Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 135 - 19. juli 2003 Nr. 135 - 19. juli 2003 19 Sáttmáli er gjørdur við Byggitek og arbeiðið byrjar í næsta mánað DJÚPHAVN Áki Bertholdsen Vágur: Tað verður Byggi- tek, sum skal gera djúp- havnina í Vági. Páll Augustinussen, sum er formaður í havnanevnd- ini hjá Vágs Býráð, sigur, at býráðið samtykti á fundi mikukvøldið, at Byggitek skuldi fáa arbeiðið. Byggitek hevði eisini tað lægsta boðið og bæði Landsbyggifelagið og Landsverkfrøðingurin, sum eru ráðgevarar hjá Vágs Kommunu í málinum, mæltu til at lata Byggitek fáa arbeiðið. Páll Augustinussen sigur, at farið verður undir at fyrireika arbeiðið í næsta mánað og í september verð- ur farið undir sjálvt ar- beiðið. Djúphavnin skal verða liðug 1. oktober næsta ár. Formaðurin í Havna- nevndini sigur, at hetta hevur verið ein tungur burður, tí tað munnu vera fýra ár síðani, at Vágs Kommuna fór at tosa um at gera eina djúphavn Og hóast tað í løtuni sær svart út í Vági og allari syðru helvt í Suðuroy, vón- ar hann at havnin kemur fáa sína ávirkan og at gera sítt til, at tíðirnar kunnu venda aftur og tá ið gongin vendir aftur, eru í øllum førum karmarnir í lagi. Og at tíðirnar venda aft- ur, ivast hann ikki í, tí tað hevur allar dagar gingið upp og niður. Annars góvu seks byggi- feløg tilsamans átta boð uppá djúphavnina og tey samsvaraðu rættiligavæl við tað, sum tað framman- undan varð mett, at djúp- havnin fór at kosta. Mett varð, at hon fer at kosta 19,20 milliónir, umframt byggieftirlit og projekter- ing, ella tilsamans einar 24 milliónir. Men tað var ávísur mun- ur á teimum ymsu tilboðun- um og tað vóru 5,1 millión- ir á muni á tí lægsta til- boðnum uppá 18,2 millión- ir, sum Byggitek hevði og tí hægsta tilboðnum, sum var frá J&K. Petersen og sum var uppá 23,3 milliónir. Tíggju metrar djúp Tað, sum arbeiðið umfatar, er ein stór útfylling út á fjørðin, har sum havnin er. Síðani skal gerast ein at- løgubryggja eystur og vest- ur uppá 86 metrar og sum verður 10 metrar djúp. Eis- ini verður ein atløgu- bryggja upp á yvir 70 metrar gjørd út og inn, har dýpið er ímillum 10 og sjey metrar Í krókinum á eystursíðuni verður gjørd ur ein altjóða ferjuskrái og í krókinum vestureftir verður gjørdur ein minni ferjuskrái. Sostatt ber til hjá tveim- um skipum við ferjuskráa at liggja við bryggju í senn. Tað merkir eisini, at tað ber til at koyra av øðrum skip- inum, beint umborð á hitt, so lasting og lossing skuldi gingið ógvuliga skjótt. Og so skal eisini leggjast afturat, at verður sam- ferðsluhavnin í Trongisvági ikki liðug, tá ið nýggi Smyril kemur, fer ikki at standa á hjá honum at liggja í Vági. Vágbingar siga at hetta er ein neyðug útbygging, tí tey stóru skipini, sum nú eru, fáa ikki brúkt havnina. Tilboðini Tey seks tilboðini, sum komu inn upp á djúphavn- ina í Vági, eru hesi: Byggitek: 18.209.280,00 krónur. C.N Bygg: 18.982.453,00 krónur. Articon: 19.784.338,96 krónur. M.T. Højgaard: 20.975.745,00 krónur. Pihl Føroyard: 23.300.000,00 krónur. J&K. Petersen: 23.302.695,91 krónur. Umframt hesi høvuðstil- boðini, høvdu J.K. Petersen eisini eitt annað tilboð, har teir bjóðaðu sær til at gera arbeiðið fyri 19.602.484,54 krónur, varð tekningin broytt. MT. Højgaard bjóðaðu sær eisini at sláa 150.000 krónur av prísinum, vórðu onkrar broytingar gjørdar. MVG er ikki við í tilboð- unum. Annars høvdu øll feløg- ini, uttan CN Bygg, ymisk fyrivarni, sum leggjast skal upp fyri, áðrenn endalig støða verður tikin til tilboð- ini, men tá ið fyrivarni hjá Byggitek verður gjørt upp í pengum, broytir ikki tað sannroynd, at hetta var lægsta boð. Byggitek skal gera djúphavnina í Vági Arbeiðið upp á djúphavnina í Vági byrjar beint eftir summarfrítíðina og tað er Byggitek, sum skal gera arbeiðið Plátusnúðrarin úr K- System, Kimmo Kaup- pinen, fær annað at uppliva enn kon- sertina á Kambsdali G! FESTIVAL Rógvi Borðoy Kimmo Kauppinen hevur við sær eitt filmslið, sum skal gera eitt videolag til eitt nýtt lag. Liðið er samansett av trimum films- fólkum, Kimmo Kauppinen og einari modell, sum eisini skal upptraðka á videolagnum. Hósdagin hevði filmsliðið leigað eina av tyrlunum hjá Atlantic Airways, so tey lættari kundu sleppa aftur og fram í føroysku náttúruni. Jaakko Manninen er framleiðari, og sigur, at orsøkin til, at tey komu hendan vegin er, at Føroyar eru ein dreymur fyri ein filmsfrmleiðara. - Føroyar eru spennandi og nýggjar í videolagshøpi. Og tað er altíð umráðandi sum framleiðari at koma við onkrum nýggjum, spennandi og øðrvísi, sigur Jaakko Manninen. Fjøllini og sjógvurin Framleiðarin sigur, at tey í roynd og veru hava fingið alt í kassan, tey hava brúk fyri. Alt tað, ið verður tikið upp nú, verður goymt til eitt annað videolag. Millum annað fleyg tyrl- an við filmsliðnum rundan um fjallatindar, har mod- ellin og sjálvur K-System, Kimmo Kauppinen stóðu. Eisini tóku tey upp úr tyrluni, meðan tey flugu heilt nær at sjónum í Skálafjørðinum. Videolagið verður tikið upp til ein sang, sum eitur "I dream my dream". Sjálvur sangurin er enn ikki tikin uppá ljóðband, men sagt verður, at hann hevur nakað droymandi og dval- andi. Jóna K. Thomsen, ið annars er við í G! Festival tiltakinum, hevur gjørt alt í hennara megi, fyri at video- lagið skuldi eydnast. Ein av hennara telefonsam0røðum gekk nakað soleiðis: - Jóna, hevur tú tíð? - Bíða líka, eg skal líka leiga ein hest! Og tað gekk sera væl, sigur hon. Tað tók onga tíð at læna bæði hest og bát til K-System. Fólk í nánd hava verið sera hjálpsom, heldur hon. Fólkini, sum er við K- System kenna seg eisini sera væl móttikin. - Fólk á G! Festivalinum hava verið sera opin og inniliga vinarlig, og dám- urin hevur verið ótrúlig, sigur framleiðarin Jaakko Manninen. Videolagið og sangurin verða útgivin í september. Á Tyrli við tyrlu Hendan modellin verður við í videolagnum hjá K-System Ein myndamaður á filmsliðnum hjá K-System bíðar til tyrlan setir seg á vøllin Myndir: Johan Jacobsen Fekk ein lítlan treka á veg heim frá arbeiði ein fríggjadag herfyri og helt sjálvandi, at tað varð skjótt avgreitt við einum pakka av Strepsils við hunangi og sitrón, so eg fór á apotekið at keypa ein slíkan. Tað sigst geva linna beinan- vegin, so nú var leyst og liðugt…helt eg. Seinni um kvøldið fóru trekin og eg, sum nú ikki bert var trekur, men eisini treiskur, at hyggja at summar- framsýningini í Norður- landahúsinum. Nú gjørdi hann so nógv um seg, at eg var um at setast aftur. Var til gongu og á vegnum heimaftur fylgdist eg við Eyðun Waagstein og kon- uni, Óluvu. Eyðun er ong- antíð keðiligur, og var tað heldur ikki hesa ferðina skal eg siga tykkum, tíð- indafróður við lít. Konan og eg báðar fingu ikki sagt so øgiliga nógv haraftur- ímóti. Heldur ikki trekin. Hann fór hálvavegna í koma av berum befippilsi bert fyri at herja á aftur sum eitt illveður seinni um náttina. Eyðun og eg hava eina- ferð, saman, skrivað eina ótrúliga stuttliga og øðrvísi hugleiðing á enskum, tá vit vóru á skeið í Edinburgh. Um hvat? Jú. Um svarta- klukkur! Kanska vóru svartaklukkurnar byrjanin til mínar hugleiðingar. Hvør veit. Sum vit gingu oman eftir ringvegnum, dagaði undan kavi so spakuliga, at Eyðun hevði lisið fleiri av mínum hugleiðingum í Sosialinum. "Aha", hugsaði eg í mínum stilla sinni, júst sum David, ommusonurin, plagar at taka til, tá putlispælið rigg- ar, og alt gongur upp í eina hægri eind. At Eyðun hevði lisið okkurt av mínum krutli helt eg vera sera hugaligt og deiligt. Ikki so, at hann segði, um tað var gott ella minni gott, eg skrivaði, og tað var eg heldur ikki so svong eftir at frætta um. Eg skoytti eitt sindur shei upp í samrøð- una, at eg kom nakað seint í gongd við skrivingini, men væl hevði hilnast kortini. Kanska helt hann, at omman var í so rebelsk. Onkuntíð siga menn at, "Tú veitst…, Hvussu skal eg venda tí……, Er tað ikki nøkulunda soleiðis……, Hatta er slettis ikki so galið….., Nú hevur hon aftur….., Tað var hattar har…., Hygga síggj……, Hygg hatta raska….., Hevur hon nú aftur spískað sær pennin",….. at tosa utt- anum- og fylla ífyllutos upp í leypar, ístaðin fyri at siga sum er. Hví skal tað vera so óluksáliga fløkt? Sig tað stutt og greitt ístaðin fyri alt hetta hjá- puturið. Ofta er ov nógv fjaðrarok, haldi eg. Nú er tað mestur onkur, sum heldur, at eg havi verið á meiarínum og lurtað eftir fyrilestrinum hjá Pernille Aalund. Tað var eg ikki. Lá og taldi kvistar. Nei. Spakatos. Tað dámar mær allarbest. "Góð grein", "Vánalig grein", "Stuttlig grein", "Elendig grein". Tað er næstan sum munurin á, tá konur ella menn skulu vísa veg. Menninir nevna nágreini- liga hvørja smogu og hvørt horn og tað, sum liggur hinumegin hornið. "Gakk fram eftir hesum vegnum, sum vit standa á beint nú. Tá tú hevur gingið einar, hvat skal eg siga, jú, - hann harkar og kelar høk- una og sær øgiliga hugsun- arsamur út - kanska 30 ella kanska 40 metrar, kemur tú til ein veg á høgru síðu, sum eitur so og so. Og so peikar maðurin og veipar við hondunum, so tað verður heilt nógv fjaðrarok eina løtu. So kelar hann sær aftur um høkuna og sær filosofiskur út, og tá fjaðrarnir hava lagt seg, heldur hann áfram: "Tað er ikki tann rætti vegurin, men tú mást ganga framvið hesum fyri at koma til rætta vegin. Og til vinstru eru eisini fleiri síðuvegir, men har skalt tú ikki fara. So er ein vegur afturat til høgru, sum eitur so og so, men tað er heldur ikki tann rætti, men nú ert tú ordiliga nær við. So kemur aftur ein vegur, og tað er tann næstseinasti, áðrenn tú kemur til tann vegin, sum tú sóknast eftir. Bla, bla, bla. Konur siga: "Gakk beint fram inntil tú kemur til 4. veg á høgru síðu. Húsini, tú sóknast eftir, eru tey triðju á høgru hond." Get my drift? Eg havi bundið ein heilan bul, áðrenn maðurin er liðugur við sína fantastisku frágreiðing um …… einki. Geisp. Nú vit eru við greinarnar, so lat meg til stuttleika siga frá, hvussu eg hevði tað, tá eg var um at senda fyrstu greinina avstað. Sveittin lak av mær eins og áarstreymur, og eg var sum ljón í búri. Gekk aftur og fram og lúrdi yvir ímóti sendknøttinum á telduni. Eg varð kleimin um hendurnar, og hjartað dukaði, sum tá eg og Eyðun á sinni fóru til próvtøku í enskum! Her var sum í sanginum "Tú dregur meg sum ein magnetur", tí knappliga leyp eg yvir og knallaði á knøttin. Nú skuldi røkka ella støkka. Býttislig, ha? Eg tori at vedda uppá, at hetta er eitt typiskt konu- fyribrigdi. Annars gongur betur nú. Eg eri ikki so bangin longur at trýsta á sendknøttin. Fekk eitt teldubræv nú ein dagin frá konu í granna- lagnum. Gjørdist ikki sørt rørd, tá hon fortaldi, hvussu hon gleddist um tað, eg skrivaði, segði tað vera stuttligt, hugaligt og beinrakið. Tað besta av øllum var, at hon skrivaði, at hon goymdi mína grein til seinast, so hon ordiliga kundi hugna sær og lesa hana í friði og náðum. Greið tala. Einki roks og uttanumtos. Slíkt fløvar. Ná. Nú eri eg næstan líka ring sjálv sum garp- arnir. Byrji at skriva um trekan og meg, sum fóru í NLH, og síðani skrivi eg um all møguligt annað, sum eg yvirhøvur ikki ætlaði í fyrstani. Tað stutta av tí langa er, at trekin gjørdist til eitt mega beinkrím, sum legði meg lamna í 14 dagar. Inn imillum pínuherðind- ini, sum komu javnt og samt, taldi eg sum sagt kvistar í loftsbrettunum í kamarinum. Hvussu nógvir eru? Jú, 89 kvistar, stórir sum smáir. Okkurt bretti hevur ongar. Kanska fari eg onkuntíð at krutla okkurt niður um hesar vælsignaðu kvistar. At telja teir, og so at skriva eitt sindur, hevur verið tað einasta, eg havi orkað at barst við undir mínum egna skraddaraseymaða "krímkríggi". So ein treki, ein telda, 89 kvistar og Eyðun kunnu eisini gerast til eina grein. Her er hon! Gott summar. Trekin, teldan, Eyðun, eg og … nakrir kvistar HUGLEIÐINGAR Ása undir Kletti auk@post.olivant.fo C M Y K 19 18