fríggjadagur 9. desember 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD Nr. 236 — 9. DESEMBER 1994 Sida 19
Bodasteinur er fyrrverandi Roc Amadour
Sålskinssøga úr Fuglafirði:
Boðasteinur góðan
túr eftir búrfiski
Fuglfirðingar fingu góða byrjan, tá teir í gjár seldu búrfisk í Fraklandi
Tað var gleði og takksemi í
fleiri heimum í Fuglafirði í
gjár. Manningin á Boða-
steini hevur fingið fitt burt-
urúr fyrsta túrinum, og reið-
aríið hevur fingið ta byrjan-
ina, sum teir høvdu vónað,
men sum ofta vísir seg at
vera svikalig, tí so nógvir
byrjunartrupulleikar stinga
seg upp.
Boðasteinur landaði 40
tons av búrfiski í Killybegs
á norðurstrondini í Írlandi
mikumorgunin, og í gjára-
morgunin varð fiskurin
seldur á uppbodssøluni í
Bolougné. Felagið, sum
umboðar reiðaríið í Frak-
landi, sendi triggjar traliarar
til Irlands eftir fiskinum,
sum var lastaður í 40 kilo
køssum og koyrdur til Frak-
lands.
Umframt tey 40 tonsini
av búrfiski hevði Boda-
steinur 7 tons av håvi,
langasporli, blålongu og
flathøvdi. Miðal kiloprisur-
inav búrfiskinum var 18,78
krónur, og samladi sølu-
prisurin var oman fyri 800
túsund krónur. Manningar-
parturin verður mettur at
fara at liggja um 15 túsund
krónur.
Prísurin var fyrr í vikuni
upp móti 22 krónum, men
Búrfiskur, sum kann gerast okkum góður í
framtíðini
hann fall nakað seinnapart-
in av vikuni.
Viðbrekin
marknaður
Boðasteinur royndi í fýra
dagar. Veðrið var gott, og
tað hevur ikki lítið at siga, tá
roynt verður á so djúpum
vatni sum frá einum 600
metrum og niður á 1400
metrar.
Vitspurdu Sigurd Simon-
sen í Fuglafirði, sum er reið-
ari á Boðasteini, hví roynin
bara var í fýra dagar:
— Tað eru fleiri orsøkir til
tað. Ein er, at veðrið øtladi
nú, og ein onnur er, at tað
hevur stóran týdning at fisk-
urin er rættiliga feskur, tá
hann kemur á marknaðin.
Tað elsta var átta samdøgur
gamalt, tá teir seldu.
Sigurd Simonsen sigur, at
tað verður ikki mett heppið,
at tað koma ov stórar nøgdir
á marknaðin í senn.
- Okkum kunnugt er
Frakland einasti europeiski
marknaðurin fyri búrfisk.
Tað eru nógvir smáir keyp-
arar, og tað kann vera so
skjótt, at nøgdimar, sum
koma á marknaðin, eru so
stórar, at prísurin fellur.
Boðasteinur fór avstað
aftur so skjótt teir vóru lidn-
ir at landa, og ætlanin er, at
teir skulu gera ein túr aftur-
at, áðrenn teir koma heim til
jóla.
Oyrnafjall slóðaði fyri
Boðasteinur royndi nak-
að langt vestur úr Írlandi.
Tað tók teimum try sam-
døgur at koma á fiskileið.
Í samráði við Fiskirann-
sóknarstovuna hevur Oyrn-
arfjall gjørt royndir á djúp-
um vatni. Búrfiskaroynd-
irnar hjá honum góvu greið-
ar ábendingar um, at tað
vóru fyritreytir at fáa túr,
har Boðasteinur nú hevur
verið. Tí fóru teir avstað.
Ætlanin hevði annars verið
at royna eftir øðrum meiri
vanligum fiskasløgum,
sum fáast á djúpum vatni.
- Royndirnar hjá Oyrnar-
fjalli góvu ábending um, at
tað kundi eydnast. Vit vóru
akkurát lidnir at gera bátin
út, og tá bæði tann nautiska
og reiðsskapsliga útgerðin
var umborð, sum krevst, tá
roynt verður eftir búrfiski,
so hildu vit, at tað var vert at
royna.
Marknaður í USA
Ber tað til at royna eftir
búrfiski alt árið?
— Hetta er alt so ógvuliga
nytt, so eingin veit rættiliga,
hvussu long verttíðin er.
Men eg havi hoyrt, at hann
gýtir í februar ella mars, og
tað skuldi givið eina ábend-
ing um, at fiskaríið kann
halda fram til tå, men sum
sagt, vit vita einki itøkiligt
um tað. Og so velst tað eis-
ini um veðrið.
Men er ikki vandi fyri, at
marknaðurin verður ov-
mettaður, um royndin
verður so long og fiski-
skapurin verður hampulig-
ur?
— Tað vita vit heldur ikki
nóg nógv um. Tað mugu
royndir til fyri at finna út av
tí. Annars sigst, at tað hevur
verið ein marknaður fyri
búrfisk í USA. Newzea-
lendarar hava roynt nógv
eftir búrfiski í eini 15 ár.
Teir hava fingið umleið
50.000 tons árliga, og tað
hava teir fryst og selt til
USA. Nú er fiskiskapurin
hjá teimum minkaður niður
í einki. Tað vil siga, at tað
skuldi verið ein frystur
marknaður í USA, sum ikki
verður mettaður fyri tíðina.
Týdningarmikið
við góðari byrjan
Boðasteinur eigur
hampuliga fitt av kvotu
undir Føroyum. Tað eru átta
av teimum størstu djúp-
vatnstrolarunum, og teir
eiga 1100 tons av konga-
fiski í part. Harafturat eigur
Boðasteinur 250 tons av
upsa, og 40 tons av toski og
hýsu.
— Tað var av hesum kvot-
unum, vit høvdu ætlað at
fiska av nú beinanvegin. Tí
sigur tað seg sjálvt, at tað
var ógvuliga kærkomið, at
møgulcikin tók seg upp at
troyta aðrar stovnar, og vit
eru ómetaliga takksamir
fyri, at tað eydnaðist so væl
fyrsta túrin.
Í Føroyum hava vit so
mangan sæð, at tað hevur
verið tungt fyrstu tíðina. Tá
tú hevur sett alt í veg fyri at
sleppa avstað, so er tað
ógvuliga tungt, tá nógvir
byrjunartrupulleikar stinga
seg upp, og tað bara rennur
út og einki kemur inn, held-
ur Sigurd Simonsen.
Gott skip
Hann sigur, at teir skulu
ikki klaga um skipið. Tað
var í fjør, at teir keyptu Roc
Amador. Hann hevði ligið í
tvey ár, og umframt at hava
sett nýggja maskinu í, so
hava teir eisini skift alla ta
elektronisku útgerðina.
Men annars var skipið í góð-
um standi. Báturin var sand-
blástur í Noregi í 1987, og tá
vórðu nýggj spøl sett í hann.
Keypsprísurin var góðar
fýra milliónir krónur, og
lánini í honum eru lítið
stórri enn tað. Feløg og ein-
staklingar í Fuglafirði settu
umleið tvær milliónir í egin-
peningi í.
Tað eru trettan menn við
Boðasteini, og tað er Harry
á Lakjuni, sum er skipari.
Hann hevur dúgvar royndir
bæði á dekkinum og á trol-
arabrúgv, og tað sama kann
sigast um stýrimannin.
Hann er Erland Olsen, sum í
fleiri år førdi Roc Amador.
-nes
Skipari å Bodasteini er Harry å Lakjuni, her å fundi i
Skipara- og Navigatørfelagnum nr. 2 frå høgru.