leygardagur 10. desember 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CO Nr. 237 —10. DESEMBER 1994 Síða 17
Bjórn á Heygum í Dimmalætting 26 nov. og 6 dec. 94.
Fundamentalistisk
kapitalistisk snaring
Eg havi ongan sum helst áhuga í tínum kanningum . Kanna tú bert alttað, ið tær lystir.
Tað, sum harafturímóti hevur mín stórsta áhuga og sum er av allarstórsta almenna
áhuga og týdningi, er avdúkingin í Dimmalætting 26 nov., um spekulatión í "tí reins-
andi mátti " tú sigur verða í politiaktiónum . Og nú ætlanir tínar sambart grein tina
tann 6.dec. at draga ósek fólk fyri dómaran, at fáatey óseku fridømd. Hetta millum
annað sigur John Smith í svari til Bjørn á Heygum, løgtingsmann.
Tomæmur ella kanska
forstokkaður er tað fyrsta
einum kemur til hugs, tå
hugt verður eftir, hvat ið tað
er, ið Bjørn á Heygum,
hevur sett sítt navn undir, í
Dimmu, týsdagin tann 6.
dec. 94. Ella bannsettur?
Hvat skal ein hugsa um ein
mann, ið svarar í eystri, tå
spurt verður í vestri?
Eitt forvirrað fyribrigði "í
einum avskeplaðum hu-
gaheimi merkt av mein-
sóknargrskapi," citat eftir
Bj. á Heygum?
Jú, menn hvussu skal tað
skiljast?
Tað er í hvørtfall tekin um
eitthvørt slag av sálarligum
destabiliteti tá ein løgfrød-
ingur lesur eina grein og so
síðan burtur úr hesari
finnur orsøk til, seriøst at
fara í holt við, at skriva um
alt annað, enn tað, ið var
innihildið í hesi grein.
Men so legið tað nú kann
tykjast, so er tað hetta
Bjørn á Heygum ger í einari
grein á síðu 5, í Týsdags-
dimmuni, har hann um-
framt løgfrødispolitisku-
herðferð sína, nú eisini
tykist verða farin íholt við
eina psykoanalytiska di-
mesión.
Bjøm á Heygum hevur
kanska lisið læknafrødi,
áðrenn hann mátti gevast
og fór í holt við løgfrødi?
Tað kann sigast at vera heilt
skizofrent, tá BáH. um
grein mína í Sosialinum vil
verða við, at greinin snýr
seg um, citat: ta kanning,
sum ætlanin er at seta í
verk.
Einasta eg nevni um kan-
ning, í grein 29. nov. er
kanning av Bjørn á Heyg-
um sjålvum, hansara ha-
bilitetur sum formadur i
løgtingsins rættarneynd,
sett upp versus hansara å-
skoðan (holdning) til "tann
reinsandi måttin” í politi-
aktiónum, sum t.d. teirri ið
varð framd medio novem-
bur í ár.
Tað, sum er av serligum
týdningi, sjålvt um tað ikki
tykist verða gingið upp fyri
Bjørn á Heygum sjálvum
enn, er ein óvanlig hending
har ein fólksins umboðs-
maður, alment í forhond,
avdúkar, at hann er ein kal-
kulerandi ella beroknandi
menniskja, ein sum speku-
lerar í ymiskum hættum, í
sambandi við wøling av ti
sama fólki, hann apellerar
til sum politiskt valevni.
Tað er hetta mín grein snýr
seg um og ikki hetta, ið
Bjørn á Heygum rópar um
og kallar Kanningarnar.
Kannska ætlaðar at tæna
einum endamåli, í hond-
unum á hesum manni: At
brúka sum amboð í stre-
vinum um politiska maka.
- og hetta sær einhver, ei-
síni ikki løgfræðingur, við
einum hálvum eyga.
Tað áhugaverda er, hví ein
løgfræðingur leggur eina
so velduga orku í at skriva
um nakað, ið kann kallast
politiskar frustratiónir, hel-
dur enn við einum einasta
orði at vísa aftur ella bur-
turforklára sjálvsavdúkin-
gina um spekulatión í
politiaktónum, leygardag-
in tann 26. nov. 94 og nú,
har hann aftur, í somu Ødi,
rennur seg inn í eitt nýtt
juridiskt dilemma, tá hann
boðar frá at ósek skulu
dømast frí!!
Ogenn meira skeiv verður
skrivingin hjá BáH. tá hann
í næsta broti finnist at mær,
citat: Ístaðin fyri at halda
seg til evnið so verður
skotridin av alskyns ókvæ-
misorðum vend móti un-
dirritaða sum formanni í
rættarneyndini.
Púra rætt, mín skriving er
vend móti formanninum í
løgtingsins = rættarneynd,
løgtingsmadur við ambi-
tíónum um at gerast
løgmaður, og sostatt ikki
móti nakrari kanning.
Skriving mín snýr seg um
ein almennan persón, sum í
Dimmu 26 nov. avdúkar ein
óvanligan, sera skakandi
hugburð. Hugburður, ið ef-
tír mínum tykki ikki er
sambarligur við demokrat-
iska sidvenju og tað, sum
skilt verður við eitt sam-
felag har rættvísið skal
ráða.
Tað, ið Bjørn á Heygum
boðar frá, er spekulatión í
árini av skipaðum ágangi
móti ósekum borgarum í
okkara samfelag, og tað er
av hesi orsøk so sera skilligt
at hann við at visa til og
skriva um heilt onnur
viðurskifti, roynir alt tað
hann kann til tess at fáa
føroyingar at fokusera frá í,
hann var so óheppin at
avdúka í Dimmalætting 26
nov. At dóma eftir talinum
av lýsingarorðum í hansara
fráfokuseringsgrein tann 6
dec. í ár, so er honum nógv
um at gera, at almen-
ningurin ikki skal gerast alt
ov varur við, hvat, ið tað er
Bjørn á Heygum umboðar
av nýggjum hættum innan
løgfræði.
Hugsar man næmi um
hverjar konsekvensurnar,
uppá sikt fara at verða fyri
Føroyar og føroyingar, so
kann "að tykjast, sum ber
tað frum móti stovnsetan av
einum politistati, líka fram
at einum totaliterum sam-
felag.
Enn hava vii so dánt eitt ka-
pitalistisk/socialdemokra-
tísk samfelag, eins og tað
íslenska, norska, svenska
og danska.
Fullkomuliga øra oratoriskt
villa, válkanin sær í glos-
um, í negativum týdningi,
so sum: sosíalistar, kol-
lektivistar, moralskar sug-
gur, socialismunar væl-
signilsir og tílíkt eru royn-
dir at fjala út yvir tað honum
glapp av munni í Dim-
malætting tann 26. nov.
Hesar oratorisku tiradir eru
tær somu sum hava lióða.
einum og hvørjum ig
haltum profacistiskum feu-
dalisti av munni allar dag-
ar, allastadir, somu frasur-
nar ið vóru í brúki, tå
Franco, Hitler, Mussolino
við fleiri, í 30 - árunum og
fyrst í 40 - strevaðust eftir
valdinum og fingu tað. Het-
ta eru somu nótar, somu
tónar. Eg havi hoyrt teir
áður, og eg kenni teir aftur
nú teir eru farnir atljóða
hart, millum geilar og tún,
bæði her og har.
Eingi tekin, hvorki í sól ella
mána, eru meira rættvísandi
og sostatt røtt eftirfarandi,
enn tá menn og flokkar fara
at bjóða tær "meira" ræt-
tartrygd. Tá lærir søgan ok-
kum, at tá fáa vit politiskt
systemskifti.
Tá, fáa vit hin sama rættin,
ið var løggiltur og settir í
verk hina gitnu náttina, tá
jødarnir fingu teirra "rætt"
og hini tóku sær sín rætt.
Krystallnáttina var Bjørn á
Heygum íkki gitin enn og
tíansheldur føddur. Men
mongum mundi renna kalt
niður eftir rygginum, av
teimum, ið hoyrdu henda
mannin, tá hann fyrstu ferð
kom sær fram at mikro-
fonini hin 1. mei. dagin í
1991 á Tinghúsvellinum í
Tórshavn.
Yvirskrivtin á síðu 5 i Dim-
malætting tann 6. dec. var
FUNDAMENTALISTISK
SOCIALISTISK
DEMAGOGI.
Mær vitandi havi eg ikki
givið nøkrum nakrad ser-
liga orsøk til, at búra meg
inni í nøkrum trongum
politiskt idcologiskum bú-
ri. Kapitalisma ella sosial-
isma, tað kann vera eitt feitt
og tað sama, ti eins og alt
annað her á landi, so svarar
hvørki tað eina ella tað
annað tl tað, ið navnið
merkir. Ivist í um tað na-
krantíð hevur gjørt tað.
Her í landinum hevur so rátt
ein vavstur av privat
kommunismu og kapital-
ismu undir leiðslu av
yvirhøvur politiskt sam-
sintum hjá Bjørn á Heyg-
um,og hevur hann hug , at
válka sær við polemiskum
frasum og soleiðis fáa fólk
at associera makkverks-
årslitini hjá 5' kolon-
nuelituni innan føroyska
buskaparpolitiska stýring
seinastu = fjórðingseldina,
sum eina roynd at praktise-
ra socialismu, so er tað han-
Sjálvur og fleiri við mær
halda, at hetta er meira at
líkna við ein forsmakk uppá
Kápitalismunnar fall. Fólk
eru meira at sær komin enn
tey eru tað í hugaheimi
Bjørn á Heygums. Tey vita
at her hava rátt nakrir
nålastriputir kapitalistar, ið
settu í system og brúktu
privatkommunistiskan æt-
lanarbúskap sum amboð.
at lensa samfelagið alt og
seta fólkið í botnleysa
skuld, meðan tað eystan fyri
vóru sama slag kapitalistar,
flætnir blóðdálkað sosial-
istisk klæði, ið har ráddu
fyri borgum.
Ætlanarbúskapur prakti-
seraður av stóru multi-
nationalu risafclagsskapi-
num tvørtur um landamørk
og ella cin nationalistisk
monopolistisk sovjetisk el-
la ein føroysk privat-
kommunistisk/kapitalistisk
versión, årslitini eru í øllum
førum dømd til at verða líka
so fúl. Principich og í
praksis akkurat tað sama,
við akkurat sama elendiga
úrslíti.
Tað er bert eitt eg ikki eri so
vissur um, tað er spurning-
urin, hvar kommunistarnir
hava goymt rovini. Her
sigsttoppurin av ísfjallinum
uml. 7 milliardir at standa í
bankanum, meðan øll on-
nur, hanga uppá eitt mót-
svarandi líknandi tal í
milliardum krónum, í skuld
til tann danska statin,
meðan um somu tíð sum
kapitalistiskt/socialdemo-
kratiski/sjålvstyris/verka-
mannaskatturin, hålar i solt-
na júguri við meira enn
70%, hjá teim flestu.
Og fólkið flýggjar, sum
undan pest og kolera, báð-
um ísenn
Og so til endans ókvæmis-
orð og spekulatión í neg-
ativum vendingum.l grein
míni havi eg gjørt nýtslu av
fýra orðum.
— fundamentalist
— demagog
— kapitalist og
— jurist
— og tað ert tú væl!
At hetta eru ókvæmisorð
visti eg ikki fyrrenn nú tú
sigur tað, undantikið kann-
ska orðið demagogur?
Niðanfyri nevndu orð eru
oll tíni, tíkin úr tínari grein.
Orð sum:
— sera ivasamar avgerðir
— ógvusligu ágangandi
— sinnisbornu
- sålarliga eyðmerktu
— illsinnisherindi
— maktsjúka
— har id pipari grør
— vénloysisødi
— desperat roynd
—ørvitisskapinum
— korruptu marglætistíð
— avskeplaða trúðvirðið
-politisk moralsku sugguni
— fanatikari
— andaliga skurvuti
hugsjónarmaðurin
— nívur inná sálina
— sjálvútnevndur
rættvísisins talsmaður
— søsialismunar frumborna
einkarrætt.
- er ikki svar verd.
— socialismunnar
vælsignilsir.
— avskepladum hugaheimi.
— meinsóknargrskapur.
— heksajakt.
— maktgirnd.
— valdsmisnytslu.
— lógarbrot.
- ódámligt fyribrygdi.
- ørkymlandi óvissa.
— nívandi illgruni.
— grov politisk
umsiungarlig lógarbrot
— vitloysi
- figgjarligur ørvitisskapur
- despirat roynd
- vónloysisgði
- leggja ábyrgd á tey seku
Sum sagt, alt hetta omanfyri
eru tíni orð, og minnir het-
ta eisini um okkurt av ti, ið
søgan veit at siga um.
Um hesi næstan hálvt-
hundrað lýsingarorðini siga
nakað um meg, tað er,
møguligt, men eitt er vist
tey siga ikki so heilt lítið um
persónin Bjørn á Heygum.
Tey meira enn staðfesta tað
ið eg havi sagt!
Úr hesum tínum mikla
floymi av orðum standa hesi
eftir:
"FRÍKENNA
TEY OSEKU"
Hetta síðsta harra løgfrødin-
gur, sigur hetta ikki pling,
og er tað ikki at loypa so
langt út á bláman, at her
vinnist ikki land uppaftur,
ella ert tú so skrásikkur, at tú
skilur tað ikki? Er talan um
víðagitna oyrað, ið hongur
fast sum ein slókna kola,
anlopin undir tí tóma kup-
linum í einari skralltómari
jesuittiskari katedral?
Eg havi ongan áhuga ítær
og tínum kanningum. Kan-
na tú tað tú hevur hug til at
kanna. Men ímeðan skal
tað verða loyvt: At huglei-
ða um áskoðanir hugburð
og meiningar hjá ein-
hverjum almennum per-
sóni, ikki bert tá tað snýr seg
um Atla P. Dam, men so
sanniliga eisini viðvíkjandi
harra Bjørn á Heygum, tí tað
hevur, ikki bert min, men
tað er av allarstørsta almen-
na áhuga, at tú ætlar at
draga ósek fólk fyri
dómaran fyri har at fáa
tey fridømd!
j.smith