leygardagur 19. juli 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 135 - 19. juli 2003
Nr. 135 - 19. juli 2003
25
Teir mest umtøktu túrar-
nar eru teir til Stóru Dímun
og Heystoynna. Skipað
verður eisini fyri hellukon-
sertum, og eisini verða
kavaratúrar og fiskitúrar
gjørdir. Fyri at fara á
kavaratúr skal ein hava
royndir í at kava, men fiski-
túrarnar eru fyri øll, bæði
børn og vaksin, roynd sum
óroynd. Hetta er fyrsta árið,
at Birgir roynir seg við
fiskitúrum, men hevur und-
irtøkan verið góð higartil.
Túrarnir, ið verða lýstir í
útvarpinum, verða vanliga
skjótt teknaðir. Sluppin
tekur 50 fólk, og vanliga
eru 30-40 við hvønn túrin,
og farið verður altíð til teir
lýstu túrarnar. »Eingin skal
fara
skuffaður«,
sigur
Birgir, og hevur hann onk-
untíð gjørt útferðir við
einans 2-3 fólkum.
Hóast Birgir hevur eina
plan um, hvussu túrarnir
skulu skipast, er tað veðrið,
ið ræður, hvørji støð hann
fer til. Fólk vilja helst hava
pent veður ein sovorðnan
túr, men er veðrið ikki til
vildar, kann tað oyðileggja
nakað av upplivilsinum.
Føroyingar plaga at spyrja
seg fyri um veðurlíkindi,
men útlendingar leggja ikki
so nógv í, um tað regnar
ella er eitt sindur av
mjørka. »Teir síggja tað
sum ein part av sjarmuni«,
sigur Birgir, ið heldur, at
slíkt veður er ein partur av
náttúruni og eisini er eitt
upplivilsi fyri seg. Er veðri-
ð ringt, plagar hann tó ikki
at fara. Tað er ikki so stutt-
ligt at liggja við sjóverki, tá
ein fer ein slíkan túr: »Og
er ættin ring til tann plan-
lagda Dímunartúrin, er hon
kanska góð til at fara onkra
aðrastaðni«. Ikki altíð ber
til at hava eina fasta rutu,
og man noyðist at sigla
eftir, hvussu líkindini eru.
Hvussu streymur og ætt er,
sær hann á Álmanakk-
anum, sum hann støðugt
tekur framm og blaðar í, tá
ið hann planleggur túrarnir.
Á einum slíkum túri
verður ofta farið í land.
Man skal orka at ganga.
Serliga á Stóru Dímun, tá
farið verður inn á Rakhellu
kann
vera
eitt
sindur
tungligt, men fólk plaga at
orka væl, og tað er upp á
ongan máta vandamikið.
Ein slíkur túrur varir ein
heilan dag, eini 10 tímar
viðhvørt. Birgir plagar at
gera suppu e.t. til gestirnar,
men best er at hava okkurt
etandi við eisini. Onkuntíð
verður tó heitt á hann at
gera mat til fólkini, og tá
borðreiður hann við sjó-
mati. Fólk plaga annars
eisini at taka føroyskan mat
við; skerpikjøt og turrur
fiskur verður vanliga etið
umborð, og soleiðis gerst
ein slíkur túrur eitt føroyskt
upplivilsi í allar mátar.
Birgir heldur, at nógv
meira kundi verið gjørt
burturúr slíkum túrum.
Fólki dámar tað væl, og tað
hevði kanska verið eitt
hugskot at gjørt longri
túrar, har man silgdi einar
2-3 dagar, har fólk kundu
búð umborð og sæð meira
av Føroyum. Tað kundi væl
verið meir av slíkum túrum,
men heldur hann eisini, at
ferðavinnan er nógv batn-
að, síðan hann byrjaði at
sigla. Tað eru fleiri tiltøk
nú. Skipað verður ofta fyri
gongutúrum og túrum til
Vestmannabjørgini. Hetta
heldur hann verða gott, tí
nógv av ferðafólkunum
koma fyri at uppliva náttúr-
una, og tað vísir seg, at
eisini føroyingum dáma
væl at síggja landið á henda
hátt.
Tónleikur
Tað er umráðandi, at túrar-
nir ikki líkjast ov nógv. Tí
roynir Birgir at variera tær
ymsu útferðirnar. Í 1995
fann hann uppá at skipa fyri
konsertum í samband við
túrarnar. Hann hevði verið
inni í hellum, bæði í Heyst-
oynni og Nólsoy, og saman
við Kristiani Blak fór hann
so at skipa fyri konsertum í
Klæmntsgjógv. Ljóðið inni
í hellunum er heilt serstakt,
heldur hann. Náttúran hev-
ur so nógv ljóð, og inni í
hellunum
hoyrist
bæði
havið og fuglaljóð. Akku-
stikkurin er nakað heilt fyri
seg, og bleiv hetta skjótt ein
fastur táttur av tiltakinum
»Summartónar«. Tríggjar
fløgur eru útkomnar í sam-
band við hellukonsertirnar,
og serliga fløgan »Klæ-
mint« er væl umtókt. Kápu-
myndirnar
á
fløgunum
hevur skiparin sjálvur tikið,
og tað vísir seg, at hann er
ein framúr góður mynda-
maður. Hann tekur nógvar
myndir á túrunum, og tað
ber til hjá fólki at ogna sær
fløgur
(CD-ROM)
við
myndum aftan á eina slíka
útferð. Á fløguni hevur
hann lagt tónleik frá kon-
sertunum, og eisini er
kunning um skipið og um
Føroyar – á enskum, so
ferðafólkið eisini fær nakað
burturúr.
Ungi sangarin Brandur
Enni hevur onkuntíð verið
umborð og sungið og spælt
horn, og var hetta eisini
byrjanin til, at hann fór at
syngja og upptraðka. Birgir
er pápabeiggi Brand, og var
tað hann, ið hjálpti honum
á veg inn í tónleikaraheim-
in.
Sjómatur
Umframt at verða maskin-
smiður, vinnukavari og
skipari á Norðlýsinum, er
Birgir eisini kendur fyri sín
góða og vælumtókta sjó-
mat: »Gott tilfar er í sjó-
num«, tekur hann til, og
greiðir frá, hvussu hann
ígjøgnum
30
ár
sum
vinnukavari hevur sæð,
hvussu nógv lív er í hav-
inum. Hann heldur, at vit
Norðlýsið bíðar, meðan Birgir er »inni í Hestoynni« við ferðafólki…
Birgir Enni í gummibátinum inni í hellinum í Hestoynni
Framhald av síðu 23
Norðlýsið – sæð innan úr hellinum
hava lyndi til at gera ov lítið
burturúr matinum í Før-
oyum. »Kókaður fiskur er
eisini góður matur, men vit
hava so nógv annað, og
spell er, um tað ikki verður
nýtt, tí sjógvurin er reinur
og hevur nógv gott at
bjóða«. Birgir nýtir øður,
tara, krabba, skeljar o.a,
sum hann sjálvur kavar
eftir, og hevur hervið
prógvað,
at
føroyskur
matur kann vera meira enn
kókaður fiskur við óflust-
um eplum.
Birgir hevur fingið gott
orð á seg sum kokkur, og
hevur hann onkuntíð verið
á skúlum og undirvíst í
matgerð, og eisini gjørdi
hann mat til eina Olju-
stevnu í Stavanger fyrr í ár.
Heitt verður á hann at
kokkast til ymisk tiltøk, og
herfyri gjørdi hann mat til
sjálvan Anders Fogh, for-
sætisráðharra, tá hann var a
vitjan í Føroyum.
Virksemið
Birgir dámar væl at vísa
fólki runt í landinum. Tað
er stuttligt at hitta so nógv
ymisk fólk. Bæði útlend-
ingar og føroyingar hava
verið sera áhugaðir í hesum
túrunum, og ofta upplivir
hann, at fólk koma aftur,
sum hava verið útferð við
»Norðlýsinum«, og tað ger
tað hugaligt at halda á
fram.
At hava slíkt virksemi er
tó ikki bara stuttligt. Tað
tekur nógv ár at byggja
upp, og tað skal ótrúliga
nógv orka til viðlíkahald,
planlegging og annað, og í
summarmánaðunum er út
at gera. Um veturin liggur
»Norðlýsið« stilt, og tá fer
tíðin við at umvæla og ann-
ars fáast við annað enn
sigling.
Niðri í lugarinum hevur
Birgir alt tað, ið einum
tørvar til at røkja virksemið
hjá sær. Ímeðan hann vísir
mær myndir á fartelduni,
riggar ungi amerikumað-
urin Nathaniel, ið seinasta
mánaðin hevur starvast
umborð, av. Hann fer til
Íslands at arbeiða eina tíð,
og Birgir fortelur, at ein
dani kemur at arbeiða um-
borð tær komandi tvær vik-
urnar. Vanliga eru teir tveir
mans umborð, Birgir stend-
ur sjálvur fyri maskinum og
navigatión, og so er ein,
sum er dekkari og annars
hjálpir til. Um summarið er
tó ikki so galið við einum
eykamanni, og tá er ikki
óvanligt, at onkur kemur og
biður sær arbeiði umborð.
Birgir er næstan klárur til
næsta túrin. Hann skiftivís
rørir í suppuni, ið stendur
og kókar, og tosar við
Nathaniel og meg. Tele-
fonin ringir eisini av og á,
og samstundis vísir hann
mær heimasíðuna hjá sær,
har ein kann lesa um
útferðirnar, síggja myndir
og annars lesa um »Norð-
lýsið« og annað, ið Birgir
tekst við. Her hevur hann
allar nýmótans hentleikar,
bæði telduna, internet, far-
telefon og digitalt mynda-
tól. At eitt heilt virksemi
kann fylla so lítið! Men
hóast nýmótans tøkni, um-
vælingar, og hvørt av sín-
um, er »Norðlýsið« sam-
stundis sera væl varðveitt
sum eitt gamalt seglskip.
Søgan er ikki farin fyri tað,
um tíðirnar broytast, og tað
er stuttligt at síggja. Vit
kunnu øll vera errin um, at
vit enn hava eitt skip av
hesum slag, sum bæði
prýðir høvðsstaðin, og sum
sýnir Føroyar á ein so
vakran hátt.
Norðlýsið er ein vanlig summarsjón við Bursatanga í Havn
C
M
Y
K
25
24