Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. desember 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 237 —10. DESEMBER 1994 Skúlapolitikkur verður rikin um figgjarlogina Brådligu skerjingarnar ósa skúlafólk og tey, sum varða av útbúgvingunum, nógv Tað hevur verið nógv tos og nógv virksemi millum skúlafólk síðani fíggjarlóg- aruppskotið kom fram. Í Havnini eru mótmæli kom- in, um at landsstýrið skjýtur upp, at tekniski skúlin verð- ur skerdur og itøkiliga vísir á, hverjar útbúgvingar skulu skerast burtur. Í Vestmanna var fundur mikukvøldid, har Eilif Sa- muelsen, landsstyrismadur i skúlamálum og Jákup An- dreassen, stjóri á fiski- vinnuskúlanum, vóru høv- uðsleikarar. 150 fólk vóru á fundi, og tey samtyktu áheitan til avvarandi mynd- ugleikar um at sleppa ætlan- ini um at flyta skúlan til Klaksvíkar. Næmingarnir á skúlanum hava eisini biðið um frið at vera har, sum teir eru nå. Mia Hansen, id er bygd- arráðsformaður i Vest- manna og sambandsumboð fyri Norðurstreym í løgting- inum, vildi fyrrapartin av vikuni ikki vera ov avgjørd og hótta við samgongusliti, um fiskivinnuskúlin varð fluttur úr bygdini. Men á fundinum mikukveldið segði hon, at tað ongantíð verður talan um; at hon verður við til at samtykkja fíggjarlóg, har tað stendur sum viðmerking, at fiski- vinnuskúlin verður fluttur úr Vestmanna. Úr Suðuroy eru mótmæli komin um, at eingir fiski- vinnuskúla- og handils- skúlanæmingar verða tiknir inn á miðnámsskúlan kom- andi summar. M.a. hevur javnaðartingmaðurin í Vági, Henrik Old, givið sína misnøgd til kennar. Í Klaksvík hava næming- arnir á HF skeiðnum mót- mælt, at teirra skúli skal niðurleggjast. Rektarin á studentaskúlanum í Eystur- Hví virkar tað almenna so illa? — um fíggjarjáttanina til Fróðskaparsetrið fyri 1995 Fíggjarlógaruppskot lands- stýrisins fyri 1995 er lagt fram, og játtan setursins lækkar við 1,2 mió. úr 10,3 til 9,1 mió. krónur. Í viðmerkingunum sig- ur landsstýrið, at sparingarnar skulu fáast við ikki at taka stu- dentar inn á náttúruvísinda- deildina og søgu- og samfe- lagsdeildina í 1995, og í sam- svari at leggja størri dent á granskingarpartin. Setrið sleppur sjálvt at meta um undirvísingina á føroyamåls- Her lekur illa millum tøl og talu. At fylgja viðmerkingun- um hjá landsstýrinum loyvir einans niðurskurði upp á hálva mió. kr. Hetta er so langt frá niðurskurðinu, landsstýrið mælir til, at tað kann ikki (aft- ur) vera roknifeilur. Einasta frágreiðing kann tí vera, at landsstýrið við beráddum huga sigur eitt og ætlar eitt annað. Og her er eitt skúladgmi um, hvussu politikkur verður rikin í Føroyum. Kjakið er um mál, ongantíð um ætlanir í merk- ingini strategi. Ég minnist eittans dómi, og tað var tá Marita Petersen í síni tíð sum landsstýrismaður fyri skúlar royndi at fáa orðaskifti á tingi um miðnámsskúlarnar í Før- oyum, fyri at hoyra hugsan tingmanna. Orðið var frítt. Og eg minnist, at tingmenn vóru í dýrastu neyð. Teir vistu ikki síni livandi ráð. Teir vóru ikki vanir at skula hava eina mein- ing um málið. Vanin var at hava eina meining um eina meining, og tað var jú nógv lættari. Verður fróðskaparsetrið tik- ið sum dómi, so er her stovnur, landsstýrið vil til lívs. Fram- ferðin er at skera ov langt fyrsta árið, tí so er stovnurin farin. Tá vanta próvgrundir í- móti at lata restina fara árið eftir. Tað er at fáa talið av stu- dentum niður, tí so er leikur lættur. Eftir tveimum árum eru allir studentamir, sum eru byrjaðir, lidnir við lesturin. Eftir tveimum árum er Fróð- skaparsetur Føroya ikki á fíggj- arlógini = longur. Henda samanrenning av tíðarætlanum ger spælið 6hugnaligt. Men hesin óhugni verður reint »gys«, tá hugt verður eftir játt- anini til stuðulsstovnin fyri 1995. Har verður jåttanin lækkað við 1,5 mió. krónum. Av studentum setursins fáa u.u. 60lestrarstudul. Øll eru yvir 18 ár og við metingini at 15 búgva hjá foreldrunum (fáa 1445,25 kr./mð.) og 45 búgva til leigu (2205,81 kr./m8.), tá »kosta« studentamir å setrinum 1,45 mió. kr. Hetta er so nær við sparingina hjá stuðuls- stovninum, at kalt fer eftir rygginum. Ætlan landsstýrisins við setrinum í framtíðini haldi eg meg nú hava avdúkað. Tað er tí ljótt myrkaspæl, at landsstýrið í sínum viðmerkingum til fíggjarlógaruppskotið letst vilja nakað annað. Hevði landsstýrið sagt, hvat ætlanin var, so høvdu vit kjakast um framtíðarleikir í staðin fyri at keglast um eitt tal á fíggjar- lógini. Kjakið um framtíðina skuldi helst ásett talið á fíggjar- lógini. Hitt kennist øvugt. Framferðir sum landsstýri- sins í hesum máli hava í øSrum fórum við forðað fyri konstruk- tivum kjaki um strategiir og framtíð. Og mangulin uppá konstruktivt kjak um strategiir er orsøk til, at >tað almenna« virka so illa! Nóatún 8. desember 1994 Flóvin Eidesgaard Tidindabladid CH oy hevur víst á óhepnar av- leiðingar, sum kunnu stand- ast av at taka skúlan av, og næmingarnir hava roynt at sannført byrådspolitikarnar og løgtingsumbodini fyri Norðoyggjar um, at skúlin skal halda fram. Og i fyrradagin vóru tað næmingarnir á Fróðskapar- setrinum, sum vóru í ung- inum og mótmæltu spar- ingum á teirra lærustovni. Skúlapolitikkur yvir fíggjarlógina Í tinginum kundu tey les- andi saman við øllum Før- oya fólki gjøgnum útvarp og sjónvarp hoyra fyrstu viðgerðina av fíggjarlógini. Har var m.a. umrøtt tær sparingar, sum skulu gerast á skúlagkinum, og tað vóru fleiri, sum vóru misnøgd við, at tað á hverjum ári í sambandi vid framløguna av fíggjarlógaruppskotin- um verdur skotid upp at flyta skúlar. Tað er sum at skúlapolit- ikkurin verður ríkin um fíggjarlógina í staðin fyri, at skúlapolitikkur varð stung- in út í kortið. So kundu pol- itikamir játta og vita, hvat játtanirnar fóru til. Oljuútbúgvingarnar Fyri tveimum árum síðani varð nógv tosað um útbúgv- ingar, sum høvdu við olju- vinnuna at gera. Landsstýr- ið setti pening av til útbúgv- ing av kavarum og onkrum ødrum og skúlafólk ferðað- ust langa leið fyri at finna pláss fyri føroyskum næm- ingum. Talan var ikki um skipað- an skúlapolitikk yvirhøvur, og hvar samfelagið hevur fingið burturúr, verður mett ivasamt. Fyri einum månadi sidani setti landsstýrið eina nevnd at kortleggja framtíðarút- búgvingartørvin innan olju- vinnuna. Í nevndini stia eitt umboð fyri Lands- skúlafyrisitingina, eitt fyri Fróðskaparsetrið og eitt fyri Oljufyristingina. Arbeiðið hjá nevndini er at lýsa, hvørjar útbúgvingar eru aðra staðni, og hverjar út- búgvingar verða mettar eiga at setast á stovn í Føroyum. Lesandi duga ikki at síggja, hvat ein nevnd við tí- líkum setningi skal brúkas til, tá játtanirnar til skúlarn- ar verða skornar burtur. Men á politiska og fyrisit- ingarliga økinum verður undirstrikad, at talan ikki er um åvisan lærustovn, men at allar útbúgvingar, sum kunnu hugsast at koma upp å tal, verda havdar å lofti. -nes Takið spar- ingina til viðgerðar av nýggjum Umboð fyri næmingaráðið á Fróðskaparsetrinum, tað eitur Gøtubrå, vóru hósdag- in í tinginum, har teir hand- aðu løgtinginum eina áheit- an um at taka til nýggja við- gerð upphæddina, sum er sett til teirra lærustovn. Skrivið er soljóðandi: Sambært fíggjarlógar- uppskoti | Landsstyrisins fyri 1995, sum nú er komið á løgtingsbord, skal Fróð- skaparsetur Føroya aftur spara, hesuferð 1,2 mió. kr. Seinastu árini er so líðandi skarvað burtur av fænum, og nú er so lítið eftir, at verða 1,2 mió. kr. spardar afturat, so fer stórur partur av Fróðskaparsetrinum í grøvina. Sambært løgtingslég um Fróðskaparsetur Føroya er Setrid, sum onnur slik, ein granskingarstovnur og ein læristovnur. Vid ti fæi, sum eftir verður, er eingin møguleiki at halda fast um bæði, og tí verður frálæran stedgad. Próvforslan fyri sparingini hevur verið, at næmingar kunnu fáa somu frálæru uttanoyggja, og tí er óneyðugt at hava hana heima. Grundgevingin, at ikki er neyðugt at lesa í Føroyum, tá útbúgvingin kann verða tíkin aðrastaðni, er løgin, fyri íkki at siga óhugnalig, tí vitkunnu seta hana fram um mestu undirvísing í oyggj- unum. Fyri hvønn stovn verða, umframt pening, eis- ini lærarar, vitan, ungdómur og framtíð spard burtur. Hóast hugsanin er ræð- andi, so ætlar okkara hátt- virda Landsstýri í ramasta álvara at beina næmingarn- ar á Fróðskaparsetrinum av landinum — sum teir fyrstu. Hverjir verða teir næstu? Vit vilja minna á, at í løt- uni eru hundrað lesandi á Setrinum, Hesi lesa í ti trúgv, at tey kunnu fullføra lesturin, men verður spar- ingin samtykt, verða tey slept upp á fjall. At lam- skjóta tey lesandi á henda hátt er ein ábyrgdarleys pol- itisk gerð. mun til aðrar útbúgving- ar er upptøka til lestur á Setrinum fyri hvønn ein- stakan lesandi formliga ein avtala við Landsstýrið. At fremja sparingar er brot á avtalur og trúvirði Lands- stýrisins kemur í váða. Føroya fólkavaldu, stedgid ørvitisleikinum, ti nú er ovmikið! Vit heita á tykkum um at viðgera vandamiklu spar- ingina á Fróðskaparsetri Føroya av nýggjum og somuleiðis niðurskurð á ødrum stovnum, um úrslitið verður, at næmingar fara úr Føroyum.