Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. desember 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 237 —10. DESEMBER 1994 Sjovinnubankin - »lalt kr. 1,5 mia.« Føroya Banki - ikki minni Tilsamans - minst 3 mia. kr. Fleiri sannleikar koma fram Sidani Richard Mikkelsen er komin út úr síni holu, aft- an á at hava verið sera tig- andi í 2 ár, so kemur bæði líkt og ólíkt undan kavi. Opna brævið til danska for- sætisráðharran, sum um- røddi leiklutin hjá Figgjar- eftirlitinum og Fíggingar- grunninum fekk Richard Mikkelsen at leypa so púr- asta framav, og hann fær sum vera man aftursvar frá fleiri síðum í hesum døgum. Hansara ólátaði atburður og viðferð av føroyska samfe- lagnum og føroyingum sum heild hevur fingið bæði ein og annan at gera upp við seg sjálvan, atnúer bikarið fult: Nú skal alt á borðið. Sjálvur upplivi eg tað so, at fleiri hava vent sær ul mín við upplýsingum og í summum fórum skjólum, sum tey hava fingið flýggjað í trún- aði. Eitt av teimum er fundar- frásøgnin frá fundi 4. ok- tober 1992 í millum Fíggj- areftirlit og nevnd og stjórn Sjóvinnubankans, har eis- ini løgmaður, Atli Dam og landsstýrismaðurin í fíggj- armálum, Jógvan Sund- stein vóru hjástaddir. Nú er hon ikki serliga loynilig longur, tí nógv tykjast kenna til hana, sum ikki vóru á fundinum — meðan aðrir, ið vóru á fund- inum, ikki minnast hana. Eitt brotið, sum eg havi heft meg við, er, ið hvussu er, ikki loyniligt longur: EM (Ejgil Mølgaard, stjóri á Fíggjareftirlitin- um) skónnede, at det be- hov, der var for at re- konstruere banken, var omkring 430 mio. kr. for at være inden for lovens rammer. Desuden blev ansláet, at der ville være et umiddelbart behov pá omkr. kr. 500 mio. og pá et senere tidspunkt yder- ligere kr. 500 mio. lalt 1,5 mia. Dette for at være troværdig overfor de ud- enlandske lángivere. (Herðingin mín, JM). Hetta er so ikki loyniligt longur, tí Birgir Danielsen, fyrrv. nevndarformaður í Sjóvinnubankanum, endur- gav m.a. júst hetta brotið í sínum vidmerkingum til Richard Mikkelsen i blød- unum fyri stuttum. Hetta brotid er ikki bert å- hugavert, men fram um alt skelkandi, tí tað avdúkar til fulnar, at handilin við parta- brøvum imillum Figgingar- grunnin og Den Danske Bank fór fram á følskum grundarlagi. Tium so var, at tad longu i oktober '92 var greitt, at avsetingarkrøvini upp á Sjóvinnubankan fóru at vera tilsamans 1,5 mia. kr., so hevur tað verið ikki minni enn 3 mia. fyri báðar teir størstu undir einum, tí hankavirksemið var stórt sæð eins, bert við tí muni, at Føroya Banki var eitt vet stórri. Av ti at Fíggjareftir- litið gjørdi mun í viðgerðini av donskum og føroyskum pengastovnum, tá teir komu í kreppu i Føroyum, fyri- liggur eftir øllum at døma einki tilsvarandi referat viðv. Føroya Banka, men bert endurgevingar av munnligum samskifu. Tær tykjast tó allar at benda á tað borðið, at stødan var nett hin sama í báðum bankun- um. So kravið til avsetingar til Føroya Banka má eisini hava ligið um hálva aðru milliard. Av ti sama ber ikki til at koma stutt aftanå parta- brævaumbýtið, sum fór fram mars '93, og krevja nýggjar avsetingar, sum um ein nýggj stóða var upp- staðin. Visti Figgjareftirlit- ið í oktober 1992, at saml- aðu avsetingarnar fóru at vera 3 mia. krónur, so vistu teir tað eisini í mars '93. Sjálvsagt. Tískil kunnu hvergin Fíggjareftirlit, Fíggingar- grunnur ella Den Danske Bank við minsta veti av reiðiligheit framhaldandi tvíhalda um, at handilin fór fram ul ein hóskandi pris. Prisurin valdadist, hvat ið Fíggjareftirlitið fann upp á av krøvum til avsetingar. Á fundi millum Figgingar- grunnin, Den Danske Bank og Føroya landsstyri 17. mars 1993 visir Richard Mikkelsen til, at »Finans- tilsynet mente, at prisen for akticombyttet var rimelig«. Hvat vistu føroyskir politikarar? Atli Dam og Jógvan Sund- stein vóru báðir við til fund- in hin 4. oktober 1992, so teir kendu báðir til hesa metingina hjá Fíggjareftir- litinum. At teir kortini komu heim til klettarnar sum hálvir sigursharrar av- vísandi alt krepputos og vissandi fólkið um, at nú var Sjóvinnubankin so sterkur sum ongantíð, kann bert undra. Møguliga trúðu teir ikki upp á, at Fíggjareftir- litið fór at fara so langt, tí tá samanumkom, so var tað eitt sindur úlvildarligt, hverjar avsetingar, eftirlitið kravdi og nær. At banka- kreppan var ein veruleiki, ber ikki til at tosa seg utt- anum, men hvussu hon tók seg upp, og hvussu um- fatandi hon gjørdist, vald- aðist í stóran mun meting- unum hjá hesum eftirliti, og hvussu tað valdi at viðgera pengastovnarnar. Hesum spurningi mugu teir sjálvir svara. (-Birgir Danielsen, sum eisini var løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, var eisini á fundinum, men sum nevndarformadur í bankan- um. Hann kann ti ikki spyrjast sum politikari í hesum sambandi). Aðrir politikarar vistu eisini um hesa metingina hjá Figgjareftirlitinum, ti fleiri hava játtað, at teir høvdu havt høvi at sæð fundarfråsøgnina. Kortuni varð tvihildid um, at al- menna pengainnspræning- in í Sjóvinnubankan fór at vera cindømi og tað, sum kravdist til at rætta skútuna upp. Sama endurtók seg 1. februar 1993. Í dag vita Gud og hvort mansharn í Før- oyum, at tað var so syndar- liga langt frá øllum veru- leika. Eftir stendur spurn- ingurin, hvat ið fekk ikki bert ein politikara, men eina heila rød til at fortreingja hesa fráboðan, sum átti at verið tann veruleiki, sum allur poliukkur varð lagdur eftir? Ivaleyst okkurt reint menniskjansligt heldur enn okkurt slag av samansvørj- ing. Í slíkari stóðu noktar tú ivaleyst at twúgva ti, tú hoyrir og sært. Kortini eru grundleggj- andi prinsipiellar grund fyri at tala at, tí líka síðani hevur stórt sæð øll politikara tala verið tann, at har var bert eitt at gera, og tað var at lofta Sjóvinnubankanum. At henda leið varð vald, hevur skuldarbundið = almennu Føroyar fyri hálva tridju milliard og harumframt kostað føroyingum tað mesta av tí sjálvsavgerðar- rætti, ið lá í heimastýris- skipanini. At hugsa sær aðra leið hevur verið skýrt á- byrgdarloysi. Í sjónvarpssending fyri stuttum varð landsbanka- stjórin Sigurð Poulsen spurdur, um hann hevði mælt til at fylgt teirr leið, ið varð vald, um hann hevði kent prísin. Eins avgjørdur og altíð í hesum máli svar- aði hann játtandi, men legði síðani afturat, at tað hevði neyvan borið til politiskt. Tað er so ein spurningur, um tað ikki bar til. Tað veldst sjálvandi, um teir, politikararnir trúðu fráboð- anini hjá Ejgil Mølgaard. Hvat vistu embætismenn? Svarið hjá landsbankastjór- anum reisir samstundis spurningin, um embætis- menn hava havt ta neyðugu vitanina? 6. oktober 1992 vistu teir eftir øllum at dóma einki, tí teir vóru á ongum sinni inni í myndini. 1. februar vóru teir har, og mæltu til. — Um teir kendu til fráboðanina hjá Fíggjareftirlitinum er ilt at siga. Hinvegin so bendir notat, ið landsbankastjórin, stjór- in á Hagstovuni og stjórin á Búskapardeildini í Tinga- nesi skrivaðu 16. mars 1993 ikki á, at teir kendu til hetta úttalilsið hjá Møl- gaard. Í hesum notati fara teir igjøgnum gongdina í málinum. Hevdi referatid frå 4. oktober 1992 ligið sum skjal í Tinganesi, høvdu teir ivaleyst havt tað við í hesum sambandi. So høvdu teir neyvan skrivað, at »Øgreina mótvegis Danske Bank, um tørvur er á nýggjum kapitali, verður best svaraður av Danske Bank<, soleiðis sum teir draga samanum í nidurstød- uni. Vanligt er at tosa um skyldur og loyalitet hjá em- bætismonnum mótvegis politikarum. Eitt mál var herfyri, har embætismaður fekk koyrilin fyri ikki at hava latið upplýsingar fara víðari til teir politikarar, sum høvdu ábyrgdina. Hin- vegin ber sjålvsagt heldur ikki til, at politikarar halda upplysingum aftur fyri em- bætismonnum. Um henda fundarfrágreiðing frá 4. oktober 1994 ikki fyriliggur sum skjal í journal í lands- stýrinum, so hava embætis- menn ongan lívsins møgu- leika at koma við rættari meting, tá teir verða bidnir um at koma við fakligari til- ráðing. Tá gevur tað heldur onga meining at spyrja teir. Men tað var so tað, sum hendi. Hverjar avleiðingar? Tey, ið beinleiðis mistu pening í partabrævaumbýt- inum eiga sjálvsagt at fáa endurgjald, tí hann fór fram undir følskum fortreytum. Uppskotið hjá Lise Lyck um at hesi leggja sak móti Figgjareftirlitinum og danska statinum kundi ver- ið gongd leið. Men føroyskir borgarin hevur somuleiðis krav upp á endurgjald fyri at hava sloppið Den Danske Bank undan stórtapi, sum lands- kassin nú hongur uppá. Tað krevur eina kanning, sum fer á botn í øllum, soleiðis sum uppskotið hjá Fólka- flokkinum leggur upp til. Hon má gerast. Íkki bert tí at nøkur endurgjaldskrøv skulu staðfestast, men eins nógv ti at politiska viðferð- in av hesum máli reisir eina Ørgrynnu av spurningum, sum mugu svarast, so vit ikki verða tíkin so fullkomi- liga av fótum aftur eina aðru ferð. Vit skulu eitast at hava demokrati. Í hesum máli fingu borgararnir ongantíð tær upplýsingar, sum skulu til fyri at kunna taka stóðu. Uppaftur minni hevi at velja millum alternativar møguleikar. Frá politiskari síðu — og fråembætismanna síðu — hevur verið neyð- hildið um, at har vóru ikki aðrir møguleikar enn at lofta bankunum. Hetta var ongantíð so. At embætis- menn vita tað, kemur fram í notatinum hjá embætis- monnunum, har henda áheitan á landsstýrið er at lesa: Tíðindablaðið CH Enn einaferð skal ti verða mælt til at fara undir at kanna fylgjurnar av at lata bankarnar gjógnum eina skipaða trotauppgerð (koniroll- erað fallitt), og t.d. lata næsta lánið fara til at stovna ein nýggjan pen- % ingastovn, id kann føra tær sunnu fyritøkurnar víðari. - Tann kanningin er fram- vegis ikki gjørd. Jógvan Mørkøre Jólatiltak í Viðar- lundini í Sum fráboðað í farnu viku var ætlanin hjá Lionsfelagsskapinum í Havn at hava árligu hugnaløtuna í viðar- lundini seinasta sunnu- dag. Men sum kunnugt bleiv hetta ikki til nakað. Tiltakið varð avlýst vegna vánaligt veður. Sum frættist hittust menn henda morgunin longu kl. 9 til at fyrireika tiltakið í viðarlundini, tí ætlanin var, at hetta ar- beiðið skuldi vera liðugt áðrenn kirkjutíð. Komn- ir á staðið varð skjótt greitt, at har var einki at gera, tí vindurin var ov nógvur og ælingarnir so grovir, at alt vildi verðið blåst í luftina sum stødan tá sá út. Tí varð steðgað til feskastu veðurtíðind- ini frættust í útvarpinum kl. 10. Men har vóru ván- irnar ikki alt ov góðar: út á dagin skuldi vindurin linka nakað, einir 10—15 m/s, og annars storm- ávaring. Hetta fekk menn at setast aftur, so morgin ikki varð farið undir nakra fyrireiking, og av- gjørt varð at útseta tiltak- ið í eina viku og lýst varð um hetta í útvarpinum um middagsleitið. Men tað skuldi so vísa seg, at veðrið blíðkaði munandi út á dagin, so góð líkindi vóru júst tá ið tiltakið annars átti at verið, men tá var ov seint at fyrireika nakað. Kaffi- og kakao- munnur fæst til keyps Men nú ætla so Lions- fólkini at royna aftur í morgin. Byrjað verður í Viðarlundini kl. 14.00 og heldur tiltakið fram til kl. 16.00. Havnar Hornor- kestur skal undirhalda vid jólatónleiki og høvi verdur hjå vitjandi at keypa jólaprýði og tilfar og føtur úr vidarlundini til jólaprýði. Kaffi- og kakaomunnur við boll- um ella vaflum afturvið fæst til keyps.