fríggjadagur 16. desember 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 241 — 16. DESEMBER 1994
Stoðið máast undan
lærda háskúlanum
Jógvan Mørkøre fer av samfelagsvisindadeildini og í Arbeiðsloysistryggingina
Stýrið fyri Arbeiðsloysis-
tryggingina setti fyrr í vik-
uni Jógvan Mørkøre í
nýggja stjórastarvið. At ein
av grundstuðlunum undir
hægri lestri á lærdum há-
skúla í Føroyum nú fer úr
starvinum er staðfesting av
veruleikanum, sum vit
nevndu í blaðnum leygar-
dagin, nevniliga at tey, sum
eru hótt av uppsøgnum fara
at leypa av søkkandi skút-
uni og fåa sær starv, sum er
meiri trygt, enn stovnur, ið
ætlast at spara umleið so
stóran part av játtanini.
Jógvan Mørkøre er út-
búgvin cand. mag. frá lærda
háskúlanum í Keypmanna-
havn við samfelagsfrødi og
geografi sum lærugreinum.
Eftir lokna útbúgving arb-
eiddi hann eitt skifti á Stu-
dentaskúlanum og HF
skeiðnum í Eysturoy, seinni
á Føroya Studentaskúla í
Hoydølum og síðani 1989 á
Frédskaparsetrinum.
Meðan hann var lærari í
Hoydglum, var Jógvan
Mørkøre eitt skifti formað-
ur í Yrkisfelagnum hjá stu-
dentaskúlalærarum.
Granskingin
Tey stívliga fimm árini,
Jógvan Mørkøre hevur ver-
ið á Fróðskaparsetrinum,
hevur setningurin verið at
seta samfelagsdeildina á
stovn. Ein partur av arb-
eiðsorkuni hevur verið nýtt-
ur til at granskingararbeið,
og í ti sambandinum er
Jógvan Mørkøre á fleiri ókj-
um komin við íkasti til sam-
Tíðindablaðið #7",
felagstjaki. |
Eitt nú hevur hann fingist
nógv við fiskivinnupolit-
ikkin, sum hevur verið ríkin
í sjeyti og áttati árunum.
Hann hevur havt avgjørdar
áskoðanir um, hvat hevur
verið orsøkin ul óhepnu
gongdina, og í tí samband-
inum var fyri trimum árum
síðani mikil hólmgonga í
bløðunum millum Ola Jac-
obsen, landsstýrismann,
sum tá var formaður í Fiski-
mannafelagnum, og ný-
kjósaða stjóran í Arbeiðs-
loysistryggingini.
Seinastu mánaðirnar hev-
ur Jógvan Mørkøre verið
nógv frammi í sambandi við
avtalurnar, sum eru gjørdar
millum donsku stjórnina og
landsstýrið.
Tey lesandi
Umframt granskingar-
arbeiðið er stórur partur av
arbeiðstíðini á setrinum
nýttur til at fyrireika upp-
tóku av lesandi. Ein nevnd
kom í 1986 við einum upp-
skoti um, hvussu Fróðskap-
arsetrið skuldi skipast sum
lærdur háskúli, og tað var í
tráð við álitið, at samfelags-
deildin tók fyrstu næming-
arnar inn í 1993.
Ein av fyritreytunum at
taka næmingar inn var, at
teimum varð tryggjað upp-
tóku á útlendskum læru-
stovnum til framhaldandi
lestur, áðrenn teir fóru undir
stødisårid í Føroyum. Tað
hevur eydnast setrinum at
fáa samstarv í lag við Ro-
bert Gordon lærda háskúlan
í Aberdeen og við Álborg
Universitetscenter. Næm-
ingingunum, sum tóku
stødisårid í summar, stóð í
boði at halda fram við lesn-
aðinum á hesum stovnum,
og fleiri eru í holt við hesar
útbúgvingarnar.
Landsstýrið hevur í við-
merkingunum ul figgjar-
lógaruppskotið skotið upp,
at eingir næmingar verða
tiknir inn á samfelagsdeild-
ina komandi summar, men
hóast drívmegin á deildini
fer í annað starv, so halda
tey lesandi fram til í summ-
ar, og tá fáa tey møguleika at
halda fram á útlendsku
stovnunum.
Framtíðin
Tað verður neyvan nakar
settur í starvið sum samfel-
agsfrødingur á Fróðskapar-
setrinum, og tað vil siga, at
samstarvið innan samfel-
agsvísind, sum seinastu
fimm árini er fingið í lag og
styrkt millum lærda háskúl-
an í Føroyum og teir oman
fyri nevndu útlendsku skúl-
arnar, so við og við fer at
halda uppat Samstarvid
hevur ikki bara fevnt um
næmingarnar, men eisini
um verkætlanir innan
gransking og fyrireiking av
ráðstevnum og líknandi til-
tókum.
Stýrið fyri Arbeiðsloysis-
tryggingina valdi Jógvan
Mørkøre millum seks um-
søkjarar. Roknað verður
við, at hann formliga tekur
við nýggja starvinum fyrst í
nýggja árinum, helst verður
tað 1. februar.
-nes
Nu stjorna
tey lærdu ALS
Stórar uppgåvur liggja fyri framman hjá nýggja stjóranum og
starvsfólkunum á ALS
Eingin stovnur og einki
virki í Føroyum er vaksið so
nógv í vavi seinastu árini,
sum ALS er vaksið.
Tá nýggi stjórin tekur við
fyrst í nýggja árinum, fer
starvsfólkatalið at tátta í tey
20, og tað er neyvan at
skjóta við síðuna av at
vænta, at samlaða útgjaldið
í 1995 og lgnarútreiðslurnar
til starvsfólkini fara at at
hækka ikki so lítið, tá sam-
mett verður við 1994.
Stjórasetanin er líður í
nýggjum bygnaði á ALS.
Ovast er ein stjóri, sum skal
hava tríggjar deildir undir
sær. Eina deild til Arbeiðs-
ávísing, sum Torgerð Niel-
sen verður deildarleiðari
fyri, eina fíggjardeild, sum
Petur Annfinn Johannesen
skal hava ábyrgdina av og
eina tryggingardeild. Tað
varð lýst eftir leiðara til ta
deildina samstundis sum
tað varð lýst eftir stjóra,
men stýrið valdi bara at seta
stjóran.
Ein av fyrstu uppgávun-
um hjá nýggja stjóranum
verður at seta leiðara fyri
tryggingardeildina og at
seta løgfrødingin, sum stýr-
ið lýsti eftir, samstundis
sum hini bæði størvini vóru
leys.
Kennir arbeiðið
Tánýggi stjórin í ALS fer
at meta á fundi við stýrið,
verður hann ikki ókendur
við umhvørvid. Jógvan
Mørkøre hevur sitid sum
limur í nevndini fyri ALS,
valdur at umboða 22 fakfel-
ég, sum hava sáttmála við
landsstýrið.
Tað verður heldur einki
nýtt í at mata Ola Jacobsen í
stýrinum. Fram til hann
gjørdist landsstýrismaður,
umboðaði Óli Jacobsen
fiskimenninar í stýrinum,
og nú metir hann viOhvørt á
stýrisfundum, tí hann mill-
um annað er landsstýris-
stýrismaður = í arbeiðs-
marknaðarmálum og har-
við ALS spurningum.
Nógv at tríva í
Uppgávurnar hjá nýggju
leiðsluni í ALS eru nógvar
og fjøltáttaðar.
Fyri stuttum er avrátt, at
útgjaldið skal hækkast, so
tað aftur verður 70 prosent
av arbeidsmannalønini, at
rullandi útgjaldið skuldi
takast av, og at tíðin, sum
arbeiðsleys kunnu fáa út-
gjald úr skipanini, skuldi
leingjast.
Á fíggjarlógaruppskot-
inum hjá landsstýrinum,
sum figgjarnevndin situr og
vendir og snarar hesa vik-
una, eru 50 milliónir krónur
settar av til arbeiðsleys.
Stóri = spurningurin er,
hvussu langt hesar millión-
imar røkka saman við ti,
sum verður goldið inn av
lønmåttakarunum, ið fram-
vegis hava arbeiði, og av
arbeiðsgevarunum.
Røddir hava verið
frammi, sum siga, at botn-
urin á kassanum fer at siggj-
ast rættiliga skjótt, og at
hann verður tómur, áðrenn
fyrsta fjórðingsárið av 1995
er farið afturum.
Tað ber ikki til við vissu
at siga, hvussu gongdin
verður hesum viðvíkjandi,
Hon er m. a. tengd at,
hvussu tað verður við talin-
um á teimum arbeiðsleysu.
Hverja ferðein arbeiðsleys-
ur fer í arbeiði minkar út-
gjaldið og inngjaldið veks-
ur, og hverja ferð ein í arb-
eiði gerst arbeiðsleysur,
hækkar útgjaldið, meðan
inngjaldið minkar. Tí sigur
tað seg sjálvt, at talið á teim-
um í arbeiði hevur nógv at
siga. Tað talið er tengt at
fleiri lutum. T.d. hevur tað
nógv at siga, hvussu nógvur
fiskur kemur upp á land.
Arbeiðsávísingin
Ein onnur uppgáva hjá
nýggju leiðsluni í ALS er at
fáa Arbeiðsávísingina at
rigga. Upprunaliga var ætl-
anin við skipanini, at hon
eisini skuldi vera ein ávís-
ing viðvíkjandi arbeiði og
ødrum framtidarmøgulcik-
um hjá teimum arbeidstøku,
men gongdin í arbeiðsloys-
inum tók beinini undan
flesiu uppgávunum, soleið-
is at starvsfólkini higartil
hava havt meiri enn nóg
mikið við at taka sær av
spurningunum, sum standa
fremst hjá teimum, sum eru
komin út í arbeiðsloysi.
Leisturin, sum skipanin
upprunaliga varð skorin eft-
ir, var soleiðis háttaður, at
arbeiðsávísingin var hjá
lokalu arbeidarafeløgun-
um. Andin í hesum mundi
vera, at tað varð eina mest
hugsað um, at tað fóru at
verða limir i arbeiðarafel-
øgunum, sum fóru at gerast
arbeiðsleys og harvið fóru
at hava tørv á arbeiðsávís-
ing.
Gongdin hevur verið ødr-
vísi, enn roknað varð við, tí
so ógvuliga nógv onnur enn
bert limirnir í arbeiðs-
mannafeløgunum hava
merkt svidan av arbeids-
loysinum. Nýstovnaða
ávísingardeildin hjá ALS
skal samstarva við lokalu
ávísingarnar, men tað er
neyvan at tamba hugflogið
ov nógv at rokna við, at tað
fara at standast spenningar
um, hvørjar uppgávur åvis-
ingardeildin skal røkja og
hvørjar lokalu åvisingarnar
skulu røkja.
Nýggja leidslan — stjóri,
fíggjarstjóri, løgfrødingur
og åvisingarleidari — hava
bókligan lærdóm, meðan
andin upprunaliga var, at
her var talan um spurningar,
sum lokalu fakfelagsfólkini
skuldu syrgja fyri. Hvussu
tað samanspælið fer at tørna
út, velst m.a. um handalag
hjá leiðsluni. Eydnast tað
ikki væl, so ber væl til at
ímynda sær, at kinkur kem-
ur i millum arbeidarafeløg-
ini og ALS, og tå er so stutt
til politiska kreppu, av teirri
orsøk, at verkamannafylk-
ingin stendur Føroya Arb-
eidarafelag so nær.
-nes