mikudagur 14. desember 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Aðyrgdartaðsór
Lånsbrøvini og figgjarlogin
Oddagnein
MÅNADAGIN keyptu føroyskir einstakling-
ar, stovnar, grunnar, feløg og onnur fyri
100 milliónir í almennum føroyskum låns-
brøvum. Hetta er júst tað, landsstýrið hev-
ur ásett sum minstamark fyri søluni av
hesi fyrstu rødini av almennum lånsbrøv-
um. Eftir åhuganum fyrsta dagin er mangt,
sum bendir á, at seld verða lánsbrev fyri
einar 200 milliónir, sum er nevnt sum hå-
mark fyri hesa fyrstu rødina.
TEY, sum tekna seg fyri lánsbrævi hesa
vikuna hava tryggjað sær fastan kurs og
rentu tey bæði árini, rødin røkkur. Hetta
gevur eina effektiva rentu upp á tíggju pro-
sent, sum er væl meira enn fæst frá ver-
andi peningastovnum.
VIÐ hesum nýggja tiltakinum eru Føroyar
farnar undir at byggja upp ein lánsbræva-
marknað. Hesin lánsbrævamarknaður
hevur tvinni endamál. Annað er at byggja
upp ein kapitalmarknað í Føroyum og hitt
at fíggja hallið hjá landskassanum. Or-
søkin til, at vit júst nú er farin undir ein
lánsbrævamarknað í Føroyum er avtalan
við donsku stjórnina, sum greitt sigur, at
meguligt hall á fíggjarlógini skal figgjast av
okkum sjálvum. Annadhvørt i Føroyum ella
uttanlands.
HÓAST higartil ófgroyskt, er tó einki óvan-
ligt aðrastaðni at fíggja hall á fíggjarlógum
fyri marknaðartreytir. Til dømis figgjar
danska stjórnin alt sítt hall á danska láns-
brævamarknaðinum, og í Íslandi er hetta
heldur ikki ókent. Marknaðarvirðið á ís-
lendska lánsbrævamarknaðinum svarar
til umleið 40 prosent av bruttotjóðarúrtøk-
uni.
HENDAN fyrsta royndin at fíggja lands-
kassahallið vid lånsbrøvum tykist at eydn-
ast væl. Tad kunnu vit bert vera nøgd vid,
men lat hetta ikki gerast koddi hjå land-
sins kosnu kvinnum og monnum at leida
hesi út i lokalpolitiskar freistingar, ti nú
ber alt til.
TAÐ ger tað sjálvandi ikki. Hallið á fíggj-
arlógini kann ikki fíggjast í allar ævir.
Hvørki við lånsbrøvum ella við ødrum. Tað
má burtur, skjótast gjørligt, og til tess
krevst góður politiskur ryggur.
Sasialunin
yritaksstjóri. Krisjan Dahl
: mdr: Kalmar Lindenskov
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
i» Jan Miiller
aðfóls. Randi Jacotisen - Dagny Bústaður: Argjavegl 26
Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng. P/Æ Saslalurin Argjum 110 Tórshavn
Kilmar Jan Hansen - Prent P/f Pressan 1981 | Te'eion. 11820 Telelax: 14720
Justinus Eidesgaard
Útgevari- PA Sastalurin
Hví skulu vit gjalda so nógvan skatt:
Timburmenninir
eftir stóra ballið
Stórar iløgur í yvirupphitaðum tíðum, og ov lágt skattaprosent i
fleiri år eru høvudsorsøkirnar til høga skattaprosentid i Havnar
Kommunu
Tað var tann tíð, tá alt
tóktist at bera til, og kanska
serliga politikararnir ikki
ivadust í, at trødini vuksu
heilt upp í himmalin.
Stórar iløgur og fleiri lån
vóru loysunnarorðini, og
fáur gav teimum gætur, sum
dittaðu sær at minna á, at
einaferð skuldi onkur gjalda
alt hetta aftur.
Mikla ballið er nú av, og
rokningin komin. Og tess
drúgvari ballið er, tess svár-
ari kennast timburmenn-
inir.
Hetta er ikki ætlað sum
ein roynd í eftirklókskapi
ella at seta niður á nakran
fyri gjørdar gerðir, men bert
ein roynd at greiða frá, hví
tað varð neyðugt, enn eina
ferð, at hækka skattapro-
sentið í Havnar Kommunu.
Um 0,3 prosenta hækkingin
ernóg stór í mun til útreiðsl-
urnar, hóskilig, ella um
grundarlag verður fyri at
lækka tað nakað aftur, velst
um møguligar nýggjar láns-
treytir og inntøkugrundar-
lagið hjá kommununi.
Lánsbyrðan
Millum tey, sum í víðagitnu
åttatiårunum og inn í nitiår-
ini lótu seg taka av fótum av
tíðarinnar ørskapi, og til tíð-
ir tóktust at ganga undan,
var leiðslan í Tórshavnar
Kommunu. Risastórar iløg-
ur,- júst í teimum tíðum, tá
landsins og kommununar
búskapur var yvirupphitað-
ur um alt mark.
Sum dómi um fløguhugin
kann verða nevnt, at í 1988
vóru iløgur gjørdar fyri 111
milliónir. Arid eftir vóru
iløgurnar 91, í 1990 gjørdi
kommunan iløgur fyri 80
milliónir, í 1991 fyri 46 og i
1992 vóru íløgur gjørdar
fyri 37 milliónir.
Nú vóru peningaliga
trongu tíðirnar veruliga
farnar at merkjast, og tí
hevði verið ynskiligt og
skilagott, at havt møguleika
til at gjørt eitt sindur av
kommunalum iløgum, men
tað bar illa til. Til tess var
lánsbyrðan vorðin alt ov
stór og tyngjandi, so ikki
bar til at gera fyri meira enn
19 milliónir i iløgum i fjør,
og i år man talid liggja um
einar átta milliónir. Á kom-
andi fíggjarætlan er als ikki
roknað við nøkrum íløgum
yvirhøvur.
Skuld i mun
til skattainntøku
I tølum kunnu vit lysa
hvussu skuldin vaks í mun
til skattainntøkuna. Talan er
um nettoskuld.
Í 1984 var nettoskuldin í
mun til skattainntøkuna 63
prosent. Í 1987 var hon 128
prosent, og í 1992 var netto-
skuldin í mun til skattainn-
tøkuna komin upp á 224
prosent. Í fjør hækkaði talið
upp á 236 prosent.
Skattaprosentið
ov lágt
Í åttatiårunum hækkaði inn-
tøkan hjá kommununi, sum
vera man, rættiliga nógv.
Frá at vera 152 milliónir í
1984 vaks hon upp í 245
milliónir í 1989. Men so fór
at ganga hin vegin. Í 1990
lækkaði inntøkan við fimm
milliónum, árið eftir niður í
217 milliónir, og í 1992 var
inntøkan 202 milliónir.
Men hóast inntøkan
minkaði so mikið ár um ár,
varðveitti Havnin sama
skattaprosentið,- 14,4.
Hetta gjørdi eisini tað, at
bert eftir tveimum teimum
seinastu árunum hjá undan-
farna býráðsmeiriluta var
hallið í kommunurokn-
skapinum ikki minni enn 59
milliónir.
Nýggja býráðið gjørdi
beinanvegin av at hækka
skattaprosentið nakað. Upp
í 15,5. Hetta árið fall inn-
tøkan hjå kommununi niður
í 191 milliónir. Rættari
hevði verið at hækka skatta-
prosentið eitt sindur meira í
93 enn gjørt varð.
Stór skuld og
smáar inntøkur
Vit einum stórum halli í
undanfarnu fíggjarárum, alt
stórri lánsbyrðu, og fallandi
inntøkum, er torført at gera
sær vónir um eitt lagaligari
skattaprosent.
Búskaparligi heilivágur-
in er tó ikki í longdini bert at
hækka skattaprosentið fyri
aftur at konstantera eitt hall
aftur næsta ár fyri so aftur at
geva prosentinum eitt spark
uppeftir.
Gjald til rentur og lán er
nógv hin størsta einstaka
útreiðslan, og illa ber til at
gera stórvegis skerjingar á
ødrum økjum.
Havnar Kommuna, eins
og mangar aðrar, hevur tí
brúk fyri lagaligari láns-
treytum, men avgjørda
treytin fyri rættiliga at koma
fyri seg aftur er, at inntøku-
grundarlagið batnar, og tað
eigur býráðið sjálvsagt eisi-
ni at gera sítt til. Hvussu
verður við skattaprosentin-
um, tá tilboðið um nýggjar
lánstreytir kemur, erennein
víðopin spurningur.
Tvey fyri eitt
Eingin má trúgva, at bú-
skaparligu vidurskiftini í
Havar Kommunu koma i
67. ÅRGANGUR
Tórfinn Smith,
býráðslimur, skrivar
rættlag av sær sjálvum.
Heldur tvørturimét. Sum
er, eru vit inni í óndu ring-
råsini við støðugt minkandi
inntøkugrundarlagi. Lítið er
at ivast i, at almenni sektor-
urin, hálvalmennu stovnar-
nir eins og umsitingarligi
parturin av figgjarstovnun-
um verdur skerdur, og hetta
gongur mest út yvir skatta-
grundarlagið í Havn.
Tí er tað eisini nógv fyri at
hoyra tingmenn vena seg
um eitthvørt lokaláhugamál
sum verður skert, samstund-
is sum teir ikki halda seg
aftur at kuta burtur stóran
part av inntøkugrundarlag-
num hjá Havniai. Tað eru
eisini enntá teir ið halda, at
allir landsins trupulleikar
verða loystir, bert við at
flyta eiuhvørt fyritakssemi
úr Havn og út um landið. Á
spjaldrinum stendur bygd-
armenning
Eitt økt inntøkugrundar-
lag fåa vit ikki av at raka
hvørjum ødrum. Einaferð,
fyri mongum årum sidani,
gjørdi Havnar Kommuna
eina skilagóða samtykt á
trivnaðarliga gkinum sum
segði, at fyri hvort træ, sum
felt verður, skulu tvey ny ggj
gróðursetast. Í dag mugu vit
siga, at fyri hvort alment
arbeiðsplássið, sum verður
niðurlagt, skulu í minsta
lagi tvey vinnulig arbeiðs-
pláss setast á stovn.
Møgulcikamar hava vit,
og einki er at bíða eftir.
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og friggja-
dag kl. 10—16. Tlf. 15816... ;
Blindastovnur Føroya
hevur opið måndag-friggjadag kl. 9—16.
Telefonir: 18222 og 19288.