Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á Á Á | Í 3 4 á Tíðindablaðið (ST), Opið bræv til løgtingslimir og løgting- sins figgjarnevnd frå lærararáðnum å Fiskivinnuskulanum i Vestmanna Í viðmerkingunum til figgjar- lógaruppskotið fyri 1995 mæl- ir landsstýrið til at Fiskivinnu- skúlin verður fluttur úr Vest- manna til Klaksvíkar. Vit skulu fyrst gera vart við: 1) Hetta snýr seg ikki um at flyta — tað snýr seg um at taka Fiskivinnuskúlan av. Fyri at stovna eina nýggja, heilt aðra og fiskivinnuliga verri útbúgv - ing í sambandi við Tekniska Skúla í Klaksvík. 2) Hetta snýr seg ikki um eitt fíggjarmál — játtanin hevur somu upphædd í 1995 sum í 1994 (landsskúlafyrisitingin hevur tó lovað landsstýrinum, at sparingar kunnu fremjast >uppá longri sikt<). Vit mæla legtingi og fíggjar- nevnd tess til at strika við- merkingina í fíggjarlógarupp- skotinum viðvíkjandi niður- leggingini av Fiskivinnuskúl- anum. Henda viðmerking hev - ur onga åvirkan á og onga av- leiðing fyri fíggjarlógina sjálva. Tað er tí burturvið og á- byrgdarleyst við einum penna- stroki í fíggjarlógarviðgerðini at fremja eitt ófyrireikað og 6- vidgjørt men tó so víðgongt skúlapolitiskt tiltak — at niður- leggja einastu fiskiidnadar- og havbúnaðar yrkisútbúgving okkara til frama fyri eitt nýttog ógvuliga ivingarsamt útbúgv - ingarexperiment hjá lands- skúlafyrisitingini. Landsstýrismaðurin í skúla- málum hevur givið fleiri grundir fyri at flyta (niður- leggja) skúlan. Vit kunnu vísa á, at ongin teirra heldur: 1) Eitt endamál skal vera at skapa frið um skúlan. Men øll vita, at allur ófriður um skúlan einans er skaptur av áhaldandi politiskum rumbulsatgerðum frá skiftandi landsstýrum. 2) Ein onnur grund skal vera, at landsstýrismaðurin er énøgdur við næmingatilgongdina til Fiskivinnuskúlan. Men fáur kann undrast á at næmingar aftra seg við at fara undir eina 3 ára útbúgving á einum skúla, hvers lagna hevur verið og enn er at vera ein politisk kasti blaka. Harafturat seta vit spurnartekin við, um tann eina fiskivinnuútbúgvingin í land inum hevur betri møguleikar fyri næmingatilgongd í Norð- oyggjum enn í meginøkinum, har hon nú liggur. 3) Landsstýrismaðurin vil flyta (niðurleggja) skúlan, tú hann liggur so »einsamallur« í Vestmanna, uttan »miljø« og »åtviklingsmøguleikar«. Og hetta skal alt greiðast við at leggja útbúgvingina inn mill- um teknisku útbúgvingina av nøkrum fáum elektrikarum og smiðum í einum hálvtómum skúla í Klaksvík. Men her hevur landsstýris- maðurin misskilt júst tað týdningarmesta í øllum mål- inum um Fiskivinnuskúlan og fiskivinnuútbúgvingina yvir- hevur: sum einasti yrkisskúlin fyri fiskaídnað og havbúna hevur Fiskivinnuskúlin ein tørv fram um allar aðrar: tað er eitt so breitt og tætt sam- band við fiskaidnadar- og havbúnaðarvinnuna sum gjørligt. Hetta er tað altavger- andi »miljøid« og teir altav- gerandi >útviklingsmeguleik- amir« fyri Fiskivinnuskúlan. Hetta sambandið hevur skúlin nú, har hann liggur — bygt upp frá grundini í 5 ára sera neyvum og framúr vælvirkandi sam- starvi við tey nógvu og fjøl- broyttu virkini og vinnustovn- arnar í øllum meginøkinum — og væl at merkja: báðum pørt- um at stórum gagni. Vit, sum varða av og starvast á skúlanum, vita tað av roynd- um, men landsstýrismaðurin í skúlamálum tykist ikki at gáa um tað — og enn minni lands- skúlafyrisitingin — at í hesum samstarvi liggja møguleikar- nir at menna fiskivinnuút- búgvingina til ein náttúrligan part av og neyðuga tænastu fyri framhaldandi menning av fiskaídnaðar- og havbúnaðar- vinnuni í Føroyum. Hettalívsneyðuga samstarv- ið fer alt fyri skeytið, verður skúlin fluttur (nidurlagdur). Ogtað verður munandi truplari og færri møguleikar at byggja slíkt samstarv uppaftur í Norð oyggjum. 4) Landsstyrismadurin sigur endamálið vera at gera »eina betri og bíligari útbúgving< og at tað »ber ikki til at gera hesa útbúgvingina rationelt um hon liggur nakra aðrastaðni enn við Tekniska Skúla í Klaksvík<. Ætlanin — sum er eitt Inni- stovuprodukt av skrivaraborð- unum hjá landsskúlafyrisiting- ini — er at fiskivinnuútbúgving- in skal takast av sum sjálv- støðug útbúgving. Í staðin skal ein nýggj >linja< skoytast upp í handverksútbúgvingamar í Klaksvík. Eftir felags stødisår kunnu næmingarnir — eftir eini meting hjá skúlanum um evni og førleika teirra — antin ganga 2 år til eina »hægri tøkniliga studentsåitbågving«, ella 1 1/2 år til eina »lægri« sonevnda »atstødisitbigving«. Tað verður ikki ein fiski- vinnuútbúgving burturav. Tað verða færri tímar til og minni rúm fyri undirvísing í fiski- vinnuligum evnum, kanning og projektum. Føroyum hava vit nógvar sjålvstøduger skúlar/útbúgv - ingar: m.a. læraraskúla, sjúkra- systraskúla, fróðskaparsetur, 3 studenta- og hf-skúlar, kokka- skúla, maskinskúla, 2 sjómans- skúlar, 2 tekniskar skúlar og 2 handilsskúlar. Tað tykist tí margháttligt, at til eina ta týdn- ingarmestu hevuðsvinnuna, fiskaídnaðar- og havbúnaðar- vinnuna, sklulu vit onga sjálv- støduga útbúgving hava — har er tað nóg mikið at krøkja eina fiskivinnulinju upp í annan av teknisku skúlunum? Har fiski- vinnuútbúgving verður ein viðfáningur av ti hon er á Fiski- vinnuskúlanum í Vestmanna. Er tað hetta løgtingsmenn vilja? Alt undirvísingarverkið kostar einar 350 mió. kr. í rakstri. Av hesum kostar Fiski- vinnuskúlin 2,5 mió. kr. — ella 0,7%. Er hetta ov mikið til ein- astu = yrkisútbúgvingina tl fiskaídnaðar- og havbúnaðar vinnuna? Sambært landsstyrismann- inum í skúlamálum og lands skúlafyrisitingini er ætlanin »uppå longri sikt« at spara uppá fiskivinnuútbúgvingina. 300.000 í 1996 og 700.000 í 1997. Tvs. niður í 1,5 mió. kr Men hetta er einans gjørligt, um man roknar við, at fiski vinnunæmingarnir fara at verða so fáir í tali, at vinningur verður í samlesing við eins fáar elektrikarar og smiður. Skulu vit taka hetta sum eina fráboð- an um teir »åtviklingsmøgu- leikar«, sum eru ætlaðir út- búgvingarligu menningini av hevuðsvinnu okkara? Líka mikið hvussu nógv ein kallar tað »bygnadarbroyting- ar< ella >strukturrationaliser- ingar«, so er avleiðingin av at niðurleggja Fiskivinnuskúlan - in til frama fyri eina saman- koyring av eini skerdari fiski- vinnuútbúgving við tekniskar útbúgvingar í Klaksvík, ein nidurdubbing av yrkisútbúgv - ingini til fiskaídnaðin og hav- búnaðin. Hetta er at ganga beint ímóti teimnógv øktu fakligu krøvun- um, sum tær stóru broytingar- nar í fiskivinnuni á sjógvi og landi longu hava sett og fara at seta í enn stórri mun tey kom- andi árini. Krøvini til fram- leiðslu, viðgerð og eftirlit fara bert at økjast og harvið krøvini til útbúgvið fólk við fakligum serkunnleika. Vit kunnu bert sum dømi nevna krøvini til Innaneftirlit í framleiðsluni, sum skal verða gjøgnumført í ár. Vit heita tí á løgtingsmenn um at strika viðmerkingina um Fiskivinnuskúlan í fíggjarlóg- aruppskotinum. Men hetta er tó ikki nóg mikið fyri at tryggja fiskivinnuútbúgvingina. Landsstýrið eigur at taka niður- leggingina av Fiskivinnuskúl- anum til frama fyri ta vánalig- ari samankoyringina við tekn- isku handverksútbúgvingina heilt av borðinum — og seta landsskúlafyrisitingina, ið lítið annað hevur gjørt enn at sabo- tera menningina av Fiski- vinnuskúlanum, upp á pláss og syrgja fyri, at hon fer undir at gera tað hon eigur, men enn ikki hevur viljað gjørt: at tryggja teir formligu karmar- nar fyri virksemi og menning skúlans. Tórshavn, 11.12.1994 vegna lærararáðið Hans Pauli Strom Nr. 239 — 14. DESEMBER 1994 Síða 13 Sjófólk og vanlukkutrygging Heimatrygging av sjómonnum Sóknarstýrislistar yvir persónar, ið hava vanlukkutryggingarskyldu liggja frammi til alment eftirlit hjá býar/ bygda- ráðum frá 1. til 15. desember. Tryggingarskyldu hava bert tey, ið vinna í minsta lagi 1/5 av årsinntøkuni á sjónum. Hava tygum persónliga tryggingar- skyldu, kannið so eftir, um navn tygara er á listanum. Um tað vantar, biðið so um at fáa tað skrivað á. Eru tygum harafturímóti ikki trygging- arskyldigur, biðið so um at fáa navn tygara strikad. Persónar, ið ætla sær til skips fyrstu ferð í 1995, eiga somuleiðis at venda særtilbyar/bygdarådid um at fáa navn- ið skrivað á listan. Listarnir eru hareftir avgerandi fyri, hvat viðvíkur rætti til endurgjald, um vanlukkutilburður berst á. Heimafólk kunnu tekna persónliga vanlukkutrygging vid at venda sær til Feroya Vanlukkutrygging. Samstund- is verður mint á, at oll, ið hava fólk í ar- beiði, hava skyldu at boða Vanlukku- tryggingini frá hesum. BAR FOROYA VANLUKKUTRYGGING Yviri við Strond 23 Postboks 59 - 110 Tórshavn Telefon 11466 - Telefax 15952 Statens Luftfartsvæsen = Ér Vága Floghavn SN Høli til leigu Í farstødini í Vága Floghavn er hølid, har Flykran er, til leigu. Hølid er 21,3 m? til stoddar. Skrivlig umsókn skal vera Statens Luft- fartsvæsen, Vága Floghavn, FR-380 Servágur íhendi í seinasta lagi 29. de- sember 1994. Kosmetikkseljarar kring landið til heimaparty Hevur tú hug at tjena nakrar eyka krón- ur, so er hetta nakað fyri teg. Sera góð og bílig natúrprodukt fyri ein sera sámuligan prís. Skriva til Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn, bill. mrk. J 1.