Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 241 — 16. DESEMBER 1994 Sida 3 Jólanissan fór á flog I ár fer jólanissan, sum í fjør fór til Danmarkar at vitja síni kæru, ongan veg Tað vóru glómur í teimum, sum 17. desember í fjør fóru við flogrutuni úr Havn og víðari við flogfarinum til Danmarkar, tí allan vegin á ferðini var ein jólanissa við. Henda nissa ætlar sær ikki á flog í ár. - Nissan hevur ikki ráð at fara burtur í ár, og eina slíka ferð geri eg bara einaferð í lívinum. Nú heldur Lilly Holm- sund í Froðba seg kunna siga, at tað var hon, sum í fjør fann uppá at fara av landinum at ferðast, ílatin sum jólanissa. Einsamøll i Føroyum - Mini børn og mini ommu- børn búgva øll í Danmark, og eitt kvøldid fyri jól i fjør fekk eg knappliga tað hugskot at taka tey øll á bóli. Eg timdi ikki at vera einsamøll og hevði so góðan hug at síggja tey, sigur Lilly. Hon legði alt væl til rætt- is. Við børnini segði hon, hvar hon fór at halda jól í Føroyum, og við tey fólkini segði hann, at skuldi nakar ringt henda dagin úr Dan- mark, so var hon farin ør- indi. Í BR at keypa Lilly fór til Havnar og beina leið niðan í BR at keypa sær nissuklæðir. A veg oman á Farstødina løgdu tær báðar, hon og bilførarin, leiðina framvið einum skúla, har øll børnini gløddu við. Fekk nógv klemm - Aðrenn eg fór heimanifrá, ringdi eg á flogvøllin og segði frá mín ætlan, so tey ikki hildu meg vera øra í høvdinum og kanska fóru at steðga mær. Lilly letur væl at ferðini, og hon hevði tað sera stutt- ligt. - Tit skuldu bara vitað, hvussu nógv klemm eg fekk allastaðni, bæði í bussinum og í flogfarinum. Ferðin gekk væl. Flogfar- ið við jólanissuni lendi í øllum góðum í Kastrup, og hon fór so víðari við flogfari til Ålborg, har hon tók ein hýruvogn heim til børnini og ommubørnini og ringdi á dymar. Nissan tagdi - Eg vildi ikki siga eitt orð, tí tey høvdu kent málið á mær beinanvegin. Eg læt tey standa og hyggja at mær í einar 10 minuttir, og tey hildu tað vera onkran ar- beiðsfelaga. Men so fekk eg ikki hildið mær longur og brast út úr at flenna. Og fegin vóru tey, ú eingin hevði væntað at sæð meg, sigur Lilly, sum í ár noyðist at vera heima á jólum. randi Ti bar ikki til Við ......... 18 prosentum Jan Christiansen, býráðs- limur, boðar í fjølmiðlunum frá, hví minnilutin í Tórs- havnar byråd mælti til eitt skattaprosent uppá 18, tá 2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 1995 fór fram hin 6. de- sember. Hetta hevur Jan Christi- ansen allan rætt til, og Jan Christiansen vísti eisini á- byrgd, tá hann saman við ødrum at enda atkvøddi fyri tilråding meirilutans i figgj- amevndini, sum var bygt á 19 prosent, aftaná at upp- skotið um 18 prosent var fallið. Vanligt er, at seinna við- gerðin av figgjarætlanini er endalig, men so var ikki hesu ferð. Tá verður sæd burtur frá tí, sum hendi í summar, og sum vónandi ongantíð fer at henda aftur. Orsøkina til at henda við- gerðin ikki var endalig, kenna vit øll. Bíðað verður eftir einum tilboði til før- oysku kommunurnar um umfigging av skuldini, og landsmyndugleikarnir hava sagt seg viljad vidgera eina broytta stødutakan vid væl- vild, tå eitt møguligt tilbod fyriliggur. Yvirhøvur vóru býráðs- limir samdir um, at tey einstøku rakstrarstøðini longu eru skorin so nógv, at nú ber ikki til at skerja stórt meira. Næsta stigið er at spara funktiónir burtur, og tað var ikki hildið rådiligt. Ongin ynskir at leggja alt virksemið stilt. Ongar ílegur Í hesi fíggjarætlan hava vit ikki roknað við fløgum; tað skal eisini takast við. Seinastu 2 árini hava vit sett 10 milliónir av um árið til fløgur, sum vóru alneyð- ugar. Summar teirra eru í- løgur, sum ikki eru fullførd- ar enn. Tað sæst eisini aftur | ; á É ; á 4 + > * ts #1 or ri i … 5% hjt?) æt | ha tapet på » ha +. 4 æn Å i kommununi, og sammett vid onnur år eru 10 milliónir tað minsta roknast kann við í so stórari kommunu, og í hesum føri er talan um eina enn stórri kommunala eind, tínúer Argjakommuna við. So leingi vit onga nýggja avtalu havaum skuldina, og so leingi vit ongum fløgum hava roknad við, er ikki ráðiligt at seta skattapro- senud lægri. Íløgur skapa virksemi, og eg kann nevna Marknagilsvegin sum eitt dómi, har allir byrådslimir eru fullsamdir í, at hann eig- ur at gerast sum skjótast. Harumframt var ikki arbeitt í 1994 fyri tær 10 millión- imar, sum annars var ætlað. Landsstýrið legði seg í- millum og noktaði fígging, umframt at teir settu skatta- prosentið á eitt stødi, sum væntandi hevur givið okk- um ein likviditetstørv uppá 7 milliónir, tá gjørt verður upp fyri 1994. Aftrat tí skal roknast við likviditetstørvi uppá 10 milliónir, sum væntað var at vinna inn aft- ur í 1994. Skattaprosentið Tað hevði ikki verið for- svarligt at sett skattapro- sentið lægri enn 19, sum umstødurnar eru. At seta skattaprosentið lægri nú, og vita, at tað er ov lágt sett, og síðan noyðast at hækka tað, tað kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum. Sum er vænta vit at kunna svara hvørjum sítt komandi år, men tað er eisini heilt givið, at tá eitt møguligt tilboð um umfígging fyriliggur, fara vit at viðgera fíggjarætlan- ina av nýggjum og í tí sam- bandi eisini skattaprosent- ið. Tað, sum vit ikki mugu gloyma, Jan Christiansen, er, at so leingi vit hava stóra skuld, er tað kreditorurin, sum hevur maktina, og ser- liga hugaligt er ikki at hava ábyrgð av stýringini av eini kommunu, meðan tað í veruleikanum eru aðrir, sum stýra okkum og seta treytir. Hetta haldi eg vit hava sæð alt ov mikið av í hesum landi. Tí má fremsta endamálið verða at gjalda skuld niður, men sjálvandi skal tað verða eftir tí vit orka, so ikki alt verður køvt, ella øll rýma. Lisbeth L. Petersen býráðsformaður Bussur koyrir oman í býin eftir dansin. Altíð vælkomin á DANSUR v/ RASMUSSI & VINMONNUM friggjakvøldid & leygarkvoldið Kostn. 50,- Hotel Jólanissan ferðabúgvin. Áðrenn hon fór heimanifrá fylti hon posan við brússukri, sum hon deildi út á ferðini úr Havnini og til Álborg. Hýruvognsfórarin, sum koyri hana til børnini í Alborg, fekk tað seinasta, sum var í posanum TOVAN BJODAR: + Rækjubland — Dunnusteik við øllum góðum afturvid — Rís á la mande 150,- * Royktan laks — Fleskasteik ER 150,- 150,- Ødu — Piparbuff octail Vinarliga bíleggið borð = #42. TI£.17500 |}