Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 135 - 19. juli 2003 Nr. 135 - 19. juli 2003 17 Sandurin: fríggjakvøld 21.30: Eivør Pálsdóttir (Fo) leygarkvøld 23.15: Clickhaze (Fo) Eivør á heimavølli Hon er ikki nógv at síggja her í Føroyum, songstjørnan úr Gøtu. Tað er ikki hvønn dag, áhugaði hava møgu- leikan at síggja, hvat hon hevur at bjóða, men tá G! Festivalurin spyr hana, er hon við uppá at spæla í heim- bygdini Gøtu G! FESTIVAL Rógvi Borðoy Eivør Páldsóttir er í Føroyum í hesum døgum í sambandi við G! Festivalin. Hon skal spæla við egnum bólki og saman við gomlu kenningunum úr Clickhaze, og hevur stórar vónir til festivalin. - Eg komi bara inn mitt í tí heila, og síggi fólk, sum stríðast og stressast við at fáa alt upp at standa. Eg kenni, at fólkini eru sterk og trúgva fast uppá verk- ætlanina, og tað er gott at kenna, sigur Eivør Páls- dóttir, meðan hon drekkur sær eina [vegr]. Føroyar draga Eivør býr dagliga í Íslandi, har hon hevur tónleikabólk sín, og trívist væl. Meining- in var einans at vera búgv- andi har í tveir mánaðir, men hon kom ikki heim- aftur beinanvegin. -Tað var ikki eitt karri- eruval. Eg treivst væl har- yviri, og so varð eg bara búgvandi, sigur hon. Hon sigur, at henni leingist til Føroya, og vænt- ar, at hon flytir heimaftur um ikki langa tíð. - Mær leingist eftir fólkunum, náttúruni, fjøllunum og sjónum. Víða um Eivør hevur í seinastuni verið úti og ferðast í sam- bandi við tónleik í Evropa og USA. Týskland og New York hava verið mál hjá Yggdrasil, har hon eisini hevur verið virkin, og við egna bólki sínum hevur hon verið í Íslandi og Skand- inavia. - Mær dámar væl at ferðast við tónleikinum. Fólk hava eisini tikið væl ímóti okkum. Tey hava víst ein sera positivan hugburð. Besta konsertupplivilsið, hon sigur seg hava havt í seinastuni var í Íslandi í einum lítlum spælistaði, ið kallast Kaffileikhúsið. Staðið er lítið og minnir mest av øllum um Losjuna í Gøtu. Har var tónleikabólk- urin settur í miðjuna av gólvinum, og fólk sótu so allan vegin rundanum. - Tað var sum at sita í einari stovu, sigur Eivør Pálsdóttir við einum smíl- andi eygnabrá. Hon leggur aftrat, at henni dámar best at framføra tónleik í smærri støðum heldur enn stórum konsertum. - Ein kemur nærri inn á fólkini, sum lurta, í smáum spæli- støðum. Og tað er ein torførur kunstur at sleppa inn at fólki á stórum konsertum. G! stóran týdning Tað er umráðandi, at før- oyskir tónleikarar sleppa at framføra tónleik sín. Tað sigur Eivør Pálsdóttir mill- um annað sum grundgev- ing fyri, at G! Festivalurin er ein umráðandi partur av føroyskum tónleikalívi. Víðari sigur hon um tón- leikasamtakið Grót, at sam- takið fer at vera í tónleika- søguni hjá Føroyum, tí tey gera so nógv fyri føroyska tónleikin. Tað er gott at hava eitt slíkt samtak, tí tað er ein lætti hjá tónleikarun- um at hava onkran at taka sær av truplu støðunum, ein kann koma í. Tónleikarar- nir kunna fáast meir við tónleik, og verða ikki noyddir at hugsa um pengar og aðrar trupulleikar. Baklandið eru sálm- arnir Føroyar og tónleikamentan- in í Føroyum eru tónlistar- ligi upprunin hjá Eivør Pálsdóttir. Sjálv hoyrir hon væl Føroyar í tónleiki sín- um, og vónar, at onnur gera tað eisini. - Sálmarnir hjá Kingo eru baklandið hjá mær. Eg havi brúk fyri einari rót, eg má hava okkurt at vera út frá. Eg syngi ikki beinleiðis Kingosálmar alla tíðina, men Kingo er ein liður í øllum mínum tónleiki, sig- ur Eivør umhugsið, og heldur fram, at tað var Kári Sverrisson, sum byrjaði at umtulka sálmarnar hjá Kingo, og tað hevur hon stóra virðing fyri. Kingo hoyrist eisini í rokktón- leikinum hjá Eivør Pálsdóttir, sigur hon. Henni dámar best at syngja á føroyskum, tí tað er hóast alt hennara móðirsmál. - Eg haldi sjálv, at eg syngi best á føroysk- um, og tað man vera sum at skelda onkran út. Tað er ringt at fáa alt út, um tað gongur fyri seg á øðrum máli enn móðirsmálinum. Nýggj fløga Eivør Pálsdóttir hevur verið í Íslandi og upptikið eina fløgu, sum væntandi verður til keyps í september mán- aði. Fløgan hevur bara egin løg, og tey eru um kærleika og annað, sigur hon. Fløgan er upptikin í Rainbow Studio í Oslo, Noregi, og á fløguni verða væntandi 10 løg. Eivør sigur, at í Íslandi verður kanska arbeitt nakað meir álvarsligt við tónleik- inum. Í Føroyum eru fólk- ini ikki so neyv við tíðar- ætlanini, sigur hon. - Í Føroyum er tað so, at um ein skal møtast klokkan fimm at venja, so verður farið í gongd klokkan sjey, og tað er einki galið við tí. Tað hevur sína sjarmu. Tónleikurin á fløguni verður mest fólkatónleikur, og tað er eisini rætta elementið hjá Eivør. Sandurin bíðar Tá blaðið fór til prentingar, hevði Eivør Pálsdóttir ikki spælt á Sandinum enn við egna bólkinum. Hon spælir síðst á kvøldinum, og løg- ini, sum hon fer at spæla á konsertini verða bæði til gaman og álvara. Okkurt tilfar er longu kent, og okk- urt fær sína frumframførslu á G! Festivalinum. Eivør Pálsdóttir verður eisini at hoyra á G! Festivalinum, bæði við egnum bólki og við Clickhaze Mynd: Rógvi Borðoy Teir eru eitt av størstu nøvnunum, sum nakrantíð hava vitjað Føroyar, og teir hava spælt á øllum umráð- andi pallum í Evropa, áðrenn teir komu hendan vegin G! FESTIVAL Rógvi Borðoy Tað eru teir fýra B.O.W, DJ Gismo, Villy og AT, sum mynda bólkin, sum má sigast at vera høvuðsnavnið á G! Festivalinum. Eisini hava teir nakrar dansarar við, sum kalla seg B-boys og B-girls. Flestu ungdómar munna kenna løgini "B-boys and flygirls" og "Super Ele- ctric" sum bæði hava verið á hittlistum um alt Evropa gjøgnum seinastu árini. Lagið "Freestyler", sum seldi 2,2 milliónir eintøk og gjørdist nummar eitt á listunum í níggju londum, er tó mest kenda lagið, sum hip-hoppararnir úr Finn- landi hava givið út, og lagið hevur sett síni spor um allan tónleikaheimin, eisini her í Føroyum. Sangurin hevur millum annað givið navn til eitt serligt slag av tónleikatiltøkum í Føroy- um, sum verða kallað tað sama: Freestyler. Bomfunk MC's eru vorðnir ambassadørar fyri Finnland á sama stigi sum Mika Hakkinen. Teir hava selt meir enn til platin, og hava vunnið hópin av heið- urslønum um allan heimin. Tónarnir eru mest av øllum grundaðir í hip-hop , men Bomfunk MC's hava samstundis megnað at end- urnýggja 80'ara-diskoteks- ljóðið, so tú fært tað beint í andlitið. Tú merkir beinan- vegin, at tónleikurin ikki er tann djúpasti í heiminum, men tað er heldur ikki meiningin. Tónleikurin skal bara fáa teg at dansa, og tað skal nógv til at standa ímóti, at beinini spakuliga byrja at trampa í takt til pulserandi diskorútmurnar. Pallframførslan sigst eis- ini vera í ovara enda. Dans- ararnir gera nógvan mun, og teir sigast eisini duga at fáa áskoðararnar við. Og um nóg nógv fólk finna sær veg til Sandin, kann roknast við, at ein sera góð konsert kann fara fram leygarkvøldið. Sandurin 21.15: Bomfunk MC’s Finskir úrmælingar á G! Festivalinum DJ Gismo (vinstrumegin) og B.O.W ella Ismo Lappalainen og Raymond Eubanks, sum veruligu nøvn teirra eru. Hesir eru við í Bomfunk MC’s, sum spæla á Sandinum í kvøld klokkan 21.15 Bomfunk MC´s, DJ´ar- ar við tekno og harð- ari tónar eru nakað av tí G! Festivalurin borðreiðir við í ár. Men ein tónleikagrein, ið eisini verður væl umboðað, er fólka- tónleikurin bæði uttan úr heimi eins og úr Føroyum. G! Festi- valurin hevur eins og í fjør havt eitt samstarv við Fólkatónleikara- stevnuna, sum í fleiri ár hevur havt eitt virk- semi koyrandi her á landi. Hendan stevnan er við tíðini vorðin til eina siðvenju, ið hevur ein týðandi leiklut og ávirkan á tað føroyska tónleikalívið. Kári Sverrisson er og hevur í fleiri ár verið ein av høvuðsmonnunum aftanfyri júst hendan partin av tónleikinum herheima. SANDURIN 17.45: Enekk (Fo) Enekk er ein bólkur, sum hevur nógv tilfar at taka av. Tónleikurin hjá bólkinum hevur vakt miklan ans millum føroyskar tónleikar- ar og er hesin tónleikurin nógv virdur. Tríggjar út- gávur eru komnar frá hes- um bólkinum og nýtt tilfar er gjørt, sum væntandi kemur út á fløgu í heyst. Hesin bólkurin hevur bygt tónleikaligar brýr millum ymiskar siðvenjur og mentanir - alt frá kvæð- um og kingosangi, fólka- og spælimannstónleiki til nýggjan rokk og jazz. Ein kann siga, at Enekk er ein av føroysku bólkunum, ið ger eldru tónleikatraditión- ina lættari at koma innat. Kári Sverrisson er kjarn- in og drívmegin í bólk-in- um. Hesin er eitt stórt før- oyskt tónleikanavn, nokk fæst hann dagliga við tón- leikin, annars er hann í lær- arastarvi á Toftum. Herfyri gav hann solofløguna "Við heimsins dyr" út. Hetta er avgjørt eitt spennandi tón- leikaligt íkast, serliga av tí heilt einastandandi vokalin- um hjá Kára Sverrissyni. Kári er sera spentur at spæla leygardagin, hendan dagin ger fólkatónleikara- stevnan eitt legg inn til Syðrugøtu. - Í fjør spældu vit saman við nøkrum bulgarskum tónleikarum, so í ár verður tað eitt sindur øðrvísi! Mær dámar tiltakið sera væl, sera positivt. Fólkatónleik- arastevnan hevur aftur í ár eitt samstarv við G! Festi- valin. Tann stevnan er byrj- að og verður í Syðrugøtu leygardagin. Sunnudagin verður hon í Norðurlanda- húsin, mánakvøldið fáa mykinesfólk vitjan av fólkatónleikarum. Okkurt av nýggja tilfar- inum verður at hoyra á sandinum leygardagin. - Tónleikurin, sum vit fara at spæla verður eitt sindur av gamla tilfarinum og so eisini av tí nýggja til- farinum. Um ein sjangra skal nevnast er tað jazz- fólkatónleikur. Kári Sverrisson er ein virkin tónleikari og hevur eisini framtíðarætlanir - Jú, ein fløga við instru- mentalum tónleiki er á veg. Men eg eri ikki heilt vísur í nær hon kemur út. Hetta verður fólkatónleikur í einfaldum samansetingum og við fleiri instrumentum. Men tíverri hevur ein ikki hoyrt so nógv til Enekk í síðstuni. Síðan umleið mars mánað, hava teir ikki vant. Tá vóru teir í upptøkuhøl- inunum og gjørdu seg lidn- ar við fløguna, ið skal koma út í heyst. Manningin ann- ars hevur verið virkin í øðr- um samanhangum og hesir eru: Mikael Blak á kontra- bass, Rógvi á Rógvu trummur, Óli Olsen við ljómborðið og Heðin Z. Davidsen spælir el-gittar. T.d. eru Rógvi á Rógvu og Unn Paturson júst komin aftur úr Svøríki, har tey hava verið í upptøkuhølun- um og tikið fløgu upp. Hetta hevur verið saman við einum norðurlendskum jazzorkestri og einum kendum bassisti, Anders Jormin, sum hevur givið tvær solofløgur út á týska risastóra plátufelagnum ECM. Og Mikael Blak og Heðin Z. Davidsen hava verið á konsertferð við Yggdrasil. Tónleikurin hjá Enekk leygarkvøldið verður merktur av at meiri rúm er fyri improvisatión, fríari samansetingar. Men kjarnin verður uttan iva sangurin/- vokalurin hjá Kára. 15.00 Sóljudansur (Fo) Stórur partur av manning- ini úr Spælimonnunum fara at spæla tónleikin av barna- fløguni "Sóljudansir" spælimanstónleikur, sum Alexandur Kristiansen hev- ur gjørt. Við í manningini eru Ívar Bærentsen, Ange- lica Nilesen, Sharon Weiss, Mikael Blak, Kári Sverri- son, Kinna Poulsen, Unn Paturson. Spælipláss - 15.45: Par Sørman (Sv) Her fer áskoðarin at hoyra ein trubadur, ið fer at tulka vísur av svenska yrkjaran- um Dan Andersson. Sør- man hevur vunnið nakrar svenskar tónleikavirðisløn- ir, sum t.d. Sällskapet Astri & Evert Taubes Vänner og Nils Ferlin- Sällskapets Trubadurpris 2002. Fyri- skipararnir siga, at um mann dámar Evert Taube átti ein at lagt leiðina fram við Syðrugøtu leygardagin. 17.15 - Pete og Brian (Uk/Írl) Her er talan um eitt sindur meiri alternativan tónleik við improvisatión og leys- ari sangsamansetingum. Hesir báðir eru dugnaligir á fleiri ymiskum instrument- um og teir duga eisini at stemma tey. Á Tutl 25 fløg- uni spæla teir saman við íslendsku Úlpa, her er floytuspæl lagt omaná gitt- ar og trummuspæl. 20.15 - Newtime Band (Da/Br) Sum sagt, so verður ikki bert poleraður poppur og ráur rokkur at hoyra. Frá bólkinum Newtime Band fer man at hoyra kanad- iskan fólkatónleik. Hesin minnir okkum á tónleikar- vin vit hava her heima, sum eisini er hjá grannalondun- um rundanum okkum. Kanadiskur spælimanstón- leikur úr New England. 22.45: - Hanus G. Johansen (Fo) Tann fyrsti, ið bleiv bílagd- ur til G! Festivalin var hesin klaksvíkingurin, hetta hendi í fjør í septembur. Hanus G. Johansen kemur at syngja og spæla nøkur av sínum løgum, sum næstan hvørt føroyskt mansbarn kennir til - ja, sjálvt tað yngra ættarliðið, kennir til hendan mann. Yngri tón- leikarar hava í jøvnum mill- umbilum endurtulka hansara løg, nú herfyri kom "Fagra Blóma" út til før- oysku útvarpini, hetta var frá rokkbólkinum All that Rain. Fyriskipararnir siga, at teir eru sera glaðir fyri at hava fingið Hanus og meta hann vera ein sera týðandi føroyskur tónleikari. Kári og fólkatónleikur á G! 2003 Manningin hjá Enekk: Mikael Blak á kontra- bass, Rógvi á Rógvu trummur, Óli Olsen við ljómborðið, Heðin Z. Davidsen spælir el-gitt- ar og Kári Sverrisson sang og gittar. Kári Sverrisson SANDURIN 16.30: Gestir (Fo) Vinnararnir av Prix Føroy- ar. Aftaná festivalin her, fara hesir víðari niður at spæla á Skanderborg Festi- val, so upp aftur at spæla á Listastevnuni, síðan er ætlanin at teir skulu spæla á Vega og eisini skulu teir í upptøkuhølini at taka eina demo upp til at senda út til risafeløgini, sum t.d. Uni- versal og EMI. Teir skulu niður at spæla á Skanderborg Festival fyrst í august, síðan upp at spæla á Listastevnuni og so seinni er kenda spælistaðið í Keypmannahavn Vega, á skránni. Teir fara í upptøku- hølini í oktobur, fyri at taka eina demo upp, sum teir fara at senda til plátufeløg. EMI Records ella Uni- versal vendu sær til bólkin aftaná Prix Føroyar. Tón- leikaskráin hjá Gestir verð- ur tann sama, sum teir hava spælt niðri. Prix Føroyar- løgini fara teir at spæla og afturat teimum eru fimm løg. 19.15: Úlpa (Ísl) Av mongum mettur besti ís- lendski bólkur í tíðini. Ný- skapandi bólkur, sum við melodisku løgunum fanga oyruni á rokkelskarum. Úlpa spældi tvær konsertir í Føroyum í 2002, og fyrireikararnir av G! gjørdu beinanveg av at teir skuldu spæla á festivalinum. 23.15: Clickhaze (Fo) Gøtubólkurin hevur fingið stórfingin og rósandi um- mæli sum til dømis "Proba- bly the best band in Scand- inavia" (helst besti bólkur í Skandinavia). Tey hava spælt á festivalum sum Roskilde, Midtfyns, Nibe, Stockholm og Reykjavík. Sangurin Daylight var best umtókti sangur í føroyska útvarpinum í 2002. 24.00: Kórið Gøta/- Leirvík(tala, sangur, fýrverk og føroyskur dansur) Kórið varð stovnað í 1986 og hevur sangarar úr Gøtu og Leirvík. Tey fara m.a. at syngja fosturlandssangir. Spælipláss: - 18.30: Øssur & Hjalti Tveir sera dugnaligir tón- leikarar. Øssur og Hjalti fara at spæla improviserað- an tónleik - øll settini verða improviserað. Øssur Jo- hannessen hevur givið tríggjar fløgur út áðrenn, hendan tvímanningini hev- ur givið eina fløgu út og tann næsta skuldi verið lið- ug, bíða verður bara eftir at kemur í handlarnar. Kambsdalur: 00.30: All that Rain (Fo) 01.15: DJ Gloryboy & GB Firstlady (Fo/Us) 02.00: KGB (Is) 02.45: All That Rain 03.15: DJ Ekkovoid (Dk) Í høllini á Kambsdali verður dansur og DJ´ing [digjeying] ella plátusnúð- ur. All That Rain spæla til dans, hesir eru sera væl dámdur og spæla til fleiri dansir kring landið. Frálíki sangarin Pól Arni Holm kom fyrst í hesum árinum í All That Rain, hetta er altíð sera týðandi fyri ein góðan dans. Plátusnúður, ella hvat ein skal kalla tað, er ikki júst tað sama her á landi, sum í útlondum og í tí pulserandi modernaða tónleikin úti í heiminum. Hetta slagið av tónleiki hevur ikki gjørt sína innrás enn og tað gongur long tíð áðrenn vit fara at hoyra hendan tón- leikin í døgverðatónunum. Gittaristurin og sangar- innan úr Glorybox eru ávíkavist DJ Gloryboy og GB Firstlady, tey fara at spæla eina blanding av folk, dansitónleiki og ele- ctronica. DJ Ekkovoid er eisini úr Glorybox. Michael hevur meiri royndir og hevur arbeitt sum professionellur DJ. DJ KGB er eisini ein royndur DJ´ari og hann spælir eisini við einum av bólkunum, sum er á festi- valinum. Spennandi verður at hoyra hetta íleggið, ið føroyski tónleikurin uttan iva fyrr ella seinni fer at taka til sín. Hinir bólkarnar leygardagin C M Y K 17 16