Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 19. juli 2003 15 – Vinnulívið í sðyru helvt í Suðuroy er farið í botn og hendir ikki okkurt munagott heilt skjótt, verður kreppan nógv meiri umfatandi enn í nítiárunum, sigur Rói Hjelm, formaður í Vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt KREPPA ÁVEGIS Áki Bertholdsen – Hendir ikki okkurt heilt munagott, verður kreppa heilt skjótt aftur í syðru helvt í Suðuroy. Og tann kreppan verður munandi meiri umfatandi enn krepp- an í nítiárunum var. Tað er Rói Hjelm í Vági heilt sannførdur um. Hann er formaður í Vinnuráðnum í Suðuroyar syðru helvt. Og Vinnuráðið hevur júst gjørt eina kann- ing fyri at vita, hvussu støðan hjá vinnuvirkjunum í Suðuroynni er. – Kanningin umfatar framleiðsluvirkini í syðru helvt í Suðuroynni, sum virka vørur til útflutnings. Sostatt fingu 12 virki spurnarblað frá Vinnuráð- inum og av teimum hava 11 virki svarað aftur, sigur Rói Hjelm. Og myndin, sum tey 11 virkini tekna av støðuni er rætt og slætt døpur. Virkini vórðu spurd, hvussu nógv starvsfólk, tey høvdu í fjør og nógv tey hava í ár. Tey vórðu eisini spurd, hvussu stórar lønar- útreiðslur, tey høvdu í fjør og, nógvar tey vænta at hava í ár og somuleiðis vóru tey spurd, hvussu stór- ar lønarútreiðslurnar vóru fimm teir fyrstu mánaðir- nar í ár afturímóti í fjør. At enda vórðu tey spurd, hvussu tey mettu útlitini vóru fyri framtíðini og um, hvat tey hildu at teir størstu trupulleikarnir vóru. At enda skuldu tey siga sína hugsan um, hvat tey mettu skuldi til, fyri at bøta um støðuna. Munandi versnað Kanningin vísir, at í 2002 høvdu hesi virkini 340 fólk í arbeiði. Í ár er starvsfólka- talið 221. Tað er ein aftur- gongd uppá 35%, ella meiri enn ein triðing. Í fjør høvdu hesi virkini lønarútreiðslur, sum vóru 65,5 milliónir og gongur, sum útlitini eru nú, verða lønarútreiðslurnar ikki meiri enn 36,1 milliónir í ár. Tað er ein afturgongd uppá heili 44,9% Meiri nágreiniliga vísti kanningin, at fyrstu fimm mánaðirnar í fjør, rindaðu hesi virkini 26 milliónir í lønum, men fyrstu fimm mánaðirnar í ár, rindaðu tær ikki meiri enn 13,8 milli- ónir. Talan er sostatt um eina afturgongd upp á 47,0 %. Veruleikin er sostatt, at higartil í ár svarar veruliga gongdin til metingarnar, sum gjørdar eru fyri alt árið. Vánalig útlit Kanningin vísir ikki bara, at støðan er nógv versnað seinasta árið. Hon er eisini eitt greitt tekin um, at vón- irnar fyri framtíðina eru eisini syndarliga vánaligar Rói Hjelm sigur, at av teimum 11 virkjunum, sum eru við í kanningini, var tað bara eitt virki sum metti, at framtíðarútlitini vóru góð. Eitt annað virkið helt, at framtíðarútlitini vóru sámi- lig. Men heili fimm virki mettu, at framtíðin var meiri ivingarstom og heili fýra virki mettu beinleiðis, at tað sá svart út. Flutningskostnaðurin størsti trupulleikin Av teimum 11 virkjunum í kanningini, halda tey átta, at flutningskostnaðurin er tann størsti trupulleikin. – Veruleikin er, at nógv av virkjunum noyðast um- vegis Havnina, hvørja ferð, tey skulu flyta vørur til virkini og lidna framleiðslu av aftur virkjunum til út- londini. Rói Hjelm nevnir sum dømi, at lemmavirkið í Vági hevur stórar eykaút- reiðslu til flutning, bara tí at virkið er í Suðuroynni. Hetta eru útreiðslur, sum virkið ikki hevði havt, var tað í mistaðarøkinum. So dýrt er at flyta vørur ímillum Havnina og Suður- oynna! Tað sama ger seg eisini fyri ein stóran part galdandi fyri fiskavirkini, tí nógv av teimum hava eykaútreiðslur av at flyta ráfisk til virki og lidna vøru av aftur virkin- um til útflutnings. Hetta eru útreiðslur, sum virkini í miðstaðarøkinum ikki hava. Annars halda sjey virki, at høvuðstrupulleikin er trotið á vágafúsum peningi. Fimm virki halda fígg- ingarmøguleikarnar verða ein høvuðstruppulleika. Fýra virki mettu vánaliga marknaðarprísin at verða avgerðandi. Trý virki hildu, at tað var ein stórur trupulleiki at liggja so langt burtur frá meginøkinum. Tvey virki mettu at atløgu- viðurskiftini vóru ein stórur truppulleiki og afturat hes- um hildu sjey av virkjunum at aðrar truppulleikar vóru ímillum teir størstu. Kreppan verður verri enn í nítiárunum Rói Hjelm sigur, støðan í syðru helvt í Suðuroy er nú so vánalig, at økið stevnir beint ímóti eini kreppu, sum er álvarsligari og meiri umfatandi enn kreppan í nítíárunum var. – Og skal gongdin vend- ast, verður neyðugt, at tað almenna setir tiltøk í verk, sum í fyrsta lagi javntseta virkini í útjaðaranum við virkini í miðstaðarøkinum og í øðrum lagi gera at fíggingarmøguleikarnir batna so at tað ber til at fáa fígging. Og formaðurin í Vinnu- ráðnum í Suðuroyar Syðru helvt er sannførdur um, at skal sleppast undan van- lukkuni, skal gongdin vendast heilt skjótt, tí sum hann sær støðuna, er tann heilt djúpa kreppan beint fyri stavn. Og tá ið hann metir, at kreppan í syðru helvt í Suðuroy hesuferð verður meiri umfatandi enn krepp- an í nítiárunum, hevur tað fleiri orsøkir: – Hesi seinastu árini eru fleiri skip og fiskiloyvi farin av plássinum, so at nú eru nógv færri skip í økinum, enn tað vóru í níti- árunum. – Og sum útlitini eru nú, fer eisini øll alingini fyri bakka. Men í kreppuni í nítiárunum var hóast alt smoltalingini í syðru helvt í Suðuroy, eins og alivirki var alla tíðina og virksemið var eisini á Roykivirkinum í Porkeri. Hann sigur, at bara ali- vinnan í Suðuroy, rindaði í fjør einar 35 milliónir í løn- um og ALS o.s.fr. – Dettur alingin niður- fyri, vera so tær 35 milli- ónirnar færri í umfari. Eg skjóti uppá, at eini 90% av teimum fullu niður í syðru helvt í Suðuroy, so tað er ongin ivi um, at tað fer at merkjast ógvuliga fast, dettur alingin niðurfyri. Hann sigur, at í ár hevur eisini lítið arbeiði verið á fiskavirkjunum í økinum og á Skipasmiðjuni er virk- semið eini nógv minkað. Og sum útlitini við fiska- prísunum og marknaðar- útlitini eru, er ilt at meta um, nær tann gongdin fer at vendast. Almenn tiltøk neyðug Formaðurin í vinnuráðnum sigur, at tey flestu virkini eru samd um, at tað al- menna eigur at gera nakað við flutningskostnaðin, so at virkini ikki verða verri fyri enn onnur virki, bara tí at tey virka í Suðuroynni. Tað kann gerast við at hækka flutningsstuðulin so at hann svarar til veruliga kostnaðin. Tað er eisini neyðugt, at flutningsstuðul- in umfatar allar vinnur og ikki bara fiskavirkini. Tað er eisini neyðugt at lækka farmagjaldið hjá Strandferðsluni, so at flut- ningur til og úr Suðuroy, ikki er dýrari enn hjá øðrum pørtum í landinum. Somuleiðis er neyðugt at øll avgjøld í útjaðaranum lækka, á sama hátt sum gjørt er í Noregi. Tey flestu virkini vísa eisini á, at tað gongst illa at fáa fatur á nóg mikið av vágafúsum peningi. Fyri at hjálpa uppá hetta, er eitt uppskot frá Vinnu- ráðnum at gera eina ætlan verður gjørd fyri syðru helvt í Suðuroy eftir saman leisti sum Sandoyarætlanin á sinni og sum førdi við sær, at bæði flakavirkið í Skopun og á Sandi vórðu latin upp aftur. Hvønn týdning tað hevur havt fyri Sandoynna, er óneyðugt at siga. Somuleiðis verður neyð- ugt at stovna ein grunn fyri syðru helvt í Suðuroynni eftir sama leisti sum Før- oyagrunnurin hevur virkað eftir í Norðoyggjum. – Tað er heldur ikki neyðugt at greiða frá, hvønn týdning tann grunn- urin hevur fyri vinnulívið í Norðoyggjum. Og at enda heldur Rói Hjelm, at partur av tí peningi, tey í syðru helvt í Suðuroy gjalda ov nógv norður um fjørð fyri al- mennar tænastur o.s.fr., verður afturrindaður í ser- stakan grunn fyri syðru helvt í Suðuroy. – Hesin grunnur skal um- framt at veita eginpening til burðardyggar verkætlanir, eisini kunna stuðla á annan hátt, eitt nú veita flutnings- stuðul, sigur formaðurin í vinnuráðnum í syðru helvt í Suðuroy. Hann skoytir uppí, at eitt uppskot afturat kundi verið at at ein stovnur verður skipaður, sum líkist Bygda- stovninum í íslandi, ið bara fíggjar vinnulív uttan fyri meginøkið. Hann heldur, at somu- leiðis eigur at verða kann- að, um skip og/ella fiski- loyvi eru tøk, og síðani eigur at verða roynt at fáa hendur á teimum. Men hann ásannar kort- ini, at eru fiskiloyvi fyrst farin úr økinum, er tað ómetaliga trupult at fáa tey aftur. Men annars heldur hann, at vinnan eigur at sam- starva um, at gera eina langtíðarætlan fyri økið. Men so er tað eisini týdningarmikið, at hendan ætlanin verður fylgd, leggur hann afturat. Syðra helvt í Suðuroy: Beina kós ímóti størstu kreppu í søguni Í stuttum Soleiðis hevur gongdin verið hetta seinasta árið hjá teimum virkjunum í syðru helvt í Suðuroy sum virka vørur til útflutnings 1.Broyting í starvsfólkatali 2002-2003: Starvsfólkatalið var 340 fólk í 2002, men í 2003 er/verður talið 221 fólk. Tað er ein niðurgongd uppá 119 starvsfólk, svarandi til 35,0% 2. Lønarútreiðslur v.m. í 2002 og metingarnar fyri 2003 Tilsamans vóru starvsfólkaútreiðslurnar 65,5 milliónir krónur í 2002, men væntast kann, at tær fella til einar 36,1 milliónir krónur í ár. Hetta svarar til eitt fall uppá 44,9% í lønarútjaldingum. 3.Lønarútreiðslur fimm teir fyrstu mánaðarnar í 2002, sammett við fimm teir fyrstu mánaðirnar í 2003: Fyrstu fimm mánaðarnar í 2002 vóru samlaðu starvsfólkaútreiðslurnar 26,0 milliónir krónur. Í sama tíðarskeiði í ár eru tær einans 13,8 milliónir krónur. Tað er eitt fall uppá 47,0%. Stórar vónir vórðu settar til Laksavirkið hjá Hera Hjelm, tí tað var eitt av virkjunum, sum veruliga skuldi lyfta suðuroyar syðru helvt upp úr kreppuni. Men tað skuldi ganga øðrvísi og nú kunnu bara skjót, almenn tiltøk bjarga syðru helvt í Suðuroy, sigur Vinnuráðið 15 14 Nr. 135 - 19. juli 2003 Tað kunnu standast stórir trupulleikar millum arbeiðstakara og arbeiðsgevara, tá eingin sáttmáli er, tó eru nærum øll starvs- fólk á matstovunum í Havn sáttmálaleys ARBEIÐS- MARKNAÐUR Marjun Dalsgaard Pakkanad Lertrattan er úr Thailandi. Hon skilur ikki føroykst og sigur, at hon ikki veit, hvat eitt fakfelag er fyri nakað. Í løtuni liggur hon í sak við arbeiðsgevaran Rafik, sum eigur Rafiksa Pizzaria, tí hann ikki vil gjalda henni løn. Tey hava sum vera man ymiskar frágreiðingar um hví – hann sigur, at hon ikki hevur arbeitt so nógv, sum hon krevur løn fyri. Hon sigur, at hann hevur gjørt seg inn á hana, og hevnir seg, tí hon segði upp. Enn hevur sakin ikki verið fyri rættin, so tað er ilt at vita, hvør talar satt, men hettar er enn eitt dømi um, at tað gongur út yvir bæði arbeiðstakara og ar- beiðsgevara, um viður- skiftini ikki eru skipaði í samráð við fakfeløgini. - Eg skilji ikki, at nakar kann halda, at tað er ein fordeilur fyri nakran av pørtunum, at starvsfólkið ikki er í einum fakfelagi. Til dømis hava báðir partar greiðar linjur at ganga eftir, um tey hava ein sátmála, sigur Vígdis Johannesen - Trupulleikin er, at arbeiðstakari stendur sera veikur, tá eingin sáttmáli er, sigur hon. Arbeiðstakari má sjálvur leggja sak, og tað kann verða dýrt. Hóast at nógv hevur verið skrivað um, at starvs- fólk á matstovum ikki arbeiða eftir sáttmála, er einki broytt á økinum. - Eg dugi ikki at skilja, at fólk ikki ynskja at gerast limir í einum fakfealg, tí tey kunnu aldrin fáa betur sømdir av ikki at vera limur – onkur arbeiðsgevari lokk- ar møguliga við betur løn, um starvsfólkið ikki er í fakfelag, men eg trúgvi ikki, at lønirnar eru hægri, tvørturímóti, sigur Vígdis Johannesen. - Tað er sjálvsagt tann fordeilurin hjá arbeiðsgev- aranum, at hann sleppur undan at gjalda til eftirløn og lívstrygging, og so verð- ur hann ikki raktur av verk- falli, sigur Vígdis Jo- hannsen. - Hásæsonin hjá matstov- um er júst, tá lønarsam-ráð- ingar eru, og verkfall rakar tí tær matsovurnar, sum hava starvsfólk, sum eru limir, enn harðari, um teirra kappingarneytar ikki eru limir, enn um øll vóru limir. Í dag eru tað stórt sæð bert matstovurnar á hotellunum, sum hava starvsfólk, ið eru limir í fakfeløgunum, sigur Vígdis Johannesen. Plat- form, Café Natúr, Rafiksa Pizzaria, Merlot, og hartil stinga nýggjar matstovur og caféir seg upp í Havnini, men Havnar arbeiðs- kvinnufelag hoyrir einki frá teimum. Starvsfólk á matstovum eru uttan sáttmála Í dag eru tað stórt sæð bert matstovurnar á hotellunum, sum hava starvsfólk, ið eru limir í fakfeløgunum, sigur Vígdis Johannesen. Starvsfólk á matstovunum á hotellunum eru tey einastu, sum eru limir í fakfeløgum C M Y K 14