leygardagur 10. desember 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin } Nr. 237 —10. DESEMBER 1994 Síða 11
Fram mót
við uppsagnarótta
Dapurskygni valdar á Fróðskaparsetrinum, har stóru sparingarnar tykjast fara at
gera, at lærdi háskúlin skal fara í smildur
Tað hongur ein nívandi
onnur yvir Fróð-
skaparsetrinum. Fíggjar-
lógaruppskotið, sum tingið
hevði tl 1. viðgerð hósdag-
in,og sum núer farið í fíggj-
arnevndina, leggur upp til,
atsetrið skal spara 1,2 milli-
ónir krónur. Landsstýrið
dylur ikki fyri, at í teirra
verð ræður alt um at fáa
undirskotið á fíggjarlógini
niður um tær 220 millión-
imar, sum avrátt er við
donsku stjórnina, og so er
neyðugt at niðursjóva so
mangt í samfelagnum, m.a.
Fróðskaparsetrið, sum
komandi árini skal taka sær
av granskingararbeiði við-
víkjandi føroyskum viður-
skiftum.
Landsstýrið heldur, at
fyribils skulu allar útbúgv-
ingar, sum kunnu takast
aðra staðni enn í Føroyum,
leggjast niður, og tær deild-
irnar, sum í størstan mun
hava tíkið lesandi inn, skulu
mest sum niðurleggjast.
Sagt við øðrum orðum, so
skulu tey á Fróðskaparsetr-
inum taka sær av føroysk-
um máli og nakað av ment-
5»
i jo
an, og tað merkir, at sØgu-—
og samfelagsdeildin og
náttúruvísindadeildin skulu
skerjast.
Umskiftandi
gongd
A Fróðskaparsetrinum
verður arbeitt av lívsins
kreftum fyri at vinna eitt
sindur inn aftur av tí, sum
politikarnir leggja upp til
skal sparast. Lærarar og
granskarar eru í sama báti
sum onnur starvsfólk og tey
lesandi, og so er spurning-
urin í hvønn mun tað cydn-
ast at undirbyggja tað neyð-
uga í, at játtanin ikki verður
skorin so nógv.
Tey á Debusartrød kunnu
í hvussu so er vísa á, at tey
hava verið gjøgnum nógv
skiftandi tíðir. Tey fyrstu 25
árini var Fróðskaparsetrið
eitt akademi, men so varð
tað góðkent sum lærdur há-
skúli. Løgtingid lóggav
hesum viðvíkjandi í 1990.
Lóggávan var grundað á
bláa álitið, sum ein nevnd,
mannað við fólki úr lærdum
háskúlum í grannalondun-
um og onkrum føroyingi
uttan fyri Fróðskaparsetrið,
gjørdi fyri landsstýrið.
Hugskotið var, at tað
skuldu vera trý fakultet, 23
akademisk stórv vórðu
normeraði, umframt nógv
teknisk og umsitingarlig
størv. Samladi raksturin
hevði verið knappar 20
milliónir, um siglt var við
fullum seglum, men so
langt náddu tey ongantíð.
Jåttanin var uppi á 14,6
milliónum í 1989. Tá hevði
vøksturin verið stórur í í
fleiri ár, men síðani hevur
gingið skjótt hinvegin. Í
1990 var játtanin 12,2 mió, í
1991 12,5, 1992 11,3, 1993
10,6, 1994 10,3 og uppskot-
id til komandi år er 9,1.
Bjarga sær
sum frægast
Eingin ivi er i, at talan
verður um uppsøgnir, tá tað
skal sparast. Hóast setrið
hevur virkað við uimum fa-
kultetum, so er bygnaðurin
frá akademi tíðini ongantíð
broyttur. Tað vil siga, at tað
eru framvegis tvær megin-
deildir — ein hugvísindalig
og ein náttúruvísindalig.
Í fyrsta umfari verða tað
megindeildarráðini, sum
skulu koma við uppskotum
um sparingar. Endaligaorð-
ið hevur setursráðið, sum er
mannað við rektaranum,
formonnunum fyri megin-
deildirnar, | næmingaum-
boðum og starvsfólkaum-
boðum.
Skulu nógv høvd rulla, so
skulu umboðini fyri ymsu
partarnar á setrinum semj-
ast um, hvor skal sigast upp.
Tað verður ikki ein løtt upp-
gáva, og tað eru nógv, sum í
hesum døgum kenna seg
sita ley í saðlinum.
Granskararnir og undir-
vísararnir eru berandi kreft-
imar í slíkum umhvørvi. Á
onkrum teirra skilst, at tað
eru fleiri, sum umhugsa at
siga starvið frá sær og royna
at fáa starv aðra staðni. Tey
hava í síni tíð verið í út-
búgving í Danmark ella
onkra aðra staðni við tí fyri
eyga at koma aftur til Før-
oya. Tey hava sekt starv á
Fróðskaparsetrinum, og
áðrenn tey eru sett, hava tey
verið gjøgnum tunga met-
ing, um tey eru tey réttu at
røkja størvini.
Nú laga umstødurnar seg
soleiðis, at sannlíkið fyri at
missa starvið er økt, og so
verður sum frægast roynt at
fóta sær aðra staðni, og tað
verður ncyvan við ti fyri
eyga at koma heim aftur til
Føroya, tá umstødurnar
eina ferð aftur broytast ul
tað betra.
Uppsagnar-
møguleikar
Tað er ikki ókent fyri-
brigdi, at lærdir háskúlar
noyðast at spara. Í granna-
londum okkara hava tey
verið gjøgnum fleiri spari-
umfør, men at virksemið
verður minkað við einum
triðingi eftir fimm árum eru
tað neyvan fleiri dómi um.
Royndirnar aðra staðni
vísa annars, at tað sjálvdan
eru tey, sum sita í føstum
akademiskum størvum,
sum fyrst fáa reyða kortið.
Tað plagar fyrst at vera tey,
sum hava einstakar tímar
umframt annað arbeið. Arb-
eiðskraft av slíkum slag
liggur er á einum stødi, sum
ger, at ein hálv millión kann
sparast hálva árið fram til
summarfrítíðina, men tað
berneyvan til at siga gll upp,
um undirvísingin skal vera
líkinda góð.
Annar parturin plagar at
vera tekniska og umsiting-
arliga starvsfólkið. Á teim-
um økjunum hava lærdu hå-
skúlamir kring okkum
minkað um starvsfólkatal-
ið, táneyðugt hevur veið við
sparingum, og tað er neyvan
nakað at ivast i, at soleiðis
fer tað eisini at vera á Fróð-
skaparsetrinum, um tað
verður neyðugt at spara.
Undir øllum umstødum
verður jólamánaðin iva-
leyst tungur hjá teimum,
sum eru á lønarlistanum á
Fróðskaparsetrinum. Eing-
in veit, hvussu framtíðn
verður, men einki er at taka
seg aftur í, at nógv verður
smíðað, meðan fíggjarlóg-
aruppskotið verður tugt og
tanlað í figgjarnevndini. Ur-
slitið skal vera klárt, áðrenn
árið er liðugt.
-nes
Ålitisbrot at
spara so nógv
Tey lesandi kenna seg snýtt av politikarunum, og halda, at Fróð-
skaparsetrið snýtir sínar samstarvsfelagar í óðrum londum
Tey lesandi á Fróðskapar-
setrinum halda tað vera
stórt sannlíki fyri, at tey ikki
sleppa í skúla aftur eftir
nýggjár. Tey síggja stórar
meguleikar fyri, at eingir
lærarar verða at taka sær av
undirvísingini.
Granskararnir og lærar-
amir hava seks mánaðar
uppsagnarfreist, og um teir
verða sagðir úr starvi frá 1.
januar, so kann ikki roknast
við, at teir taka sær av teim-
um lesandi várhálvuna.
Heldur fara lærararnir at
finna sær annað arbeið, og
so noyðast tey lesandi at
gevast.
Tað vil siga, at hjá summ-
um eru fleiri ár farin í vaskið
og hjá summum er eitt hálvt
ár farið fyri einki, og so
skulu tey bíða eitt hálvt ár,
áðrenn tey kunnu byrja av
nýggjum onkra aðra staðni.
Lyftisbrot
Tað eru oman fyri eitt
hundrað lesandi, sum á ein
hvønn hátt eru knyu at Setr-
inum, men talið á teimum,
sum hava sína dagligu
gongd har, er kanska tað
hálva av hesum.
-Summi hava gingið her í
fleiri ár, og onkrum restar
lítið at fáa prógv í høvuds-
grein. Vit eru fleiri, sum
ganga stødisår her við ætlan
um at halda fram við lesn-
aðinum í útlandinum, greið-
ir Jóhanna Ellendersen frá.
Hon telist millum tey
tíggju, sum í summar byrj-
aðu á søgu— og samfelags-
deildini við ti fyri eyga eftir
stødisårid at halda fram á
skúla í Skotlandi og har fáa
eina BHM útbúgving, sum
ofta vísir seg hent hjá teim-
um, ið ætla sær starv innan
oljuvinnuna. Umframt hesi
vóru uppaftur fleiri tíkin inn
á stóðisútbúgvingina í sam-
felagsfrødi. Tey eiga rætt at
halda fram við lesnaðinum í
Danmark.
— Tå vit fingu møguleikan
at søkja inn á Setrið var tað
sjálvsagt í áliti á, at møgu-
leiki varð at fáa fyrsta árið
frá hondini her. Tí er talan
um klárt lyftisbrot, um
møguleiki ikki verður at
halda fram.
Dettur nidurfyri
I 1993 komu fyri fyrstu
ferð næmingar inn á søgu-
og samfelagsvísindadeild-
ina, sum høvdu ætlan um at
halda fram við lestri til
BHM í Skotlandi ella sam-
felagsfrødi í Danmark.
--Eitt stórt og miðvíst arb-
eiði hevur verið gjørt í eini
fimm ár fyri at fáa næming-
um her frá atgongd til Ro-
bert Gordon skúlan í Aber-
deen og lærda háskúlan í
Álborg. Seks næmingar eru
á skúlanum í Skotlandi. Tað
er fíggjarliga tungt at út-
búgva seg uttan fyri Norð-
urlond, tá vit ikki eru limir í
ES, men við nógvum og
miðvísum arbeiði hevur tað
eydnast at fáa stuðul frá út-
lendskari = oljuvinnu at
fíggja útbúgvingarnar við.
Um útbúgvingarnar nú
detta niður fyri, so verður
tað ikki sum at siga tað, at
fáa alt hetta upp aftur at
standa, heldur Jóhanna Ell-
endersen:
— Tað tekur drúgva tíð at
byggja sovorðið upp, men
tað skal lítið til fyri at bróta
niðuraftur.
Soleiðis siga næmingarn-
ir. Politikarnir sita við figgj-
arligu ábyrgdini, og teir
skulu meta um, hvat upp-
hæddirnar á fíggjarlógini
Skulu nýtast til. Tað fara teir
atgera tær tríggjar vikurnar,
sum eftir eru av árinum.
Uuan iva verður onkur
konto broytt í mun til upp-
skotið, sum varð lagt fram
fyri viku síðani. Eitt stendur
tó fast munurin millum
inntøkusiduna og útreiðslu-
síðuna skal ikki fara upp um
220 milliónir krónur!
-nes