leygardagur 19. juli 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 135 - 19. juli 2003
Nr. 135 - 19. juli 2003
29
Hendan mánaðin
sýrnir Frits
Johannesen í
Fuglafirði fram í
Gallerí Oynni á
Tvøroyri
LIST
At vera í tí tóma rúminum
við einum pensli, kanst tú
tulka í litum, har hugskotið
til málningin kann takast úr
luftini, líðunum, homrun-
um, gjáunum, fjallatind-
unum úr eygunum á børn-
um og Snjósóljugentuni -
árla og síðla. Í gjáarmunn-
anum er tignarligt. Ljósið
spælir sær kring fjalla-
greinirnar og leggur seg á
vágna í ymiskum dragi,
sum pensilin fangar í strok-
um. Hetta er í løtum, sum
tú tíðum vendir aftur til.
Ovast uppi er ljósið - sum
spælir sær t. d. í gjáar-
munnanum í Mansgjógv
uppi í Blábjørgum , og end-
urspeglar sær í einari
kvinnu við einari cello - ein
skulpturur,
sum
er
at
undrast yvir.
Henda mussika løtan,
sum ljómur í litum - er spæl
í tónum, har Snjósólju-
gentan í Mansgjógv er ein
undurføgur standmynd, ið
spælir á eina cello, ið ber
tónar og løg kring tann víða
heim. Hon er eitt kosmiskt
fyribrygdi, sum fevnir um
alt í ljósi, í tónum og spæli.
Lívið í gjáum er ein poetisk
tilvera, sum øll undrast
yvir, ja, sjálvt Snjósóljan og
mortítlingurin eru undir-
givin hesari útsøgn. Cello-
spælarnir í hinum gjáunum
eru samdir við snjó-sólju-
gentuna og mortítlingin í
hesum.
Alt hetta kundi eisni
verið á Gøtu sandi, nú G-
fagnaðurin er í ljósmála.
Poppsangarin í Hagagjógv
(Grand Prix) er so skulptu-
rellur, at hann er sum
høgdur úr einum palli, men
hann er í einari gjógv ovast
uppi og letur sínar tónar
fara út um tann víða heim- í
flyrrandi tónum og heilsar
G- fagnaðinum.
Myrkalagt er í Múla, men
hóast tað, er ljósið í summ-
ar-, heyst-, vetrar- og vár-
løtum tað sama. Húsini eru
standmyndir, sum standa
ritaðir í fjallasíðurnar -
hella seg aftur at fjallinum
og eru eitt við megnar
standmyndina fjallið. Sjálvt
Fjallatussin á Gjógv-ara-
áfjalli er ein einfaldur tón-
leikari, sum eftir eina
stravna konsert ovast uppi,
smýlist og samtykkir tað, at
fjallið er ein standmynd -
ja, at fjøllini eru stand-
myndir, og hjartans hugsan
og trá teirra rópar til himm-
als í ævigum tónum, sum
fjallatussin hevur tulkað á
sínum ljóðføri.
Kenslusomu myndirnar
Divotu er 1 og 2 eru jødar,
sum leika á ljóðføri og
spæla Mozart. Teir eru
staddir í Auschwitz og
Birkennau. Orkestur-leið-
arin í Divotu 2 er kross-
festur við einum vindli í
munnvikanum. Hann stýrir
øllum
orkestrinum,
er
gerandisligur
og
so
ómetaliga líkasælur við
sigarett í munninum. Tað at
týna og verða týndur kann
gerast so vanligt, - ja, so
vanligt, sum at hava eina
sigarett í munninum, og fer
hetta farm dag og dagliga
um tann víða heim. Á
krossinum
er
skyldrið:WWW.
Tá ið gingið verður hús-
anna millum í einari gaml-
ari føroyskari bygd, síggjast
bert hálvir skjøldrar og hálv
vindeygu. Skjøldrarnir eru
fullkomin skap og somu-
leiðis vindeyguni, men alt
fer um tíðina, sum melur í
stýrinum ella hjólinum um
ein húsavegg ella kirkju-
vegg. Húsini, sum eru
standmyndir - gera bygdina
til eina heild, hóast eygað
bert sær hálvar skjøldrar,
hálv vindeygu, hálvar skor-
steinar og hálvt stýri. Hetta
er eitt úrdrag, sum er so rót
føroyskt, sum tað kann
vera.
Sluppmanningin og út-
róðrarmaðurin eru livandi
standmyndir,
sum
eru
høgdar út úr tí føroyska
umhvørvinum. Keppurin er
tann føroyski " skulptur-
urin". Eingin er líka, og
hava teir fingið sítt per-
sónliga skap eftir høvur
mansins. Hann er ein av-
spegling av hansara sál. Tað
hevði verið nóg mikið bert
at mála kepparnar. Tað
hevði eisini gjørt málning-
in.
Næmingarnir eru spyrj-
andi og leitandi. Tá ið teir
vóru so "snúsfornuftigur"
var tað, tí at abbin var so
klókur. Hin vegin, tá ið tað
reystaði nakað í, so var
orsøkin, at lærarin var so
vánaligur. Men næminga-
eyguni leitaðu eftir tí, sum
teir hildu var nóg mikið til
hetta jarðiska lívið. Flestu
næmingarnir eru blivnir
góðir samfelagsborgarar...
og tað liggur í eygunum
ella undir keppatútinum,
sum tú sært.
Málningaframsýningin
røkkur um fjallagreinar í
tónum og løgum, sum
ljóma úr einum cellokassa,
men undrandi standa vit, tá
ið brimið stendur í grasi, og
ódnin reikar um bygdir og
firðir, sum myndin av
Hvalbiareiðið ber boð um.
At standa oman brim og
ikki kunna flota bát, kenna
føroyingar til. Hetta røkkur
um nes og tangar frá
norðasta oddi í Føroyum til
Akraberg. Hetta eru tónar,
sum eru tulkaðir í skald-
skapi, tónleiki og myndum.
Hetta var ein lítil lýsing
av myndunum hjá Frits
Johannesen, sum hevur
listaframsýning í Gallerí
Oynni til 31juli. Vert er at
støkka inn á gólvið í Gallerí
Oynni og fara eina ferð í
myndum hansara, sum eru
poetiskar og skulpturellar.
Tær verður ynskt eina góða
ferð, saman við málning-
unum í tí tóma rúminum.
Frits í Oynni á Tvøroyri
Snjósóljugentan
Snjósóljugentan uppi í Mansgjógv á Blábjørgum
Snjósóljugentan á Gjógvaráfjalli við Kallinum í baksýni
Tíðindaskriv
Undir yvirskriftini ‘Ørs-
kapur’
fór
kamarkórið
Mpiri í vár undir eina
nýggja konsertferð. Eftir
tvær væleydnaðar konsertir
í Århus Kunstbygning og
Rundatorni í Keypmanna-
havn leggur kórið nú leið-
ina til Føroya. Kórið hevur
samansett eina konsertskrá
við verkum, ið á ein ella
annan hátt hava okkurt ørt í
sær. Ein svakur tekstur, eitt
vitleyst
tónaskald
ella
líknandi.
Konsertirnar í
Føroyum verða:
Týskvøldið 22. juli kl. 19 í
Fríðrikskirkjuni á Nesi.
Mikukvøldið 23. juli kl.
19 í Kommunuskúlahøllini
í Havn.
Mpiri hevur sum eitt av
aðalmálum sínum at virka
fyri at fáa til vega nýggjan
føroyskan kórtónleik. Hetta
mál hevur kórið tikið í
álvara og hevur seinastu
árini bílagt fleiri nýggj verk
frá føroyskum tónaskøldum
so sum Kára Bæk, Paula í
Sandagerði, Kristiani Blak
og Tróndi Bogasyni. Trónd-
ur Bogason syngur tenor í
kórinum og hevur, síðani
kórið varð stovnað, skrivað
7 verk til kórið. Frumfram-
førslur hava tí verið javnan
at hoyra á konsertum kórs-
ins.
Ein frumframførsla er
eisini á skránni á konsert-
ferðini. Tað er verkið
'Tanngulilalei' hjá Tróndi
Bogsasyni. Heitið er ein
góð ábending um, hvat
kann væntast til konsertir-
nar hjá Mpiri. Umframt
hetta verkið syngur kórið
verk eftir øra italska fúrst-
anum Carlo Gesualdo da
Venosa, sum livdi í rene-
sansuni, og sum gjørdist
svakur eftir at hava myrt
konu sína og elskara henn-
ara. Restina av lívi sínum
brúkti hann til at pína seg
sjálvan og skriva løgnan
tónleik. Gesualdo var tó
samstundis ótrúliga dugna-
ligur, so hesin tónleikurin
verður í dag mettur sum
nakað av tí mest spennandi
og nýskapandi úr seinni
helvt av renesansuni.
Eisini eru verk við, sum
danska tónaskaldið Per
Nørgård hevur gjørt til
tekstir hjá sveitsiska fjøl-
listamanninum
Adolph
Wölfli, ið mesta av lívi sín-
um var læstur inni á sinnis-
sjúkrahúsi. Tekstirnir eru
vakrir og vitleysir í senn og
tað sama er tónleikurin, ið
er settur til.
Kórleiðari er danin Gorm
Larsen, ið er úbúgvin kór-
og orkesturleiðari á Konga-
liga Danska Tónleikakon-
servatoriinum. Hann hevur
eisini lært á Royal College
of Music í London og lisið
Tónleikavísund á Universi-
tetinum í Århus.
Í sambandi við konsert-
irnar ber eisini til at keypa
nýggju fløguna hjá kór-
inum fyri 100 kr. Fløgan
‘Asbest’ savnar tann før-
oyska nýskrivaða tónleikin,
sum kórið hevur sungið
hesi 5 árini, tað hevur verið
til.
Lesið meira um kórið á
h e i m a s í ð u n i
www.mpiri.org .
Myndir av kórinum til
fjølmiðlar (í ymsari stødd
og upploysingi) eru at finna
á
heimasíðuni
undir
'annað'.
Fyri meira kunning um
konsertirnar/fløguna, skriv-
ið til danial@mpiri.org
(ella ringið: 508023.
Mpiri konsertir í Føroyum
SANGFERÐ
Tíðindaskriv
Kórið Sólarmagn, sum er
mannað av sangarum av
Velbastað og úr Kirkjubø,
skal á kórvitjan í Írlandi í
døgunum 7. til 14. august.
Kórið, sum hevur vant
nógv til ferðina seinastu
mánaðarnar, fer í hesum
sambandi at skipa fyri
stórum tiltakið á Velba-
staðhálsi leygardagin frá
kl. 10.
Um veðrið ikki verður
til vildar, verður tiltakið
flutt út í vakstrarhúsið í
Dølum - sum liggur
millum bygdirnar báðar,
Velbastað og Kirkjubø.
Umframt at kórið fer at
syngja, er ein fjøltáttað
skrá sum boðar frá for-
kunnugum og hugnalig-
um tilboðum til øll, ung
sum gomul.
Kórlimirnir
hava
ruddað loft og kjallarar,
og savnað alskins lutir til
loppumarknað. Børnini
kunnu fiska sær eina gávu
í Stjórutjørn, verða málað
í andlitinum, sleppa ein
túr á hestabaki ella hoppa
í hoppiborgini. Harum-
framt verður stór burtur-
luting við fimmti megnar
vinningum, so sum leik-
um, kurvum, kjøti og
mongum øðrum. Neyta-
mykjukappingin,
sum
skuldi vera fyrr í hesum
mánaðinum, verður av-
greidd, og seðlar kunnu
eisini keypast eina løtu
leygardagin. Gerast fólk
svong, fæst okkurt gott til
matna av grillini, og kaffi
og køkur fáast til keyps.
Summarhugnin á Vel-
bastaðhálsi verður nú
leygardagin kl. 10 og
kórið minnir fólk á at
skøða seg eftir umstøð-
unum. Tí, hóast summarið
er komið, eru gummistivl-
arnir altíð góðir, tá farið
verður í hagan.
Sólarmagn á
kórvitjan í
Írlandi
Her vestan av landi teir segl lótu falla
og út rann av ketum sum akkeri bar
Í lyftingi stendur hann, høvding teir kalla
av Skallagrímsslagnum hann ættborðin var.
Tey boð tit nú skipsfelagar her hoyra fella !
Sjá her fyri framman hin blálitta hella
vit taka her land og her byggja vit garð.
Tá mælti hann "Egil" tit føri til landa
alt tað sum á Knørrinum livandi er.
Her vestan av ánni várt stórtjald skal standa,
tey minnu vit reisa í nándini her.
Várt fena vit reka á grasgrønan haga
og lagaligt er yvir ánna at vaða
sum smidlig á víkina fer
Sjá fjart fyri framman seg hevjar úr dali
eitt fjall fyri norðan tað ogni eg mær.
Várt vartekin verða tað skal yvir vali
tí Egilsfjall verður júst navnið tað fær.
Tað stavnhald úr suðri tað altíð skal verða.
Ein varði um ogn og várt markatal bera
so leingi vit her verja garð
Tað fløðir og fjarar at grávaksnum gjari,
smátt skolar um grønlitta hellu og sker.
Við strondina situr ein svartfuglaskari
ein undrandi flokkur ið spyrjandi er
tí her hevur mannamál áður ei ljóða
bert brimaldan her hevur runga og sjóða
og ýlandi stormar á ferð.
Her mólu við strondina bular og skrokkar
og ráðbleik av reka var urin at sjá
her almiklar klótur og dimmlittir stokkar
og siglingstrø mikil evst rokanum á
á land hevði rikið sum øldirnar runnu
ein fongur sum landnámsmenn hepnir her funnu
og við teirra føtur hann lá
Tá kyndur var eldur tann fyrsti á staðnum
og dimmgráa guðan mót loftinum lá.
Tá birtist tann glóð sum vit hoyra úr kvæðnum
sum sigld var um havið fjart eystanífra.
Tá grunda var Kvívík og enn roðar glóðin
sum fedrarnir kyndu og her liggur slóðin
tað søga og søgn boðar frá
Her stendur várt bakland og her liggur lendi
í ótald árhundrað tey húsaðust her
og øld eftir øld tað á grúgvunum brendi
til dagin í dag her í okkara verð.
Frá víkingasynum er rót vár at rokna
og ikki er eikin sjálv " Kvívíkin " hokna
og valla í bræði hon fer.
Vit eiga til felags at her er várt upphav
og vøggan hon gekk yvir fjalunum her.
Tann norrøna rót ið kom eystan av havi
væl sprottin í okkum tann kvisturin er.
Lat okkum tí æra tann arv ið vit fingu
og fylgja tí slóð sum her fedrarnir gingu
til dagur vár aftnar og fer.
Tann dag ið vit seinast her fara til ferða
og greinin er fallin av rótini her.
Norð til várar frændir teir okkum tá bera,
sum heiman vert heyggjin í Fornanum er
Har sevið og grasið oss lívd skulu gerast,
har vestfallið skamt undir helluni ferðast
vær seinastu kvøður tá ber.
Uppi í Trøð
Viggo Johannesen
Kvívík -
Í túsund ár
C
M
Y
K
29
28