Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 135 - 19. juli 2003 Nr. 135 - 19. juli 2003 21 1. juli vóru liðin 40 ár síðan Statens Luft- fartsvæsen fór undir virksemi sítt á flog- vøllinum í Vágum. Fyrsta skrásetta flúgving eftir hetta er 17. juli 1963. Í juni hetta árið bleiv Flogfelag Føroya eisini stovnað FLOGSØGA Magnus Gunnarsson Bretska hervaldið bygdi flogvøllin í Vágum undir krígnum. Kríggið endaði í 1945 og longu á vári 1946 var farið undir ferðafólka- flúgving millum Føroyar og Danmark. Tað var bretska felagið Scottish Aviation, sum hevði hesa flúgving um hendi, men tað vóru føroyingarnir Dánjal og Zacharias Niclasen í Sør- vági, Evald Kjølbro í Klaksvík og Leif Waagstein í Havn, sum tóku stig til, at farið var undir tiltakið. Hendan flúgving vardi bert til út á heystið í 1946. Somu menn gjørdu aftur eina roynd í 1949 við lítla flogfarinum sum fekk navnið "Erla Kongsdóttir". Men heldur ikki hesaferð bar til, flogfarið fekk ein skaða og bleiv sent til Onglands at umvæla men kom ongantíð aftur. Síðan hendi onki á hesum øki fyrr enn í 1961, tá sørvingurin Lars Larsen setti seg í samband við Iceland Air, fyri at vita um teir høvdu áhuga í at flúgva til Før- oyar. Árið eftir kom svar frá Íslandingum, og teir vístu áhuga og góvu eitt positivt svar. Tað var sjálvur stjórin í Iceland Air, sum svaraði fyrispurninginum. Arbeitt varð víðari við ætlanini í 1962 og 1963, tí tað var nógv, sum skuldi fáast uppá pláss. 26. apríl 1963 var av- tala gjørd millum Føroya Landstýri og Luftfarts- direktoratið, undirskrivað av Hákuni Djurhuus, løg- manni, og Mogens Wahl, ríkisumboðsmanni. Avtalað var at skipast skuldi fyri royndarflúgving summarið 1963. Flogfelag Føroya varð sett á stovn í juni mánað í 1963. Tað vóru Hugo Fjørðoy í Sørvági og Lars Larsen, ið tóku stig til at stovnseta felagið. Upp- gávan hjá Flogfelag Føroya var at taka sær av teimum neyðugu viðurskiftunum hjá Fremmandu Flogfør- unum í Føroyum. Statens Luftfarts- væsen 1. juli 1963 byrjaði so Statens Luftfartsvæsen sítt virksemi í Føroyum. Sam- bært yvirlitinum yvir kom- in og farin flogfør fer fyrsta flogfarið - eitt DC3 hjá Icelandair - úr Glasgow 17. juli 1963 kl. 08.00 og lendir í Vágum kl. 10.49. Flog- farið fer avstað aftur kl. 13.06 til Reykjavíkar. Sama dag kemur eitt lítið Cessna charterflogfar úr Bergen kl. 19.44 og fer avstað aftur dagin eftir, 18. juli, til Oslo. Tað vóru Icelandair og Bjørumfly sum flugu fyrstu tíðina. Annað flogfarið tók umleið 20 ferðafólk og hitt eini 6 ferðafólk. Frá 1964 til 1967 flugu Scanfly, sum síðan bleiv til Danfly og skjótt aftaná til dansk- føroyska felagið Faroe Airways. Eisini flugu Ice- landair og Flugfélag Is- lands. Í februar 1971 tók danska innanríkisflog-fe- lagið Danair yvir og sjálv flúgvingin var latin Maersk Air í hendi. Maersk nýttu Focker Friendship flogfør, sum tóku 44 ferðafólk, tey vóru nakað størri enn tey sum íslendingarnir brúktu. 1. februar 1977 fekk Maersk Air nýggj Boeing 737 flogfør. Hesi flogfør tóku 120 ferðafólk og vóru serliga útgjørd til at kunna brúka so stuttan flogvøll sum tann í Vágum. Flog- felag Føroya, ið áttu eitt lítið Cessna-flogfar, fingu í 1977 eitt Merlin 3A, sum tók 9 ferðafólk. Henda flúgving við smærri flog- førum datt sum frá leið burtur. Í mong ár var arbeitt við at fáa eitt føroyskt flog- felag við egnum flogfari, og eydnaðist tað at fáa avtalu í lag við danska fe- lagið Cimber Air um at hjálpa føroyingum við hesi ætlan. 28. mars 1998 fór flogfarið hjá Atlantic Air- ways fyrstu ferð á flog í regluligari rutuflúgving. Tey, sum hava roynt at flúgva til ella úr Føroyum, vita, at veður og vindur ikki altíð vilja tað soleiðis sum ferðafólkini ætla tað. Tøkniligu framstigini hava gjørt, at nú á døgum ber betri til hjá flogførum at seta seg í Føroyum í ringum veðri, hóast tað enn kemur fyri, at flogfør ikki fáa sett seg í Vágum. Í 1978 bleiv Hotel Vágar bygt nær- hendis flogvøllinum. Keldur: Landsverkfrøðingsstovnurin 50 ár Statens Luftfartvæsen Flogfelag Føroya Føroyaflúgvingin – reglulig flogferðsla í 40 ár Lars Larsen. Hann stovaði Flogfelag Føroya saman við Hugo Fjørðoy. Gamli teminalurin á flogvøllinum í Vágum. Leggið tilmerkis tornið Fyrsti sivili persónur, sum steig úr flogfarinum sum ferðafólk í Føroyum, tá Scottish Aviation royndi rutuflúgving millum Føroyar og fastlandi í 1946. Dánjal Niclasen (1901-1971) tekur ímóti. Flogfarið Erla Kongdóttir sum fley í 1949 Flogfar hjá Flugfelag Island í Vágum í 1963 Torfinnur Jákupsson Gøta er í hesum døgum karmur um G! 2003, ið fer av bakkastokki í kvøld. Festivalurin, ið hevur fing- ið drúgva umtalu seinastu dagarnar, tykist hava góða undirtøku ímillum gøtu- fólk. Kring gøtusandin, har høvuðspallurin á festival- inum er, sóust fólk alla- staðni, tá ið Sosialurin var og kunnaði seg um viður- skiftini dagin fyri start- skotið ljóðar. Stórur spenningur merkt- ist beinanvegin í luftini. Á G! skrivstovuni, ið liggur beint omanfyri sandin, runnu fólk allatíð inn og út ígjøgnum dyrnar. Framvið vegnum oman á sandin arbeiddu ungfólk við at sláa gras, taka ókrút og rusk burtur, og ymsastaðni fóru fólk at pynta um húsini. Fólk málaðu, komu við mati, og fleiri spákaðu sær ein túr oman í bygdina fyri at bjóða eina hjálpandi hond. Gøta er eitt spenn- andi stað í hesum døgum. Eisini tey eldru tykjast taka væl ímóti spenn-ing- inum, ið ræður niðri við sandin. "Jú, tey tykjast bara at duga væl," er ein av setn- ingunum, ið ganga aftur. Stemningurin er góður, hóast veðrið ikki hevur ver- ið rættiliga til vildar síðstu dagarnar. Men brádliga lýsnar í, tá Sosialurin hittir nøkur av teimum, ið stákast við fjósið hjá Dunga Jákup. - Nú kom sólin fram, sigur Lena Jacobsen. Tað hevur ikki verið nakað málingaveður í síðstuni, so nú mála vit uppá tað síðsta. Vit hava verið í gongd í nakrar dagar, vit hava trykkspulað, og nú byrjar tað at líkist nøkrum. - Tað var stuttligt, at veðrið kom at passa so væl, tí veðrið hevur verið so keðiligt. 6 ára gamla Malena Hansen hjálpir ommu síni og dámar tað væl. - Ja, tað er skeg at hjálpa ommu. Eisini Símun Louis Ja- cobsen, ið sleyt liðbandið í 1. deildardystinum millum GÍ og B36, er við og málar. - Jú, eg havi fingið ein skinnara uppá, men tað gongur. -Hygga veðrið, ja, so skjótt kann tað skifta, letur ein væl nøgd Lena Jacob- sen. So er at vóna, at veðrið heldur sær alt vikuskiftið. Ein sosialur festivalur Seks ára gamla Malena hjálpir ommu síni at mála, so alt er upp á stás til G! Festivalin Mynd: Johan Jacobsen Lena Jacobsen málar: Lena Jacobsen er glað um, at tað er málingarveður Mynd: Rógvi Borðoy C M Y K 21 20