leygardagur 10. desember 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ES
Hjartans tøkk Willi
-Vit vita væl, at heidurin meira fellur okkum i lut at kunna telja
teg sum heidurslim í kórinum, men tað er okkara ynski, at tú
tekur ímóti hesum takksemissymboli sum eitt íkast hiðani til ta
tókk, sum kórsangarar víða hvar hava at bera tær segði Olavur
Hátún, kórleiðari m.a. í takkarrødu síni til føroyavinin og kenda
sveisiska tónleikaran Willi Gohl á konsertini í Norðurlandahús-
inum seinasta sunnudag. Gohl varð kosin heiðurslimur í Havnar-
kórinum.
— Í
Willi í essinum sum
Tað var nógv fólk sam-
ankomið til konsertina hjá
Havnarkórinum og Willi
Gohl seinasta sunnudag.
Tey vóru ikki bert komin
fyri at lurta eftir tí frálíka
tónleikinum og sanginum,
tey vóru eisini komin fyri
at vera við til at heiðra
henda sanna føroyavinin
og fræga tónleikaran, sum
Willi Gohl er.
Konsertin, sum sjálv-
andi hevði jóladám yvir
seg og varð merkt takkar-
kvødu til Willi Gohl, varð
framúr góð. Hetta vildu
fleiri áskoðarar vera við,
ikki einaferð. Mynd jan
Her eru tey øll eftir frálíka konsert. Mynd jan
f
tá farið varð heimaftur
eftir tveir sera hugnaligar
og hugvekjandi tímar í
Norðurlandahúsinum.
Skráin var fjølbroytt.
Høvudsverkid var jóla-
kantantan hjå Bach vid
Havnarkórinum og kvar-
tett. Kenny Sambleben á
1. violin, Annette Nielsen
á 2. violin, Nikolaos Kap-
nas viola og Jens
Christian Guttesen, cello.
Har var so eisini solo-
spæl við Nikolaos á vio-
linini og Willi Gohl á
piano. Willi Gohl spældi
annars undir tí nógva, sum
varð á skránni m.a. solo-
sanginum hjá Berghild
Poulsen.
Ólavur Hátún stjórnaði
eisini kórinum til jóla-
kantatu, negro spirituales
og ødrum lættari hugna-
tónleiki. Samanumtikid
ein sonnu frøi at hoyra
hesi mongu fólkini syngja
og spæla.
Miðskeiðið í skránni
nýttu Ólavur Hátún høvi
at koma við eini
takkarkvødu til vinmannin
og føroyavinin Willi
Gohl, sum eisini fekk
blómur og ein málning i
gávu frá kórinum.
Ólavur Hátún segði:
Tríati ár eru liðin, síðan eg á
fyrsta sinni upplivdi teg
sum kór- og orkesturleiðara
— á Europa Cantat stevnuni í
Nevers í Fraklandi 1964.
Sama var upplivingin í
Namur í Belgia 1967 og í
Graz i Eysturriki 1970.
A stevnuni í Autun i Frak-
landi 1973 høvdu vit i
Havnarkórinum ta gleði at
vera vid i framførslu av
Skapanini eftir Joseph
Haydn undir tinari leiðslu.
Tú minnist kanska, at eg
undir einari døgurdasam-
komu greiddi tær frá okkara
kórstevnuhaldum og mest í
skemti spurdi teg, um tú
kanska hevði hug at komið
til Føroya einaferð at arbeitt
vid kórsangarum her.
Kløkkur, men glaður vareg,
tá ið tú hálvt ár seinni ringdi
og segði frá, at tú tað várið
skuldi til US A og á heim-
vegnum kundi hugsad tær at
lagt leidina hendanvegin.
Ikki sørt heitur um oyruni
var eg eftir hesa samrødu, ti
eg hevði gjørt avtalu við teg
um at koma higar at arbeiða
við kórverki, sum okkara
tónleikalív tá ikki enn var
búgvið til. Til alla lukku
fingu vit professionellan
stuðul frá frændum okkara
vestan hav, íslendingum, og
minnilig gjørdist hendan
Kórstevnan 1974 fyri okk-
um gll, sum vóru við.
Arið eftir, at vit høvdu
fingið Norðurlandahúsið,
høvdu vit aftur samband við
teg, og tú legði tá ikki minni
enn Beethoven-messu fyri
okkum. Krevjandi, men
stimbrandi hava tær upp-
gávur verið, sum tú eftirsíð-
an regluliga hevur spent
okkum fyri, og ógloymandi
verða hesar tónleikauppliv-
ingar standandi í huganum.
Mong munnu spyrja,
hvussu tað ber ul, at tón-
listamaður av slíkum inter-
nationalum formati soleiðis
afturvendandi tímir at vitja
okkum her úti í Atlantshavi,
ofta til umstødur, sum tú als
ikki ert vanur við ella góð-
tekur heima hjá tær sjálv-
um. Men eg veit, at fyri tær
Nr. 237 —10. DESEMBER 1994
Teir báðir vinirnir. Ólavur og Willi Gohl hálsfevnast
Willi fekk bæði blómur og klemm frá kórsangarunum
Síða 7
er tónleikur meira enn lista-
mannbrøgd í einari konsert-
hell, at hann hevur breiðari
perspektiv, eini boð at bera
ikki einans til tey fáu úr-
valdu.
Tíðliga valdi tú tónleika-
uppalingina ul tín lívsgern-
ing, hetta at geva ungdóm-
inum besta høvi til at ogna
sær tey lívsvirði, sum bert
tónleikurin kann geva, tað
at fáa tónlistina út til fólkið.
Saman við vinmanninum
Godifried Wolters og gðr-
um góðum fólki hevur tú
eisini verið ein hin ídnasti í
arbeiðinum við kórsangi at
virka fyri sambandi og
vinarlag millum tjóðir.
At vit her í Føroyum hava
fingið so ríkiligan ágóða av
tínum listamannasinni og
almenmenniskjaligu hug-
sjónum, tað eru vit mong,
sum eru takksom fyri. Iva-
leyst kundi eg í navni alra
føroyskra kórsangara borið
tær tekin um takklæti. Tað
havi eg ikki myndugleik til;
men vit í Havnarkórinum
hava við hetta 20-ára høvid
loyvt okkum ta avgerð at
gera teg til heidurslim í kóri
okkara.
Vit vita væl, at heiðurin
meira fellur okkum í lut at
kunna telja teg sum heiðurs-
lim í kórinum, men tað er
okkara ynski, at tú tekur í-
móti hesum takksemissym-
boli sum eitt íkast hiðani til
ta tøkk, sum kórsangarar
víða hvar hava at bera tær.