mikudagur 14. desember 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AA re
Tidindabladid [ sostalurin ] Nr. 239 — 14. DESEMBER 1994 Síða3
Atli Dam, fyrrverandi løgmadur:
Vit mugu standa fast
mótvegis norðmonnum
Nú mugu vit standa fast mótvegis norðmonnum í royndum teirra at brúka Fóroyar sum
jarnbrot í stríði sínum móti slíkum, sum veiða "ólógliga" í Loynikrókinum. Føroyar eru
eitt ov veikt jarnbrot til, at vit muna mótvegis teimum stórru londunum, EuUog Íslandi
Ein av teimum føroysku
politikarunum, sum hevur
havt mest við norðmenn at
gera, tá tað hevur snúð seg
um sínámillum fiskiveidi-
avtalur, er fyrrverandi løg-
maður Atli Dam. Av mong-
um eygleiðarum hevur hann
verið mettur ein fyri Før-
oyar sera góður samráð-
ingarleiðari
Sosialurin hevur bíðið
Atla Dam um eina við-
merking til støduna, sum
hevur tikið seg upp millum
Føroyar og Noreg.
Hann vísir fyrst til við-
gerðina á tingi av kvotu-
lógini í fjør.
Lóg fyri tingið
Í kvotulógini, sum varð
framløgd í desember 1993
vóru tvær lógargreinar.
Onnur, sum reguleraði
vidurskifuni við umskiping
o.g. innan fyri føroyska 200
fjórðingamarkið, og onnur,
sum varð ætlað sum eitt slag
av politigrein viðvíkjandi
sigling um føroysktøki, har
ætlanin var, at Føroyar
skuldu vera politimyndug-
leiki eitt nú mótvegis "før-
oyskum” hentleikaskipum,
íslendskum, grønlendskum
og. skipum, sum veiddu í
Loynikrókinum uttan av-
talu.
Hesa seinnu greinina sig-
ur Atli Dam, vildi nevndin,
sum arbeiddi við málinum í
løgtinginum, ikki vita av,
men ein helt, at landingar-
loyvi átti at veitast av Før-
oya landsstýri, tá talan var
um at landa fisk frá út-
lendskum skipum í Føroy-
um.
Av eini ella aðrari tekn-
iskari orsøk visti eftir-
verandi lógargreininn seg
ikki at fevna um føroyskar
havnir, og sostatt kom ikki
at verða neyðugt at útvega
sær loyvi frá Føroya lands-
stýri í sambandi við land-
ingar, sum meirilutin ann-
ars ætlaði.
Ov veikt jarnbrot
-Persónliga haldi eg tað var
spell, men sum nú er, er ov
seint at fara at aftur til ta
støðuna.
Nú mugu vit standa fast
mótvegis norðmonnum í
royndum teirra at brúka
Føroyar sum jambrot í stríði
sinum måti slikum, sum
veiða "ólógliga" ...íLoyni-
krókinum.
Fyrst og fremt ti at Før-
oyar eru eitt ov veikt jarn-
brot til, at vit kunnu muna
mótvegis teimum størru
løndunum, EU, Íslandi osfr.
Hentleikaskip
Sum nú er fáa vit ikki hjálpt
upp á støðuna í Loyni-
krókinum uttan tað hendir í
fleirtjóða hopi.
Annars havi eg ikki nakr-
an sympati fyri teimum,
sum hava gingið á odda í
útvegan av hentleikaskip-
um, sum við veiðuni í
Loynikrókinum ganga
føroyskum áhugamálum alt
ov nær. Mong hampafólk
eru sjálvsagt imillum, men
avrikini hjá summum av
hesum undangongumonn-
um í føroyskum vinnulívi
elva ikki ul undirtøku við
teirra við hesum ivasama
loynivirksemi.
Skipað viðurskifti
Atli Dam sigur víðari, at tað
er neyðugt fyri Føroyar at
hava skipað viðurskifti, og
vit valdu nú einaferð at
gerast partaeigari í tveimum
stovnum í Barentshavinum.
bæði toskastovninum og
lodnustovninum. Tí ber so
ílla til samstundis at lata
aðrar taka burtur av. Tað má
vera betri at vera partaeigari
í einum stovni heldur enn at
noyðast a nápa burturav.
Felagsstovnur
Atli Dam sigur víðari, at
Føroyar hava sum fiski-
vinnutjóð meira brúk enn
aðrir fyri skipaðum viður-
skiftum á høvunum, og tað
er væl torført at definera
toskastovnin i Barentshav-
inum sum annad enn ein
felagsstovn, so øll veida
gongur burtur av hesum
samastovni.
-Skulu vit líta at møgu-
leikum, sum kunnu koma
upp aðrataðni í altjóða
sjógvi, so er best at vit sum
frálíður fáa skipað viður-
skifti.
-Men føroyingar vilja
vera við, at Smogan er
altjóða øki, og at vit ti
kunnu fiska fríu har!
-Tað er beint. Tað er
altjóða øki. Men hetta er
kortini ein stovnur, sum er
undir fleirtjóðað regu-
lering, sum hevur verið
síðani 1975, tá vit gjørdust
partacigari fyri fyrstu ferð.
-$0 eru tað tey, sum siga,
at vit fáa alt lítið í mun til
Norðmenn og russar?
-Tað er sjálvsagt Tað
hevur nakað við søgulig
rættindi at gera. Teir fingu
sær søguligan rætt í 1975, tá
mett varð, at føroyski part-
urin var 12.000 tons. Hesi
fingust til vega bert út frá
veiðuni í tvey ár í 68 og 69.
Tað var fiskiskapurin í
tíðarskeiðnm fá 64 il 73,
sum varð lagdur úl grund
fyri partabrævapart okkara í
75.
Tey 12.000 tonsini hava
vit fingið ríkiliga eisini
síðani fiskimarkini fóru út í
1977.
Vit kunnu heldur íkki
mótmæla, at meginparturin
verður veiddur av teimum
báðum londunum, sum
sambart altjóða reglum eiga
gkið innan fyri 200 fjórð-
ingar. So kundu vit fram-
vegis veitt 15. - 20.000 tons
av toski av tí felagsstovni,
sum er har, meti eg tað fræg-
ari enn tað , sum "nápast"
kann burtur av av og á tey
fáu ár fiskur er í Loyni-
krókinum.
Mýkja støduna
-Men hvat nú um norðmenn
fasthalda krav sitt um
føroyskt veiðubann?
-So eigur ikki at verða
gjørdur sáttmáli í hesum
samráðingarumfari.
-Heldur mú vit sjálvir
kunnu liva við tí?
-Tað er kent, at eg ong-
antíð havi givist á hondum í
sambandi við samráðingar,
ti eg altíð síggi fyri mær eitt
nýtt umfar. Verður eingin
avtala í dag, so er einki í
vegin fyri, at avtalan kann
fáast upp á pláss, tá stødan
er mýkt um heilt stutta tíð.
Eg meti ikki, at tað er eitt
antin ella í dag. Tað er
neyðugt at samráðast til
viðurskiftini eru komin upp
á pláss sigur Atli Dam,
fyrrverandi løgmaður og
samráðingarleiðari við
norðmenn gjøgnum mong
ár.
jan
SRERERERERE REE EEN
våpnada
úti".
kring landið.
|
Spennandi bókargðin hjá Niels Juel, "Teir sigldu
úti", heldur fram. Í fjórðu bókini, kunnu tygum
m.a. lesa fråsøgnina um havnardrongin William
Martin við Stein, ið var millum teir fyrstu
sameindu herflotamenninar í innrásini í Japan.
Um Skålvikingin Tummas Jákup Jensen, id var
settur at stýra skip sítt upp á Omaha Beach eftir
boðum frá Martin Joensen í Kvídni í Sumba. Um
bróðir Martin, Herluf, sum rýmdi úr Marokko til
Gibraltar á seglbáti. Um havnarmannin Hannis
av Kák, ið rýmdi undan tropudeyðanum úr Dakar
í einum bjargingarbáti. Umframt nógvar aðrar
spennandi frásagnir um føroyskar sjómenn i
handilsflotanum
heimsbardaga, id Niels Juel meistarliga greidir
frá í fjórða bindinum av bókargðini "Teir sigldu
undir
Bókin kostar kr. 268.- og fæst í bókhandlum
| Spennandi og áhugverdur lesnaður. Vissið tygum
bókina, áðrenn ov seint er.
seinna
Niels Juel Arge:
|
|
|
FREE RERERENENEINIEN