Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 135 - 19. juli 2003 Nr. 135 - 19. juli 2003 23 Hann er 54 ár, vinnu- kavari, men uppruna- liga útlærdur maskinsmiðjur á Tvøroyri í 1966. Hann er ímyndin av Norð- lýsinum, sum hann hevur ført seinastu 11 árini, og hann dugir sera væl at matgera – serliga við tí, ið kem- ur úr sjónum – helst av botni. Maðurin er Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum TEKSTUR: RANNVÁ MORTANSDÓTTIR Myndir Jan Müller og Birgir Enni Við Bursatanga í Havn liggur ein snotulig og vøkur slupp. »Norðlýsið« at bryggju henda seinnapart, men er í summarmánað- unum oftast á ferð. Í dag er eitt sindur av mjørka, men annars er stilt og vakurt á sjónum. Skiparin, Birgir Enni, er farin at fyrireika ein túr til Nólsoyar hetta sama kvøldið. Álmanakkan hevur hann eisini funnið fram, at kanna veðurlíkindi fyri vikuskiftistúrarnar, hann hevur í væntu. Birgir Enni er 54 ára gamal og hevur í fleiri ár skipað fyri túrum við sluppini »Norðlýsið«. Upp- runaliga er Birgir maskin- smiður. Prógvið nam hann sær í 1966 á Skipasmiðjuni á Tvøroyri, men hevur hann arbeitt við at byggja havnir ymsastaðni í Føroyum. Sum vinnukavari hevur hann grivið á havbotninum og bygt kaiir, og hevur hann harafturat eisini hjálpt til at umvæla skip, m.a. hevur hann riggað seglskip til á Skipasmiðjuni á Tvøroyri. Í 1989 fór hann undir at umvæla sluppina »Norð- lýsið«. Teir vóru 10 mans um arbeiðið og fór nógv orka til at fáa skipið í stand. Sluppin hevði ligið still í nøkur ár, og tíðin fyri skip av hesum slagi var úti, so har var nógv, ið skuldi um- vælast og skiftast út, m.a. eru mastrarnar, stýr-húsið og dekkið gjørt av nýggj- um. Birgir brúkar enn nógva tíð og orku upp á umvæl- ingar og viðlíkahald. Nógv krøv eru fyri at taka slíkt skip í nýtslu, m. a. skal trygdarútgerðin og tað tekniska vera í lagi. Í 1992 tók Birgir prógv í naviga- tión og dugnaskapi í at sigla sluppina. Hann byrj- aði sama árið at gera onkrar útferðir runt í Føroyum, og síðan hevur hetta vundið uppá seg. Tað vísti seg at vera góð undirtøka, og farið var so undir at skipa fyri føstum túrum. Í dag eru túrarnir sera væl umtóktir, og tá ið summarsigling er, hevur hann ógvuliga lítla frítíð. Útferðir Av tí at hann hevur arbeitt so nógvastaðni í Føroyum, kennir Birgir landið sera væl. Hann veit, hvar tey mest áhugaverdu støðini eru, og á útferðunum leitar hann sær til støð, ið eru vøkur at síggja, og eisini hava fuglalív. Hetta tykist at vera tað, ið hevur áhuga hjá teimum flestu. Í Skúvoy, Mykinesi og Dímun sæst væl av fugli, og eisini verður farið inn í hellur á Heystoynni og Nólsoynni við smærri báti. Hetta eru støð, ið ein annars ikki kemur til, og ein stórur partur av upp- livilsinum er eisini skipið sjálvt. Hýrurin umborð er heilt serstakur, og oftast eru fólk sera áhugað, bæði í Føroyum sum land, í skipinum og í teim serstøku støðum, ið farið verður til. Ikki er alt ferðafólk, sum koma umborð. Føroyingar lata eisini væl at túrunum, og skipið verður ofta leig- að, bæði til fyritøkur og privat. Gott tilfar er í sjónum Framhald á næstu síðu Norðlýsi við Sandoynni í baksíni. Túrarnir til Klæmintsgjógv á Hestoynni eru rættuliga væl umtóktir Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum. Í 1989 fór hann, saman við øðrum, undir at umvæla Norðlýsið. Teir vóru 10 mans um arbeiðið. Í 1992 tó hann prógv í navigatión og dugnaskapi í at sigla sluppina, og síðani hevur hann veirð skipari C M Y K 23 22 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo