Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Olja og fiskur og fólkafloks- populistar Oddagein FÓLKAFLOKKURIN við teimum báðum popu- listisku guruunum, Óla Brekcmann og John Petersen á odda, hevur nú lagt uppskot fyri tingið um, at løgtingid skal áleggja land- sstyrinum i fiskivinnusamrådingunum vid Noreg: "at um Noreg ikki vísir betri bróð- uranda og grannasið móti Føroyum fiski- vinnuliga, fær tað fylgir fyri ætlaninar hjá almenna norska Statoil um at sleppa upp í part i møguligari oljuvinnu í føroyskum bú- skapargki". VIT skulu gera vart við, at vit taka undir við Jóanesi Eidesgaard, Maritu Petersen, løg- manni og eisini Tummasi Arabo sum siga, at hetta uppskotið er fullkomiliga burturið. Vit vilja fara longur og siga, at ongantíð áður er eitt so óbúgvið og tápuligt og vandamikið upp- skot lagt fyri Føroya løgting. At restin av fólkaflokkinum og fólkafloksfólk kring landið ikki tala at einum slíkum populistiskum upp- skoti er okkum ein gáta. Og tá so er, so mátað vera tí, at slíkt uppskot er í tráð við góðan fólkafloksanda. TÁ fólkafloksmenn leggja slíkt sum Tummas Arabo í blaðnum í dag rætt og slætt kallar "raplandi vanvid” fyri tingið, so megu vit bara takka Gudi fyri, at fólkafloksmenn ikki komu út aftur í Tinganes, ti har høvdu teir verið beinleiðis vandamiklir fyri land og fólk. ÁLVVARATOS, hvat hugsa tit fyri tykkum, tit sum siga tykkum hoyra til fólkaflokkin! Halda tit slíkt uppskot vera rættsiktað? Uppskotið er so barnsligt og merkt av forrakt og tram- ansskapi, at tú skal leita leingi í arkivunum hjá løgtinginum at finna nakað, sum kemur nær námind tí. Vónandi fær hetta uppskotið sannført teir partar av samgonguni, sum held- ur hava viljað sæð eina borgarliga samgongu í Tinganesi við fólkaflokkinum, at tað hevði verið ein vanlukka fyri landið, um tað hendi. VIT halda, at politikarar sum Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard saman við løgtings- formanninum hava talað sum tað sømir seg fólkavaldum. Vónandi fara vit at hoyra meira til rødur av tí slagnum, sum fíggjarmálaráð- harrin helt á tingi, tá málið varð fyri, har hann so rætt vísti á tað mannminkandi og ósgmi- liga í uppskotinum hjá fólkafloksmonnunum. At vilja svartalista oljufeløg, tí vit eru ónggdir við gongdina í fiskivinnusamráðingum helt hann vera púra burturvið. Tað ræður um ikki at lata kenslurnar fáa yvirvág í so álvarsligum máli. Tað hvílir tí stór ábyrgd á okkara fólka- valdu. At tveir teirra velja at ýla við úlvunum og tveita eina óhumsku av einum uppskoti á tingborð hevur einaferð med alla gjørt Føroya fólki greitt, at hetta eru ikki menn, sum egna seg at stýra landinum. Sosialanin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri. Krisjan Dahl Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov FRÆLSI — JAVNADUR — BRØDRALAG Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny Útgevari- P/1 Sosialurin Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng: P/T Sasíalurin Argjum hilmar Jan Hansen - Pront PA Pressan 1981 | Teisíon. 11820 Jåstinus Eidesgaard Bústaður: Argjavegi 26 67. ÁRGANGUR 110 Tórshavn Teletax: 14720 Útróðrarformaðurin Bjarni Vestergaard: Toskurin i New Foundlandi, ein åvaring til føroyingar Sjønvarpssendingin um harmiligu søguna h | Kanada er ein åvaring til fóroyingar: >Vónandi va sending og forda fyri at slikt hendir i Føroyum«, skriv sjónarmiði „Heimsins størsti toska- stovnur týndur<. Hetta vóru tíðindini, ið Sjón- varp Føroya bar inn í hvort hús í Føroyum við íslendska filminum um kanadiska og new found- lendska toskastovnin. Hvussu kundi hetta henda? varð spurt. Eg haldi, at svarið var greitt, ið fekst uppá spurningin, frá gllum, sum spurd vóru, har var eingin ivi, og øll góvu sama svar: Ov nógvir trolarar, ov nógv troling. Flestu føroyingar, ið royndu vid troli eystur år Kanada, mugu vidur- kenna, at teir hava verið við til at fiskað stovnar- nar har niður. Í fleiri ár varð roynt á smáfiskaleið við troli. Sjálvur var eg við, har vit fingu bæði 20 og 25 posar í háli, sum tað æt tá. Men hvussu nógv fór í lastina av ein- um slíkum háli? Jú, 3-4, ja kanska 5-6 kassar. Til tey, ið ikki vita betur, so- svarar henda nøgdin til uml. 2%. Slíkt svínarí, ið har fór fram, verður lítið tosað um, soleiðis er tað bara, soleiðis er fiskarí við troli. Men tað var so sanniliga ikki bara har, at óskil ráddi. Hvussu var ikki skilið aftan á seinna heimsbardaga, tá ið trol- ararnir fóru aftur at royna í Barentshavinum, við Svalbard og Bjarnoynna? Tað var akkurát tað sama, og eisini har vóru vit føroyingar við, og ikki at gloyma Grønland, hvussu var ikki skilið har. So ein skuldi ikki trúð, at tað var neyðugt at nakar útlendingur skuldi komið her og greitt okkum frá, hvat vit eru í ferð við at gera her hjá okkum sjálvum. Vit eru bara komnir nógv longur í royndini at týna alt lív á føroysku fiskileiðunum enn kanad- iarar eru hjá teimum sjálvum. Vit hava í 15 ár havt ein flota av skitt- fiskabátum, >Skrelli- menn« er óivað tað rætta orðið. Tað svinariid, sum har hevur gingið fyri seg, kennir neyvan sín líka nakrastaðni. Tað er neyvan meiriluti á tingi fyri at steðga hes- um ørskapi. Landsstýrið setti málið í hálsin, har hoyrdist ikki meira. Hví? kundi onkur spurt. Svarið er sera einfalt, tað er at ídnaðarvirkið Havsbrún, ið hevur brúk fyri toska- og hýsumurti ul MJØL. Lesið grein í Dimmalætt- ing nr. 143 12. nov. 94 á síðu 7, har skrivar Andre- as Lava Olsen um »Hysumurtar og Synda- bukkar«. Oivad hevur hann vid hesi grein fingid politikarar at spæla »Blindabukk« vid hes- um annars so ålvarsliga måli. Onkur politikari hevur sagt vid meg, tå tosad verður um Ídnaðarveið- una: >Tað kann ikki koma upp á tal at steðga henni, hvat við Havs- brún<. Tað hevur meira at siga, hvat kapitalurin sig- ur, enn hvat ið neyðugt er at gera fyri at menna fiskastovnarnar aftur við Føroyar. Og so okkara kæra Fiskirannsóknarstova, ella leiðarin á hesum stovni, hann kom eisini fram í sjónvarpinum og førdi fram, at skittfiska- flotin einki ilt hevði gjørt, teir menn, ið førdu henda flotan, kundu hava reina samvitsku, tó at hann er vælvitandi um, at upp til 50% av undir- málsfiski hevur verið í veiðuni úti á fiskifeltin- um. Hann førdi seg so fram, at eg kom at hugsa um pávan, tá ið hann být- ir út syndsforlátilsi. Tað hevur leingi verið mær greitt, at leiðarin av Fiskirannsóknarstovuni forsvarar alla troling, og er pápi at ídnaðarveiðuni við Føroyar. Og í fiski- vinnunevndini, ið var undan hesari, varð sagt, at tað var tilráðing frá honum at økja um skitt- fiskaflotan. Tá slíkir menn úttala seg soleiðis, og samstundis eru ráð- gevarar hjá politikarun- um, sum lítla ella onga meining hava í tílíkum málum, ja, so má skilið verða har eftir. Fyri at venda aftur til sjónvarpssendingina um New Foundland, hvat sigur hon so okkum før- oyingum, skulu vit halda somu kós, ella er enn tíð at steðga á og venda niðurgongdini? Vit vita ikki, um fiskastovnarnir eru nóg stórir til at kunna endurnýggja seg aftur, vónandi eru teir tað, men tað er eingin ivi um, at tað má berast skjótt og rætt at. Øll eru vit vónandi greið yvir, at skulu vit na hjá toskastovninum í New Foundlandi og í vakna okkara politikkarar av hesi ar Bjarni Vestergaard í dagsins yvirliva her, so er neyð- ugt at verja fiskastovn- arnar móti ovfisking. Men vit skulu verða her, skulu yvirliva hesi ár tað tekur at menna fiska- stovnarnar aftur. Og í hesi tíð er neyðugt at fiska, men fiska við skili, gera broytingar og taka allar hesar ávaringar í álvara, sum at kalla allur heimurin kemur við, >Avaring ímóti trol- veidu«, og fara yvir til húkaveiðu aftur. Vónandi vaknaðu flestu av okkara politik- arum av hesi sending um New Foundland, og eg vóni, at vit øll kunnu líta á at teir forða fyri at tað sama hendir í Føroyum. Men til tað tíð stendur spurningurin ósvaraður, sum tann íslendski sjón- varpsmaðurin setti okk- um føroyingum: > Verður hetta eisini gongdin í Føroyum«? Vónandi ikki. Til seinast vil eg fegin takka Sjónvarpi Føroya fyri eina góða og upplýs- andi sending, og eg vil nýta høvid til at heita á tykkum í sjónvarpinum um ikki at steðga nú, gerið eina sending um Føroyar, tit fáa 6ivad nógva hjálp til at gera eina slíka sending.