leygardagur 19. juli 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 135 - 19. juli 2003
Nr. 135 - 19. juli 2003
27
Anna Maria og Rógvi
Joensen úr Klaksvík
eiga trý børn. Elsta
barnið er Jona, sum
er mongol. Hon hevur
eitt ríkt og virkið lív
nú, men tá hon er
liðug við fólkaskúlan
um trý ár, eru ikki
nógvir møguleikar til
hana sum nú er. Anna
Maria sigur, at hóast
viðurskiftini hjá
teimum menningar-
tarnaðu í Føroyum
eru nógv batnað, so er
langt eftir á mál
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Jona er ein 14
ára gomul, lívsglað genta,
sum ikki fekk ta bestu byrj-
anina upp á lívið og ei held-
ur teir bestu spádómarnir,
sum eitt barn kann fáa. Hon
er mongol og fødd við stór-
um hjartafeili, sum hevur
havt við sær, at hon hevur
drigist við sjúku størsta
partin av unga lívi sínum.
Men hóast tað, so er tað ein
sonn lívsjáttandi kensla ein
fær, tá ein hittir hana.
Sosialurin hevur saman
við mammu hennara, Onnu
Mariu Joensen, vitjað Jonu
í Dáanum í Klaksvík, har
hon er til umlætting saman
við øðrum menningartarn-
aðum. Henda dagin eru tey
ikki so mong, tí fleiri eru í
feriu. Jona situr inni í
einum rúmi og spælir, tá vit
koma framvið. Hon er eitt
sindur smæðin í byrjanini
og vil ikki rættuliga hyggja
upp, men so við og við
hvørvur smædni, og hon
gerst blíðari og blíðari. Tá
hon fær eyga á myndatólið,
livnar hon upp. Henni
dámar so sera væl at sleppa
upp á mynd og hon smílist
ovurfegin til myndatólið.
Anna Maria flennir so
hjartaliga, og tær báðar
hugna sær saman eina løtu.
– Tað er ikki so galið at
fáa eina løtu saman við
henni soleiðis óvæntað,
sigur Anna Maria, meðan
hon við hondunum roynir
at samskifta við Jonu.
Jona dugir ikki at tosa,
men við teknmáli megna
tær báðar væl at samskifta.
Hugtakandi er at síggja,
hvussu væl Anna Maria
kennir barn sítt og veit júst,
hvat hon vil, hóast onki orð
verður talað.
Hvørja ferð ein mynd er
tikin, vil Jona sleppa at
síggja myndina á lítla
skerminum á myndatólin-
um, og hon smílist, tá hon
sær seg sjálva og mammu
sína á myndini. Men nú
tímir hon ikki at sita inni í
hesum rúminum meira, hon
vil sleppa inn til hini at vísa
teimum myndirnar.
Inni í kaffistovuni sita
Margret, Høgni, og tvey av
starvsfólkunum og eta.
Høgni og Margret eru for-
lovað, og Jona vísir við
munninum, at tey plaga at
mussast, og so heldur hon
hendurnar upp fyri andlitið,
sum um tað er sera flovis-
ligt.
Jona trívist væl í Dáan-
um, og saman við einum
námsfrøðingi hevur Dáin
nú tikið stig til, at Jona skal
royna at læra at tosa. Mett
verður, at Jona er á tí
støðinum nú, har hon kann
møguliga læra at tosa eitt
sindur, og tað eiga tey so at
fyrihalda seg til.
– Av røttum so átti tað at
verið skúlin, sum tók hetta
stigið, men skúlin megnar
slettis ikki at nøkta tørvin
hjá teimum menningar-
tarnaðu í dag, sigur Anna
Maria, sum enntá torir at
siga, at tað var frægari fyri
20 árum síðani, áðrenn
nýggja
fólkaskúlalógin
kom. Hon vísir á, at tá var
eitt slag av serskúla. Gamli
skúli var tá bert til mongol-
arnar, og har var ein lærari,
sum bert arbeiddi við teim-
um og útfrá teimum.
– Hetta gingu vit burtur
frá, tí tey menningartarn-
aðu skuldu integrerast í
samfelagið fyri ein og
hvønn prís, sigur Anna
Maria.
– Ein persónur fer ikki á
læraraskúla fyri at læra at
arbeiða við børnum við
serligum tørvi. Tað læra tey
ikki nógv um á læraraskúl-
anum, so hvussu skulu lær-
arar í dag kunna taka sær av
teimum menningartarnaðu
í skúlanum, spyr Anna
Maria, sum eisini heldur, at
námsfrøðingar
áttu
at
sloppið inn í skúlarnar at
arbeitt við børnum við ser-
ligum tørvi.
Anna
Maria
hálovar
Dáanum og sigur, at talan
er um ein vælvirkandi
stovn, sum hevur megnað at
geva teimum menningar-
tarnaðu eitt heimligt um-
hvørvi, tá tey eru til um-
lætting. Dáin kom í 1989,
og foreldur at menningar-
tarnaðum í Norðoyggjum
hava havt stóra gleði av
honum allatíðina.
Dreymurin er ein
serskúli
Ein gerandisdagur hjá Jonu
er ikki so øðrvísi frá deg-
num hjá einum vanligum
barni. Hon fer í skúla, og tá
hon er liðug fer hon í Dáan
til mamma hennara er liðug
at arbeiða.
Jona er ikki knýtt at nøkr-
um ávísum flokki gjøgnum
dagin, men hon hoyrir til
ein kortini. Hon fær undir-
vísing í eini serstovu í
skúlanum á Ziskatrøð.
– Jona elskar at ganga í
skúla, tað er púra vist. Hon
gleðir seg hvønn morgun,
men tað er ikki nóg mikið,
sigur Anna Maria.
– Tað loysir onki bara at
integrera tey menningar-
tarnaðu ímillum tey nor-
malu, heldur hon fram.
– Tá ein eigur eitt menn-
ingartarnað barn, tá hevur
ein tørv á ergoterapeuti,
fysioterapeuti,
talu
og
hoyrilærara og einum peda-
gogi. Og mín dreymur er, at
ein serskúli kann gerast her
í Klaksvík við øllum hasum
á einum staði. Tá høvdu
umstøðurnar batnað mun-
andi, og til hevði borið at
lært tey menningartarnaðu
tað, sum tey eru á støði til
og tilreiðar til – alt á einum
staði, sigur Anna Maria og
fílist samstundis harðliga á
Onki tilboð til Jonu
eftir fólkaskúlan
Jonu dámar sera væl bæði í skúlanum og í Dáanum, men tá hon er liðug við fólkaskúlan, tá er onki tilboð til hana, soleiðis sum støðan er nú
hølisumstøðurnar, sum tær
eru í dag.
Tey
menningartarnaðu
halda til í trimum støðum í
Klaksvík. Í gamla skúla, í
eini skúlastovu í Ziskatrøð
og í eini stuðulsstovu mitt í
býnum. Tað verður ikki
mett at vera nøktandi.
– Men alt er sjálvandi
frægari enn at senda tey av
landinum, sigur hon.
Óútbúgvið fólk
Ein arbeiðsbólkur er í
kommununi, sum arbeiðir
við viðurskiftunum hjá
teimum menningartarnaðu.
Og teirra fyrsta mál er at
fáa tey øll í eitt høli. Anna
Maria er sjálv í bólkinum,
og hon sigur, at ein serskúli
liggur langt frammi í tíðini,
men hon er sannførd um, at
ein bati á hølisviðurskiftun-
um fer at hava stóran týdn-
ing fyri tey menningartarn-
aðu.
Eitt annað, sum Anna
Maria serliga fílist á er, at
tað er óútbúgvið fólk, sum
aloftast taka sær av teimum
menningartarnaðu - serliga
í skúlanum.
– Jona hevur so at siga
bert havt stuðlar, sum ikki
hava nakra serliga útbúgv-
ing til júst eitt tílíkt starv.
So hvørja ferð havi eg verið
noydd at sett tey inn í heim-
in og støðuna hjá Jonu. Og
tað geri eg sjálvandi fegin,
men eg haldi bara, at tað
átti at verið eitt stað ella ein
stovnur, har tey, sum dag-
liga eru um tey menningar-
tarnaðu, kundu vent sær
fyri at fingið ráðgeving.
Í
dag
er
tað
Almannastovan sum tekur
sær
av
bæði
teimum
fíggjarligu viðurskiftunum
og
tí
námsfrøðiligu
ráðgevingini, sum skal til.
Men tað heldur Anna Maria
als ikki, at Almannastovan
megnar, tí tær ferðirnar
Jona hevur fingið nýggjan
stuðul hevur hon sjálv verið
ráðgevi.
– Tá okkurt so hevur
verið, so hava tey ringt til
mín, ístaðin fyri at tað var
ein stovnur ella persónur,
sum tók sær av tílíkum. Eg
sigi ikki, at vit foreldur ikki
skulu vera við í øllum, eg
meini bara, at tað eru vit
óansæð, og at tað hevði
verið so nógv betur um ein
professionellur var afturat,
sigur Anna Maria.
Hóast hon fílist á mong
viðurskifti, so leggur hon
dent á, at viðuskiftini eru
nógv broytt í dag og batnað.
Tey
menningartarnaðu
eru í dag ein náttúrligur
partur av samfelagnum, og
tey eru góðtikin júst, sum
tey eru. Tað er í sjálvum
sær ein sigur. Men hon
óttast eitt sindur framtíðina.
– Júst nú eru fleiri tilboð
til Jonu. Hon gongur í
skúla, er til umlætting og
gongur í kvøldskúla, men
hon hevur einans trý ár eftir
í fólkaskúlanum, og sum nú
er, so er onki tilboð til Jonu,
tá hon er liðug, sigur Anna
Maria og yppir øksl.
Strævið, men gevandi
Anna Maria greiðir frá, at
hon var 21 ára gomul, tá
hon fekk Jonu. Tað gingu
heilar átta vikur, áðrenn tað
varð staðfest, at Jona var
mongol.
– Føðingin var hørð. Eg
átti hana við keisarasnitt,
og tað gekk ikki so væl,
sum tað kundi. So hon var
sera hovin um andlitið, og
tað haldi eg er størsta
orsøkin til, at tað gekk so
long tíð, áðrenn tað varð
staðfest, sigur Anna Maria,
sum tó heldur, at hon sjálv
allatíðina var greið yvir, at
alt ikki var, sum tað átti við
gentuni.
Jona hevði eisini ein stór-
an hjartafeil, og læknarnir
vóru ikki bjartskygdir í
teirra spádómi. Teir søgdu,
at tey ikki skuldu vænta, at
Jona fór at liva longur enn,
til hon var trý ár. So í langa
tíð livdu tey upp á lænta tíð.
Men í dag er Jona 14 ár og
fyllir 15 um ein mánað ella
so.
– Dáin kom stutt eftir, at
vit høvdu fingið Jonu, men
eg hevði sera ringa sam-
vitsku av at koyra hana til
umlætting, tí eg visti ikki,
um hon livdi dagin eftir.
Tað var ein hørð tíð at
koma ígjøgnum, og vit
vóru á sjúkrahúsinum við
henni í miðal einaferð um
mánaðin,
greiðir Anna
Maria frá.
Men so líðandi batnaði
Jona, og tey seinastu fýra til
fimm árini, hevur hon verið
so væl fyri, sum nakrantíð,
heldur Anna Maria og
takksemi lýsir úr eygunum
á henni.
– Tað er strævið at eiga
eitt menningartarnað barn,
men tað er avbera gevandi
og mennandi. Vit hava lært
so nógv av henni, og eg
havi ongantíð sæð tað sum
nakað annað enn, at hetta er
ein uppgáva, sum vit vórðu
útvald til av Gudi, sigur
Anna Maria.
Hon viðgongur sjálvandi,
at tað var serstakliga hart í
fyrstuni, tí Jona ikki var tað
barnið, sum tey høvdu
hugsað sær.
– Sjálvandi var eg kedd,
men eg hugsaði ongantíð
hví eg ella vit. Og ein dagin
kom eg framá eina yrking
hjá Zachariasi Zacharias-
sen til øll brekað børn og
teirra foreldur. Henda yrk-
ing lat eyguni hjá mær upp,
og eg dugdi at síggja, at
hetta var ein serlig upp-
gáva, sum vit hava fingið,
sigur Anna Maria.
Hon leggur at enda
afturat, at hon hevur lært
seg upp gjøgnum tíðina at
taka av teimum tilboðun-
um, sum eru til Jonu.
– Eg veit jú sum sagt
ikki, hvat verður til hana, tá
hon verður liðug í fólka-
skúlanum um trý ár, og so-
statt er framtíðin eitt sindur
óviss, sigur Anna Maria
Joensen.
Jonu dámar sera væl bæði í skúlanum og í Dáanum, men tá hon er liðug við fólkaskúlan, tá er onki tilboð til hana, soleiðis sum
støðan er nú
Jona stórtrívist í Dáanum, og Anna Maria sigur, at Dáin er ein vælvirkandi stovnur, sum hon ikki hevði kunnað verið fyri uttan.
Her er Jona avmyndað saman við leiðaranum, Joan Midjord
C
M
Y
K
27
26