Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. desember 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið E Nr. 241 — 16. DESEMBER 1994 Síða9 Vit eru stødd í Liðahúsunum í Nólsoy. Hesaferð vitja vit skúlan, har børnini venja ein leik til jóla, og eitt orkestur við trumm- um, blokkfloytum, klaveri 0.9. spælir rút- misk løg. Og Hannis hvørvur. Hann hittir ein mann, sum fæst nógv við dýr, men á ein ødrvisi hátt enn vanligt. riggjakvøldid k Morgundagsins genta Trot er á reinum vatni í framtíðini, og Silverthorne brúkar tíðarportrið til at taka vatn úr okkara tíð. en Petey dettur niður í vatnbrunnin — og Jenny má fara eftir hon- um. Í veldið k Tango fyri trý - 1:5 Donsk kærleiksskemtirød. Benny er optik- ari, men er nú arbeiðsleysur. Hann er skild- ur og býr einsamallur saman vid soninum Mads, sum er 12 ár. Benny er musikalskur, hann skrivar løg og undirvísir eisini Í klaverspæli. Benny spælir eisini til veitslur saman við vinmanninum Peturi. Tá ið Benny ein dagin fer at søkja arbeiði hjá einum optik- ara, hittir hann Stínu, sum er frisørdama og mannequin. Friggjakvøldid kl. 21.30: Columbo Ein kendur gangstari doyr, og Columbo fær tí illgruna til tann eleganta advokatin Oscar Finch, ið roynir at koma sær fram í poli- tikki. Hann er lika so listinlærdur sum Columbo. James Faulkner og Christine Kavanaugh Friggjakvøldid kl. 23. Blackheath morðini — 1:3 Fyrsti partur av enskari stuttrød. At siggja til livir tann sein-viktorianska familjan Collard eitt sera virðiligt liv í teim- um stóru húsunum í Blackheath. Men undir korsettstívarum og handan tungar gardinur eru sterkar kenslur, ið enda við morði. Leygardagin kl. 17.10: Kadal og trådur Sending vid live-konsert vid Greene, ein av best krógvaðu loynidómunum innan danskan rocktónleik. Leygarkvøldid kl. 17.40: Børnini å Beverly Hills Rikidømi, vakurleiki, glamour og kærleiki vid fløkjum. Soleiðis er gerandisdagurin hjá teimum ungu í vælumtóktu sjónvarps- sendirødini Beverly Hills 90210. Men hvussu liva tey veruligu børnini og ungu í ti ektaða Beverly Hills? TV2 hevur vitjað í tí vælkenda umráðnum í Lps Angeles fyri at finna svarið. Hetta er søgan um ungdóm, sum hevur ein uppvøkstur í slikari verð, at tað ikki er 6- vanligt, at 16 ára gamla dótturin í húsinum fær ein Mercedes í fødingardagsgåvu, and- litsviðgerð fyri 900 krónur ella fer at klippa sær fyri 1400 kr. Men hetta er eisini søgan um ungdómin, ið li vir undir stórum trýsti frå teimum framsóknu foreldrunum at klára seg væl og fáa góð ummæli í skúlanum. Leygarkvøldid kl. 18.30: Børnini vid havid Påpi Jim kemur til Cooks Haven og tad tyk- ist sum hann ætlar at byrja av nyggjum. Alt gongur væl, men fer tað at vara? Petur hevur funnið eini gomul pakkhús, sum hann og Georgie ætla at brúka til loynistað. Leygarkvøldid kl. 19.00; Beverly Hills 90210 Brandon hevur nú fingið áhugað fyri veitsl- unum á West Beverly Hills— og hevur góðar dagar. So, tá ið foreldur hansara skulu burtur í vikuskiftisfri, avgera Brandon og Brenda at savna allar vinirnar til eina hugnaløtu. Men áðrenn tey vita av er alt ein ruðuleiki, og ikki júst ein hugnaløta, ti Brandon smildrar sær bilin og verður hand- tikin. rkvøldid kl. 20.40: Køkurin i Victoriu- tidini Tá tey fínu i Onglandi í Victoriutíðini settu seg til tað rokaða millummálaborðið, fingu tey ofta ís. Kokkurin Ruth Mott og arbeiðs- gentan Alison Arnison fara at royna at gera ein sera fínan jarðberjaís. Leygarkvøldid kl. 21.10: Love Story Ali MacGraw og Ryan O'Neal Am. filmur frå 1970. Søgan um Oliver og Jenny og teirra stuttu tíð saman gjørdist ein tann best umtókti romantiski filmurin í 70-unum. Í lestrartíð- ini hittast tey bæði ungu, og teirra vinskapur verður til kærleika. Oliver og Jenny giftast, men alt verður nógv ødrvisi, enn nakar hevði grunað. Leygarkvøldid kl. 23.05; Nana Mouskouri syngur klassikarar Nana Mouskouri vísir hyggjarunum Grikkaland, medan teir sleppa at hoyra hennara kendastu sangir, m.a. Mon Dieu, Romance, Habanera, Der Lindenbaum, Casa Divaog Plaisird' Amour og Ave Maria ikki at gloyma. Leygarkvøldid kl. 23.40: Blackheath morðini — 2:3 Paul, ungi sonur Roger Collard, er sann- førdur um, at påpi hansara ikki er deydur ein náttúrligan deyða. Harriet Colard verður knappliga sjúk, eftir at hon hevur verið saman við eini gåtuførari konu. Sunnudagin kl. 14.40; Neyðars ríka genta Am. filmur frá 1988. Phoebe, ið er 8 ára gomul, býr saman vid ommu síni á einum stórum góðsi í Virginia. Isabella Rossellini sum Zelly Phoebe hevur alt, men omma hennara tykist sjúkliga øvundsjåk og roynir at forða Phoebe at knýta seg til nakran, eisini barna- gentuna Zelly. Sunnudagin kl. 17.20; Opera fantasiir Nakrir av heimsins bestu animatorum hava fingið fríar hendur at gera stuttfilmar yvir kendar opera-ariur við tónleiki av m.ø. Verdi, Mozart, Puccini, Rossini og Bizet. Sunnukvøldid kl. 18.15: Høsnaveitslan i Eysturriki Eitt »afrikanskt« sjónvarpslið vid einum »kenyanskum« David Attenborough á odda, trokar seg inn á teir villu uppruna- búgvarnar í Eysturríki at gera eina sending um teirra løgnu ættarsiðir. Hvat er tað fyri ein gullittur, skúmandi løgur, sum tey hvítu stoytaniður í hálsin, og sum straks fær tey at dansa paringsdansir og vísa annan upp- runaatburð? EUROPA LOKALT NR. 10. Sunnukvøldid kl. 18.50: Toulouse-Latrec å plakatini Ein av teimum stóru málarunum í Paris seinast í 1800 talinum var Henri Toulouse- Lautrec. Hann var bert 37 ára gamal, tá hann doyði, men var longu tá nógv virdur fyri sínar málningar og plakatir frá m.a. Moulin Rouge og skøkjuumhvørvinum í París. Sendingin er um hansara lív og virki og vísir m.a. hansara sermerkta máta at nýta liumar. Sunnukvøldid kl. 19.20: Litli lækni å preriuni Quinn lækni er og vitjar cina songarkonu, og medan hon er har sær hon i eini sjån sitt liv og minnist aftur á tær avgerðir, ið hon hevur tíkið igjøgnum árini.