leygardagur 10. desember 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Herfyri spurdi Jákup
Olsen, løgtingsmaður
fyri Kristiliga Fólka-
flokkin landsstýris-
mannin í fiskivinnumál-
um, Ívan Johannesen
um, hverjar ætlanir
landsstýrið hevur fyri
flakavirkinum suðuri í
Vági. Í spurninginum lá
eisini, hverjar ætlanir
landsstýrið hevði fyri
onnur virki, sum Føroya
Fiskavirking — partvíst
ella heilt hevur, ella fer
at steðga.
Og hesum fyrispurn-
ingi hevur Ivan Johann-
esen nú svarað. Hann
sigur, at landsstýrið hev-
ur ikki ætlanir fyri ein-
støk flakavirki, sum pri-
vat partafeløg eiga. Og
fiskimálaráðharrin legg-
ur aftrat, at flakavirkið í
Vági varð í samband við
umfatandi skuldarsaner-
ingina av flakavirkjum á
várið 1993 selt Føroya
Fiskavirking. Lands-
stýrismaðurin sigur, at
landsstýrið fer ikki at
leggja seg út í, hvussu
privat virki leggja rakst-
ur sin til rættis, eftir
teimum ætlanum og
møguleikum tey hava til
tilfeingi og figgjarliga.
Vinnulívið
aftur á føtur
Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum upp-
lýsir í svari sínum til
fyrispurningin, at lands-
stýrið arbeiðir ógvuliga
nógv við spurninginum
um, hvussu vinnulívið í
Føroyum aftur fæst á
fótur. Hetta verður gjørt í
fleiri súgum.
Sambært landsstýris-
manninum er eitt av hes-
um stigum, at samskipa
tilboðini til vinnuna um
Stuðul úr landskassanum
og øktar møguleikar fyri
fígging aftrat tí fígging,
sum fæst frá peninga-
stovnunum, serliga í tí
nýggja vinnulívsgrunn-
inum, sum varð avtalað-
| Landsstýrið
ongar ætlanir
fyri einstøk
flakavirki
Men landsstýrið arbeiðir hinvegin
ógvuliga nógv við spurninginum um,
hvussu vinnulívið aftur fæst á fótur
Sum ein serligan
áhuga fyri Vágs bygd
fer landsstýrið at
stuðla royndunum at
fáa kongafisk úr
Irmingarhavinum til
virkingar í Føroyum,
sigur Ivan Johannesen.
ur við donsku stjórnina.
Ivan Johannesen sigur,
at hetta eru royndir at
skapa karmar fyri vinnu-
lívinum, sum fáa vent
gongdini.
Kongafiskurin
Landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum ger
heilt greitt, at landsstýrið
fer ikki aftur inn í
stuðulin, sum hann varð
veittur í áttatiárunum, tí
hesin hevur verið okkum
ov dýrur. Hann heldur, at
innan teir karmar, sum
nú verða skaptir, er tað
uppgávan hjá vinnuni
sjálvari = við áræði,
dugnaskapi og vilja, at
seta nakað í váða at gera
ætlanir og fáa tær at
virka.
Og í hesum sambandi
leggur Ivan Johannesen
aftrat, at her man
Suðuroyggin ikki vera
verri fyri enn onnur.
Hvørki tá tað kemur til
fólk ella vinnufeløg.
Ívan Johannesen leggur
aftrat, av serligum áhuga
fyri Vágs bygd, sum
hann tekur til, at lands-
stýrið ætlar áhaldandi at
stuðla royndunum at fáa
kongafisk úr Irmingar-
havinum til virkingar í
Føroyum.
Landsstyrismadurin
leggur aftrat, at lands-
stýrið kann ikki skapa
virksemi. Tað má vinnu-
lívið gera. Men lands-
stýrið fer av øllum alvi at
arbeiða fyri, at karmarnir
fyri einum vinnulívi á
sunnum og haldgóðum
stødi verða so góðir sum
gjørligt.
tór.-
Petur Jacobsen, Anfinn Reinert, brandmenn og Erland Joensen, brandmeistari í nýggju v
Tidindabladid EH)
aktarstovuni. Mynd: Kalmar
Brandstød og verk-
staður flyta saman
Í farnu viku flutti brand
gamla grótbrotinum vid Oyggjarvegin. Brandstóðin og ve
I 46 ár hevur brandstødin í
Havn húsast nidarliga í
Vardagøtu. Fyrst í barakk-
um hjá bretska hervaldin-
um, og miðskeiðis í seksti
árunum vóru barakkirnar
tiknar niður, og nýggj stóð
bygd har. Tórshavnar
Sløkkilio varð annars
stovnað í 1933, og helt
fyrstu árini til í sokallaða
sproytuhúsinum á Vaglin-
um.
Í samband við flytingina í
nýggju hølini í grótbrotin-
um, varð skipað fyri lítlari
samkomu, har Lisbeth L.
Petersen, býráðsformaður
greiddi millum annað frá
arbeiðinum at finna eitt
betri hóskandi stað til
brandstødina enn trongligu
umstødurnar í miðbýar um-
hvørvi.
-Farið varð undir at
byggja húsið í grótbrotinum
í 1990, men frammanundan
høvdu drúgvar royndir
verið gjørdar at finna eitt
hóskandi stað, tí at hava
brandstød mitt í býnum,
varð hildið at vera óheppið.
Í veruleikanum hevur verið
abeitt við hesum ætlanum
síðani seinast í 70-num,
segði býráðsformaðurin og
legði aftrat, at nú eru
umstødurnar góðar, hóast
ynskiligt hevði verið, at
nakað av útgerðini kundið
verið nýggjari.
Nýggju húsini eru 2250
fermetrar til víddar og tey
kosta 13 milliónir sum tey
standa. Ikki er alt innrættað
enn, og tað verður gjørt so
hvert tørvur og pengar eru.
Á brandstødini starvast
13 fólk, og haraftrat eru
einir 18 sjálvbodnir brand-
menn.
Tað er Byggitek og
Demic, sum havastaðið fyri
seinasta partinum av ar-
| — 1 Brandstødin í Havn hevur tiggju bilar av ymiskum slag, ein bjargingarbát og útgerð til fýra froskmenn. Mynd: Kalmar
stødin í Havn úr trongligum miðbýarumhvórvi í nýggj hús í
rkstaðurin húsast nú saman
beiðinum.
Nú brandstóðin flutti
niðan í grótbrotið, húsast
hon saman við kommunala
verkstaðnum. Leiðari av
brandstød og verkstaði er
Erland Joensen, brand-
meistari.
tór.-