fríggjadagur 16. desember 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Nr. 241 — 16. DESEMBER 1994
Føroya Fiskavirking hevur fótað sær aftur:
Raksturin gevur
nú yvirskot
Skelkandi úrslitið fyrr hålvår við einum halli í rkastrinum øuppå 800.000 krónum er nú
vent og seinast í oktober hóvdu vit eitt avlop í rakstrinum upp á 1,3 milliónir krónur,
sigur Ove Munch Petersen, nevndarformadur í Føroya Fiskavirking
Mikudagin seinnapartin
helt Føroya Fiskavirking
eykaadalfund å Hotel
Hafnia. Adalfundurin
gekk fyri seg å donskum.
Orsøkin til eykaaðalfund-
in var at greiða partaeig-
arunum frá og fáa
góðkenning frá teimum til
at broyta kapitalgrund-
arlagið. Eisini at fáa nið-
urskriva ein fittan part av
skuldini. Fiskavirking
skyldar út móti 400 milli-
ónum, men klárar bert at
forrenta 100 milliónir
krónur.
Ove Munch Petersen,
nevndarformadur i Føroya
Fiskavirking hevur júst
ligið undir skurðviðgerð í
hálsinum og fekk illa tosað
á aðalfundinum. Hann heitti
tí á Bjarta Mohr, stjóra um
at lesa formannsfrágreið-
ingina upp.
— Seinast vit vóru á aðal-
fundi var bjartskygni i
hásæti. Bert fáar mánaðir
seinni komu vit við einum
hálvársrokniskapi sum var
»mildest talt utilfredsstill-
ende« Hetta úrslit kom væl
vid hjå démadagsprofetun-
um ið finna fragd í at gera
kappingarførid hjá føroy-
ingum verri vid uldømis at
tosa um húsagang. So ring
er stødan tibetur ikki og vit
hava stridst fyri at arbeida
ímóti teimum keðiligu årin-
unum okkum var fyri í
byrjanini, segði Ove Munch
Petersen.
Føroya Fiskavirking:
Ove Munch vísti á, at
kappingin um fiskin var
sera stór i Føroyum við
høgum fiskaprisum og hetta
hevur ti verri ikki smittað av
á prísin á lidnu vøruni.
Betri góðsku
- Vit hava í ár megnað at
betra góðskuna á lidnu vør-
uni munandi. Hetta merkja
vit, tí vit fáa munadi færri
reklamatiønir. Ongantíð
fyrr hevur góðskan verið á
so høgum stødi, segði hann.
— Arbeiðsgongdin á okk-
ara virkjum er vorðin muna-
ndi effektivari og vit hava
fingið eitt tættari samband
við teir vit selja til, sigur
Ove Munch Petersen.
— Viteru komnir í gott orð
hjá teimum vit framleiða til
og eisini hjá okkara kapp-
ingarneytum. Vit fáa rós
fyri batnandi góðsku. Ég
má heldur leggja afturat, at
tað eru ikki føroyingar sum
rósaokkum, men útlendskir
kundar og kappingarneytar.
Hetta styrkir okkum i
trúnni, at vit eru á rættari
kós, sigur Ove Munch Pet-
ersen.
— Tað gleðiliga er hent
seinastu mánaðirnir, at vit
hava fingið vent undirskot-
inum á rakstrinum til eitt
yvirskot áðrenn kapital-
kostnað. Urslitid 31. okto-
ber var 1,3 milliónir krónur
í avlopi, sigur Ove Munch
Petersen.
jústinus
Stórar vonir í
Irmingarhavinum
— Vit eiga at luttaka bæði í veiðu og í virking av kongafiski úr Irmingarhavinum, sigur
Ove Munch Petersen, nevndarformadur
Føroya Fiskavirking luttók
fyrr i år í eini ætlan at virka
kongafisk úr Irmingarhav-
inum. Trolarin Oyrnafjall
av Tvøroyri skuldi fiska til
virkið í Vági og tað al-
menna stuðlaði ætlanini.
Men tvídráttur kom millum
Tíðindablaðið Gt.
N
Ove Munch Petersen, nevndarformadur i Fiskavirking
er heilsuveikur i løtuni. Mynd: Kalmar
Teir sterku dreingirnir i
fóroyskum búskapi í dag
Frá vinstru Janus Peter-
sen, stjóri í Foroya
Banka, Jørn Astrup Han-
sen, forstjóri i Føroya
Banka og Richard Mikk-
elsen, nevndarformaður i
Figgjargrunninum. Næst-
an hvør einasta króna til
vinnulivid i Føroyum
skal igjøgnum hesar heil-
ar ådrenn hon klirrar å
borðinum. Mynd: Kalmar
reiðaríið hjá Oyrnafjalli og
Fiskavirking og Oyrnafjall
gavst aftaná nakrar túrar.
Oyrnafjall prógvaði, at væl
bar til at fiska kongafisk í
irmingarhavinum sum ís-
fisk og sigla hann til lands.
Hóast miseydnaða sam-
arbeiði um kongafiskin, so
hevur Fiskavirking fram-
vegis stórar vónir til konga-
fiskin úr Irmingarhavinum.
— Skulu vit gera okkum
vónir um at fáa tað at bera til
við virking av råvørum,
sum eru fiskadar uttanfyri
føroyskt sjógki, so er
neyðugt at seta orku og fólk
til hetta endamál. Vit halda
ikki, at tað ber til at virka
alternativ fiskasløg saman
vid vanliga fiskinum, sum
vit fáa úr føroyskum sjógvi.
Vit trúgva á møguleikarnar
í Irmingarhavinum og ong-
in ivi er um at føroyskur
fiskiídnaður bæði á sjógvi
og á landi eigur at luttaka í
fiskiskapinum í Irmingar-
havinum, sigur Ove Munch
Petersen.
Triðjalandsfiskur
- Føroya Fiskavirking
hevur arbeitt saman við
einum russiskum felag, um
keyp av toski úr Barents-
havinum til føroysk fiska-
virkir. Fiskavirking í Tórs-
havn hevur burturav arbeitt
við russarafiski og Fiska-
virking á Toftum hevur
fingið stórar nøgdir av russ-
arafiski, sigur Ove Munch
Petersen.
Hetta samstarv hevur
gingið sera gott. Okkara
trupulleiki í dag er, at vit
hava selt meira av lidnum
vørum burturúr tridjalands-
fiski enn vit kunnu fram-
leiða. Hetta er sjálvsagt
gleðiligt, men eisini óhepp-
ið, tí hjá okkum er tað ein
spurningum um álit, at
kunna leverað tað vit lova.
Tí mugu vit halda fram at
menna fiskavirking úr
tridjalandsfiski. Vit fara
komandi summar at keypa
munandi stórri nøgdir av
russaratoski, tá er prísurin
lægri og vit gerast betri
kappingarførir, sigur Ove
Munch Petersen.
jústinus