Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ek Ko TEE —— Seed Tíðindablaðið CS Mánakveldið í síðstu viku samlaðust vit til fundar. Almennur fundur skuldi vera klokkan sjey, og vit skuldu hittast klokkan seks. Men tað gjørdist eingin fundur. Á veg til fundin bórust tidindini um, at Stathav var farin runt. Vit vístu, at tveir menn vóru við, og at Otto Petersen var skipari. Í kveld hava vit havt út- setta fundin, og vit hava minst felaga okkara, Otto Petersen. Hann varð vald- ur í bygdarrådid fyri Nes kommunu í 1980, og hann var valdur aftur á valunum í 1984, 1988 og í 1992. Otto var ein álitismaður. Tænasta hansara innan Esso og Statoil er kend av fólki kring alt landið. Tað bar stóri skarin úr øllum landinum, sum fylgdi honum til gravar leygar- dagin, boð um. Hann var samvitskufullur, sannur, rættvísur, skilagóður, hevði gott minni, og hann var fyrikomandi. Otto hevði stóran áhuga fyri = samfelagsmålum, hann hevði avgjørdar áskoðanir, og hann duldi tær ikki. Lyndiseyðkenn- ini gjørdu, at hann ikki tal- aði fólki eftir munninum, og tað kom fyri, at hann í bygdaráðnum var av aðr- ari áskoðan, enn aðrir vóru. Hann vardi sínar áskoðanir, royndi at und- irbyggja tær fyri at sann- føra aðrar, og var við til at mýkja støður, so semja kundi fáast. Vidhvørt fekst semja og vidhvørt ikki. Otto undir- strikadi, at ymiskar áskoð- anir á politisk vidurskifti áttu ikki at kennast aftur í samstarvinum millum persónar, og tað vísti hann í samveruni í bygdaráðn- um. Tey, sum vóru á borg- arafundinum í skúlanum månakvøldid 31. oktober, hoyrdu, at Ouo var ikki samdur vid øll um alt, men hann dugdi í ti, sum hann segdi, at vera lættur og ikki fritt sjålvironiskur. Arbeiðsplássið setti hann so høgt, sum tað ber til. Hann helt nógv at Stat- oil og teimum, sum stóðu fyri og arbeiddu har. Vit plagdu onkuntíð at hava tað á orði við hann, at tað hevði staðið væl til, um øll virðu sítt arbeiðspláss so høgt, sum hann gjørdi. Um tað var gerandis ella heilagt, í arbeiði ella í frí- tíð, á sjógv ella landi, so var tað altíð okkurt, sum segði frá, at hesin maðurin var knýttur at Statoil. I kommunumålum hevði hann stóran áhuga fyri havnavidurskiftunum í Nes kommunu, og hann hevði sína áskoðan um, hvussu menningin av havnarlagnum skuldi fara fram. Hann var áhugaður føll- um Skålafjørdinum, og hvussu fjørdurin skuldi fáa lut í framtíðar vinnu- menningini, ikki minst tá oljuvinnan av álvara fer at taka seg upp. Í tí samband- Lesarabrøv Hvar er kommunali kreppu- lånsgrunnurin, sbr. gr. 9 í lóg nr. 189 8/12-93 — innsettur??? Hvat figgjarligt avkast gev- ur grunnurin??? Um figgjarliga avkastið verður betrið? Er tað so ikki ein møguleiki, at keypt lånsbrøv frá landsstýrinum fyri fæ grunnsins? Til minnis um Otto Petersen inum umboðaði hann kommununa á oljuráð- stevnum og skeiðum, sum høvdu við oljuvinnuna at gera. Tað var heilt nátúrligt, atbygdaráðið valdi Otto at umboða Nes kommunu í stýrinum fyri Kongshavn- ar havn, har hann varð valdur til formann í 1981. Hann sat framvegis í ti sessinum. Otto var mentaður mað- ur. Hann var drívmegin, tá Køngshavnar Havn gav út 75 ára minningarrit, og hann hevði stóran áhuga í søguni hjá Nes kommunu. Tað rudduliga og snøgga, sum eyðkendi tað, hann fekst við heima vid hús og í arbeiði, vildi hann so feg- in hava eisini eyðkendi kommunalar ognir og kommununa sum heild. Vit, sum arbeiddu sam- an við Ouo í bygdaráðn- um í fleiri ár, sóu, hvussu dygt tað neit, tá hann í 1986 misti Astrid, kon- una, sum hann helt so ómetaliganógv av. Smeit- urin var so dyggur, at Otto í drúgva tíð var fyri ong- um. Men í áliti á hin al- valda kveiktist lívsneist- in, lívið gekk sína gongd, og tá Herdis fyri fáum ár- um síðani kom inn í myndina, kendu vit tað so- leiðis, at Otto blómaði aft- ur. Vit gleddust saman vid honum og børnunum, bæði hjá Herdis og hon- um, tá tey bæði gingu saman í hjúnarband í juli mánaði í fjør. Fyri góðum ári síðani bjóðaði hann okkum inn á gólvið eftir loknan fund, og undir hugnaligari samveru kundu vit staðfesta, at ný- Hetta vildi somuleiðis verið ein minnisvarði — UM — atein partur av ótrúligu lorkaligu framferðini hjá landsstýri og stati viðvíkjandi kommunu- klæktur = kærleiksalskur millum mann og kvinnu ikki bara hoyrir teimum ungu til. Vit roknaðu ikki við ødrum, enn at tey bæði skuldu liva eydnusamt í Saltnesi, sum hann helt so nógv av. Men soleiðis skuldi tað ikki vera. Í manna eygum kennist tað fullkomuliga meinings- leyst, at so arbeidssamur, heiðurligur, frískur og glaður maður skuldi verða rivin úr hesari verð. Men vit mugu boyggja okkum fyri lagnuni. Soleiðis skuldi tað vera. Orð at troysta við eru so fåtøk. Men góða Herdis og Guðrið — tit báðar, sum eru eftir í håsinum í Saltnesi — og øll hini fýra børnini hjá Otto og tey fimm hjá Her- dis: Hann, sum er faðir at faðirleysum og verji hjá einkjum, segði, at »Eg livi, og tit skulu liva, og at tann, sum trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr<. Troystin, sum skriftirnar geva, er betri enn menn- iskjaorð. Við teimum orð- unum ynskja vit at vísa tykkum okkara djúpastu samkenslu. Friður veri yvir minnin- um um felaga okkara, heiðursmannin Ouo Pe- tersen. Månakvøldid 12. desembur 1994 Bygdarådid í Nes kommunu Ólavur Magnussen Jansy Olsen Harry Benjaminsen Súni í Hjøllum Kaj Højgaard Jóannes Hansen CLesarabrøp ” 3 Fyrispurningur til landsstyris- mannin í kommunumålum skuldini — varð afturbøttur, umvegis hall landskassans??? Vinarligar heilsanir Absalon í Buð bygdaráðslimur Turkaland skal blakast úr Atlants samgonguni NATO Turkaland hevur leingi staðið ovarlaga á svartalista Amnesty Internationals sum eitt land, ið javnan og savnan brýtur mannarættindini og pinir og fongslar og myrðir påra ósek fólk. Nú seinast eru 8 púra ósekir kurdar dømdir í fongsul upp í 15 ár. Eitt forbannað justitsmorð. Nú mugu og skulu ES og NATO krevja, at Turkaland 1) stríkar hasar politisku, órætt- vísu dómarnar strax, so tey 8 verða leyslatin beinanvegin, og fáa 1 miljón US dollarar í endurgjaldi. Og, 2) Turkaland leysgevur allar sínar óseku, politisku fangar strax og fram yvir heldur mannarættindini. Men, noktar Turkaland, verður isolerað tað saboterað og 100%. SRM. Nr. 239 — 14. DESEMBER 1994 Síða 17 Tingmenn ikki Ella gera teir sær sera ringan 6- mak. Av handahógvi taki eg nøkur púra donsk orð, og okk- urt fremmandaorð, sum ting- menn søgdu, fríggjakveldið, 9. des. 1994: >begrebsforvirr ing«, »beklagilsi«, >forrætn- ing«, »manglandi«, »aleina«, >ViSS, Vissi«, »man« (staðin fyri ein), »konkurrera«, »av hengur«, »behalda«, »inn- fria«, »bleyv«, »rættferdugt«, »forferdiliga«, >sannsýnlig- vis«, »sikkurt«, >produktión<, »puslispæl«, »burdi«, »bliva«, »vanskeligt«, — >forbrúkið<, »Otilsiktadar«, »for« í »for líuð<, — »frikti«, — »starta«, »prega«, »bestemma«, »inn- legg«, »fælleserklæring«, »be- rættiga«, »sannheit«, »bliv- andi«, »lata sær nøja vid«, »rættningur«, »stigan« stadin fyri hækking, »pengar mangla i«, »undir pressi«, »alikavæl«, »fyrisligi«, »uttalilsi«, >loysa dagsins problemur«, »trekkja frå«, »cirka«, »hvussu lang (staðin fyri long) bíðitíð>, osfr. Nógvar av her nevndu mál- spillum vórðu sagdar fleiri ferðir. Allar hesar nógvu mál- spillur hoyra onga staðni heima. Og er tað sera ringt tekin, at tingmenn eru so 6kønir, (ella líkasælir), í før- oyskum. Tí verri bert versnar málið, í loftmiðlunum, við nóg målkønir sínum skaðiliga einarætti, og aðra staðni við. Tað má og skal hava ein bráðan enda. Mál- spillur eru sjúkueyðkenni, (»symptom«,) upp á verandi, ringu politikkara skapaðu bú- skapar kreppu. Nógvir ting menn hava eisini tann ringa 6- vana, at teir lesa leiðinligar endurgevingar upp, á donsk- um, púra óneyðugt. Tað er eisini eitt sera ringt, undir-brot- ligt tekin. Eisini ektaðu, før- oysku talorðini verða í ting- inum miðvíst saboterað. Tað líkist ongum!!! Lat tó verða lagt aftrat, at stórur munur var á máli tingmanna. Fleiri talaðu fráskilað væl. Onkur annar ræðuliga illa. Men tá fleiri ting- menn eru so undirbrotligir, snobbutir, at talur teirra eru málspiltar, so verður eisini innihaldið í talunum oyðilagt, og avbronglað, tað sigur seg sjálvt. Nevndu málspillur verða ikki týddar her. Um ting- menn ikki eru fullønir, í før- oyskum talu- og skrivtmáli, (ein hevuðstreyt fyri at vinna landið aftur,) so hjálpir so lítið, hvat ið teir annars gera, so megna teir í hvussu so er ikki uppgávuna. IZ. Skeiv adressa, Jústinus! Til lesarabræv títt í Sosialinum fríggjadagin í farnu viku skal eg loyva mær at koma við hesi viðmerking og rættleiðing. Tað er ikki Feroyamáls- deildin, ið gevur Orðafar út ella skrivar tað. Hetta lítla ritið ber undirheitið >Bræv frá mál- nevndini«, og målnevndin er sjålvstødugur stovnur, leysur av Føroyamålsdeildini. Tað einasta, tey hava i felag, er adressan, við tað at målnevnd- in leigar eitt skrivstovuheli frá Fróðskaparsetrinum, og so tað, at Føroyamålsdeildin tilnevnir ein av teimum fimm limunum i nevndini. Hver ið ritstjórnar blaðnum, er mær ikki kunnugt, tíeingin ritstjóri er nevndur. So helst man tað vera målnevndin sum nevnd, ið ger blaðið og stendur aftan fyri tey målpolit- isku sjónarmið, ið har verða borin fram. Føroyamålsdeildin er stovn- ur, sum hevur til endamåls at fiemja gransking og hægri undirvising innan føroyskt mål og føroyskar békmentir, og målpolitiskt er deildin óheft. Tey, ið har starvast, munnu helst hava ymsar áskoðanir um mål, og sjálvur havi eg varhug- an av, at tær verri enn so altíð ríma við tey sjónarmið, ið koma fram í Orðafari, ella við mátan tey verða borin uppá. Á Føroyamålsdeildini, tann 12.12.1994 Eivind Weyhe, deildarleiðari Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hóskveld frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarða 2, eila á t'f. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 10.00—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frá k/. 10.00 tyrrapart til kl. 7.00 á morgni.