mikudagur 14. desember 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
CISV er ein altjóða fe-
lagsskapur, sum hevur
virkað i Føroyum í 15 ár.
Hetta er ein altjóða fe-
lagsskapur, sum hvørki
er átrúnaðarliga ella po-
litiskt heftur. Høvuds-
endamál okkara er at ar-
beiða við læruni um frið
og at læra børn at knýta
vinabond mentanna og
tjóðanna millum.
Aftur í ár skipar CISV
fyri bamalegum, ið
verða í juli og august
1995. Allar legurnar eru
í 4 vikur. Tvær gentur og
tveir dreingir saman við
einum leiðara fara úr
Føroyum á hvørja legu.
Legurnar verða í Føroy-
um, Noreg, Svøriki og
USA.
Bern
Treytin fyri at koma á
legu er, at tú ert limur í
CISV oger 11 ár tálegan
byrjar. Um tú hevur hug
at vera saman við børn-
um úr gllum heiminum
næsta summar, skriva
okkum so eitt bræv og
sig eitt sindur um teg
Nr. 239 — 14. DESEMBER 1994
sjálvan. Skriva til Barna-
legubólkin áðrenn 03.01
1995.
Leiðarar
Leiðarar leggja ferðina
til rættis saman við for-
eldrunum og fyrireika
børnini til leguna.
CISV rindar ferða-
sedlamar hjå leidarun-
um. Hevur tú hug at vera
við á slíkari legu og ert
yvir 21 ár, so lat okkum
endiliga hoyra frá tær
áðrenn 03.01.1995.
Ungleiðarar
Ungleiðarar hjálpa leið-
arunum at vera um børn-
ini og læra å tann hått
hvussu legur verða skip-
aðar.
Fýra ungleiðarar úr
Føroyum eru bodnir við
á legu komandi ár.
Hevur tú hug at royna
teg sum ungleiðara og ert
16—17 år, so skrivað áðr-
enn 03.01.1995 til
Barnalegubólkin við
Eydbjørg Djurhuus
FR-187 Hvitanes
Tidindabladid C3
Spell, at ikki fleiri sleppa
at síggja Góðu Jelenu« |
Sjónleikarummæli
Sunnukvøldid untist undir-
ritada at vera millum
teirra, ið sóu seinastu
framførsluna av russiska
sjónleikinum >Góða Jele-
na<, ið leikbólkurin Gríma
framførdi.
At hetta var seinasta
framførslan, var stórt
spell, tí hóast mong hava
sæð leikin, so kundu tey
verið enn fleiri — um bara
tey vistu, hvussu meistar-
liga væl tey leikandi komu
frá framførsluni.
Sjálvsagt kann ein freist-
ast at halda, at hendan
seinasta framførslan var
betri enn hinar, tí so mikið
meira hava leikararnir inn- |
| hann — eins nógv og hini —
| hevði brúk fyri at sleppa at |
| rætta uppgávumar í penga- |
| saman við so royndum
| sjónleikarum, men tað
| merkti ikki serliga nógv
livað seg í sínar leiklutir.
Men samstundis bodadu
longu fyrstu ummælini frá,
at hetta var eitt leikavrik
yvir tað vanliga.
Og hesum fingu vit sjón
fyri søgn fyri.
Tað var ein sonn upp-
living at síggja føroyskar
sjónleikarar halda mann-
fjøldini í andaleypi — sjálvt
um ein steðgur var millum
báðar partarnar í leikinum.
Ikki minni var tað ein
sonn uppliving at síggja
fimm leikarar á einum og
sama palli alla tíðina halda
spenninginum og drama-
tikkinum uppi.
Sjálvt tá Vitja (Erling
Eysturoy) lá avdottin og
steindeyður framman fyri
WC-kummuni, hevði hann
stóran leiklut í samlaðu
myndini.
Uttan at skula taka nak-
að frá hinum, so vóru tað
serliga leiklutirnir sum
lærarinnan Jelena Serge-
jevna (Súsanna Tórgarð)
og tann kyniski >dirigent-
urin< Valodja (Hans Tór-
garð), ið vóru berandi í
sjálvum innihaldinum í
leikinum.
Valodja — sera >cool< —
tóktist hava sett í verk vitj-
anina hjá Vitja, Ljalju
(Kristina Hansen) og Pasja
(Rúni Gaardlykke) hjá
lærarinnuni, sjálvt um
hansara egnu próvúrslit
helst vóru so góð, at hann
ikki hevði hjálp fyri neyð-
| ini. Tú hevði onkuntíð
skálkin við Valodja, at
skåpinum, ið Jelena hevði
| lykilin til.
Súsanna Tórgarð vísti
klassa við sínum spæli
sum tann einsamalla og
moralska lærarinnan, ið øt-
aðist yvir atburðin hjá
næmingum sínum, ið
ógvuliga beroknandi vóru
komnir at vitja hana á fød-
ingardegnum, ið hon helt
einsamgll, tí mamman var
innløgd.
Bæði tá hon var í ødini
og tá hon hevði samkenslu
við sínum >neyðars<
| næmingum, leikti hon sera
sannførandi. Ikki minst, tá
hon kom við sínum illsinn-
isherðindum av og á. Og
so sjálvandi, tá hon fekk
kensluligu samanbrotini
við jøvnum millumbili.
Og sum náttin leið, og
Vitja gjørdist fullari og
fullari, staðfesti Erling
Eysturoy eisini síni frálíku
evni at hava skemtiligan
leiklut í álvarsomum leiki
— uttan kortini at yvir-
spæla, sum óivað hevði
verið freistandi.
Tað var kanska ikki so
ofta, at Kristina Hansen
var inni í myndini, sum so
mong av hinum. Men tær
ferðirnar, hon átti sín part
av leikmyndini, lá hann so
sanniliga ikki eftir.
Tá hon fór aftur í sofuna
| fyri at geva seg undir
neydtøkuna, hevði tú hug
at fara út, finna tær eina
| telefon — og melda!
Neyvan er tað lætt at
vera á palli sum óroyndur
leiklutin hjá Rúna Gaard-
| lykke sum Pasja. Hann
hevði eisini sín berandi
part í tí, sum fór fram —
ikki minst, tá hann ikki
rætti hond frá síðu fyri at
verja sína elskaðu Ljalju
frá neydtøkuni.
Y virhøvur sampakkaði
alt bara so sera væl hjå
teimum fimm leikarunum
á einfalda og væl úr hond-
um greidda pallinum, ið
bert varð broyttur av ljós-
føringini.
Frá ti at teir fýra næm-
| ingarnir komu å vitjan hjå
lærarinnuni, og til bert
Vitja og Ljalja vóru eftir,
vóru øgiliga nógvar hend-
ingar farnar aftur urt. bak,
og tað var ikki bert íbúðin,
ið var so einføld og snoti-
lig í fyrstuni, men at enda
var at líkna við ein bumb-
aðan horukassa, ið fortaldi
tær, hvat her var farið
fram. Tað gjørdu so sanni-
liga eisini fólkini móti end-
anum i søgugongdini — frå
ti at Jelena hevdi smoygt
sær inn å WC og til Ljalja
troystasleys royndi at
banka upp å WC-dyrnar.
Hesa løtuna hevði tú
| roynt alt kensluregistarið —
líka frá at flenna í kíki til
at krympa tærnar, tí tú ikki
| hevði ánilsi av, hvat tað
næsta var, ið nú hendi.
Tað, sum hugtók mest,
var kenslan av at sita sum
áskoðari — uttan at tey leik-
andi vistu av, at tú vart har.
| At tey leikandi sjálvi livdu
| seg so nógv inn í sínar
| leiklutir, førdi við sær, at
åskodarin gjørdi tað sama
— tó á ein heilt annan hátt,
sjálvandi.
Gríma hevur uppiborið
eitt stórt herðaklapp fyri
„Góðu Jelenu«, og enn
einaferð kennir ein seg
noyddan at endurtaka: Tað
er stórt spell, at ikki fleiri
sleppa at síggja leikin.
Hann og leikararnir eru
til eitt reint ellivutal við
píli uppeftir — einki minni
enn tað...
Hilmar Jan Hansen
Nýggj barnabók =“
Alt var so nógv lættari,
tá ið tey áttu pengar
Islendski barnabókahgv-
undurin Guðrún Helga-
dóttir hevur skrivað nógv-
ar bøkur, og fleiri eru út-
komnar á føroyskum.
Kendastu bøkur hennara
munnu vera tær triggjar um
ribbaldarnar báðar, tví-
burarnar Jón Odd og Jón
Bjarna.
Seinasta heyst gav Bóka-
deild Føroya Lærarafelags
åt ta fyrstu av trimum
bókum í eini bókargð, har
Guðrún Helgadóttir sigur
frá hendingum í eini lítlari
fiskivinnubygd í Íslandi
undir krígnum. Hetta var
bókin Bið Guðs einglar
standa hjá mær. Nú er
onnur bókin í myndargðini
útkomin, og hevur hon heit-
ið Vera vernd. Triðja og
seinasta bókin í rødini, Hjá
mær í nátt, kemur væntandi
út í vár.
Tað kennist á fråsøgnini,
at Guðrún Helgadóttir í
hesum trimum bókunum
sigur frá tílíkum, sum hon
hevur upplivad sum barn.
Hon er sjálv uppvaksin í
lítlari fiskivinnubygd,
Hafnafirði, sum liggur utt-
an fyri Reykjavík, og pápi
hennara var fiskimadur.
Um tað lítla samfelagið
sigur Guðrún Helgadóttir,
at børnini vóru við í at kalla
øllum lívsins viðurskiftum.
Lívið í lítlu bygdini var
kanska ikki altíð líka lætt,
men tað var ríkt og fjøl-
broytt. Men broyting kom
viðamerikansku og bretsku
hermonnunum, sum tóku
sær stød í Hafnafirði undir
krígnum. Fólk fóru at brúka
pengar og fingu sær nú-
tímans hentleikar, og vanar
broyttust.
Í fyrstu bókini, Bið Guðs
einglar, upplivdu vit hend-
ingarnar við eygunum hjá
11 ára gomlu Heiðu, sum
var elst av seks systkjum.
Pápin er fiskimadur og
sjáldan heima. Tey eru ann-
ars nógv í húsi, tí umframt
tey nógvu bømini, búgva
eisini omman og abbin inni
hjá teimum. Abbin er av-
lamin av arbeiðsskaða, og
omman harmast um, at dótt-
urin skal hava fingið mann,
sum er ikki sørt fjåkutur,
heldur hon.
Í Vera vernd, sum júst er
útkomin, er tað yngra systur
Heiðu, Lóa Lóa, sum er
hóvuðspersónur. Lóa Lóa
er ein kenslusom og við-
kvom genta, og hon varnast,
at Heiða, sum nú er trettan
ár, gerst løgnari og løgnari.
Lóa Lóa kennir seg illa til
passar av hesum. Heiða
hevur hug at finnast at
mammuni, tí hon heldur, at
hon fær so lítið upp í lag.
Hon er farin at binda smærri
brødrunum nyggjar
troyggjur, tí hon heldur tað
veraskomm, attey ikki eiga
nakra mynd av øllum børn-
unum. Lóa Lóa skilir væl
Heiðu, og hon hjálpir henni,
tá ið hon stendur føst í eini
svenskari bindiuppskrift.
Heiða hevur eisini nógvar
aðrar trupulleikar at dragast
við, og Lóa Lóa er tann,
sum hon oftast vendir sær
til.
Men so kemur sildin, og
nú nýtist teimum ikki long-
ur at keypa upp á borg í
handlinum hjá Bárði, sum
eigur skipið, pápin er við.
Tey varnast øll, at alt er
vordid so gott, nå påpin var
farin å sildaveidu. Myndin
av børnunum í nybundnum
troyggjum verður tíkin, og
tað lítla barnið fer til dópin,
hóast tað er rættiliga til-
komið. Men beint sum
lukkan er í hæddini koma
sorgarboðini. Ein av skips-
monnunum er sligin út, og
hesin stendur Heiðu serliga
nær. Skilið er ringt, men alt
batnar tó við tíðini.
Aðrar skelkandi hending-
ar eru eisini i bygdini. Eldur
kemur í eitt skip, sum liggur
fS
Greg
9
r pre SX Ng
vid bryggju, og spurningur-
in er, um talan er um trygg-
ingarsvik. Av óvart kemur
Lóa Lóa mitt uppí hesar
hendingar, men hon dugir at
tiga, tá ið politiið kemur at
tráspyrja hana.
Sildaævintýrið varir ikki
ævigt, men pengarnir koma
væl við, og børnini liva
framvegis sítt fjølbroytta ov
SR 34
vidhvørt fløkta lív í hesi
lítlu bygdini.
Tað er Martin Næs, sum
hevur týtt Vera vernd.
Myndirnar í bókini eru eftir
íslendsku listarkvinnuna
Sigrún Eldjárn. Vera vernd
er 146 síður, hon er prentað
á Pf. Einars Prent og kostar
125 kr. í bókabúðunum.
TTT —T—T—TT——
EEN
ET
see
sod