leygardagur 19. juli 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 19. juli 2003
31
31
Úrslit av Statoil Kring Føroyar 2. teinur
Nr.
RyggNr.
Navn
Felag
Aldur Bólkur
Tíð
Km/t
1
33
Ivan Kristensen
Cycling Gladsaxe
33
B
03:17:43
35,20
2
28
Thomas Japp Hansen
Cycling Gladsaxe
22
A
03:17:43
35,20
3
29
Niels Jakob Thomsen
Cycling Gladsaxe
25
A
03:27:19
33,57
4
27
Gunnar D. Olsen
Tórshavnar Súkklufelag
38
H30
03:29:16
33,26
5
35
Gregers Rosdahl
Cycling Gladsaxe
31
C
03:33:06
32,66
6
30
Gunnlaugur Jonasson
Hjólreiðafélagi Reykjavíkur
41
H40
03:34:51
32,39
7
24
Alfreð Harðarson
Hjólreiðafélagi Reykjavíkur
29
03:35:07
32,35
8
25
Gunnar M. Zoega
Hjólreiðafélagi Reykjavíkur
29
03:38:38
31,83
9
39
Eli Christiansen
Tórshavnar Súkklufelag
18
Junior
03:44:17
31,03
10
26
Haukur M. Sveinsson
Hjólreiðafélagi Reykjavíkur
19
03:55:59
29,49
11
42
Jørgen Green
RCR
65
H60
04:01:32
28,82
12
41
Stig Helm Hansen
Cycling Gladsaxe
38
Motión
04:05:18
28,37
Ikki gjøgnumført
38
Bárður Husgaard
Ikki møttur til start
40
Christian Guttesen
Ikki møttur til start
31
Sverri M. Edvinsson
Súkklubrek
36
Jákup Johansen
Ikki súkkla fullan tein
Ungdómar uml. 90 km
1
45
Hans Krosstein
Tórshavnar Súkklufelag
15
Junior
03:30:30
33,06
2
43
Bergur Ingemarsson
Tórshavnar Súkklufelag
14
Begynder
03:33:46
32,56
Ikki gjøgnumført
44
Danjal Michaelsen
Givin á Eiðisskarði
Nr. 135 • elygardagur • 19. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Á teininum eysturoy-
arteininum hóskvøld-
ið endaði føroyska
vónin í Statoil Kring
Føroyar góðar tólv
minuttir aftanfyri
vinnaran, og tí eru
vónirnar um ein sigur
ikki góðar
SÚKKLING
Stefan í Skorini
Hesuferð var tað danin Ivan
Kristensen, sum fór við
sigrinum. Hann kom á mál
saman við oddafiskinum
samanlagt Thomas Japp
Hansen.
Teinurin hesuferð var úr
Havn ígjøgnum kaldbaks
bergholið og norð til Eiðis,
súkklað varð um Eiðisskarð
til Leirvíkar, síðani fóru
súkklararnir runt Agnið og
málið var við Saltangará.
Hetta var nógv tann harð-
asti teinurin í kappingini.
Ivan og Thomas slíta
Tá feltið kom til landsfjósið
í Kollafirði fóru Ivan Krist-
ensen og Thomas Japp
Hansen frá hinum, og feltið
slitnaði. Tað eydnaðist ikki
Gunnari at koma við í hetta
útbrotið, og hann megnaði
ongantíð at fanga teir báðar
fremstu aftur.
Ivan
Kristensen
og
Thomas Japp Hansen, sum
eru úr sama felagi, ar-
beiddu væl saman fyri at
varðveita munin niður til
hinar.
Eftir
Eiðisskarð
gjørdi Gunnar eina roynd at
fanga teir aftur, men hann
fekk onga hjálp.
Hann súkklaði einsamall-
ur, og tí var tað nærum
ógjørligt at vinna inn á teir
fremstu. Gunnar súkklaði
einsamallur heilt frá Eið-
isskarði til Leirvíkar og
inntil Agnið.
Tað hevði við sær, at
Gunnar onga megi hevði
eftir, tá farið varð runt Agn-
ið, og hann varð fangaður
av Niels Jakob Thomsen,
sum eisini fór framvið
Gunnari og legði hann aft-
urum seg við tveimum
minuttum.
– Eg doyði fullkomiliga
móti endanum av teininum.
Kanska satsaði eg ov tíðliga
í kappingini, men tað gerst
ikki við, sigur Gunnar
Dahl-Olsen, sum hevði
trupulleikar við gervunum í
byrjanini av kappingini, og
tí fór hann ikki við Ivan
Kristensen og Thomas Japp
Hansen.
Niels Jakob Thomsen var
úti fyri einum óhappi
áðrenn kappingina hósdag-
in, har hann meislaði sær
høgra legg og arm og hevði
pínu í síðuni. Hetta hevði
við sær, at hann ikki súkkl-
aði við fullari megi hós-
dagin, men hann fekk tó
eitt gott úrslit.
Stórur munur
Nú hevur Gunnar eitt langt
lop upp til oddamannin
Thomas Japp Hansen, sum
er einar fjúrtan minuttir
frammanfyri Gunnar, ið
liggur á einum samlaðum
fjórðaplássi. Hetta verður
tungt at hála innaftur hjá
Gunnari.
Danirnir frá Gladsaxe
vísa seg at vera sera sterkir,
og teir hava dominerað
kappingina higartil.
Fríggjakvøldið var eink-
ultstartur á Sandoynni,
leygardagin varð koyrt í
Suðuroy og sunnudagin
verður
endabresturin
í
Havn.
Gunnar datt burturímillum
Danirnir, sum luttaka í Statoil Kring Føroyar, hava
dominerað kappingina higartil, og Thomas Japp Hansen er nú
stórfavorittur at vinna kappingina
Mynd: Álvur Haraldsen
Íslendsku súkklarar-
nir eru við í samlaðu
kappingini, hóast teir
ikki vóru við á
prologinum
SÚKKLING
Stefan í Skorini
Teir fýra íslendingarnir,
sum ikki vóru við í prolog-
inum í Statoil Kring Føroy-
ar í Klaksvík mikudagin,
hava fingið eina tillutað
eina miðaltíð, so at teir
kunnu vera við í samlaðu
kappingini, hóast teir ikki
hava verið við í øllum
etapunum.
Av tí at flogfarið úr Ís-
landi ikki lendi til tíðina
mikudagin, kundu teir ikki
luttaka í prologinum í
Klaksvík. Hetta gav fyri-
reikarunum ein trupulleika,
tí at íslendingarnir skuldu
helst vera við á ein ella
annan hátt.
Poul Henrik Poulsen,
fyriskipari av kappingini,
upplýsir, at íslendingarnir
hava fingið eina miðaltíð,
sum er roknað út frá tíðini
hjá fýra B og C súkklarum.
Nú eru teir so við í samlaðu
kappingini við hesi tíðini.
Hesa loysnina eru íslend-
ingarnir og hinir súkklarar-
nir væl nøgdir við, hóast
onkur teirra møguliga fær
eina betri tíð, enn teir í
veruleikanum høvdu fing-
ið, um teir súkklaðu við.
Teir íslendsku súkklarar-
nir fara tó ikki at liggja í
oddinum samanlagt, og tí
fer hetta ikki at hava nakra
ávirkan á, hvør vinnur
kappingina.
Íslendingar
fingu miðaltíð
SÚKKLING
Stefan í Skorini
Sverri Mohr Edvinsson
var sera óheppin á eyst-
uroyarteininum í Statoil
Kring
Føroyar
hós-
kvøldið.
Tá súkklararnir fóru
runt Agnið beint áðrenn
málið við Saltangará,
slitnaði ketan á súkkluni
hjá honum.
Eingin møguleiki var at
umvæla skaðan, og Sverri
kom tí ikki á málið. Hetta
hevur við sær, at Sverri
Mohr
Edvinsson
ikki
verður við í samlaðu
kappingini, tí tað er eitt
krav, at tú hevur fullført
allar teinarnar.
Sverri verður mettur
sum tann næststerkasti
føroyski súkklarin í hesi
kappingini, og sæð við
føroyskum brillum er tað
sera keðiligt, at Sverri nú
ikki er við í samlaðu
kappingini.
Hann fer tó at súkkla
hinar tríggjar teinarnar,
sum eftir eru, og hann
hevur møguleika at gera
seg galdandi á teimum
einstøku teinunum, men í
samlaðu uppgerðini verð-
ur navnið hjá Sverra ikki
at síggja.
Ketan slitnaði
Ungdómar runnu í Svøríki
Seinasta vikuskifti
vóru seks føroyskir
ungdómar við í stór-
ari altjóða ungdóms-
kapping í frælsum
ítrótti í Helsingborg í
Svøríki. Besta úrslitið
fekk Robin Jønsson
av Nesi
FRÆLSUR ÍTRÓTTUR
Stefan í Skorini
Tað er felagið Frælsur
Ítróttur Føroya, sum skip-
aði fyri ferðini og hevur
valt rennararnar út. Lands-
liðið er úttikið við støði í
teimum rennikappingum,
sum hava verið á stevnun-
um kring landið. Nakrir av
teimum ungdómunum, sum
hava fingið góðar tíðir á
hesum teinunum, eru síðani
tiknir út til landsliðið.
Luttakararnir í hesi kapp-
ingini vóru á ógvuliga høg-
um støði, og tí var ikki
væntandi frammanundan,
at nakar føroyskur rennari
fór at fáa heiðursmerki.
Átta tey fremstu fingu
heiðursmerki.
Robin gjørdi bart
Men 13 ára gamli Robin
Jønsson av Nesi tók øll á
bóli. Í kappingini á 600
metrum bleiv hann nr. 2 í
øðrum heati, og tá einans
tríggir úr tí skjóta heatinum
vóru betri enn hann, endaði
hann samanlagt á fimta
plássi.
Dagin
eftir
endurtók
hann bragdið, tá hann á 80
metrum vann sítt inn-
leiðandi heat og endaði í A-
finaluni við sættu bestu tíð.
Hetta pláss vardi hann og
gjørdist samanlagt nr. seks
eftir tær báðar finalurnar.
Allir føroyingarnir vórðu
støðismettir í lægra endan-
um, men teir megnaðu allir
at liva upp til meira enn
sína støðismeting, og í
flestu førum vóru teir nr.
tvey og trý í teirra heatum.
14 ára gamli Álvur F.
Christiansen úr Norðdepli
fekk eisini eitt gott úrslit á
800 metrum. Eftir at hava
ligið heilt aftarlaga í kapp-
ingini fór hann brádliga at
økja ferðina og av einum
sjeynda plássi rann hann
seg fram á triðja pláss við
150 metrum eftir. Og hóast
30 metrar fram til teir
fremstu, steðgaði Álvur
ikki her. Við somu øði legði
hann eftir teimum, og endin
var at hann vann heatið á
sjálvari mállinjuni.
Fleiri ungdómsmet
Hinir luttakararnir úr Før-
oyum kláraðu seg væl, og í
øllum teimum trettan kapp-
ingunum, tey luttóku í,
blivu nýggj ungdómsmet
sett.
Nú tá rennararnir vóru
farnir ta longu leið til Svø-
ríkis gjørdu tey av eisini at
kappast á teimum stytstu
teinunum. Tað var tó øllum
greitt, at her høvdu før-
oysku rennararnir lítlan
møguleika. Næstan øll end-
aðu í tyngra endanum. Tó
megnaði Robin Jønsson at
fáa eitt sætta pláss.
Hendan uttanlandsferðin
var eisini ein liður í at
menna frælsa ítróttin í
Føroyum, og ætlanin er at
fara undir eitt meira mið-
víst landsliðsarbeiði fram-
yvir.
Øresundsspelen,
sum
kappingin verður nevnd, er
ein hin størsta av sínum
slag
í
Norðurlondum.
Meira enn 1400 ung og
vaksin úr 160 ymiskum fel-
øgum og níggju londum
vóru umboðað. Luttakarar-
nir vóru úr Svøríki, Føroy-
ar, Noreg, Danmark, Ísland,
Estland, Týskland, USA og
Holland.
Úrslitini:
Jóan Karl Joensen, Kollafjørður (1987)
100 m
13,17 sek
nr. 26 av 29
Dreingir 17 ár
800 m
2.15,02 min
nr. 14 av 19
Dreingir 17 ár
1500 m
4.40.27 min
nr. 10 av 14
Dreingir 19 ár
Álvur F. Christiansen, Norðdepli (1989)
300 m
46,11 sek
nr. 20 av 29
Dreingir 14 ár
800 m
2.24,62 min
nr. 20 av 30
Dreingir 15 ár
Robin Jønsson, Nes Toftir (1990)
80 m innl.
10,68 sek
nr. 6 av 27
Dreingir 13 ár
80 m finala
10,67 sek
nr. 6 av 14
Dreingir 13 ár
600 m
1.43,04 min
nr. 5 av 23
Dreingir 13 ár
Jan Elmar Sørensen, Klaksvík (1991)
80 m
13,32 sek
nr. 26 av 27
Dreingir 12 ár
600 m
1.58,74 min
nr. 15 av 24
Dreingir 12 ár
Marin í Dali, Trongisvágur (1989)
300 m
48,53 sek
nr. 27 av 29
Gentur 14 ár
800 m
2. 38,31 min
nr. 18 av 35
Gentur 15 ár
Bjørk Herup Olsen, Tórshavn (1991)
80 m 12,99 sek
nr. 36 av 36
Gentur 12 ár
600 m
2.00,01 min
nr. 11 av 23
Gentur 12 ár
Frá vinstru: Hallur Holm, venjari, Bjørk Herup Olsen, Jan
Elmar Sørensen, Álvur F. Christiansen, Jóan Karl Joensen,
Robin Jønsson Marin í Dali, Bjørk Herup Olsen og Jensina
Magnussen, liðleiðari
Robin Jønsson fekk bestu
føroysku úrslitini. Vann 5.
premiu á 600 metrum og
gjørdist nr. 6 á 80 m
Heidi Andreasen
setti persónligt met
á teininum 50 metur
frí hósdagin
SVIMJING
Stefan í Skorini
Hósdagin
fór
Heidi
Andreasen í hylin til sína
fyrstu kapping í Canadian
Open for Swimmers with
a Disability.
Hetta var í 50 metur frí,
og Heidi gjørdi ikki
mætari enn at vinna hesa
kappingina. Heidi hevði
bestu tíðina á 50 metrum í
innleiðandi umfarinum
við 34,13 sekundum.
Í finaluni svam Heidi
sera væl og við einum
góðum spurti vann hon
eina tætta kapping. Hon
vann við tíðini 32,58 sek-
und, og tað er persónligt
met hjá Heidi. Gamla
metið hjá henni var 32,79
sekund, sum hon setti fyri
nøkrum vikum síðani.
Pernille Thomsen kom
inn á øðrum plássi við
tíðini 32,97 sekund, og
Cecilie Drabsch fekk
bronsuna við tíðini 33,89
sekund.
Í gjár, fríggjadagin,
skuldi Heidi svimja 400
metur frí. Leygardagin
var 200 metur frí á
skránni, og sunnudagin
skal hon luttaka í 100
metur frí og 100 metur
firvaldasvimjing.
Heidi vann
fyrstu
kappingina
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Landsliðsvenjarin Lars
Nedergaard
hevur
nú
tikið 25 leikarar út til ein
bruttohóp.
Leikararnir
skulu venja saman 31. juli
og 1. august í ávikavist
Vestmanna og Tórshavn.
Hetta er ein liður í fyri-
reikingunum til lands-
dystirnar í oktober og
november og til fýra-
landakappingina,
sum
verður í Luksemborg í
desember.
Hesir leikarar hava fingið
boð frá venjaranum:
Málmenn:
Óla Chr. Djurhuus
KÍF
Levi Nybo
H 71
Lars L. Black
Kyndil
Jens Skipagøta
Team Amager
Útileikarar:
Halgir D. Olesen
H 71
Áki Olsen
VÍF
Bárður Brimvík
H 71
Janus Einar Sørensen
Kyndil
Ingi Olsen
VÍF
Hans Áki Dahl-
Christiansen
Kyndil
Kristjan Madsen
KÍF
Regin Petersen
KÍF
John Zachariasen
VÍF
Sveinur Justinussen StÍF
Áki Mørk
Neistin
Áki G. Olsen
VÍF
Dann Thorleifsson
Neistin
Ragnar Stakksund
Neistin
Alexandur Johansen
StÍF
Sámal Joensen
VÍF
Pauli Hansen
StÍF
Bent Djurhuus
StÍF
Heini H. Joensen
Team Midtsjælland
Tróndur Joensen
Team Amager
Marius Joensen
IF Stadion0
Bruttohópur
úttikin
C
M
Y
K
30