mikudagur 14. desember 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 239 — 14. DESEMBER 1994
Talv OL i Moskva
Vinnaratalvið hjá John Arna Nilssen (við
beinasemi frá Utvarpi Føroya)
Føroyska talvliðið í Mo-
skva hevur fingið
hampulig úrslit í sein-
astu fýra dystunum í
olympisku kappingini.
Fríggjadagin taptu vit
móti Puerto Rico I 1/2—
21/2.John, John Ami og
Bogi telvaðu javn, og
Jens Chr. tapti.
Leygardagin vunnu
vit Hong kong 2 1/2— 1
1/2— Bogi vann og John,
John Arni og Torbjørn
telvadu remis. Og
sunnudagin vann før-
oyska liðið Algeria við
sama úrsliti sum dagin
fyri. Jens Chr. vann og
John Arni, Bogi og Tor-
bjørn telvaðu javnt.
Og månadagin endadi
dysturin móti Venezuela
javnur 2-2. Bogi vann,
John tapti og John Arni
og Jens Chr. spældu
javnt. .
Hvitur: Vergera,
Panama
Svartur: John Ami
Nilssen, Føroyar
Rif6
e6
Bb4
c5
d5
0-0
Ric6
dxc4
Ba5
exd5
Bg4
Rie5
Beænansunm
— —
ev
|=
Missir kvalitet. Betur
var
13. Rixf6+,
Be2
13. - Rixf34
14. gxf3 Bh3
15. e4 Rixd5
16. Fxd5 — Ff6
17. få Bxfl
18. Kxfl — Rad8
19. Fh5 Bd2
20. Bd5 Fxí4
21. Bxd2 Fxd2
22. Rel Fxb2
23. Re3 Rd6
24. Rb3 — Fcl+
25. Ke2 Fæ:
26. Kfl Rf6
27. Fh4 c4
28. Rg3?? Fxf2++
0-1
Fxf6 14.
Jú, víst gongur tíðinda-
flutningurin skjótt í dag.
KI. 12.33 lendi tele-
faxið á redaktiónini hjá
Sosialinum og kl. 17
sama seinnapart longu
prentað. Vinnaratalvið
hjá Boga Ziska móti
Chan / Hong Kong
prenta vit í morgin.
DANNY TRANSPORT
— tá okkurt T
skal koyrast | -
Jola
TILBOÐ:
If. 19192 |
Da
RN PP F
p Øm 74
1 koppur av kaffi ella te
og jólabolli
el. eplaskivur
Tíðindablaðið ESF
450 komin innaftur
Umleið 9 milliónir er útgjaldið hjá Arbeiðsloysisskipanini nú aðrú hvørja viku
Í seinastu viku hevði Ar-
beiðsloysiskipanin sítt fyrst
útgjald, eftir at lógin varð
broytt.
Lógin er broytt soleiðis,
atarbeiðsleys ikki sum áður
fáa minni og minni útgold-
ið, og hægsta upphæddin,
sum útgoldin verður, er nú
70 % av arbeidsmannaløn
við 40 tima arbeiðsviku.
Henda upphædd var 65 %.
Talið av fólki, sum nú fær
útgoldið frá Arbeiðsloys-
isskipanini, er nú vaksið við
umleið 450. Hetta eru fólk,
sum vórðu dottin út úr skip-
anini, tí tey hava verið ar-
beiðsleys so leingi.
Tá samtykt varð at broyta
lógina, skrivaði Arbeiðs-
loysisskipanin út til umleið
660 fólk, sum vóru dottin út
úr skipanini. Sum nevnt eru
450 teirra nú komin inn
aftur. ;
- Vit vita, at nøkur eru
komin i eftirlønaraldur, og
nøkur tíðliga hava fingið
eftirløn. Hini 200 vita vit
einki um. Tad kann bæði
vera, at tey eru flutt, og at
tey hava fingið arbeiði.
Hetta fara vit at kanna, sigur
Torgerð Nielsen, leiðari á
Arbeiðsloysisskipanini.
2393 fólk fingu hesu ferð
stuðul = sum fulltíðarar-
beiðsleys. Men taðeru fleiri
enn so arbeiðsleys, tí tey
tøku á arbeiðsmarknaði-
num vóru hesu ferð 3306.
Nøkur sleppa ikki inn í
Arbeiðsloysisskipanina, tí
antin høvdu tey verið ar-
beiðsleys so leingi, tá skip-
anin kom, ella eru tey kom-
in úr skúla og beint út í ar-
beiðsloysi. Hesi hava øll
einki inntøkugrundarlag,
sum nakar stuðul kann
roknast út frá.
Samlaða útgjaldið hjá
Arbeiðsloysiskipanini var
hesu ferð góðar 9,1 mió.
krónur. Av teimum fingu
fiskavirkisfólkini góða
millión.
Hendir einki óvanligt
verður á leið hetta útgjaldið
2. hvørja viku. Tað orkar
skipanin væl at gjalda út, tí
hon hevur tøkan pening,
inngjaldið liggur nøku-
lunda fast, og haraftrat fær
skipanin 70 mið. krónur á
fíggjarlógini næsta ár.
randi
Út á fjørdin at liggja
Ætlanin er nú at sleipa russiska skipið Adonkin skal út á Skálafjórðin
Bæði Skipasmiðjan Før-
oyar, Skipafelagið, sum
umboðar russisku skipini í
Føroyum, og Skála komm-
una hava nú mist álitið á, at
nøkur hóskandi loysn fæst á
málinum um skipið Vasiilij
Adonkin.
Hevði tað ikki verið fyri
tað, at menninir umborð
ikki hava viljað farið av
skipinum, var tað fyri lang-
ari tíð síðan sleipað frá
bryggju á Skála og út á
fjørdin. Men nú er skiparin
farin, og ætlanin er at fåa
skipid ut å fjørdin at liggja.
Tå trolarin Vasilij Adon-
kin kom til Føroya til um-
vælingar í august mánaði í
fjør, taldi manningin 37. Nú
eru bara tríggir mans eftir.
Skiparin fór heim viðeinum
ødrum russiskum trolara í
seinastu viku.
Skipasmiðan hevur kravt
Adonkin á tvang, tí tað
kemur einki burturúr at tosa
við reiðaríið í Murmansk.
Reiðaríið vil ikki gjalda, og
skipasmiðjan vil ikki halda
fram viðat leggja út. Kravið
hjá skipasmiðjuni móti
skipinum er uppá 2 mió.
krónur, og tað er fyri um-
vælingararbeiðið, ið varð
gjørt, og so er eitt aftrat fyri
mat til fólkið umbord.
Havnarpengarnir fram til 1.
:oktober í ár eru eisini írokn-
aðir.
Men l.oktober frásegði
skipasmiðjan sær alla
ábyrgd av skipinum, og
havnarpengarnar, sum síð-
an eru komnir aftrat, skyld-
ar skipið nú Skála komm-
unu. Tað eru 35.000 krónur
um mánaðin.
Arni Joensen, stjóri á
Skipasmiðjuni Føroyum,
veit enn ikki, hvat tað fer at
enda við. Tað kann ganga
langa tíð, upp til eitt hálvt
ár, til skipið fer undir ham-
aran. Tað seinasta, hann
hevur frætt frá reiðarínum í
Murmansk,er,atskrivstova
teirra brann við øllum
pappírum.
Teir triggir menninir
sleppa heim, so skjótt sum
teir vilja fara, og okkurt skip
kann taka teir við sær. At
pr"
eee
at liggja, til tað einaferð fer á viingsilssølu
føda menninar til teir fara er
einki at tosa um, heldur
Arni Joensen.
Bygdarráðsformaðurin á
Skála, Símun Pauli Berg,
vónar eisini, at menninir
fara heim skjótt. Eingin
hevur nakað ímóti monn-
unum, men tað er einki lív
hjá teimum. Menninir líða
tó onga neyð. Teir halda til í
einum húsum hjá skipa-
Russiska skipið Vasilij Adonkin, vinstrumegin, verður væntandi skjótt sleipað út á fjørdin
smiðjuni, sum eisini gevur
teimum imat. Skálafólk
hava roynt at verið góð við
menninar, sum frá teimum
hava fingið klæðir o.m.a.
randi
EFTIR-
LÝSING
Í SOSIALUR
7
Tann, sum lánt hevur
og ikki borið aftur
seinna bind av
Sosialinum frá 1984,
bidist vinarligast fáa
okkum hann aftur
sum skjótast.
Tíðindablaðið
Sosialurin
Týsnáttina klokkan
hålvgum eitt varð
sløkkilidiO boðsent, tí
eldur var í Sambýlinum
á Mýruni í Hoyvík.
Eldur var í einum
rúmi, í einum sjónvarpi.
Sjónvarpið er nú sent
Roykskaði
Sjónvarpið í Sambýlinum á Mýruni í
Hoyvík verður nú kannað, eftir at
eldur var í tí týsnáttina
til kanningar fyri at finna
orsøkina til eldibrandin.
Eingin teirra, sum
búgva í Sambýlinum,
fingu nakran skaða.
Húsini fingu eitt sindur
av roykskaða.
randi
Blindastovnur Føroya
hevur opið måndag-friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19288.