Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. desember 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin ) Nr. 240 — 15. DESEMBER 1994 Síða 11 Oyrnafjall enn ein roktúr: Fekk 43 tons av búrfiski í eitt samdøgur — Royndirnar eru sera spennandi. Vit hava roynt nógv longur suðuri hendan túrin, vit eru á seinasta tóvinum og fara at sigla heim nú, sigur Bjarti Thomsen, frá F ískirannsóknarstovuni, sum er við Oyrnafjall Seinasta leygardag hevdi Oyrnafjall sjey tons i last- ini. Tá høvdu teir verið 13 dagar burtur. Men sunnu- dagin brendu teir í fisk og sunnukvøldid høvdu teir 3 tons av búrfiski í lastini. Vit tosadu við Oymafjall miku- dagin um middagsleitið yvir satelitttelefonina, tá vóru teir á seinasta tóginum og hvødi 70 tons av búrfiski í lastini. - Tað kom púrasta einki burturúr ta fyrstu tíðina. Vit hava havt sera ringt veður og hava ligið bakk ein stór- an part av tíðini. Vindmegin hevur verið uppí 35 m/sek. Men seinastu dagarnar hev- ur verið gott veður, mest- sum stilli, sigur Bjartur Thomsen, frá Fiski-rann- sóknarstovuni, sum er við Oyrnafjalli. Ikki á Hatton Bank — Vit hava roynt nógv longur suðuri hendan túrin. Vit hava verið heilt suður móti 44 stigum. Vit hava roynt á ymiskum ungum suðureftir, men vánaliga veðrið hevur gjørt at vit hava lopið fleiri um, sigur Bjarti Thomsen. Var ikki ætlanin at royna suður móti azorska fiski- markinum? — Jú, men tað hevuir við- rað so illa, at vit hava ikki vilja stúta í móti vindinum suðureftir. Nú fingu vit so tú seinastu dagarnar, sigur Bjarki Thomsen. — Búrfiskurin her á leiðini er nakað minni enn tann vit fingu á Hatton Bank. Her er sera ringur botnur at royna á og vit eru fastir hvort ein- asta tóv, sigur Bjarti Thom- sen. Nú Oyrnafjall fór at sigla var hann 1200 fjórðingar úr Føroyum. Á Kappan eru 1060 fjórðingar. — Tað er ikki heilt avgjørt og vit koma heilt heim tl Føroyar at selja, tað velst um prísin, sigur Bjarti Thomsen. Umframt Bjarta ereisini Regin Christiansen assistentur frá Fiskirann- sóknarstovuni við Oyrna- fjall. Manningin telur 13 og skipari er Andrias Viberg av Tvøroyri. Marner Lisberg å Tvør- oyri er reidari á Oymafjall. hann er sera væl nøgdur vid avrikið hjá skipinum sein- astu túrarnar. — Oyrnafjall hevur ikki færri enn triggjar ferðir í ár prógvað, at tað ber til at ganga nýggjar leiðir. Fyrst kongafiskaroyndin í Irm- ingahavinum og síðan tveir teir seinastu túrarnir eftir búrfiski, sigur Marner Lis- berg. Fleiri føroyskir bátar royna nú eftir búrfiski. Fø- niks hevur seinasta túrin roynt á Hatton bank. Hann er á veg heim og hevur 30 tons av búrfiski og 20 tons av kikarafiski. Boðasteinur og Rankin eru eisini á Hatt- on Banka. jústinus Kortið sýnir stóru havleiðirnar suðuri í Atlantshavi á djúpum vatni. Hatton Bank liggur vestanfyri Rock All og pílurin vísir hvussu langt suðuri Oyrnafjall royndi hendan túrin. Longdina vildu teir av góðum grundum ikki upplýsa. EES óli Jacobsen, landsstýrismaður: Einki klókari av fundinum við Richard Mikkelsen Verkamannafylkingin fer at styðja uppskot frá Fólkaflokkinum at kanna partabrævabýtið í samband við bankan í samband við eykaaðal- fundin i Føroya Fiskavirk- ing er hin navnframi Richard Mikkelsen f Før- oyum, og nýtti hann eisini høvi til at hava ein fnd við landsstýrið. Óli Jacobsen, landsstýris- maður sigur, at talan var um ein kunnandi fund, har landsstýrið og Richard Mikkelsen, hvør í sínum lagi greiddi frá sjónar- miðum sínum í samband við millum annað Fiska- virking og hvussu meira arbeiði kann fáast til vega. Tosað varð eisini um partabrævabýtið í samband við bankan, men av hesum sigur Óli Jacobsen seg ikki at vera blivnan klókari av fundinum við Richard Mikkelsen. Landsstýrismaðurin sig- ur, at í samband við parta- brævabýtið eru alt ov nógvir ógreiðir spurningar, so hann hevur, saman við Verkamannafylkingini, gjørt av at styðja uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at u Tíðindini siga einki um, antin Richard Mikkelsen var í jólahýri ella ikki, tá hann vitjaði í Tinganesi í gjár. Men myndin Kalmar tók kundi bent á tað ein óheft nevnd kannar hesi vidurksifti tór.-