mikudagur 14. desember 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Ofta er munur á tí, fólk siga seg eiga í bankanum og tað bankin
sigur tey eiga. Endamálið hjá Toll- og Skattstovuni er at fólk fáa
rættari skatt
Í hesum døgum fáa fólk
bræv frá Toll- og Skattstov-
uni. Brøvini snúgva seg um
ognaruppgerðina, sum varð
send inn í vár.
Síðani tá hevur Toll- og
Skattstovan skrásett ognar-
uppgerðirnar og saman-
hildið tær við teir upplýs-
ingar, sum Toll- og Skatt-
stovan hevur fingið frá pen-
ingastovnunum um innlán
og útlán.
Toll- og Skattstovan sig-
ur, at tað hevur víst seg
rættiliga ofta at vera munur
á tí bankarnir upplýsa um
tað fólk eiga inni, og hvat
tey skylda og tí, fólk sjálvi
skriva á ognaruppgerðina.
"Nr. 239 — 14. DESEMBER 1994
Tí vilja skattamyndugleik-
arnir fegnir hava at vita frá
fólki hví munur er á hesum
upplýsingum.
Toll- og Skattstovan sig-
ur, at orsøkimar kunnu vera
ymiskar. Millum annað, at
ikki øll hava latið peninga-
stovnunum P-talið, men tað
kunnu eisini vera aðrar
orsøkir. Toll- og Skattstov-
an sigur, at endamálið við
hesum er at rætta upp ogn-
arskránna hjá Toll- og
Skattstovuni soleiðis, at
hon kann nýtast til at fáa
betri og rættari sjálvupp-
gávu og fyribilsskattaskrá.
Tað er ikki ætlanin, at
fólk skulu fáa tilik brøv á
hvørjum ári, ti Toll- og
Skattstovan sigur seg rokna
við, at tá ognarskráin nú
verður rættað, verður ikki
neyðugt við fleiri fyrispur-
ningum um hesi viðurskifti.
Sagt verður, at tað er av
størsta týdningi, at fólk
svara skjótast gjørigt og fyri
nýggjár, tí ætlanin er at nýta
hesar upplýsingar í fyri-
bilsskattinum komandi.
tór.-
Toll- og Skattstovan vil
hava neyvar upplýsingar
so skatturin kann vera
sum rættur sum gjórligt.
Mynd: Kalmar
Húsalánsgrunnurin:
Metir ikki
eftir sóluvirði
Lítil tvíhús, men høgt mett
av Húsalánsgrunninum.
Tilvildarlig mynd: Kalmar
-og tí kann henda, at fólk ógvast við, tá tey í dag síggja eina
húsameting frá Húsalánsgrunninum
Lítil hús í Suðurstreymoy.
Talan er um annan partin av
tvíhúsum, á 300 fermetrar
stórum stykki. Kjallarin er í
einum, men stovu- og lofts-
hæddirnar eru innrættaðar.
Stovuhæddin er 60 fer-
metrar til víddar og lofts-
hæddin 45. Grundøkid er
ikki girt inni og heldur ikki
javnað ella ruddað.
Ikki er málað ella tapetað,
og heldur ikki er lagt á
gólvini, og í húsnum er
eingin køkur.
Men sambært metingini
frá Húsalánsgrunninum eru
húsini nógv verd, og ikki
næránámind við tað, Fíggj-
areftirlitið heldur um før-
oysk hús.
Jóannes Dalsgarð, stjóri í
Húsalánsgrunninum — vil,
sum vera man, ikki gera
viðmerkingar til ávísar
metingar, men hann sigur,
at Húsalánsgrunnurin hev-
ur ikki broytt politikk á
metingargkinum. Grunnur-
in virðismetir ikki hús eftir
hvat tey møguliga kunnu
verða seld fyri.
FI fulla løn,
I: libeidsfør"
Verður annað okkara
rakt av sjúku ella van
lukku, hava vit fíggjar
ligt grundarlag at liva
víðari
Við loyvda skattafrá
dráttinum kostar tryg
ging móti tapi av óarb
eiðsferi minni, enn vit
roknaðu við
ÁN SS QMSHÚ S
FØROYA LIVSTRYGGING
Um støduna hjá sethúsa-
eigarunum sigur stjórin á
Húsalánsgrunninum ann-
ars, at talid åtvingsilssølum
er minkad munandi. Mill-
um annað orsaka av teirri
skipan, sethúsaeigarar
kunnu fáa við lánsstovnar-
nar við millum ødrum
longdari avgjaldstíð.
tór.-
Misti
stórutá
Í seinastu viku hendi
eitt óhapp umborð á
rækjutrolaranum Sól-
borg. Hann var staddur
á Flemmish Cap. Teir
høvdu slitið meðan teir
hálaðu í sera ringum
veðri. Reiðarin sigur, at
teir høvdu skift veir og
endin á veirinum stakk
út gjøgnum eitt hol í
síðuni á rumlumi. Teir
høvdu ikki fingið klipt
hendan stump, tá trum-
lan fór runt og endin á
veirinum bresti niður á
stórutá á manninum.
Teir fóru inn til Saint
John í New Found-
landi, har hann var
lagdur á sjúkrahús.
Ytsti lidurin á stórutá lá
eftir í hosuni aftaná
óhappið. Maðurin
kemur heim seinni í
vikuni. Reiðaríið sigur,
at hann hevur tað gott.
Sólborg er farin aftur til
fiskiskap.
Je