Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. desember 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostaluria | Nr. 237 -10. DESEMBER 1994 — Sida9 VERKSTADURIN Å BREKKU "NNNNNANNNÆRKNKNNAANKNNNNNNSAKKNENNNANNNAASA AAA AKNNAKNKAKNANNARSAANNNNNNNNSAKASAANNSKNNAAAANNAA SNAK Hugsa tygum um, JOLAGAVU? — komid so nidan å VERKSTAÐIN | Hjartaliga Å BREKKU | vælkomin! og siggid okkara Fólk, sum keypa í handlunum i miðbýnum, fáa hvønn dag ein seðil, sum tey kunnu skriva navn sítt á, og tey luttaka so í lutakasti um ein vinning (Mynd: Kalmar) Fleiri og fleiri seðlar Handlarnir í miðbýnum i Havn lata væl at jólasóluni í ár Herfyri kom hetta fitta lítla húsið upp í Grasagarði, við Tekniska Skúlan í Havn. Húsið hevur bæði vind- eygu og hurð, og hvønn dag verður nógvur postur pot- aður inn gjøgnum postriv- una í hurðini. Posturin er seðlar, sum fólk fáa, hverja ferð tey keypa fráhandlunum, id eru limir í Miðbýarfelagnum. Á seðilin skriva tey navn og bústað. Klokkan hålvgum seks verða allir seðlarnir tíknir upp, og ein vinnari funnin. Vinningurin er onk- ur lutur ella eitt gávukort. Í vindeyganum á ú lítla húsinum verður kunngjørt, hvør hevur vunnið, og hvat er at vinna. Henda skipanin verður líka til jóla. Tollaksmessudag verða allir teir innkomnu sedlarnir koyrdir í eina rúgvu, og so verður drigið um tann stóra vinningin, sum verður eitt gávukort uppá 2000 krónur fráhandlunum í miðbýnum. Siri Eysturoy, formaður í Miðbýarfelagnum, heldur tað vera stuttligt, at so nógv fólk luttaka og koyra seðlar inn í húsið. Miðbýarfelagið fann uppá at seta hetta húsið upp bæði fyri at vísa fólki Grasagarð og fyri at fáa meira fólk í býin. Og væl hevur gingist, ti tað koma fleiri hundrað seðlar inn hvønn dag. Fólk eru meira enn so farin at keypa jólagávur, og handlamir lata heilt væl at. - Tað er so hugnaligt í Miðbýnum, tí tað eru so nógv fólk, og tað ger ikki mun, um veðrið er ringt, sigur Siri. Hon heldur tað eisini vera blivið meira hugaligt, nú fleiri handlar hava lauð upp aftur, og tað eru komnir nakrir nýggir. Tað lítla húsið hava næm - ingar á tekniska skúlanum í Havn smíðað. Miðbýarfel- agið hevur lænt húsið frá teimum. Siri dugir ikki at siga, um tað verður stand- andi har aftaná jól. - Hevdi nú onkur vættra- familja flutt inn, hevði dámt okkum væl, sigur hon. Í morgin verður jólatræið í miðbýnum tendrað, og tá verður sangur og tónleikur. Næsta leygardag og í døg- unum í jólavíkuni verður | alla tíðina ymist undirhald. Næsta leygardag komer | jólamaðurin eisini til Havn- ar, og sum skilst kemur hann í ár við sluppini. Hann ætlar sær eisini niðan í Grasagarð, tí har hevur hann ongantíð áður verið, sigur Siri. randi Í GÓÐA á OÐRVÍSI | OPID ER ÚRVAL IANAANANAANNNANNNNANAAANANNA NA frå kl. 8—16 VERKSTADURIN Å BREKKU - KLAKSVIK Býráðið mótmælir skerjingum á Tekniska Skúla Tórshavnar Býráð hevði eykabýráðsfund hós- kvøldi6. Tað vóru and- stóðulimirnir í býráðnum, sum høvdu biðið um fundin, og ørindi teirra var at fáa býráðið at sam- tykkja eitt mótmæli mót- vegis skerjingunum á Tekniska Skúlanum i Havn. Allir trettan býráðslim- irnir samdust skjótt um at heita á Føroya Landsstyri at taka til nýggja viðgerð uppskotnu skerjingarnar av útbúgvingunum á Tekniska Skúlanum i Havn. Býráðið sigur seg eisini ivast í, um nøkur verulig sparing er í uppskotinum, um ungdómur okkara annaðhvort skal sendast við stuðli av landmum ella vísast til arbeiðs- loysisstuðul ella almenna forsorgarhjálp. Men bý- ráðið ivast hinvegin ikki i, og tað fyri ungdómin og fyri samfelagið alt er stórur missur at taka teir møguleikar frá honum, sum hann hevur í dag. Í áheitanini á lands- stýrið verður eisini sagt, at býráðið hevur altíð staðið saman um at styðja hand- verkið og vinnuna í býn- um, og hevur øll árini ásannað týdningin av hollari yrkisútbúgving. -At varðveita og út- byggja kunnleika er av- gerandi fyri okkara fram- tíð, og dugnaligur ung- dómur er okkara besta ogn, ikki minst í hesum tíðum, nú so stórar broyt- ingar og avbjóðingar standa fyri framman, sigur býráðið í samtykt síni hóskveldið. tór.- Leikhúsjól i morgin Í morgin klokkan 16 verður fyrsta framførslan av Leik- húsjólum í Sjónleikarhúsi- num. Leikhúsjól er eitt fast tiltak í Havn upp undir jól, og eins og hini árini eru tað børn og ung, sum hava brúkt fleiri seinnapartar og kvold til at venja leikir og sangir, sum tey fara at framfara á pallinum. Tey hava vant í næstan tveir mánaðir undir leiðslu av leikstjóranum Hedvig Vestlund, sum er finst og annars hevur arbeitt í Belgi í fimm ár. Eini 30 børn og ung eru við. M. a. fara tey at framføra sjónleikin Snjódrotningin eftir H. C. Andersen, ein vættraleik og søguna um Lítla Gutta, og har verður nógvur sangur. Leikhúsjól eru bæði fyri ung og gomul. Vanligar gerandisdagar verða Leikhúsjól framførd klokkan 17. Leygrdagin og sunnudagin, næsta viku- skiftið, verða framførsl- urnar kl. 14. Atgongumerkið kostar 20 krónur. Tey fáast bæði í Kunningarstovuni og í Sjónleikarhúsinum.