Tórshavn givin. Ókeypis tilboð og vegleiðing verða > Tlf. 18875 - 88875 Fax. 18809 framvegis skip undir hent- leikaflaggi vid føroyskari manning til ES- havnir at landi fisk úr Smoguni. So at siga allur fiskurin úr Smog- uni verður seldur í ES. jústinus F.C: BÚÐIN Undir Térs-Cafeteria Inngongd við gos-vatnið 'CD-SINGLIR 1. TAKE THAT / Sure ”2.EAST 17/Steam 3. BON JOVI / Always 4. YAKI-DA / Yaki-da 5. REDNEX / Old pop in a gak 6. LUTHER VAND- ROSS / Mariah Carey, Endless love 7. MADONNA / Secret 8. CINDY LAUPER / Hey now girls just wanna have fun 9. AEROSMITH/ blind man 10. WHIGFIELD / Another day 11. PATO BANTON / Baby come back 12. REEL 2 REAL / Can you feel it 13. 2 UNLIMITED / No one 14.2 BROTHERS ON THE 4 TH FLOOR / let me be free 15. WAARREN G. & NATE DOGG / Regulate og fleiri. Ring, vit senda! "Allar 85,- | Postboks 1250 FR 110 Tórshavn Tlf. 17646 - Fax. 18401 Mánad.-hósd. kl. 10-17.30 Fríggjadag ki. 10-19.00 Leygardag = kl.11-14.00