leygardagur 10. desember 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
At Norðurlandahúsið
hevur fingið ein finskan
stjóra setir sjálvandi eis-
ini sín dám á virksemið
í húsinum. Vit hava havt
íslendskan, danskan,
svenskan og norskan
stjóra í Norðurlandahús-
inum og hava nógv av
tiltøkunum øll hesi árini
eisini verið merkt av,
hvaðani stjórin kom.
Tí er tað heldur einki
meira enn nátúrligt, at
fleiri tiltøk nú umboða
Finland, fólkið, mentan-
ina o.m.a. Tann 6. de-
sember var finskur tjóð-
ardagur - sjálvstándig-
hetsdag, sum hann eisini
verður kallaður á fin-
landssvenskum.
Nógv verður gjørt
burtur úr hesum degi í
Finlandi og millum før-
oyingar av finskari ætt
hevur dagurin eisini
verið hildin privat. Í ár
gjørdi so nýggi stjórin í
Norðurlandahúsinum.
Thorolf Bjørklund
Finland á veg upp
Peter Turtschanioff av
at halda dagin í húsinum
fyri umleið 100 innbod-
num.
Har varð tónleikur og
upplestur og borðreitt
varð við finskum við-
skera. Stamen Stantchev
spæli á flygul og Stefan
Simonsen á trombon.
Teir framførdu finskan
tónleik. Matarina
Nolsøe og Hans Tórgarð
lósu upp úr
tjóðarkvæðinum
finska
Finskur tjóðardagur
i Norðurlandahúsi
Kalevala í týðing hjá
Jóhannes av Skarði.
Tvær veitslurødur
vórðu hildnar. Thorolf
Bjørklund, finskur kon-
sul og stjórin í Norð-
urlandahúsinum hildu
róður, sum vit prenta
her.
Stefan Simonsen og Stamen Stantchev løgdu fyri við finskum tónleiki. Mynd Allan
inskur konsul:
ur aldudalinum
-Góðir dagar vara ikki við. Tað hevur altíð verið ein bylgju-
gongd, fleiri ár hvønn vegin. Hesa ferð hava finlendingar farið
framum aldudalin og eru á veg uppaftur. Vónandi fylgja Føroyar
viðrákinum, so at alt verður vent til tað betra, eisini her segði
Thorolf Bjørklund m.a. Hann segði:
Æraðu gestir — kæru vinir!
Dagurin í dag, tann 6. de-
sember, er Finlands sjálv-
stándighetsdag, sjálveæðis-
dagur. So tað er sjálvandi
Finland sum er høvudsevni í
kvøld. Av ti at eg sjålvur eri
finlendingur, so væntast av
mær, at eg skal vita alt um
landið, sum eg eri føddur og
uppvaksin í. Nú er jú veru-
leikin tann, at eg havi verið
búsettur í Føroyum tey sein-
astu 38 árini, so mangt er í
nútíðini, sum eg ikki veit
um.
Finska tjóðskaldið Johan
Ludvig Runeberg letur
»Fånrik Stål« byrja sínar
sagnir: >Til flydda tider át-
ergár min tanke án sá gár-
na<. Nu vil eg eisini venda
aftur til farnar tíðir, umleið
50 ár aftur. Tað sum man
vanliga kallar >gamlar,
góðar dagar« - men vóru
teir tað?
Kríggið móti Sovjetsam-
veldinum fyri at varðveita
finskt sjálvræði var av í
1944. Tað hevði kostað
ómetaliga nógv - bæði ma-
terielt ag menniskjaliga.
Meira enn 7% av arbeiðs-
føra fólkinum fall á vigvøll-
um, og næstan eins mangur
vendi heim avlamin
Einkjur og faðirleys vóru í
hópatali. 200.000 íbúðir
oyðilagdar. Landið var í sori
og bløddi — men yvirlivdi
Landamarkid fyri eystan
var flutt, umleid 13% av
landaøki, ella eitt øki å
stødd vid Danmark måtti
avhendast, harvið eisini
umleið 30% av landsins
fiskarikidømi
443.000 fólk máttu
flýggja frá húsi og heimi
Tað var umleið 12% av Fin-
lands fólki, fleiri enn allir
íbúgvar í Helsingfors tá á
døgum
Eg búði tá nakað mið-
skeiðis millum russiska
markið og Helsingfors. Nú
sóu vit ikki meira til tey
100-tals russisku bumbu-
flogførini, sum hevdu
órógvað okkum - og mína
skúlagongd - dag og nátt.
Nú var myndin ein onnur:
endaleys fylgi av heimleys-
um fólki, gangandi ella á
hestavognum, í dagavís
Heimleys og kanska vón-
leys. Øll hesi fólkini máttu
fáa nýggjar íbúðir, jørð og
endurgjald fyri tað tey
høvdu mist.
Omaná alt hetta åløgdu
russar eitt krígsendurgjald,
sum Finland mátti gjalda.
Hetta gjald bleiv ásett til
300 milj. gulldollarar til
gjaldoyravirði 1938 — aft-
urgjaldstíðin var 6 ár. Um-
roknað til virði ár 1944
svaraði talið til umleið |
miljard dollarar. Í mun til
fólkatalið var hetta tað
tyngsta endurgjaldið í
heiminum aftan á bardaga-
árini.
Umleið "4 skuldi gjaldast
við maskinum og aðrari
ídnaðarútgerð, '4 skip og
tann írestandi triðingurin í
høvudsheitum træ- og
pappirsframleidslu. Sidst
nevnda mundi vera tað
minst torføra at klåra, men
fyri at klåra skip og maskin-
ur var neyðugt í stórum at
byggja skipasmiðjur og
verksmiðjur annars. Ar
beiði var til allar hendur at
byggja landið uppaftur og
at fáa hjólini at mala fyri at
klára endurgjaldsbyrðuna
Ikki bert til Sovjetsamveld-
ið, men eisini til tey av
landsins egnu borgarum,
sum stóðu á berum
Mangan var torført at fáa
råvørur og útgerð rætt-
stundis, tað førdi við sær
eyka straffrentur, sum ikki
vóru smáar, 5% per mánað,
Krígsendurgjaldið kravdi
nógv av finska fólkinum,
bert tað fyrsta árið var end-
urgjaldsparturin % av tí
samlada útflutninginum.
Fyri at tað kundi lata seg
gera var neyðugt at fólkið
stóð saman og fór til verka
Har var eingin onnur loysn
Tað skal heldur ikk:
gloymast, at Sveríki og
USA sýndu Finlandi stóra
vælvild og lótu lán og rúmar
gjaldstreytir. Til endans
gjørdust eisini russar vinar-
ligir, og góvu eftir ein part
av skuldini, somuleiðis sum
afturgjaldsterminan longd-
ist úr 6 upp í 8 ár. Seinasta
vørusending av endurgjald-
mum var 19 september
1952
So var eftir at finna ker
arar til ta framleiðslu, su
nå var komin i gongd. Og
sera væl gekk mong år
frameftir.
Finsk framleiðsla er í dag
kend um allan heimin fyri
bæði dygd og >design<. Um
tað so er talan um smáar
prýðislutir ella luxusferða-
mannaskip - ella nakað
sum kanska kann gerast
áhugavert í dag: oljubori-
pallar
Sum kunnugt vara góðir
dagar ikki við. Tað hevur
altíð verið ein bylgjugongd,
fleiri ár hvenn vegin. Hesa
ferð hava finlendingar farið
framum aldudalin og eru á
veg uppaftur Vónandi
fylgja Føroyar viðrákinum,
so at alt verður vent til tað
betra, eisini her.
Hver veit um ikki okkara
eftirkomarar um 50 ár um-
tala dagarnar í dag sum
„tann gamla góða tidin«?