týsdagur 13. desember 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 238 — 13. DESEMBER 1994 Síða 11
Arabo aftur í stjórasess-
inum á Strandferðsluni
Eftir at hava verið í farloyvi síðani 1. januar 1991, tá hann fór í landsstýrið fyri Javn-
aðarflokkin, er Thomas Arabo byrjaður aftur sum forstjóri á Strandferðsluni. Hesi
smá fýra árini, hann hevur verið í farloyvi, hevur Tummas Magnussen sitið sum stjóri
Hósdagin 1. desember fór
Thomas Arabo aftur í sítt
gamla starv sum forstjóri á
Strandferðsluni. | Hansara
fyrsti arbeiðsdagur Yviri
við Strond á høvudsskriv-
stovuni hjá Strandferðsluni
var tó ikki fyrr enn mána-
dagin 5. desember, tí hann
var burturstaddur tríggjar
teir fyrstu dagarnar.
— Tað, sum eg nú fyrst av
Arabo er nú aftur í starv-
inum sum stjóri á Strand-
ferðsluni Mynd: Kalmar
øllum fari at gera, er at seta
meg inn í starvið av nýggj-
um fyri at fáa eitt >yvir-
blikk<, sigur Thomas Ara-
bo.
— Hetta er jú ein stórur
stovnur og eitt stórt arbeiðs-
pláss, so her er ríkiligt at
síggja til.
Tað eru smá fýra ár síðani
Thomas Arabo fór úr starv-
inum, tí hann skuldi byrja
sum landsstýrismaður fyri
Javnaðarflokkin 1. januar í
1991. Hesa tíðina hevur so
ein annar Tummas — við eft-
imavninum Magnussen -
verið stjóri á Strandferðsl-
uni. Hann er eisini byrjaður
aftur í sínum gamla starvi
sum fulltrúi í Tinganesi.
Tað eru annars nøkur ár
liðin, síðani Thomas Arabo
hevði sín fyrsta veruliga
arbeiðsdag á Strandferðsl-
uni. Tað var 1. september
1973, tá hann kom í starv
sum verkfrødingur.
Hálvt ár seinni gjørdist
Arabo tckniskur stjóri har,
men ta fyrstu tíðina var tal-
an kanska ikki um so stórt
arbeiðsgkið, ti ikki fyrrenn
seinni hevur Strandferðslan
ment seg ul at gerast ein
rættiliga stórur og umfat-
andi stovnur. »Smyril« kom
í 1975 — árið frammanundan
var >Tróndur< komin og
árið eftir kom so »Sam«. Og
síðani er stovnurin vorðin
alsamt stórri.
Tá Thomas Arabo kom
aftur á Strandferðsluna í
1989, eftir at hann hevði
verið skrivari í Utnorður-
samstarvinum — útlæntur av
føroysku umsitingini — varð
hann settur sum forstjóri á
Strandferðsluni.
hj.
Jolahjålpin
í Klaksvík
Tey, ið eru ringast fyri, fáa aftur í ár ein
flóva til jóla
Aftur í ár hevur Jólahjálpin
sett sær fyri at hjálpa fólki
her norðuri um jólini, verð-
ur sagt í tíðindaskrivi frá
Jólahjálpini í Klaksvík, og
hildið verður fram
Av royndum frå í fjør sóu
vit, at tørvurin var rættiliga
stórur á slíkum tiltaki sum
Jólahjálpini
Fyri at bóta um hetta, at
fólk/húski einki ella lítið
hava at hugna sær við um
jólini, fara vit aftur undir til-
takið JOLAHJALPIN.
Vit hava við hjálp frá
Gudi og góðum fólki savn-
að nakað av peningi saman
Men fyri at náa út til so
mong sum møguligt, siga
vit takk fyri hverja peninga-
gávu vit fáa
Um onkur er, sum vil lata
nakrar krónur og harvið
stuðla tiltakinum, so kann
peningur latast til:
»JOLAHJALPIN 1994 á
konto i Norðoya Spari-
kassa.«
(Sparikassin gevur vegleid-
ing um kontonummar)
Í fyrstu atløgu kundu vit
hugsað okkum at latið ein
góðan matpakka til familj-
Í húsinum eru
ein pakka til jóla
Navn:
ur við børnum, og húski id
mest treingja. Til virksemi
okkara hava vit fingið kjall-
aran í Christianskirkjuni at
húsast í, har vit avgreiða
pakkarnar. Adressan hjá
okkum er c/o Christians-
kirkjan, FR-700 Klaksvik
Vit, sum hava sett okkum
fyri at veita eina hjålpandi
hond, hava valt aftur i år at
vera Onevnd, og vilja av-
greiða allar pakkar í trún-
aði
Fyri at náa út til tey, ið
hava brúk fyri hesum, heita
vit á fólk um at fylla lepan
niðanfyri út, og senda hann
inn til okkum
Hevur tú sjálv/ur hjálp
fyri neyðini, ella kennir tú
onkran, ið treingir í hesum
døpru tíðum, so send lepan
inn
Alt sum inn
okkara, verður
trúnaði.
Klipp út og send inn.
Leggið seðilin í ein bræv-
bjálva.
vidgjørt í
Jólahjálpin 1994
c/o Chnstianskirkjan
Kirkjubrekka
FR-700 Klaksvik.
fólk, sum høvdu verið glad fyri at fingið
Bústaður:
Sent hevur:
Skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. desember 1994
kemur til
Nakrir av teimum, ið vóru við í leitingini síðsta månakvøld. Seinnapartin leygardagin varð
givist vid leitingini — uttan at Henry Frederiksberg varð funnin Mynd: Hilmar Jan Hansen
Givnir at leita
Skrokkurin er funnin á 25 metra dýpi, men hann gevur ongar
ábendingar um, hvat kann hava verið orsøkin til at »Stathav«
sakk so brádliga síðsta mánadag. Leitingin endaði leygardagin
Seinnapartin leygardagin
leitaðu froskmenn frá >Ól-
avi Halga< og >Tjaldrin-
um“< aftur á vanlukkustaðn-
um miílum Byrgistanga og
flesina út fyri Hoyvíks-
hólmi, har >Stathav< sakk
so brádliga síðsta mánadag,
tå hann var á veg av Havnini
inn á Skålafjørdin.
Fyrstu dagarnar eftir van-
lukkuna vóru líkindini at
leita ikki av teimum bestu,
men kortini eydnaðist at
finna hin 59 ára gamla skip-
aran á >Stathav<, Otto Pe-
tersen úr Saltnesi. Hann
varð borin til gravar leygar-
dagin, og so nógv fólk var
og fylgdi, attey ikki rúmað-
| ust í nýggju og stóru Fríðr-
ikskirkjuni.
Men hóast leitað hevur
verið við, tá umstødurnar
hava loyvt ti, hevur enn ikki
eydnast at finna hin 53 ára
Henry Frederiksberg, ið var
maskinmaður á >Stathav<.
Tá tað fór at skýma leyg-
ardagin, góvust froskmenn-
inir av »Olavi Halga« og
»Tjaldrinum« vid leiting-
ini, og samstundis endadi
leitingararbeidid.
Nógv fólk verið
við í leitingini
Á Vaktar- og Bjargingar-
tænastuni halda teir, at alt er
gjørt, sum kann gerast við
leitingini, og tí verður hon
nidurløgd.
Einir tjúgu froskmenn av
skipunum hjá Vaktar- og
Bjargingartænastuni vóru
bæði fríggjadagin og leyg-
ardagin við í leitingini, um-
framt at eisini froskmenn
frá sløkkilidnum í Havn og
aðrir eisini hava verið við.
Umframt hevur politiið og
ein hópur av sjálvbodnum
fólki verið við í leitingar-
arbeiðinum — bæði á sjógv
og landi.
Orsøkin til van-
lukkuna ókend
Fríggjadagin funnu leit-
ingarfólkini skrokkin av
»Stathav«. Hann lá á 25
metra dýpi, niður av hell-
ingini á botninum út fyri
Byrgistanga.
Hol er á skrokkinum, men
annars er hann sjálvur í ein-
um stykki. Men brúgvin og
alt, sum var oman á honum,
er farið omanav. Tá brúgvin
varð funnin, vísti hon seg at
vera rættiliga illa brotin.
Undir leitingini teir síðstu
dagarnar royndu frosmenn-
inir at sleppa so langt inn í
skrokkin, sum umstødurnar
loyvdu ti, men uttan at tað
eydnaðist at finna nakað.
Heldur ikki hevur leiting-
in í skrokkinum ella nær-
hendis givið nakrar ábend-
ingar um, hver orsøk kann
hava verið til vanlukkuna.
Eingin torir heldur at gita
seg fram til, hvat hent er, tí
tað fyrikemur sera lagið, at
alt kundi henda so skjótt.
Líkt er ú til, at orsøkin til
vanlukkuna verdur verandi
ókend, og at eingin nakran-
tíð fær svar uppá gátuna um
síðstu ferðina hjá »Stathav«
síðsta mánadag.
hj.
Livdin, Dj. i Geilsgøtu 1
Opið er soleiðis: Mikukveld frá kl. 20-23, tríggja-
kveld og leygarkveld frá kl. 19.00 til 01 00, og
sunnukveld frá kl. 19.00 til 23.00.
Aldursmarkið er 16 ár.