mikudagur 14. desember 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ES!
Kirkju- og Missions-
húsið á Argjum 20 ár |
Fjórða sunnudag í advent — tað er nú sunnudagin — kunnu argjafólk halda rundan fød-
ingardag, tá Kirkju- og Missiónshúsið á Argjum verður 20 ár. I sambandi við dagin '
verða bæði gudstænasta, sunnudagsskúli, vælkomstfundur og borðhald
Sunnudagurin komandi er
hátíðardagur á Argjum. Tá
er fjórði sunnudagur í ad-
vent, og tað var júst fjórða
sunnudag í advent fyri 20
árum síðani, at Kirkju- og
Missiónshúsið varð vígt.
Hesin rundi dagur verður
eisini hildin við manér, og
verður lagt fyri við stórari
gudstænastu um morgunin
kl. 11. Har verða bæði sókn-
arprestarnir Høgni Poulsen
og Kjartan Mørkøre og Før-
oya biskupur, Hans Jacob
Joensen, við. Argjakórið
undir leiðslu av Alfred Han-
sen og Finnleifi Mortensen
fer at syngja og eisini verð-
ur — sum vanligt er kirkju-
ligar håtidardagar — altar-
gongd.
Børnini sleppa eisini upp
í part, og sunnudagsskúlin
verður sum vanligt seinna-
partin kl. 14, og tá verður
gjørt eitt sindur burturúr, og
børnini fáa eisini okkurt
gott.
Um kveldið verður bæði
vælkomstfundur og borð-
hald.
Vælkomstfundurin er kl.
18, og Heri Tróndheim fer
at leiða fundin. Bergur D.
Joensen fer at hava inn-
gangsrøduna, og umframt
fara eisini kirkjuráðsfor-
maðurin Gunnvá Morten-
sen og formaðurin í stýrin-
um fyri missiónshúsið, Al-
fred Hansen, at tala.
Hetta verður ikki nakar
drúgvur fundur, ti longu kl.
19.30 verður stórt borðhald
í Argja Skúla, har Gunnar
Reynslág fer at skipa fyri.
Har fer ein kvinnukvartett
undir leiðslu av Jón Magn-
usi Joensen at syngja, og
umboð fyri teir ymsu bólk-
arnar, ið virka í Misstóns-
og Ungdómshúsinum, fáa
orðið á hesi samkomuni.
Missiónshúsið
gjørdist eisini kirkja
Tá farast skuldi undir at
byggja hetta samkomuhús á
Argjum, var ætlanin fyrst
bert at gera misstónshús,
men síðani kom tankin fram
við at byggja kirkju og
missionshus saman, heldur
enn at:ein kirkja og eitt
missiónshús skuldu vera í
bygdini. Hetta varð gjørt
ásannandi, at bæði tvey
virka innan somu karmar.
Bæði citt kirkjuráð og eitt
stýri fyri missiónshúsið eru
á Argjum, men annars hýsir
húsið á skilagóðan hátt øll-
um kirkjuligum virksemi í
bygdini undir einum taki -
bæði gudstænastum, møt-
um, sunnudagsskúla, skót-
um og øðrum.
Aðrenn Kirkju- og Missi-
ónshúsið varð bygt, vórðu
møt, sunnudagsskúli og
onkur cinstøk gudstænasta
hildin í skúlanum á Argjum,
og argjafólk gingu í kirkju
Kirkju- og Missiónshúsið á Argjum verður sunnudagin
20 ár. Myndin høgrumegin í erva varð tikin, tå kirkju-
tornið varð reist í juni mánaði 1983
(Savnsmyndir)
heimi í Havnini.
Eftir at Kirkju- og Missi-
ónshúsið var komið, vórðu
Argjar vidurkendar sum
kirkjusókn.
Sugtakarar ul byggingina
vóru fyrst og fremst Rich-
ard Mortensen, Valbjørn
Dalsgarð og Olaf Sv. Pcter-
sen, og aftrat sær høvdu tcir
trúgvar og góðar stuðlar í
Henningi Mortensen, Tor-
birni Hentze og Olavi Dals-
garð.
Pípuorgul, ið Verland Jo-
hansen hevur bygt, hevur
verið í kirkjuni alla tíðina,
meðan ein klokka, ið hekk
uttandura, varð brúkt fyrstu
árini at kalla kirkjufólkið til
gudstænastu. Men í juni
mánaði í 1983 varð so reist
tornið, ið nú er, og í tí vóru
tværklokkur.
Gamla klokkan, ið var í
fyrstuni á Argjum, er nú í
bønhusinum á Hellunum.
hj.
Nr. 239 — 14. DESEMBER 1994
Síða 7
Fjúrtan vilja royna stjóra-
stólin hjá Arna Gregersen
Tá freistin at søkja sum fyristóðumaður í Sjónvarpi Føroya var úti seinnapartin mána-
dagin, vóru fjúrtan umsóknir komnar til starvið — tær flestu vóru komnar í síðstu løtu
Gongur alt sum ætlað, skal
nýggjur stjóri byrja í Sjón-
varpi Føroya mánadagin 2.
januar. ;
Tá er verandi stjóri, Arni
Gregersen, vorðin ein part-
ur av hagtølunum yvir fólk,
ið flyta úr Føroyum. Arni
Gregersen byrjar í nýggjum
starvi sum redaktiónsleið-
ari og varastjóri á deildini
hjá TV2 á Bornholm um
ársskiftið.
Seinnapartin mánadagin
kundi Súsanna Daniclsen,
starvsfólkaleiðari í Tinga-
nesi, við gjøgnumgongd av
innkomna postinum stað-
festa, at fjúrtan umsøk jarar
eru hugaðir at fáa starvið, ið
Arni Gregersen nú fer frá.
Umsóknirnar verða nú
sendar sjónvarpsneyndini,
ið á fundi í Havnini seinna-
partin leygardagin fer at
hyggja tær fjúrtan umsókn-
irnar igjøgnum, við ti fyri
eyga at koma við eini inn-
stilling, har triggir av um-
søkjarunum verða raðfestir,
alt eftir hvønn sjónvarps-
nevndin heldur vera best
egnaðan til starvið.
— Um vit fara at gera eina
endaliga innstilling leygar-
dagin, tori eg ikki at siga,
men nýggi stjórin skal set-
ast, so hann kann byrja
beinanvegin í nýggja árin-
um, sigur Hans Jørgensen,
ið er formaður í sjónvarps-
nevndini.
Tá sjånvarpsnevndin er
lidug vid sina innstilling,
verdur hon latin landsstyr-
inum, ið setir starvið.
Hverjir teir fjúrtan um-
søkjararnir eru, ið hava søkt
starvið, vita vit ikki, men frá
álítandi keldum frættir Sos-
ialurin, at talan er bæði um
fólk innan útvarpið, sjón-
varpið og blødini, umframt
onnur, ið hava søkt.
Kravið í starvslýsingini
var, at umsøkjarar skuldu
hava útbúgving sum journa-
listur ella aðra hægri út-
búgving. Eisini varð sagt í
lýsingini, at tað var ein fyri-
munur, um umsøkjararnir
høvdu royndir innan leiðslu
og umsiung.
Sjónvarp Føroya byrjaði
at senda 1. apríl 1984, men
fór kortini ikki av álvara í
gongd fyrrenn 1. september
sama ár.
Fyrsti stjórin var Jógvan
Asbjørn Skaale, og sat hann
í stjórasessinum frá 1. apríl
1983 til 1. november 1993,
tå Ami Gregersen t6k id.
Vid i setanartreytunum
hjå bådum var, at starvid
bert var í fimm í senn. So-
leiðis fekk Jógvan Asbjørn
tvey skeið, meðan Arni Gre-
gersen nú gevst, væl áðrenn
hansara skeið er úti.
Nýggi stjórin, ið nú verð-
ur settur, hevur ikki tidarav-
markaða setanartíð, eins og
hinir báðir hava havt tað.
Verður nýggi stjórin ikki
settur beinanvegin við árs-
skiftið, fer Johnsigurd Jo-
hannesen, núverandi vara-
stjóri, at hava leiðsluna um
hendi, til nýggi stjórin tekur
við starvinum.
hj.